Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 26. september 2003 15 LANGUR LEYGARDAGUR í mi mi í ðbýnum num 27. september 2003 15 14 Nr. 182 - 26. september 2003 - Hetta er hvørki nøkur jarðarferð ella nøkur veitsla.Føroyaøkið er í eini bíðistøðu. Hugt verður at,hvussu man kemur víðari,arbeitt verður seriøst og lang- siktað við teimum møguleikum,sum vissuliga finnast á landgrunninum var skoðsmálið norski jar- ðfrøðingurin Terje Hagevang hevði at geva tí støðu,sum oljutil- gongdin er í Føroyum í løtuni.Hann var høvuðsfyrilestrarhald- ari á Oljutinginum mikukvøldið. OLJUTINGIÐ Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú Jarðfrøðissavnið hevur heitt á altjóða oljufeløg um at nominera tvs. velja út øki til 2. útbjóðing á landgrunn- inum stendur longu eitt nýtt felag ovast á trappuni og bankar uppá dyrnar. Tað er felagið Geysir, sum hevur heimstað í Íslandi. Talan er í løtuni fyrst og fremst um norsk og íslendsk áhugamál og er endamálið hjá nýggja oljufelagnum at vera við í leiting á Atlantsmótinum, tvs. við Føroyar, við Het- land og við Jan Mayen. Vit tosa her tí um eitt desiderað Atlantsmótfelag. Høvið varð í Oljutingin- um mikukvøldið hjá um- leið 70 føroyingum umboð- andi nógvar partar av sam- felagnum at hoyra nevndar- formannin í Geysir greiða útlitunum á Atlantsmótin- um og ætlanunum hjá fel- agnum. Terje Hagevang, sum eisini eru stjóri í fel- agnum Sagex Petroleum, sum er ráðgevandi felag í oljuvinnuni, helt áhuga- verdan fyrilestur um útlitini fyri at finna olju og gass á Atlantsmótinum við serlig- um denti á Føroyaøkinum. Felagið Geysir er lítið felag men hevur ætlanir um at fáa fleiri at seta pengar í, bæði í Íslandi, Føroyum og Noregi. Við drúgvu roynd- unum frá síni tíð í táverandi oljufelagnum Saga Petrole- um (sum seinni varð upp- keypt av Norsk Hydro) greiddi Terje Hagevang frá vánunum fyri at finna olju og gass við m.a. Føroyar. Niðurstøða hansara var, at tað eru kolvetni í føroysku undirgrundini og at tað bara skal brúkast meira orka til at finna tey. Hann var ikki so svartskygdur sum mong kanska eru eftir turru brunn- arnar men helt tvørturímóti fyri, at eftir bert at hava borað fýra brunnar, so hevur man fingið fleiri positiv úrslit og ábendingar. Her sipaði hann til, at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest og at eitt fund er gjørt, sum nú verður kannað. Hann duldi heldur ikki fyri sínum bjartskygni hvat eini nýggjari rundu á land- grunninum viðvíkur. – Vit eru í ferð við at gera okkara heimaarbeiði og hava keypt nógvan seismikk yvir nøkur ávís øki fyri norðan, har vit hóma ein stóran struktur. Tað er líka við at vit kunnu peika út boristaðið, um vit verða tillutað ein lisens í hesum økinum í 2. umfari sigur hann við Sosialin, aftaná klappsalvuna hann fekk eftir fyrilesturin. Royndir oljumaður stjóri Við í Føroyum er eisini stjór- in í Geysir, Geir Lunde. Hetta er hansara fyrsta vitjan her og er hann rættiliga ov- farin av at síggja, at so mong fólk møta til ein slíkan fyri- lestur og serliga hevur hann lagt til merkis, at áhoyrarnir koma frá so nógvum ymsum stættum í samfelagnum. Tað vísir, at her er ikki bara talan um ein avmarkaðan skara av fólki men heldur eitt heilt samfelag, sum fylgir við og vil hava ávirkan í eini oljutil- gongd. Tað heldur hann vera gott og sunt, tí ein oljuvinna kemur at ávirka alt sam- felagið, og tá er gott, at allir samfelagsbólkar eru við í hesi menning og teimum av- bjóðingum hon hevur við sær. Geir Lunde hevur júst móttikið bræv frá føroysku oljumyndugleikunum og er tað eitt týðandi skjal hjá rættiliga nýggja oljufelagn- um. – Vit fara nú til ar- beiðis at útpeika tey øki á landgrunninum, sum vit halda vera mest áhugaverd og finna vit onnur oljufel- øg, sum vilja vera partnarar í eini umsókn, so verða vit vónandi millum umsøkjar- arnar í 2. rundu. Men hvussu kann eitt lítið oljufelag sum Geysir gera tær stóru skreytirnar, tá oljurisar sum eitt nú BP og Statoil við øllum sínum ressursum enn ikki hava megnað at finna oljuna! - Nú er tað ikki støddin, sum er avgerandi. Av og á er tað bara eydnan, sum skal til. Hon kann vera týdning- armikil í hesi bransjuni. Onkuntíð kann eitt hugskot hjá einum einstøkum per- sóni vera eins gott sum tað hjá einum stórum felag. Tað finnast mong dømi um tað. Sjálvur haldi eg, at tað hevur týdning av hava so nógv feløg, stór sum smá við í eini leiting. Hesi velja ymsar loysnir og royna tær. Tí fær tú eina spjaðing í soleiðis at møguleikin fyri at finna nakað verður størri. Vit eru eitt lítið oljufelag, sum so hevur nøkur sereyðkenni og egin loysningsmodell. Vit hava lagt alstóran dent á at fáa so góðan seismikk sum gjørligt og halda tað hevur eydnast okkum. Hann fara vit at brúka til at kunna nominera og vónandi eisini søkja um loyvi. Geir Lunde sigur, at Geysir er eitt lítið felag og tí er tað sera umráðandi at koma í samstarv við størri feløg, sum eru fíggjarliga sterkari. Sjálvur er hann útbúgvin sum jarðfrøðingur og kolvetnisverkfrøðingur. Hann hevur eisini útbúgv- ing innan búskap og hevur meira enn 20 ára royndir frá norskum og altjóða virk- semi. Hevur arbeitt í Norsk Hydro, seismikkfelagnum Nopec og í finska felagnum NesteFortum. Hann hevur eisini verið leitistjóri. Eftir fyrilesturin á Hotel Føroyum mikukvøldið spurdu vit Terje Hagevang, sum vitjar aftur í Føroyum eftir 3 ár, hvat hann helt um løtuna í Oljutinginum og annars um ta støðu sum olju- tilgongdin er í: -Tað var áhugavert at síggja, hvussu mong fólk frá ymsum stovn- um, feløgum og einstakling- ar møttu í Oljutinginum. Tað vísir, at føroyingar hava ikki slept vónini, og tað skulu teir heldur ikki – og heldur hann fram á móðurmálinum: - Dette er ingen begravelse men ingen løssluppen fest heller. Vi ser en lidt afvent- ende holdning. Man ser hvad som kommer videre, man jobber seriøst og langsigtig, med også at få fram de mu- lighederne, som fortsat find- es mange af på færøsk sokkel. Oljutilgongdin heldur fram: Hvørki jarðarferð ella veitsla Terje Hagevang, jarðfrøð- ingur og nevndarformaður í Geysir, Hjørdis Gaard, forkvinna í Oljutinginum og Geir Lunde, stjóri í Geysir her í Oljutinginum á Hotel Føroyum mikukvøldið Mynd Jan Müller Tey trý økini, sum Geysir leggur seg eftir at kanna, Ísland, Føroyar og Noreg Kelda: Geysir Petroleum Øki í undirgrundini, sum Geysir og Sagex halda kunna goyma kolvetni. Geysir leggur serstakan dent á stóra økið fyri norðan, har tað hevur fingið til vega nógvan seismikk. Ætlanin er at nom- inera hetta økið til eina komandi útbjóðing og royna at søkja um lisens har saman við øðrum Kelda Geysir Petroleum C M Y K 14