Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 169 — 4. SEPTEMBER 1996 tíðindablaðið + Sjóferðslustýrið um Nólsoyar Páll: Sigldi til Foroya uttan loyvi Sigur Arne Uldstrup, yvurinspektórur, á søfartstyrelsen í Keypmannahavn. Skipið skuldi lúka króvini, stýrið setti, áðrenn loyst var úr Marsaille - og Søfartstyrelsen skuldi eisini sýna skipið FRÓÐI LOKSÁGARÐ MAGNUS DAM -At eitt skip er skrásett, merkir ikki at tað hevur loy- vi at sigla, og tað átti ein hver royndur reiðari at vita Hetta sigur Arne Ulstrup frá danska sjóferðslustýrinum sum ikki hevur givið Nóls- oyar Páll nakað loyvi at sigla úr Marsaille og til Føroya Lygusøgur fåa Stjórin í tar á Bjarg- ingartænastuni, Jóhan Karl Høgnesen, var í útvarpinum fyrradagin endurgivin fyri at siga at, fjølmiðlarnir vóru farnir undir eina herferð har teir løgdu eftir stovninum og partvís honum, og hann ávaraði um, at øll ósonn tíð- indi sum lóku úr stovninum um keypið av Nólsoyar Páll og onnur viðurskifti í hesum sambandi, komu at fáa ålv arsamar avleiðingar fyri tann og tey, ið bóru slík 6- sannindi. Samstundis av- sannaði hann øll tíðindi um at teir høvdu keypt køttin í sekkin, tá ið teir keyptu Nólsoyar Páll, tí sagt verður at skipið er í stak vanaligum standi. Jóhan Karl sigur at loyvi var í ordan Hann svaraði uppá spurn- ingin um Nólsoyar Páll hevði silgt heim uttan nakað siglingarloyvi, at Nólsoyar Páll var skrásettur i Før- oyum longu í juni mánaða og tískil skuldi onki verið í vegin fyri at silgt til Føroyar. Um tidindini um heilt stórar åbøtur skuldu gerðast fyri at skipið kundi fáa loyvi at sigla segði hann, at tær einastu åbøturnar sum skipasýnið hevði kraft, vóru smáting sum útskiftan av lanternum, útskiftan av skeltum sum vóru á fronsk- um, umframt av føroyskar bøkur = skuldu verða umborð, og so var tað onkur brandslanga, sum íkki spreiddi nóg væl Sýnsfrágreiðingin krevur 96 ymiskar broytingar Sosialurin hevur við at vísa til lógina um alment innlit fingið avrit av sýnsfrá- greiðingini, og kann í dag avdúka, at talan var ikki bert um nakra fáar broytingar Sýnsfrágreiðingin, sum er heilar 7 síður, inniheldur ikki færri enn 96 krøv, sum Nólsoyar Páll skal lúka áðrenn endaligt siglingloyvi kann fáast Av hesum 96 krøvunum vóru 16 ymisk krøv sum skuldu = uppfyllast, og broytingin verða góðkend av danska skipasýninum, áðrenn tað kundi koma uppá tal at sigla til Føroyar Hesi 16 krøvini eru ikki fi bara smålutir sum Jóhan Karl Høgnesen vil verða við CO2 skipanin skiftast út Nøkur av krøvunum sum verða sett fram í sýns- frágreiðingini, sum var gjørd niðri í Marseille fyrst Í august mánaða eru, at CO? sløkkiskipanin skuldi skiftast út , tí at hon ikki á nakran hátt uppfylti donsk krøv um tilika útgerð Brandpumpur skuldu skift- ast út tí at tær ikki høvdu tann neyðuga kapacitetin Avaringarskipanir skuldu setast upp í onkrum rúmum Eisini skuldu allar slangir í kølivatnskipani skiftast út vid rør, og ymisk onnur viðurskifti skuldu fåast i rættlag áðrenn, eitt fyribilsloyvi kundi fáast Tað næsta, danska skipasýnið frættir, er, at Nólsoyar Páll er komin til Føroya, og at hann liggur á Skála. Nidurstødan av hesum er, at sjálvt um Jóhan Karl Høgnesen, leiðari fyri V&B sigur, at alt gekk rætt fyri seg, so silgdi Nólsoyar Páll úr Fraklandi til Føroyar uttan siglingarloyvi Avsannar at skipið er v Tíðindini sum hava verið frammi um at skipið skuldi } Jóhan Karl Høgnesen segði seg hava loyvi í oxlan, men Arne Ulstrup sígur at teir einki loyvi hava givið Vaktar og Bjargingartænastuni at sigla til Føroya við Nólsoyar Pál! hava ein vánaligan skrokk, og at motorarnir eisini eru vánaligir og ov smáir eru vísi aftur av Johan Karl Høgnesen, sum sigur at, Nólsoyar Páll bæði siglur skjótari og orkar betur at toga enn Olavur Halgi Hann sigur tó, at hevði eitt nýtt skip verið bygt, høvdu motorarnir helst verið stórri Eftir sýnsfrágreiðingini at dóma, er Nólsoyar Páll neyvan í so góðum standi, sum Karl Jóhan Høgnesen vil verða við Misti klassingar á fj VÆB keypti Nólsoyar Páll, hevði skipið „rein“ klassingar-pappir. Sýnið av skipinum vísti tó at skipið ikki leyk tær treytir, ið skulu til fyri at rein pappír. Hetta boðaði danska sjóferðslustýrið Bureau Veritas frá, og klassingar-pappírini vóru tíkin frá skipinum. Hesi pappír Nólsoyar Páll eisini havt fingið aftur fyri at fáa siglingarloyvi úr Marsaille, Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/f 144, P/f Højgaards Handils- virki, 600 Saltangará. Viðtokur broyttar: 27.06.1996. Nevnd: Farin frá sum formaður: Hans Jacob Hansen, 600 Saltangará. Innkomin sum formaður: Anna Maria Dora Høj- gaard, 600 Saltangará. Farin úr nevndini: Jógvan Martin Johan- sen, 620 Runavík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra, nevndar- formanni ella tveimum nevndarlimum. Skråseting Føroya tann 30. august 1996 Tad eru ikki smávegis broytingar sum Søfanstyrelsen krevur umborð á Nólsoyar Páll, heili 96 krøv skulu lúkast áðrenn endaligt siglingarloyvi kann fáast (Mynd: Kalmar Lindenskov) Kristin Balle