Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroyski málverjin heldur, at partar av skotsku pressuni hava ikki hildið seg til veruleikan, tá ið teir hava givið honum skoðsmál fyri avrikini higartil ÚTISETI Í SKOTLANDI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen heldur seg onga orsøk hava at ivast í, at hann framvegis er fyrsta valið millum stólpar- nar hjá Partick Thistle. Tað ger hann, sjálvt um kapp- ingarneytin hjá honum, Kenny Arthur, vardi málið leygardagin í 2–0 tapinum ímóti Dundee United og aftur mikukvøldið, tá ið Partick Thistle á útivølli ímóti 3. deildarliðnum Peterhead spældi seg víðari í steypakappingini. Úrslitið í tí dystinum var 2–2, og Partick Thistle var best í brotssparkskappingini. – Eg havi verið sjúkur í meiri enn eina viku. Talan hevur verið um hálsbruna, tipta nøs, fepur og meiri av tí slagnum. Undan dystin- um ímóti Dundee United leygardagin spurdi venjarin hjá okkum, Gerry Collins, meg, um eg var førur fyri at spæla. Tað var eg ikki, og so vardi hin málverjin mál- ið. Men venjarin lat meg vita, at hann framvegis metti meg sum fyrsta valið, sigur Jákup Mikkelsen. Hann er um at koma fyri seg eftir sjúkuna. Miku- kvøldið var hann við lið- num í Peterhead. Um hann verður millum stólparnar, tá ið Partick Thistle leygar- dagin skal spæla í Dun- firmline, var hann ikki greiður yvir eftir steypa- dystin í fyrrakvøldið. – Í nátt fara vit at sova á gistingarhúsi í Dundee. Tað er á vegnum úr Peterhead og til Dunfirmline. Í morg- in fara vit at venja á gras- líkisvøllinum hjá Dunfirm- line. Teir spæla heimadyst- irnar á graslíki. Tað hava teir sum einasta fealgið í bestu skotsku deildini und- antaksloyvi at gera, vitsi Jákup Mikkelsen at siga mikukvøldið, tá ið hann og liðfelagarnir í bussi vóru á veg úr Peterhead og suður- yvir aftur. Órímuligur kritikkur Í pørtum av skotsku press- uni hevur Jákup Mikkelsen ikki fingið góð skoðsmál, síðani hann kom í málið hjá Partick Thistle at standa. Hann hevur verið niður- gjørdur sum vánaligur mál- verji, og tað hevur verið spurt og fregnast eftir, nær Kenny Arthur aftur fór at koma í málið at standa. Hetta hevur ikki verið so ólíkt umrøðuni, sum eitt nú fleiri danskir fotbóltsúti- setar áður hava sagt seg at hava verið fyri. Tá hevur ofta verið sagt, at tað hevur tykst, sum um tíðinda- menninir hava staðið heimligu kappingarneytun- um hjá donsku útisetunum nærri, enn teir hava kent seg at standa fremmandu spælarunum. Hevur kritikkurin kenst órættur? – Eg havi fleiri ferðir lagt hatta til merkis. Eftir 2–0 tapið ímóti Aberdeen sá eg í fleiri bløðum, at eg skuldi hava spælt heilt út av lagi vánaliga. Eg var ovfarin av ummælunum, tí eg metti meg sjálvan at hava spælt rættuliga væl. Tá ið teir fingu fyrra málið kom eg eitt sindur skeivur út í sam- bandi við frísparksinnlegg, men annars helt eg meg hava spælt heilt væl. Tí var eg ovfarin av umrøðuni í summum bløðum. Onnur helt eg hildu seg meiri til verjuleikan. Ávirkar órímulig umrøða spælið hjá tær? – Tú spyrt teg sjálvan, um metingarevnini eru farin av lagi. Síðani hava allir spælararnir hugt at upp- tøkuni av dystinum ímóti Aberdeen. Tá fekk eg stað- fest mína egnu meting, og tað hevði eisini stóran týdn- ing fyri meg, at venjarin segði seg vera væl nøgdan við avrikið hjá mær. Men tit hava framvegis fyrsta sigurin til góða? – Tað er undarligt, tí vit hava spælt væl í flestu dyst- unum. Men vit hava ikki havt marginalirnar við okk- um. Úrtøkan hevur ikki verið nóg góð í álopsspæl- inum. Eg vóni ikki, at hetta fer at ávirka sjálvsálitið hjá liðnum, tí eg haldi, at vit eiga at vera nóg góðir til væl betri støðu, enn vit í løtuni eru í, sigur Jákup Mikkelsen úr Skotlandi. Jákup kennir seg illa viðfarnan Nr. 182 • fríggjadagur • 26. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Leygardagin 27. sep- tember verður kapp- ast í einkultstarti fyri børn. Sum nakað nýtt verður kappast uppi á Oyggjarvegnum. Hetta fyri at kapp- ingin kann fara fram uttan ov nógv ferðsla órógvar kappingina SÚKKLING Tíðindaskriv Komandi leygardag kl. 16.00 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í einkultstarti fyri børn. Kappingin er samstundis eitt punktum fyri kapping- arárið 2003. Hini árini hava børnini kappast á vegnum Yviri við Strond tá kappast hevur verið í einkultstarti, men av tí at ferðslan í Havnini er nógv økt sein- astu árini hevur TSF valt, at flyta kappingina niðan á Oyggjarvegin, har væl minni ferðsla er. Kappingin er sum sagt fyri børn, og aftur hesa- ferð hava gentur eisini møguleika at gerast meist- ari. Kappingin er fyri bólkarnar I, II og III, tvs. Børn frá 6 til og við 14 ár hava møguleika at kappast um føroyska meistara- heitið. Tað er ongin treyt at lut- takarin hevur eina kapp- súkklu. Øll eru vælkomin at luttaka, og allar súkklur kunnu brúkast, men treyt- in er, at luttakarin nýtur hjálm. Kappingin fer fram uppi á Oyggjarvegnum, og startur og mál er við Kleynisvarða. Luttakarar- nir skulu møta uppi á Kleynisvarða kl. 15.30. Steyp og heiðursmerki verður til tríggjar teir fremstu súkklararnar í hvørjum bólki, og aftur hesaferð er tað Statoil Føroyar og Føroya Bjór, ið stuðla við steypi o.ø. Heiðursmerkjahandanin verður í ÍSF-Húsinum eft- ir allar kappingarnar eru liðnar. Tað ber enn til at til- melda seg. Hetta verður gjørt við at ringja til ein av fyrireikarunum. FM í einkultstarti fyri børn Jákup Mikkelsen hevur til tíðir verið ovfarin av ummælunum í skotsku bløðunum, og sjálvur kennir hann seg ikki altíð vera dømdan á røttum grundarlagi 23 22 Nr. 182 - 26. september 2003 I sambandi við at langur leygardagur verður í miðbýnum í Havn 27. sept. fer Javni at verða í gongugøtuni TÍÐINDASKRIV Javni Upprunaliga ætlaði Javni at hava eitt tiltak í Grasagarði í samband við Landsstevn- una, sum var í apríl mán- aða, men veðrið var tíverri ikki til vildar tá, so tað til- takið varð avlýst. Men nú fara vit at royna aftur. Tað er Javni, saman við Frí- tíðarklubbanum og M’as Blues Band sum skipa fyri. Vit fara at hava ein bás í gongugøtuni, har Frítíðar- klubbin selir kakao, bollar, sunkist og ballónir, ein lítil faldari um Javna verður deildur út, og harumframt verður eisini eitt spurnar- blað, har tey, sum svara rætt, hava møguleika at vinna eina X-BOX, sum Farodane hevur stuðlað okkum við, ella fløgur av M’as Blues Band. Eisini fer Beate L. Sam- uelsen, forkvinna í sosialu nevnd, hjá býráðnum at flyta fram røðu. Røðan hevur heitið ”Havnin fyri øll”. Og síðst, men ikki minst, fara vælumtóktu M’as Blues Band, at syngja og spæla. M’as Blues Band fara í næstum at geva nýggja fløgu út. M’as Blues band hava serlig evni at fáa okkum øll í gott lag. Skráin sær soleiðis út: Kl. 11.00 Frítíðarklubbin selir kakao, bollar, sunkist og ballónir Kl. 14.00 Beata L. Samuelsen, for- kvinna í sosialu nevnd, flyt- ur fram røðu við heitinum ”Havnin fyri øll” Eftir røðuna fara M’as Blues Band at syngja og spæla Øll eru hjartaliga vælkomin í gongugøtuna leygardagin! Javni í gongugøtuni langa leygardagin Vælumtókta M’as Blues Band verða at hoyra leygardagin C M Y K 22