leygardagur 27. september 2003síða 1
Tekstur á síðuni
1
Útróðrarmenn í samtaki:
Stovna fiskaupp-
boðssølu á Eiði
Havsbrún fer at
framleiða surimi
Síða 14
síða 7
síða 6
Danmission í Føroyum:
Byggja brýr mill-
um átrúnaðir
B36-HB:
Ársins
dystur
Seinastu 10 árini hevur HB
vunnið grannauppgerðina 12
ferðir, meðan B36 bert hevur
verið við yvirlutan 6 ferðir.
Tríggjar ferðir er dysturin
endaður við javnleiki. Í morgin
stendur gullið uppá spæl, tá
havnarliðini aftur bresta sam-
an.
Landsstýrið
skerjir javnstøðu
Bilar síða 15
Nr. 183 • leygardagur • 27. september 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
Peugeot 307:
Størstur
í sínum
klassa
Ítróttur 18-19
BARSILSKIPAN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Eg skilji tað als ikki, tí hetta
fær stórar avleiðingar. Pápar
eru eins góðir til umsorgan,
men í Føroyum skulu teir eftir
øllum at døma ikki hava hend-
an møguleikan, sigur Annika
Wardum Joensen, forkvinna í
Javnstøðunevndini.
Barsilsskipanin er í penga-
neyð. 15 milliónir krónur vanta
í at fáa ársins játtan at ganga
upp, og komandi ár eru 22,5
milliónir krónur eftir øllum at
døma settar ov lítið av á fíggj-
arlógini til Barsilskipanina, um
einki verður broytt.
Ikki eitt oyra verður játtað
meiri frá almennari síðu, er
týðiliga givið til kennar. Í
staðin verður umhugsað at
broyta skipanina. Stendur tað
til Bjarna Djurholm, so verða
tað menninir og tey hægst
løntu, sum koma at svíða fyri,
at Barsilsskipanin ikki svarar
hvørjum sítt. Hann umhugsar
at skerja páparættin at fara í
barsilsfarloyvi, so tær tíggju
vikurnar, teir kunnu býta við
mammuna, vera lækkaðar.
Tað hóvar ikki Javnstøðu-
nevndini, sum kallar tað eitt
álvarsligt afturstig fyri javn-
støðupolitikkin. Í staðin eftir-
lýsir Annika Wardum Joensen
eina íslendska støðu, har
pápakvota hevur ført til, at 85
prosent av øllum pápum fara í
barnsburðarfarloyvi.
Síða 5
Ger Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, álvara av síni ætlan at skerja rættin hjá pápum at fara í
barnsburðarfarloyvi, so er tað eitt afturstig fyri javnstøðupolitikk. Tað sigur Annika Wardum Joensen,
forkvinna í Javnstøðunevndini