fríggjadagur 26. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 182 - 26. september 2003
Nr. 182 - 26. september 2003
9
Fiskavirkið, Kósin,
hevur saman við línu-
skiparum og reiðar-
um í Klaksvík verið í
Spaniu og fylgt salt-
fiskinum, sum Kósin
útflytir.
- Hetta var ein frá-
líkur túrur, har veiði-
liðið hevur sæð, hvar
fiskurin endar, sum
verður veiddur og
seldur virkjunum,
sigur Egil Johansen,
innkeypsstjóri á
Kósini
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í døgunum, 19.-24. sep-
tember, vóru umboð fyri
flest allar línubátarnar í
Klaksvík á ferð í Spaniu
saman við umboðum fyri
fiskavirkið, Kósina.
Tað var Kósin, sum skip-
aði fyri ferðini og teir, sum
vóru við fyri fiskavirkið,
vóru Egil Johansen, inn-
keypsstjóri og Hanus Han-
sen, stjóri.
Umframt starvið, sum
innkeypsstjóri, tekur Egil
sær eisini av saltfiskasøluni
hjá Kósini, og í hesum sam-
bandi er hann niðri í Spaniu
á kundavitjan einar 2-3
ferðir um árið.
Áhugaðir
- Vit spurdu teir, sum eiga
línuskipini, um teir høvdu
hug at
koma við okkum niður til
Spaniu at síggja, hvar fisk-
urin endar, sum teir fiska.
Jú, tað vildu teir fegnir. Øll
línuskipini her norðuri vóru
umboðaði á ferðini uttan
tað eina, har tað ikki lá fyri
at koma við.
Egil sigur, at skipini, sum
vóru umboðaði á ferðini í
Spaniu, vóru Kvik, Jákup
B, Polarstjørnan, Pison og
Helena, sum er gamli Fugl-
firðingur.
- Vit vóru bara í Barce-
lona og í økinum nærindis.
Her selja vit nógvan salt-
fisk, og á ferðini sluppu
skiparar og reiðarar at
síggja, hvat spaniólar gera
við saltfiskin.
Egil sigur, at Kósin hevur
ein stóran kunda í hesum
økinum, sum keypir nógv-
an saltfisk.
- Her sóu skiparar og
reiðarar, at saltfiskafløkini
verða
útvatnað,
skorin
sundur og seld hotellum,
supermarknaðum og annars
á marknaðunum har niðri.
Spurdur, um keyparar har
á leiðini ikki bera ótta fyri,
at virkini í Føroyum fara at
góðska saltfiskin meira,
sigur Egil.
- Nei, tað kemur ikki
uppá tal. Skulu vit gera tað
sama við fiskin, sum tey
gera í Spaniu, skulu vit
hava stór virkir, nógv fólk
og bilar til at røkka somu
viðskiftafólkum, sum tey
gera har niðri.
Hann vísir á, at Kósin
hevur ein kunda, sum
keypir nógvan saltfisk.
Hesin selir so fiskin útaftur
til ein hóp av keyparum,
sum keypa úr lítlum upp í
stórar nøgdir – ja, heilt úr
nøkrum
fáum
25
kg.
eskjum uppí plattar av salt-
fiski.
- Tað eru vanliga nógvar
og smáar fyritøkur ella
persónar, sum keypa og
virka fiskin til hotellini,
supermarknaðirnar
og
marknaðirnar annars. Hetta
arbeiði verður ikki gjørt á
stórum virkjum, men meira
í kjallaralíknandi fyritøk-
um, har lítil og eingin út-
búnaður er. Teir hava
kanska eina bandsag, sum
sker fiskin sundur. Annars
eru hetta ikki virkir, so-
leiðis sum vit kenna tey her
heima. Onkur keypir einar
5 eskur, útvatnar fiskin,
sker hann sundur og fer
síðan á marknaðin at selja,
sigur Egil.
Á ferðini í Barcelona
fingu umboðini fyri línu-
skipini høvu at fylgja fisk-
inum út í seinastu liðini.
Gott veður
Egil sigur, at veðrið á ferð-
ini var av tí besta.
- Um dagin lá hitin uppí
eini 28 stig og um náttina
niður í 18. Tað var sól
hvønn dag uttan tann eina,
tá ið yvirskýggjað var.
Hann heldur, at bæði
skiparar og reiðarar vóru
stak væl nøgdir við túrin.
- Eg haldi, tað er ógvu-
liga umráðandi, at veiði-
liðið sær, hvussu týdningar-
mikið tað er, at fiskurin
verður so væl handfarin í
fyrsta liðnum sum yvir-
høvur gjørligt.
Egil vísir annars á, at
saltfiskamarknaðurin
er
rímiliga góður og stabilur,
og verður nøkur prísbroyt-
ing í næstum, væntar hann,
at tað verður hin betra
vegin.
- Føroyskur saltfiskur
hevur gott orð á sær úti á
marknaðinum, og tað er
umráðandi, at vit varðveita
hesa støðu.
Hann sigur, at føroyski
saltfiskurin er hægri í
metum enn bæði tann
íslendski og norski – og
prísirnir, føroysku virkini
fáa, er eisini væl betri, enn
prísurin, sum grannarnir
fáa.
3000 tons
Kósin í Klaksvík virkar
saltfisk úr toski, longu og
brosmu, men tað er tosk-
urin, sum er hin berandi
vøran. Lítil og eingin salt-
fiskur verður virkaður úr
upsa í løtuni.
- Okkara samlaða salt-
fiskaframleiðsla er eini
3.000 tons um árið, harav
umleið helmingurin er fløk
og hin helmingurin flaktur
fiskur.
Egil Johansen heldur, at
føroyingar hava eina betri
rávøru enn bæði íslending-
ar og norðmenn.
- Føroyski toskurin er
øðrvísi og betur egnaður til
saltfiskaframleiðslu
enn
hin íslendski og norski,
sigur innkeypsstjórin og
saltfiskasølumaðurin
at
enda.
Skiparar og
reiðarar fylgja
saltfiskinum
13 línuskiparar og reiðarar vóru saman við Egili Johansen og Hanusi Hansen í Spaniu og
fylgdu saltfiskinum, sum Kósin framleiðir
- Tað er umráðandi, at veiðiliðið veit, hvat verður av fiskinum, sum verður veiddur og seldur
virkjunum, sigur Egil Johansen
Føroyski saltfiskurin er betur og verður seldur fyri meira pening enn hin íslendski og norski.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hanna Olsen 80 ár
Í dag, 26.september, fyllir Hanna Olsen, Stanga-
vegur 24 í Klaksvík, 80 ár. Hanna er ættað úr
Norðragøtu, dóttir Nicolinu og Amaliel Jacobsen.
Hon er nr. 5 av 12 systkjum - og er elsta systir.
Hon kom sum ung til Klaksvíkar at tæna, og
giftist í 1948 við Poul Olsen - Poul hjá Axel, sum
doyði í 1980. Tey fingu 3 børn, Martin er elstur,
síðani Margith og yngst var Nikolina, sum doyði í
1970.
Sum flestu føroysku kvinnur tá, passaði hon
mann, børn og hús. Ì 80-unum og til fyrst í 90-
unum arbeiddi hon á Kósavirkinum.
Hann ger ikki háva burturúr sær sjálvari - hon
telist millum tey stillu í samfelagnum. Hon er
arbeiðssom og hevur altíð havt eitt lætt sinnalag.
Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við
degnum.
x
Niels Pauli
Djurholm 90 ár
Hósdagin 25. september
fylti Niels Pauli Djurholm,
Kollafirði níti ár. Niels
Pauli er føddur á Glyvrum,
sonur
Hans
Djurholm,
navigatiónsskúlalærara og
skipasýnsmann og Inger f.
Weihe av Selatrað. Teir
vóru tveir brøður, hann og
Lassen, sum doyði í 1992.
Niles Pauli er gifur við
Gundu f. Skaalum úr
Kollafirði. Tey eiga fýra
børn. Ingrið, sum býr í
Danmark, Arnóru, Hans og
Bjarna. Tey eru øll gift, og
eiga Niels Pauli og Gunda
átta barnabørn og níggju
langabba og langommu-
børn.
Niels Pauli tók lærara-
prógv í 1935 og var lærari á
Toftum og í Gøtu, áðrenn
hann gjørdist lærari í
Kollafirði í 1937. Frá 1949
til hann fór úr starvi í 1981,
var Niels Pauli fyrstilærari í
Kollafirði. Í 1957-58 var
N.P. á ársskeiði í Danmark.
Umframt at vera lærari,
røkti N.P. fleiri álitisstørv.
Frá 1949 og næstu 30 árini
var hann organistur í kirkj-
uni í Kollafirði, umframt,
at hann bæði var limur í
sóknarstýrinum og meinig-
heitsráðnum. Niels Pauli
var eisini kommunuskrivari
í Kollafirði í útvið 30 ár. Í
sínum virkna felagslívi, var
hann millum teirra, sum
stovnaði Kollafjarðar Ítrótt-
arfelag.
Dagurin
26. september. Adolf, deyður í umleið 824. Sonur
muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti
til Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í
friði, men varð klagaður og tikin av døgum.
Týskt navn ið merkir aðalborin ella úlvur.
Palli Mortensen 60 ár
Í dag verður tvøra-
maðurin Palli Mort-
ensen, leiðari á SEV
verkinum í Vági, 60 ár
FØÐINGARDAGUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dag, 26. september 2003,
verður Palli Mortensen á
Tvøroyri seksti. Palli er
leiðari á elverkinum hjá
SEV á Oyrunum í Vági.
Palli er sonur Hans og
Agnes Mortensen. Systk-
inaflokkurin
telur
seks
systkin. Hans og Agnes
andaðust bæði fyri góðum
ári síðani. Stutt var ímillum
tey.
- Vit høvdu foreldrini
leingi, sigur Palli, sum er
giftur Naiu Mols Morten-
sen og saman eiga tey 3
vaksin børn..
Palli var aspirantur hjá
ØK seinnu helvt av seksti-
árunum og hetta vardi í 3
ár. Í 1970 til 71 var hann á
maskinmeistaraskúla í Es-
bjerg. Síðani sigldi Palli
árini 72 - 73 aftur hjá
reiðarínum ØK.
Palli Mortensen fór síð-
ani undir at fáa sær víðkað
maskinmeistaraprógv.
Hetta tók hann í Keyp-
mannahavn árini 1973-74.
Palli leitaði sær síðani
heim til Føroya í 1974, men
ætlaði sær avstað aftur út í
heim. Men hann bleiv
hangandi, tá hann starvað-
ist hjá Poul Eli Bærendsen,
eleltrikara, og eisini var
Palli avloysari á elverkin-
um hjá SEV á Tvøroyri.
Síðst í 1975 fekk Palli
fast starv hjá Sev. Verkið í
Vági varð bygt í 1983 og
Palli fekk starv sum leiðari
á verkinum. Hetta starv
hevur hann røkt síðani.
Stórar broytingar eru
hendar innan útgerðina, ið
verkini hjá SEV nýta, hesi
árini Palli hevur starvast
hjá SEV.
- Nú er alt digitalt.
Nýggjur motorur verður
júst settur upp her í Vági og
hann verður bert stýrdur
við eini mús, sigur Palli.
- Eg havi trivist væl.
Arbeiðið er spennandi og
spennandi er eisini at vera
við til útbyggingar. Eisini
havi eg trivist væl at starv-
ast í Vági, sigur Palli, sum
metir, at SEV sum heild er
gott arbeiðspláss.
Tað, at ein skal vera til
reiðar, tá harðast leikar á og
okkurt er áfatt á verkinum,
nervar ikki Palla.
- Útgerðin er so nógv
betri nú, so tað er ikki so
ofta nakað áfatt longur. Nú
eru tað mest linjumenninir,
ið eiga tørn, tá veður og
vindur gera sítt, sigur Palli.
Er heilsa til tað, so vænt-
ar Palli at verða í starvin-
um, til hann má úr tí sum
67 ára gamal.
- Men eins nógv út-
bygging verður neyvan, nú
hetta við nýggja motorin-
um er liðugt, sigur Palliog
leggur afturat, at tað verður
so neyvan meira útbygt í
hansara tíð á elverkinum í
Vági.
- Gomlu motorarnir eru
jú yvir 20 ár, Og so hendi jú
tað, at orkutørvurin vaks.
Men kreppa rakti vinnu-
lívið í Vági aftyr fyri stutt-
um, so tað fánaði aftur.
Nýggi motorurin er 4,2 mw
og teir báðir gomlu er uppá
2,5 mw, sigur Palli, sum er
burturstaddur sjálvan føð-
ingardagin.
31. oktober 2003 er seinasti
arbeiðsdagur
hjá
Áslu
Poulsen
barnatannlækna
hjá Tórshavnar Kommunu.
Ásla er fødd í Keyp-
mannahavn 12. september
1936.
Foreldrini
vóru:
Sigrid, f. Johannesen, av
Torlabrúgv í Funningi, og
Hans Pauli Mouritsen, ætt-
aður úr Sørvági. Tey fóru
bæði sum ung til Dan-
markar og komu saman har,
hon gekk á háskúla og hann
sigldi.
Ásla varð útbúgvin sum
tannlækni á sumri 1960,
sum 23 ára gomul.
Hon er gift við Tórbjørn
Poulsen, sivilverkfrøðingi
og fyrrverandi lands-stýris-
manni, úr Havn.
Eina tíð í 60-unum búðu
tey í Føroyum men fluttu
seinni aftur til Danmarkar,
har Ásla arbeiddi sum
barnatannlækni í Keyp-
mannahavnar kommunu.
Í oktober 1973 bleiv Ásla
sett í starv sum barnatann-
lækni
hjá
Tórshavnar
kommunu.
Hetta
starv
hevur hon røkt nú í skjótt
30 ár. Hon var formaður í
Føroya Tannlæknafelag frá
1993 til 1999.
Áslu dámar væl at ganga
í náttúruni, og hevur hon í
mong ár verið limur í
gongufelagnum í Havn, eis-
ini dámar henni væl at
arbeiða í havanum.
Hon fylti 67 ár 12. sep-
tember 2003, og ynskir hon
nú at verða loyst úr starvi
hjá Tórshavnar kommunu
frá 31. oktober.
Ásla og Tórbjørn eiga
fýra børn, tey eru: Guðrið,
Marjun, Poul Hendrik og
Signar Pauli.
Í sambandi við at Ásla nú
gevst sum barnatannlækni
hjá Tórshavnar Kommunu,
verður móttøka í Horna-
húsinum fríggjadagin 26.
september millum kl. 15-
17.
Ásla Poulsen:
Barnatannlækni í Havn í 30 ár
Palli Mortensen avmyndaður frammanfyri nýggja motorinum
á elverkinum í Vági, ið júst verður settur upp. Í dag, 26.
september, verður Palli seksti
Mynd: D. Olsen
Ásla Poulsen, sum hevur
verið barnatannlækni í
Tórshavnar kommunu, fer
nú frá
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8