fríggjadagur 26. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 182 - 26. september 2003
Nr. 182 - 26. september 2003
13
Okkum vantar vinnuliga gransking í Føroyum
Samskiparin í Ráfisk-
arakeyparafelagnum,
Agnar Jensen, tekur
undir við teimum, ið
halda, at tørvur er fyri
einum granskingar-
stovni innan fiskivinn-
una í Føroyum. Hon-
um dámar væl skipan-
ina við Seafish, men
hann vil kortini ikki
leggja avgjald á vinn-
una til ein slíkan stovn.
Agnar Jensen heldur,
at peningurin er at
finna í systeminum,
sum hann málber seg.
GRANSKING Í
FØROYUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Í blaðnum í gjár førdu Rói
Egholm, ið arbeiðir á fiska-
søluni Farex, og John Raj-
ani, ið arbeiðir á føroysku
sendistovuni í London,
fram, at stórur tørvur er á
einum granskingarstovni
innan fiskivinnuna. Í hes-
um døgum er ein enskur
granskingarstovnur, ið kall-
ast Seafish, og vitjar oyggj-
arnar.
Endamálið hjá Seafish er
at arbeiða fyri, at enska
fiskivinnan mennist alla tíð.
Í tí sambandi er stovnurin í
Føroyum í hesum døgum,
og kunnar seg um føroysku
fiskivinnuna. Fleiri umboð
fyri føroysku fiskivinnuna á
landi og sjógvi eru hugtikin
av arbeiðinum hjá enska
stovninum, og kundu hugsa
sær ein líknandi stovn í
Føroyum.
Rói Egholm helt í blaðn-
um í gjár, at tað er sera undr-
unarvert, at onglendingar
kunnu lata 120 milliónir
krónur til fiskivinnugransk-
ing, meðan føroyingar ikki
lata eina krónu. Hevur ein
fyri eyga, at fiskivinnan
svarar til meginpartin av
vinnuvirkseminum
í
Føroyum, meðan fiskivinn-
an í Onglandi ikki svarar til
meir enn gott 1% av
samlaðu ensku vinnuni, so
er raðfestingin undrunar-
verd, helt Rói Egholm fyri.
Skipanin við Seafish
skilagóð
Agnar Jensen, ið er sam-
skipari hjá Ráfiskarakeyp-
arafelagnum, sigur, at tað
er kanska í so nógv gjørt av,
tá ført verður fram, at eing-
in pengar eru til gransking í
fiskivinnuni.
– Peningur er játtaður
bæði til Fiskivinnuroyndir
og fiskiídnaðargransking,
sum bæði arbeiða við
gransking í fiskivinnuni
burturav. Teirra øki fevna tó
serliga um tað lívfrøðiliga,
reiðskap og framleiðslu á
landi, og møguliga kemur
tað búskaparliga øki ikki
nóg væl við, greiðir Agnar
Jensen frá.
Hann er fullkomiliga
samdur í, at serliga vinnu-
liga granskingin í Føroyum
er við skerdan lut. Fyri at
betra um granskingarviður-
skiftini, heldur Agnar, at vit
áttu at nýtt eina líknandi
skipan sum onglendingar
hava við Seafish.
– Modellið við Seafish er
gott, tí stovnurin tekur sær
av vinnuligari gransking, og
tað mangla vit í Føroyum.
Eg gangi kortini ikki við til,
at avgjald verður lagt á
vinnuna til ein slíkan stovn,
sigur samskiparin í Rá-
fiskarakeyparafelagnum.
Fíggingin við Seafish er
skipað so, at enska fiski-
vinnan sjálv letur 8 milli-
ónir krónur til stovnin ár-
liga. Fíggingin kemur í lag
við, at bátarnir lata eitt
ávísa upphædd fyri hvørt
kilo, sum verður fiskað.
Tær írestandi 30 millónir-
nar koma við stuðli, millum
annað frá ES.
Spurdur, um hvussu ein
granskingarstovnur í Før-
oyum annars skal fíggjast,
um avgjald eins í Onglandi
ikki verður lagt á vinnuna,
svarar Agnar, at eftir hans-
ara meting er nóg mikið av
peningi til ein granskingar-
stovn í systeminum, sum
hann málber seg.
- Vit kunnu byrja í smá-
um, og eingin sigur, at tað
skal verða ein fastur stovn-
ur alt fyri eitt. Í løtuni eru
fleiri ymiskar stovnar í Før-
oyum, ið granska í fiski-
vinnuni, og tað átti at borið
til at byrja við at fáa hesar
stovnar at tosa saman, so
granskingin í fiskivinnuni
kann samansjóðast, sigur
Agnar Jensen.
Agnar Jensen leggur at
enda dent á, at tað má vera
vinnan sjálv, sum kemur at
stýra einum slíkum stovni,
og ikki politiski myndug-
leikin.
Fleiri umboð fyri føroysku
fiskivinnuna á landi og sjógvi
eru hugtikin av arbeiðinum
hjá enska stovninum, Seafish,
sum er í Føroyum í hesum
døgum, og kunnar seg um
føroyska fiskivinnu, og vilja
hava ein líknandi gransking-
arstovn í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fiskimálaráðið um granskingarstovn:
Vinnan má sjálv koma við uppskoti
Marita Rasmussen
sigur vegna Fiski-
málaráðið, at um
vinnan veruliga ynsk-
ir ein stovn sum
Seafish, má hon sjálv
koma einum uppskoti
um, hvussu ein slíkur
stovnur skal skipast.
Fiskimálaráðið er
sjálvsagt áhugað í, at
vera við í arbeiðinum
um ein slíkan stovn,
sigur Marita
Rasmussen
GRANSKING Í
FØROYUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fólk á Fiskimálaráðnum
siga seg vera áhugað at vera
við í arbeiðinum at seta ein
stovn sum Seafish á stovn,
um vinnan sjálv ynskir at
fáa ein stovn eftir tí leistin-
um. Spurd um hví eingin
samfelagslig gransking inn-
an fiskivinnuna hevur vunn-
ið frama áður í Føroyum,
svarar Marita Rasmussen
fyri Fiskimálaráðið, at tað
helst er siðvenjan í Før-
oyum.
Hon vísir á, at í øðrum
londum er siðvenja at
granska nógv í fiskivinn-
uni, men hetta hevur ikki
verið galdandi í Føroyum í
eins stóran mun.
- Arbeiðið hjá Seafish vil
eg ikki kalla gransking,
men meira kunning, tí
stovnurin kemur ikki við
nakrari nýggjari vitan, men
heldur er talan um ymiskar
staðfestingar í ensku fiski-
vinuni, sigur Marita Ras-
mussen.
Hon vísir á, at í løtuni
verða góðar 12 milliónir
játtaðar
til
Fiskivinnu-
royndir, ið granskar í fiski-
vinnuni, men Fiskiroyndir
granskar í øðrum økjum
enn Seafish ger. – Frá
landsins síðu verður meira
satsa uppá gransking enn
kunning, sigur Marita Ras-
mussen.
Marita leggur dent á, at í
høvuðsheitum
er
enski
stovnurin fíggjaður privat,
og tískil eigur vinnan sjálv í
Føroyum koma við upp-
skoti um ein slíkan stovn,
um tey ynskja tað. – Fiski-
málaráði er sjálvsagt áhug-
að í at hyggja nærri at ein-
um líknandi stovni saman
við vinnuni, um vinnan
veruliga ynskir tað, sigur
Marita Rasmussen at enda.
Komandi hósdag
skipa Ráðið fyri
Ferðslutrygd, Dag-
stovnurin og dag-
røktin í Gøtu komm-
unu fyri ferðslutil-
taki fyri børn og
foreldur í ítróttar-
høllini á Kambsdali
FERÐSLUTILTAK
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Børn í Gøtu kommunu
hava frá felagnum, Kiw-
anis, fingið vestar við
endurskini.
Vestarnir
skulu nýtast, tá børnini
eru túrar til gongu.
Umframt vestar fáa tey
eisini farteldu at nýta til
venjingar við teimum
børnum, sum bera brek
ella hava serligan tørv.
Í tí sambandinum skipa
Ráðið fyri Ferðslutrygd,
Dagstovnurin og dagrøkt-
in í Gøtu kommunu fyri
ferðlutiltaki í ítróttarhøll-
ini á Kambsdali.
Tiltakið verður hósdag-
in tann 2. oktober klokkan
17.30 til 19.30.
Ferðslutiltak
fyri børn í Gøtu
Fiskimálaráðið sigur, at um vinnan veruliga ynskir ein stovn sum Seafish í Føroyum, so má hon
sjálv koma við einum uppskoti, og tá er Fiskimálaráðið sjálvsagt ahugað í, at hyggja nærri at
møguleikunum saman við vinnuni
ØL
Orð: Rúnar Reistrup
Myndir: Finnur Justinussen
Ein øl er ikki bara ein øl.
Tað hevði danski bryggi-
meistarin Leif Typkær sett
sær fyri at trútta niður í
okkum hálvtrýss sálir, sum
herfyri høvdu sett eitt
fríggjakvøld av til at læra
eitt sindur um øl, og nú sótu
í kjallaranum í Vertshús-
inum í Havn.
Leif Typkær stendur á
odda fyri einum bryggi-
meistaraliðið, sum donsku
bryggjaríini í felag settu á
stovn fyri nøkrum árum
síðan. Hetta bryggimeist-
araliðið hevur sum einastu
uppgávu læra danir meira
um øl - og harvið fáa danir
at drekka meira øl.
Tí ølsølan í Danmark
minkar støðugt, og tað
hevur hon gjørt í skjótt
tíggju ár. Danir eru farnir at
venda sínum tjóðardrykki
bakið til frama fyri vatn og
vín, og tað halda bryggjarí-
ini av ymsum orsøkum vera
spell. Bryggimeistaraliðið
hevur tí fingið sum uppgávu
at fáa ølið aftur á donsku
spísiborðini
og
stuðla
uppundir góða ølmentan.
- Góð ølmentan er at
drekka nógv, men ikki ov
nógv, øl, letur bryggimeist-
arin teir hálvtrýss føroysku
ølsmakkararnar vita, áðr-
enn hann fer í gongd. Eftir
áheitan
frá
Restorffs
Bryggjaríi er hann komin
til Føroya at "slå et slag for
god ølkultur", sum hann
sjálvur málber seg.
Føroysk ølmentan
Tá vit aftaná ølfyrilesturin
sita og práta við útsenda øl-
prædikantin - yvir eina
góða øl sjálvandi - spyrja
vit hvussu tað so stendur til
við ølmentanini í Føroyum.
- Hon sær út til at betrast
í hvørjum, sigur bryggi-
meistarin. Hann var her í
landinum fyri fimm árum
síðan og møtti tá einum
høvuðsstaði, ið hevði ógvu-
liga fáar barrir og cafeir at
bjóða tí øltysta.
- Nú eru ølstøðini sprott-
in upp nógvastaðni í býn-
um, og tað ber boð um góða
ølmentan í hvussu er her í
Havn, heldur Leif Typkær,
sum sigur seg ikki hava
innlit í ølmentanina uttan-
fyri Havnina.
Bryggimeistarin hevur
eisini heft seg við, at bæði
bryggjaríini í landinum
hava tikið sær um reiggj og
hava roynt seg við fleiri
nýggjum sløgum av øli.
- Tað eru komnar fleiri
nýggjar og spennandi før-
oyskar øl, síðan eg var her
seinast, og tað er at fegnast
um. Tí ymiskt øl passar væl
til ymiskan mat. Pilsnarøl-
in, har føroyingar leingi
hava havt Veðrin hjá Føroya
Bjór og nú eisini hava
Pilsnaran hjá Restorffs, er
góður til ein nátturða og
sløkkir annars tostan væl.
Tað myrkara ølið, eitt nú
Vargurin hjá Restorffs og
Classic ella Black Sheep
frá Føroya Bjór, er hinvegin
betri til kjøtrættir, meðan
ljóst gulløl egnar seg sera
væl til feitan fisk. Tí er tað
umráðandi fyri eina góða
ølmentan at hava fleiri sløg
av øli, sigur bryggimeistar-
in, sum undir fyrilestri sín-
um gjørdi nógv burturúr at
lýsa munin millum tey ym-
isku ølsløgini, bæði í fram-
leiðslu og smakki.
Sprittbeltið
Men meðan bryggimeistar-
in hevur rætt í at vit hava
fingið fleiri sløg av før-
oyskum øli, so kunnu tey
útlendsku ølsløgini, ið fáast
til keyps í Føroyum, enn
sum áður teljast á einari
hond. Og hóast tær bestu
føroysku ølirnar eru góðar,
eisini sammett við út-
lendskt øl, so stendur ikki
serliga væl til við ølúr-
valinum her í landinum.
Tað kann Rúsdrekkasøla
Landsins helst lættliga taka
alla æru fyri.
Ein skjót gjøgnumgongd
av úrvalinum har avdúkar,
at tað eru væl fleiri út-
lendsk vodkasløg enn út-
lendsk ølsløg á hillunum í
landsins annars rættiliga
dygdargóðu Rúsdrekkasøl-
um. Og tað er kanska ikki
so løgið sum tað ljóðar.
Í fyrilestri sínum segði
Leif Typkær frá síni hugsan
um, hvussu ymiska rávøru-
tilfeingið í Europa hevur
sett sín týðuliga dám á
drykkjumentanina í ein-
støku londunum.
- Í Suðureuropa eru góðar
umstøður at dyrka drúvur,
og har drekka tey tískil mest
vín. Tí kunnu vit kalla hetta
fyri
vínbeltið.
Longur
norðuri vaksa fáar drúvur
men nógv bygg, og her
verður tí mest drukkið av
øli. Vit kunnu kalla tað fyri
ølbeltið. Longur norðuri
veksa ongar rávørur, so har
verður man noyddur at dest-
illera og drekka brennivín,
og tí kunnu vit kalla hendan
partin fyri sprittbeltið, helt
bryggimeistarin skemtandi
fyri undir fyrilestrinum.
Hetta kvøldið stóð hann
mitt í sprittbeltinum og
royndi at læra frá sær um øl
og ølmentan.
Ein greiður vinnari
Hóast tað var Restorffs
Bryggjarí, sum hevði tikið
stig til at fáa danska
bryggimeistaran til Føroya,
og karmurin um hetta for-
kunnuga tiltak var Verts-
húsið hjá sama reiðaríi,
vóru ongar føroyskar øl
smakkiroyndar.
Við sær til Føroya hevði
danski
bryggimeistarin
nevniliga
sjálvur
tikið
nøkur og fjøruti ymisk sløg
av donskum øli til smakk-
ingar. Ætlanin var, at
bryggimeistarin
skuldi
hava yvir trýss sløg av øli
við, men føroyska rús-
drekkalógin loyvdi ikki
innflutningi av teimum
sterkastu
ølunum.
Tað
gjørdi kanska ikki so nógv,
tí ein lóg er nú einaferð ein
lóg, og fjøruti øl eru iva-
leyst til eitt fríggjakvøld.
Men hvør var so tann
besta ølin av hesum fjøruti
donsku ølunum úr veikara
endanum?
Undirritaðu
vóru ikki í iva, Rød Classic
hjá Albani bryggjarínum í
Odense var munandi betri
enn hinar. Hon er heilt
nýggj á marknaðinum, var
fyrstu ferð at síggja á hill-
unum í Danmark 5. sep-
tember í ár og verður neyv-
an nakrantíð at síggja á
hillunum í Føroyum.
Øl er gott
Summi hava eitt arbeiði, sum man ikki kann annað enn øvunda teimum eitt sindur. Ein av
hesum er Leif Typkær, bryggimeistari, hvørs dagliga starv er at læra frá sær um hvussu man
nýtur eina øl ella tvær. Herfyri var hann í Vertshúsinum og boðaði sín boðskap.
Sosialurin var við fyri at læra
C
M
Y
K
13
12