fríggjadagur 26. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 182 - 26. september 2003
Nr. 182 - 26. september 2003
11
Tað tykist sum vanlukkurnar á vegunum standa við.
Seinasta vikuskifti fór ein bilur í knús vesturi í Vagum.
Sjey ungfólk vóru í bilinum, og bert eitt undur hevur
bjargað teimum frá vanlukkuni við lívinum. Tá seinasta
syrgliga stórvanlukkan hendi, fingu vit eitt seriøst og
hugskotsríkt orðaskifti um ferðslutrygdina á vegum
okkara. Tað gekk sum ein reyður tráður gjøgnum hetta
orðaskifti, at ov nógv ferð oftast er orsøk til vanlukk-
urnar.
Hetta skilið við ov nógvari ferð á vegunum kann ikki
halda fram. Tað er tí sera umráðandi, at orðaskiftið um
ferðslutrygdina og um ov stóru ferðina á vegunum ikki
tagnar. Undir orðaskftinum í fjølmiðlunum kom fram
uppskot um eina ferðsluskaðanevnd. Hetta er eitt gott
hugskot, ið eigur at verða tikið í stórum álvara. Tað
kundi tí verið áhugavert at fingið avklárað, hvar í skip-
anini hetta uppskot er endað, og hvørja støðu avvarðandi
myndugleikar hava til hetta hugskotið, ið kom frá leið-
aranum á ferðslutrygd. Hetta uppskot má ikki bara enda
í onkrari skuffu í Vinnumálaráðnum ella í Løgmála-
ráðnum.
Eitt annað hugskot, ið var havt á lofti, snúi seg um treyt-
að koyrikort. At seta krav um treytað koyrikort krevur
stórt politiskt dirvi, tí hetta verður ikki vældámt av
teimum, sum skulu taka koyrikortið. Hetta tí eitt treytað
koyrikort kann fatast sum ein avmarking av persónliga
frælsinum. Hinvegin hava nógv lond treytað koyrikort,
og eiga vit tí her hjá okkum ikki at halda okkum aftur
við at seta eina slíka skipan í gildi.
Vit her á blaðnum loyvdu okkum í tjakinum um ferðslu-
trygdina at vísa á koyrifrálæruna. Koyrilærararir gera
eitt gott arbeiði – eingin ivi um tað. Hinvegin skerst ikki
burt, at tað er dýrt at taka koyrikort og spurningurin er
um ikki koyrikortið eigur at vera ein rættur hjá borg-
aranum. Um koyrikortið gjørdist ókeypis, kundi sam-
felagið sett heilt onnur og nógv strangari krøv til tey,
sum skulu upp til roynd. Í hesum sambandi kundi frá-
læra í ferðslupsykologi fingið sítt rætta pláss í koyri-
læruni. Hetta hevði havt sín týdning fyri ferðina á
vegunum, sum er størsta vandamálið í løtuni, tá um
ferðslutrygd ræður.
Annað mál, sum vit fleiri ferðir hava tikið upp á hesum
stað, men sum ikki hevur givið nakra reaktión ella
respons á rætta stað er spurningurin um politieftirlitið á
vegnum, her serliga um næturnar og ikki minst nú vit
hava kollvelt okkara ferðslunet í og við at vit hava fingið
fyrsta undirsjóvartunnilin og harvið hava givið teimum
ungu nýggjar og spennandi møguleikar í ferðsluni. So
tað skal enn einaferð verða heitt á løgregluna um at stíga
fram og vera við í hesum tjakinum og tá taka í egnan
barm. Løgrregjan ger eitt gott og vigtugt arbeiði. Men
spurningurin er, strekkir tað til. Og tá kundi so eisini
verið spurt, hvussu stætt er við játtanunum til politiiið.
Røkka tær kanska ikki til at røkja so týðandi uppgávur
sum at hava eftirlit um næturnar og á knútapunktum
sum undirsjóvartunnilin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ferðin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sjúrður Skaale
Politiska manipulatiónin
hjá blaðstjóranum á
Sosialinum er stundum
so skendsk, at hon
undirgrevur fólkaræðið.
11. september doyr Anna
Lindh eftir at vera stungin
niður dagin fyri. Flest øll
bløð í Norðurlondum taka í
tí sambandi upp støðuna
hjá fólkaræðinum og tí
opna samfelagnum.
Spurningarnir, sum verða
settir, eru m.a. um orða-
skiftið er vorðið ov rátt, um
hatur er komið uppí, og um
fólkaræðið
orsakað
av
hesum er komið undir trýst.
Mánadagin 15. septemb-
er, fýra dagar eftir at Anna
Lindh er deyð, tekur blað-
stjórin á Sosialinum, Jan
Müller, spurningin upp í
oddagreinini í Sosialinum.
Hann leggur soleiðis fyri:
"Ein og hvør, sum fylgir
við tí, sum hendir í heimin-
um fyri tíðina, má ásanna,
at fólkaræðið er undir ein-
um ávísum trýsti". Hetta
harmast hann um, tí tað er
"ein fortreyt fyri einum
vælvirkandi fólkaræði, at
orðaskiftið verður hildið á
einum sakligum og sømi-
ligum støði". Sum flest
aðrir Norðurlendskir blað-
stjórar gjørdu beint eftir
morðið á Annu Lindh,
ásannar Jan, at tað sømiliga
støði "ikki altíð er galdandi
fyri politiska orðaskiftið í
Norðurlondum".
Síðani
vendir hann kikaran móti
Føroyum, og leggur afturat
"og heldur ikki her hjá
okkum".
Og sambært Jan er støð-
an rættiliga álvarsom hjá
okkum: "Tónin í Føroyum
er mangan harður ja, næst-
an hatskur hjá teimum, sum
gera politiskar viðmerking-
ar og hjá ávísum politik-
arum", sigur hann.
Síðani kemur staðfest-
ingin av, hvør er offur fyri
hesum næstan hatska tóna:
"Hetta gongur mest út yvir
tey, sum ikki taka undir við
fullveldispolitikkinum. (...)
Serstakliga gongur hetta út
yvir Javnaðarflokk og út
yvir fólk, ið verða hildin at
hava samhug við hesum
flokki," skrivar Jan Müller.
Og tað er ikki bara tað
reint politiska orðaskifti,
sum er farið av kós. Jan
vísir eisini á vandan fyri
einsrætting av føroyskum
ands- og mentanarlívi, og
sigur, at "tá listaverk verða
ummæld, tað verið seg
bøkur ella onnur list, kann
tað tykjast sum politiski
litur listamansins ávirkar
ummælini."
Einki grundarlag
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
at Jan Müller málar hesa
óhugnaligu myndina av
politiska lívinum í Før-
oyum. Hann hevur áður ført
fram, at fólk, ið taka undir
við føroyskum fullveldi,
eru ódemokratisk, ósaklig
og ósømilig. Og at tey eru
full í hatri.
Javnaðarfólk, hinvegin,
eru demokratisk, góð og
saklig. Men tey verða hat-
að, tí tey stuðla Javnaðar-
flokkin. Tað nýggja er nú,
at eisini listarfólk verða
dømd eftir síni politisku
sannføring.
Hetta eru ótrúliga grovir
pástandir at seta fram móti
teimum debattørum, sum
stuðla sjálvstýrisgongdini,
og teimum, sum ummæla
list í Føroyum. Tann, sum
aftur og aftur ákærir fólk
fyri at hata, má standa á
ógvuliga tryggari og próv-
fastari grund.
Men Jan prógvar ongan-
tíð, hví sjálvstýrisfólk eru
so nógv óndari enn javn-
aðarfólk. Aftur og aftur
roynir hann at mana fram
hesa óhugnaligu myndina,
uttan at nevna hvørki nøvn
ella dømi.
Tað er heldur ikki av um-
sorgan fyri fólkaræðinum,
at Jan skrivar, sum hann
ger. Orsøkin er heldur ikki,
at Jan Müller líður av psyk-
isku sjúkuni paranoia.
Orsøkin er kaldur og
kyniskur partapolitikkur!
Greiður taktikkur
Taktikkurin er lættur at
gjøgnumskoða:
Jan roynir at samantvinna
eina ávísa politiska hugsan
— sjálvstýrishugsanina —
við diktatur og hatur, fyri at
fáa fólk at venda sær frá
hesi hugsan.
Jan setir ikki nøvn á tey,
sum hata. Kanska er hetta tí
hann er ov feikur, kanska tí
hann rætt og slætt ikki
hevur nøkur nøvn. Undir
øllum umstøðum man hann
halda, at hann á hendan hátt
sleppur undan at standa til
svars fyri síni álop og verða
ákærdur fyri ærumeiðing, tí
eingin tekur álopini at sær
persónliga.
Við nú eisini at draga
listarfólk upp í hetta, sig-
nalerar Jan, at hatrið hjá
landsins sjálvstýrisfólkið
nú breiðir seg útum poli-
tikkin, og rakar alt samfe-
lagslívið. Nú ræður altso
um hjá øllum at taka dystin
upp ímóti fullveldisfólkun-
um.
Við at seta javnaðarfólk
upp sum tey óseku offrini,
ið verða forfylgd fyri rætt-
vísis sakir, ger Jan greitt,
hvørjum tú skalt stuðla,
skalt tú vera við til at
steðga hatrinum.
Og so setir Jan alt í per-
spektiv við innganginum til
greinina, sum altso varð
prentað fýra dagar eftir at
Anna Lindh var deyð:
Tann, sum fylgir við í
heiminum fyri tíðina, sær,
at demokratiið er undir
trýsti, og at orðaskifti í
Norðurlondum er vorðið
ósakligt og ósømiligt —
eins og í Føroyum!
Hetta er, snøgt sagt, at
fara undir lágmarkið. Hetta
er politisk manipulatión tá
hon er allar mest ósaklig,
allar mest skendsk, og allar
mest undirgravandi fyri tað
demokratiska kjakið.
(Enn verri verður tað
sjálvsagt tá hugsað verður
um, at fleiri av Jansa parta-
monnum teljast millum
landsins ósakligastu debat-
tørar).
Nevn nøvn!
Alt tað, Jan Müller kastar
sínum landsmonnum fyri,
rakar hann sjálvan beint
aftur í høvdið.
Men hóast hann avdúkar
seg sjálvan, eigur hann ikki
at sleppa skriva soleiðis
óátalað. Sum blaðstjóri
hevur Jan Müller stóra
ávirkan og stórt vald. Hetta
stóra vald gevur honum
eisini stóra ábyrgd. Og tey,
sum taka lut í politiska
kjakinum, og hava hug at
hella
sjálvstýrisvegin,
kunnu ikki standa model til
Jansa
afturvendandi,
adressuleysu ákærur. Jan
Müller eigur tí at svara
hesum spurningum:
Hvat eru tað fyri javn-
aðarfólk, sum verða so illa
viðfarin og so illa hatað?
Hvørji eru tey, sum eru so
órein við javnaðarfólk og
hata tey so illa? Hvat eru
tað fyri listarfólk, hvørs
verk eru dømd eftir teirra
politiska liti? Og hvørjir
eru teir ummælarar, sum
hava dømt listarverk eftir
politiska liti listarfólksins?
Ikki fyrr enn Jan Müller
hevur sagt nøvnini ber til at
reinsa luftina.
Hatrið hjá Jan Müller
Ebbedinna Jacobsen
Einaferð í vetur, tá útvarpið
byrjaði tíðindsendingina kl.
18.30, segði útvarpsmaður-
in, at onkur ynskti at fáa
hendan spurningin svarað-
an:
"Hvør hevði uppfunnið
tann sið at kasta jørð á
kistuna við jarðarferðir?"
Samstundis segði út-
varpsmaðurin,
at
Emil
Olsen skuldi svara spurn-
inginum. Emil Olsen segði,
at hetta høvdu vit fingið frá
katolikkunum. Hann segði
eisini, at vit hava fingið so
nógv annað frá katolikkun-
um, men hann segði ikki
hvat tað var.
Tá hugsaði eg: "Hvat
hevur fólkakirkjan fingið
frá katolikkunum?" Jú,
haðani er barnadópurin,
konfirmatiónin,
altar-
gongdin og jørðákastingin
komin.
Tá ið Emil segði, at tað
var so nógv, sum fólka-
kirkjan hevði fingið frá
katolikkunum, so er helst
eisini okkurt annað, sum eg
ikki veit um.
Ein læra, sum stríðir
ímóti Skriftini
Eg minnist tá ið eg sum
barn gekk í kirkju og til
altargongd, tá hoyrdi eg, at
um tey, ið fóru til altars,
angraðu av hjarta, kundi
prestur fyrigeva teimum
allar syndir teirra "við Jesu
sanna likami og blóði",
sum sjálvandi einans var
vanligt breyð og vanligt
vín, tí Jesu blóð rann, alt
sum tað var, úr likami
hansara og niður á jørðina
við Golgata, og likam hans-
ara var ikki lutað sundur í
petti, men lá í grøvini í
heilum líki til hann reis upp
og fór til himmals.
Í dag hoyrist við altar-
gongd í útvarpsgudstænast-
um, at sagt verður, meðan
breyðið og vínið verður
givið teimum, sum eru
farin til altars:
"Hetta er Jesus sanna
likam" og "hetta er Jesu
sanna blóð."
Men tað skal ein og hvør
vita, at tað kann gera tað
sama hvussu nógv góð orð
verða søgd eina slíka løtu,
tey kunnu ikki geva nøkr-
um menniskja syndafyri-
geving.
Bíblian sigur, at vit skulu
ikki eta blóð so at læran um
at "hetta er Jesus sanna
blóð"stríðir beinleiðis ímóti
Bíbliuni.
(Ápostlasøgan
15,20; 3. Mósebók 3,17 og
17,14)
Gudsspottan
At hugsa sær, at menn og
kvinnur keypa vín úr rúsuni
at geva teimum, sum fara til
altars og siga teimum, at
"hetta er sanna Jesu blóð,"
haldi eg vera langt av leið -
ja, gudsspottan.
Eitt veit eg við vissu út
frá Guds orði - og tað er: At
Gud hevur ikki brúk fyri
nøkrum altari nú!
Altartíðin og ofringin
fyri synd er langt síðani
liðug. Seinasta altarið, sum
Gud góðtók, var krossurin
á Golgata har Jesus varð
ofraður. Hetta er einasta
offur sum Gud góðtekur
fyri synd.
Eingin prestur er millum-
maður millum Gud og okk-
um Ikki er neyðugt at fara
til altars fyri at fáa synda-
fyrigeving. Hana fáa vit
einans við at vit beinleiðis
søkja
fyrigeving
Guds
gjøgnum Jesus Kristus.
Eingin prestur kann geva
syndafyrigeving, tí hann er
sjálvur ein syndari sum øll
onnur og hann hevur sjálv-
ur brúk fyri syndafyri-
geving frá Gudi. Skrivað
stendur:
"Slíkan høvuðsprest var
tað eisini, vit máttu hava,
heilagan, sakleysan, reinan,
skildan frá syndarum og
settan høgt upp um himlar-
nar, ein, sum ikki hvønn
dag hevur fyri neyðini -
eins og høvuðsprestarnir at
bera fram offur, fyrst fyri
sínar egnu syndir og síðani
fyri fólksins, tí hetta gjørdi
hann eina ferð fyri allar, tá
ið hann ofraði seg sjálvan."
(Hebrearabrævið 7,26-27)
Eingin prestur er settur
sum millummaður millum
Gud og okkum. Vit hava
EIN millummann millum
Gud og okkum - og tað er
Jesus, sum skrivað stendur:
"Ein millummaður er
millum Gud og menniskju,
menniskjað Kristus Jesus."
(1. bræv Timoteusar 2,5)
Um at tala ósannindi og
vitna rangt
Bíblian talar um at fara lætt
um sannleikan og bera fram
ósannindi, sum er serstaka
álvarsamt í andaligum við-
urskiftum og tað sum hevur
við frelsu og syndafyrigev-
ing okkara at gera.
Hesi skriftorð tala fyri
seg:
"Seks eru, sum Harrin
hatar, sjey eru sál Hansara
andstygd: Stolt eygu, følsk
tunga, hendur, ið úthella
sakleyst blóð, hjarta, sum
smíðar saman ónd ráð,
føtur, ið eru kvikir til tað, ið
ilt er, ið talar lygn og vitnar
rangt og tann, ið setur split
millum brøður." (Orðtøkini
6,16-19).
VIÐMERKINGAR
Prestar kunnu ikki fyrigeva syndir, sum
onnur gera móti Gudi
Lasse Klein
Fyrstu ferð undirritaði
hoyrdi
tíðindini
um
handan ambassadørdøg-
urðan,
hugsaði
eg
hvussu slíkt yvirhøvur
kundi koma fyri tá so
nógvir "samstarvsfelag-
ar" og so nógvir "vin-
menn" luttóku á sam-
komuni, teir høvdu jú
møguleika at velja mill-
um ódnarstormar og lág-
trýst,
skrivar
Lasse
Klein.
Vit kunnu øll verða
samd við Jóannesi tá
hann í Sjónvarp Føroya
viðgekk at hatta var eitt
ótrúliga óheppið mistak.
Hann kom ikki við und-
anførslum, men legði
kortini á borði.
Botnurin hann hevði
lagt var ov dyggur, so
gekk bara ikki, og síðani
kom treytaleysa umber-
ingin.
Tíðliga og seint
Fjølmiðlarnir sum altíð
hava eitt vaki eyka fyri
slíkum tíðindum vóru
skjótir. Fyrst Dimma-
lætting og síðani Fregn-
ir, og aftaná at alt var
yvirstaðið kom Oyggja-
tíðindi
darlandi
við
somu tíðindum, meðan
Sosialurin var meira
varðin, og viðgjørdu
hendingina aftaná at alt
var yvirstaðið. Útvarpið
og sjónvarpið vóru dúg-
ligir tíðindaberar hendan
dagin, og livdu upp til
almennu uppgávu sína,
og fingu ikki afturhald.
Ábyrgdarfólk javnað-
arfloksins vóru álopin
tíðliga og seint, at gera
viðmerkingar til hend-
ingina.
Á einum silvurfati
Politisku eygleiðararnir
hómaðu stórtíðindi, har
formaður Javnaðarflok-
sins var noyddur at
leggja frá sær. Politisku
"mótstøðumenninir"
høvdu einki sæð og
einki hoyrt.
Soleiðis sum tíðindini
bórust, var als eingin ivi
um, at mótstøðumenn
Jóannesar yngstu høvur
hansara á einum silvur-
fati.
Men hvar vóru teir
Allir vinnmennirnir. All-
ir samstarvsfelagarnir. –
Øll tey sum kundu forða
fyri at hendingin gjørd-
ist stórtíðindi í føroysku
fjølmiðlunum – undan-
tikið sjálvandi Sosial-
urin sum valdi sær ann-
að høvuðsevnið?
Eg má viðganga at eg
eri eitt sindur illgruna-
samur serstakliga tá tað
snýr seg um hesi stór-
tíðindi: at farið var eftir
manninum í staðin fyri
bóltinum.
Nýggja keipumynd?
Væl veit eg at tað hevur
stóran politiskan týdn-
ing fyri mótstøðuflokk-
arnir at keipumyndin av
formanni Javnaðarflok-
sins bleiv skift út, men
eg haldi ikki at tað skal
gerast undir slíkum um-
støðum, tá hugsa verður
um, at "vinnmennirnir"
og "samstarvsfelagar-
nir", høvdu møguleika
fyri at velja millum ódn-
arstormar og lágtrýst.
Um so er at formaður
Javnaðarfloksins gjørdi
Føroyingum
fyri
skommum á hasi sam-
komuni, eiga tey sum
ikki forðaðu fyri at hetta
hendi, líka stóran part av
skommini. Tíverri fyri
"kamiratarnir" valdu teir
ódnarstormar.
Djóraverndarfelagið
4. september 2003 ringir
ein kona til mín og sigur
mær frá einum stórum,
hvítum, eitt ára gomlum
hundi. Ein maður hevur
fingið hann í dag, og nú vil
hann skjóta hann, tí hann
goyr so illa. Hon heldur, at
hundurin ræðist mannin.
Maðurin ber orð fyri at fáa
sær hund og drepa hann
heilt skjótt aftaná. Hesin
maður eigur ikki at hava
hund. "Hjálp hundinum,"
sigur hon óttafull. Heldig-
vís veit hon, hvaðani hund
urin kom.
Tað eydnaðist mær at
koma í samband við bónd-
an, ið hevði latið hundin.
Bóndin sigur: "Hann fekk
hundin í dag; men um hann
goyr? Hvør er tað, ið ring-
ir? Hvør hevur boðað frá
tí?" "Hetta er Djóravernd-
arfelagið. Tygum mugu
bjarga hundinum frá einum
sovorðnum manni, tygum
mugu taka hann aftur."
Bóndin tyktist taka meira
synd í sær sjálvum: Hann
trúði ... og han helt ... Eg
biði hann um at skunda sær.
Jánkasliga sigur hann, at
hann skal ringja í morgin.
5. september ringi eg til
mannin, ið fekk hundin,
sigi honum, at eg fari at
skriva søguna um hansara
hvíta hund, sum hann fekk
ígjár. Hann hevði serstak-
liga ynskt sær ein hvítan
hund. "Hvør er tað?"
"Djóraverndarfelagið," sigi
eg. "Jaaa, eg havi hann ikki
meira. Hundurin var so
villur. Eg royndi at kela
honum; men hann beit
meg. Eg fekk ein mann at
skjóta hann í dag." Eg sigi:
"Ein fremmandan hund
mást tú ikki røra. Hann má
sjálvur koma til tín, tá hann
kennir seg tryggan og veit,
at tú ert góður við hann. Og
tú fekst hundin í gjár og
hevur longu dripið hann í
dag?" Eg sigi, at hann má
ongantíð fáa sær hund
aftur. Hetta lovar hann mær.
6. september ringir bónd-
in, prátar, sigur seg hava
viljað tikið hundin aftur.
Hann hevði tosað við
mannin,
ið
sigur,
at
hundurin var skaddur um
lendarnar; men bóndin
sigur: "Tað deiliga dýrið.
Honum feilti onki, tá hann
fór frá mær. So nýtist mær
ikki at fara eftir honum í
dag."
So illa kann ein hundur
koma fyri, latin í fremm-
andar hendur. Tey, ið lata
ein hund frá sær, eiga at
tryggja sær, at hann kemur
til góð fólk. Tú kanst evt.
spyrja aftur til hundin,
hvussu hann hevur tað, og
hvussu hann er fallin til.
Tey, ið seta hvølpar við,
eiga at hugsa seg um meira
enn eina ferð.
Bergtóra Justinussen
Vit kundu ringja inn til
útvarpið fríggjamorgunin.
Hetta var ein frálíkur máti
at koma við heilsu og siga
fólki frá tí, sum fór fram
ímóti nøkrum neyðars kett-
um. Alt gekk væl, eg kom
rættiliga skjótt ígjøgnum og
slapp at velja mær eitt lag.
Útvarpið skuldi ringja aft-
ur, men ongin ringdi. Tit
fáa heilsuna her ístaðin:
Góðu tit øll.
Summa staðni veksur talið
av kettum, ið ongan góðan
hava. Onkur kommuna
hevur fólk til at fanga tær
og drukna tær. At drukna
dýr er at geva teimum ein
óneyðuga langan og pínu-
fullan deyða. Hetta er
djórapínsla, og tað er ikki
loyvt. Havið í huga, at
hesar kettur eisini taka mýs
og rottur. Har sum ketta er,
koma ongar rottur og mýs.
Ketturnar gera tað, at okk-
um ikki nýtist at leggja so
nógva gift út. Vit áttu at
hjálpt kettunum ístaðin.
Mín ketta dansar tango
Hví hjálpti eingin
Jóannesi?
Tann hvíti hundurin
C
M
Y
K
11
10