Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 26. september 2003 25 Todi gjørdi dagsins mál Føroyski FCK mað- urin mundi eiga eitt tað vakrasta málið av øllum í UEFA Cup kappingini miku- kvøldið, tá ið Todi gjørdist besti mál- skjúttin hjá FCK nakrantíð ÚTISETI Í UEFA CUP Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var ikki eiti á máli, sum Todi Jónsson mikukvøldið var meistari fyri, tá ið FCK í Budapest megnaði 1–1 ímóti Ferencváros á Üllöi leikvøllinum, har tað vóru 6.715 áskoðarar. Todi setti longu í 2. minutti sjøtul á málskjótingina. FCK átti innkast í høgru og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna. Bólturin varð tveittur til Toda Jónsson, sum bíðaði inntil bólturin hevði stiklað tvær ferðir. So smekkaði hann til úr í minsta lagi 25 metrum, og bólturin dúkkaði dygst undir samankomingini. – Tað er ikki komið fyri áður, at eg í so týdningar- miklum dysti hava rakt bóltin so væl úr so stórari fjarstøðu. Tað var ein fram- úr kensla, at vit so tíðliga løgdu okkum á odda, og sjálvandi gjørdi tað einki, at júst hetta metmálið hjá mær fyri FCK var av sovorðnum slagi, segði Todi Jónsson úr Budapest á heimasíðu sín- ari, áðrenn FCK ferðalagið á middegi í gjár lætti úr Budapest og setti kós til Keypmannahavnar. Sjey minuttir undan steð- ginum javnaði Ferencváros til 1–1, sum varð endaliga úrslitið. – Síðsta partin av fyrra umfarinum vóru vit eitt sindur kroystir. Men eftir steðgin høvdu vit alt meiri tak á teimum. Tað tóktist sum um teir ikki vóru eins væl fyri, sum vit vóru tað. Vit høvdu fleiri møguleikar, og vit áttu at havt skorað í minsta lagi eitt mál afturat. Men 1–1 er gott útgangs- støði undan heimadystinum, sum verður í Parkini mikukvøldið 15. oktober. Talan er ikki um vánaligt mótstøðulið. Tað sóu vit mikukvøldið. Men um vit hava rætta hugburðin og arbeiða fyri søkini, so eiga vit at vinna samanlagt á teimum og harvið at kvalifisera okkum til næsta umfarið, sigur Todi Jónsson, sum sigur seg framvegis væl minnast til, at tað ikki gekk so væl á heimavølli ímóti Glasgow Rangers, sjálvt um tað hevði eydnast at røkka 1–1 á útivølli. Spældi stóran tíma Todi Jónsson var saman við Álvaro Santos í FCK álop- inum í 67 minuttir. So varð føroyingurin útskiftur við Peter Møller. – Útskiftingin var í lagi. Eg kendi meg rættuliga móðan. Men eg skal ikki dylja yvir, at tá ið tað síðstu løtuna gekk nógv fyri seg í brotsteiginum hjá teimum, tá kriblaði tað í mær, tí tal- an var um tilvildarligar málmøguleikar úr stuttari fjarstøðu, sigur Todi Jónsson. Umframt framúr málið vísti Todi Jónsson í fleiri øðrum førum, at hann var verdur skoðsmálið, sum danskir fjølmiðlar bóru honum um, at hann var best upplagdi framrættaði FCK maðurin mikukvøldið. Hann hevði onkra góða roynd ímóti málinum, og ta einu ferðina sneiddi hann framvið fleiri og til baklinj- una í vinstru, hagani hann lyfti innfyri málið til mið- vallaran Hjalte Bo Nørre- gaard, sum úr góðari støðu stútaði framvið málinum. Samanspælið millum Toda Jónsson og Álvaro Santos tóktist ikki røkka støðinum, sum samanspælið ímillum Toda og Zuma, sum var skaddur mikukvøldið, hev- ur verið á síðani í summar. Álvaro Santos tykist ikki vera í røttu dystarvenjing- ini. Sjey minuttir undan leikloki loysti Jörgen Pett- ersson hann av. Peter Nielsen og Erik Mykland vóru sera væl upplagdir á sentralu mið- vallarplássunum. Peter Nielsen fekk gult kort og verður tískil leikbannaður í heimadystinum 15. okto- ber. Heldur ikki hesa ferð megnaði EB/Streym- ur at vinna finaludyst UNGLINGAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mikukvøldið varð FM- finalan hjá unglingunum leikt í Gøtu. Dysturin stóð millum EB/Streym og HB, og heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til Gøtu at fylgja við, hvussu leikur fór. At spenn- ingurin var stórur komst ikki minst av, at tær fýra ferðirnar, sum liðini høvdu hitst fyrr í ár, høvdu liðini vunnið tveir dystir hvør, so í veruleikanum stóð alt opið undan hesum seinasta dystinum. Úrslitið av dystinum varð, at HB vann dystin 2- 1, eftir at støðan í hálvleik- inum hevði verið 1-0 til HB. Tað málið stútaði Eli Thorsteinsson beint fyri hálvleik, eftir at Rasmus Nolsøe hevði sent horna- spark innfyri. Í seinna hálvleik var tað fyri tað mesta HB, sum hevði yvirtakið, og eftir 15 minuttum øktu teir eisini til 2-0. Bjarni Jørgensen slapp leysur í høgru síðu, og tá hann sendi innfyri var Rók- ur á Fløtum Jespersen á rætta staðnum og beindi bóltin í málið. EB/Streymur vildi tó ikki geva skarvin yvir, og eitt korter fyri leiklok eydnað- ist tað Brian Olsen at stúta eitt fríspark í málið. Sein- astu minuttirnar royndu teir úr felagsliðnum at leggja trýst á HB, men hóast hetta viðførdi onkrar spentar støður, so kom avgerandi møguleikin ongantíð, og tá dómarin bríkslaði fyri sein- astu ferð stóð tí greitt, at gullið skuldi til Havnar. Hjá EB/Streymi mundi tapið kennast eyka keðiligt, tí hetta er nevnliga næsta silvurmerkið, sum liðið hevur vunnið í ár. Í summar taptu teir nevnliga steypa- finaluna fyri GÍ. HB-unglingarnir føroyameistarar Tað var ein framúr kensla, at vit so tíðliga løgdu okkum á odda, og sjálvandi gjørdi tað einki, at júst hetta metmálið hjá mær fyri FCK var av sovorðnum slagi, segði Todi Jónsson eftir dystin Unglingarnir hjá HB ognaðu sær føroyameistaraheitið mikukvøldið, tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi Mynd: www.hb.fo 25 24 Nr. 182 - 26. september 2003 Eftir greiða ósigurin fyri GÍ er botnurin nú av álvara farin at brenna hjá VB. Gøtu- menn tykjast hin- vegin vera um at finna rætta stevið, tó at tað nú er nakað langt liðið á kapping- arárinum í so máta FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Farna vikan hevur ikki ver- ið ein av teimum, sum vág- bingar fara at minnast fyri tað góða í fótbóltshøpi. Sunnudagin vitjaðu teir á Skála, har ætlanin var at skræða seg burtur úr niður- flytingarstríðnum, men hetta gekk ikki. Skála vann dystin við einum máli móti ongum, og so var støðan enn spentari. VB hevði tó eitt kort eftir á hondini, tí við einum dysti til góðar vóru fram- vegis útlit fyri, at liðið kundi toga seg leyst undan teimum báðum seinastu dystunum. Á heimavølli móti einum GÍ liði, sum í ár hevur verið langt frá fortíð- arinnar styrki, tóktust trý stig als ikki veruleikafjar, men úrslitið av dystinum segði tó nakað annað. GÍ vann nevnliga ein tryggan 3-0 sigur, og nú er av álvara farið at standa á hjá vág- bingum. Klassamunur Tað var nakað av vindi á Eiðinum mikudan, og til tíðir órógvaði hetta eisini spælið hjá liðunum báðum. Ikki minst hjá VB, sum hevði vindin undan fyri steðgin. Heldur enn at halda bóltinum niðri, varð ofta roynt við longum bólt- um til álopsmenninar, og aloftast varð úrslitið av hesum, at bólturin ferðaðist antin til GÍ-málverjan ella bara rullaði út av til mál- spark. Tað kann annars við- merkjast, at í málinum hjá GÍ var hesa ferð Mortan Joensen, sum soleiðis fekk sín fyrsta dyst á besta lið- num. Hinvegin bar væl betur til hjá GÍ. Í verjupartinum megnaðu teir sera væl at stressa illa sperdu vágbing- arnar, og við at royna seg við stuttum sendingum millum leikararnar megn- aði liðið ofta at spæla seg niðan eftir vøllinum til møguleikar. Og tvær ferðir fyri steðgin gav hetta eisini úrslit. Fyrru ferðina var talan um ein sanna perlu, tá Gidek fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin. Hóast vindurin var ímóti, so royndi hann seg við einum skrúvandi skoti, og Bjarni Johansen í VB málinum fekk ikki gjørt stórt annað enn at hyggja at, tá bólturin smoygdi sær inn um stólpan. Og at VB ikki longur er tað, sum teir hava verið, var sjónligt við næsta málið. Serliga á heimavølli hevur talan verið um eitt ágang- andi fótbóltslið, sum sjáld- an gevur mótstøðumonn- unum frið at spæla, men hetta sást lítið til, tá Bartal Eliasen fekk bóltin afturi í verjuni. Uttan at nakar vág- bingur tóktist geva sær far um tað, rak verjuleikarin allan vegin niðan í VB- brotsteigin, og tá hann var komin somikið langt, so kundi hann akkurát tað sama royna seg við skoti, og so stóð 2-0. Í kreppu Og eftir steðgin var greitt, at VB er í kreppu. Gøtu- menn høvdu at kalla ongar sum helst trupulleikar av at verja leiðsluna, og heldur enn at vágbingar skuldu minka um munin, so lág tað í luftini, at tað var meira sannlíkt, at eitt mál skuldi koma hinvegin. Og tað gjørdi tað eisini hampuliga skjótt. Hesaferð var talan um deyðbólts- støðu. Bólturin varð sendur inn um VB-verjuna, og meðan vágbingar til fánýtis royndu at fáa linjuverjan at veittra fyri rangstøðu, hevði Bartal Eliasen ikki stór- vegis trupulleikar av at pota fram við Bjarna Johansen. Og við úrslitinum stend- ur nú greitt, at tað skal eitt sindur til hjá VB, um teir skulu sleppa undan at spæla um sessin í deildini. Í løtuni eru tvey stig niður til FS Vágar á níggjuna plássin- um, men tað er ikki víst, at hetta fer at halda seinsatu tvey umførini. Í øllum før- um er lítið at ivast í, at vágamenn ætla sær trý stig, tá Skála kemur á vitjan sunnudagin, og hendir tað, so skal VB hava stig, um teir ikki skulu detta eitt pláss niður. Eftirverandi dystirnir hjá VB eru á útivølli móti EB/Streymi og so heima móti B68, og á pappírinum eru tað í øllum førum ikki dystir av tí lætta slagnum. Hjá GÍ er støðan eitt sindur meira ómaksleys. Niðurflyting verður talan so á ongan hátt um, og enn livir vónin hjá teimum um, at tað aftur næsta ár skal bera til hjá teimum at spæla altjóða fótbólt. Til hetta krevast tó, at tað verður B36, sum verður meistari í ár, og so er tað kanska ikki óhugsandi, at gøtufólk komandi vikuskifti fara at fylgja betur við dystinum í Gundadali, heldur enn at hugsa um Svangaskarð, har GÍ skal vitja B68. Tað er tó sjálvandi eisini ein dystur, sum ærukæru gøtuemenn- inir vilja vinna, og á hag- talssíðuni hava teir aloftast staðið seg væl á Svanga- skarði. Hinvegin skerst ikki burtur, at við tunna hópin- um, sum liðið hevur í ár, so kann tað gerast trupult, nú bæði Súni Olsen og Høgni Madsen hava leikbann eftir dystin hesaferð. Dysturin í tølum VB-GÍ 0-3 (0-2) 0-1: Zdzislaw Janik 0-2: Bartal Eliasen 0-3: Bartal Eliasen Dómari: Lassin Isaksen VB: Bjarni Johansen – Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic, Slobodan Mad- zar – Dan Djurhuus, Poul Poulsen, Milan Culic, And- ers Sørensen, Poul Poulsen, Palli Augustinussen – Brian Andresen GÍ: Mortan Joensen – Bar- tal Eliasen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Leivur Han- sen – Hans Pauli Samuel- sen, Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Símun Samuelsen – Krzystof Popczynski, Bárð- ur á Lakjuni Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 16 10 - 5 - 1 36 15 21 35 2 B36 16 11 - 1 - 4 34 17 17 34 3 B68 16 9 - 5 - 2 23 12 11 32 4 NSÍ 16 8 - 4 - 4 29 16 13 28 5 KÍ 16 7 - 2 - 7 25 25 0 23 6 EB/Streymur 16 5 - 6 - 5 29 33 -4 21 7 GÍ 16 5 - 5 - 6 23 26 -3 20 8 VB 16 3 - 4 - 9 15 28 -13 13 9 FS V 16 3 - 2 -11 22 39 -17 11 10 Skála 16 2 - 0 -14 9 34 -25 6 GÍ vann ein tryggan sigur í Vági, har heima- liðið nú av álvara er farið at merkja niður- flytingarvandan savnsmynd VB-GÍ 0-3 (0-2): Nú stendur á hjá VB C M Y K 24