leygardagur 27. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 183 - 27. september 2003
Nr. 183 - 27. september 2003
3
Tøkk
Eina hjartans takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verfaðir,
abbi, bróðir og svágur
Niklas F. Mikkelsen
doyði og fór til gravar.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
sum vóru um hann ta seinastu tíðina.
Takk til prestar, talarar, kirkjutænarar, gravarar,
sangarar og tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar, gávur og peningagávur
til Gøtu kirkju.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marjun,Eghild,Jórun og Sunrit
8. september andaðist
Alfred Nielsen
ættaður úr Sandavági, búsitandi í Svendborg,
86 ára gamal
Fam.vegna
Andrias Nielsen
Tórbjørn Jacobsen,
fólkatingsmaður,
heitir á Lene Espersen
um at stuðla thule-
búgvum í rættarmál-
inum ímóti donsku
stjórnini. Málið er í
vanda fyri at detta
niðurfyri, tí thule-
fólkið ikki hevur ráð
at gjalda sínum
advokati
THULEMÁLIÐ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Rættarmálið um at lata
Thuleøkið aftur til fólkið er
nú hótt. Vantandi fíggjarlig
orka til sakføraran hjá
thulefólkum kann hava við
sær, at alt málið dettur
niðurfyri.
Norðuratlantsbólkurin
hevur við ótta fylgt hesi
gongd, og tað hevur fingið
Tórbjørn Jacobsen, fólka-
tingsmann, sum í løtuni er
formaður í bólkinum, at
senda eina áheitan til Lene
Espersen, løgmálaráðharra.
– Norðuratlantsbólkurin
heldur málið hava so
grundleggjandi og fólka-
rættarligan týdning, at tað
hevði verið eitt mistak, um
málið ikki verður roynt við
hægstarætt. Serliga, um
hetta kemst av ólíkari orku,
sum staturin setir av til sína
egnu verju í mun til løg-
frøðiligu ráðgevingina hjá
thulefólkinum, skrivar Tór-
bjørn Jacobsen.
Norðuratlantsbólkurin
heitir tí inniliga á Lene
Espersen um at bera so í
bandi, at málið kann vera
ført í Hægstarætti soleiðis,
at báðum pørtum verður
tryggjað eins góðar møgu-
leikar at fáa upplýsingar til
vega. Tískil verður biðið
um, at løgmálaráðið gevur
thulefólkinum fíggjarligan
stuðul, sum svarar til ta
orku,
sum
verjin
hjá
kamaradvokatinum hevur
at ráða yvir.
Thule-fólk í
peninganeyð
Í løtuni eru tveir
hornblásarar á ferð
og vitja teir skúlar
kring landið. Andras
Olsen og Anders
Nyquist fara eina
skemtiliga ferð í
tónleikasøguna og
hugtaka næmingar og
lærarar við álvara,
blandaðum við einum
farra av skemti og
framúr góðum spæli
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Andras Olsen kenna tón-
leikahugaðir
føroyingar
sum framúr hornblásara.
Han hevur fingið føroyska
heiðursgávu og hevur lisið í
London og er partur av
hornbólki, ið ferðast í
mesta partinum av okkara
grannalondum. Hann er
sonur Kára Olsen, kendur
innan horntónleik og út-
varpsarbeiði.
At hann eisini hevur
sjónleikaevni, evni innan
skemt og frálæru, er kanska
ikki øllum kunnugt.
Á skúla í London hitti
Andras millum onnir svian
Anders Nyquist. Teir baðir
spæla nógv saman og í
løtuni ferðast teir kring
oyggjarnar og vitja skúlar.
Teir hava vitjað skúlar í
miðstaðarøkinum
og
í
løtuni ferðast teir millum
skúlarnar í Suðuroynni.
Mikudagin hildu teir
báðir konsert í skúlanum í
Vági. Ella rættari er kanska
at kalla hetta eina skemtliga
frálæru framførslu.
Við hornblástri og skemti
verða næmingar og lærarar
tiknir við á eina skjóta
rundferð í tónleikasøguni.
Alt frá Bach og Mozart til
jazz og blues og til nýggj-
asta
rapptónleikin.
Alt
framført á horn, sjálvsagt.
Snillingar eru teir á ljóð-
førini og við rópum, keip-
um og frágreiðingum gerst
umleið tímalanga fram-
førslan alt annað enn keði-
lig.
Samband er alla tíðina
millum leikararnar báðar
og áhoyrararnar. Hvørt tað
so er klassiskt, blues, rapp
ella tveir cowboyarar, ið
standa á gøtuni í einum
tvíbardaga, tí rúm er ikki
fyri báðum í býnum.
Andras og Anders ferðast
hesar dagarnar í Suður-
oynni, men óivað eru eisini
onnur øki í landum, ið
kunnu njóta gott av slíkari
vitjan.
Næmingar í Suðuoyni fáa
í hesum døgum tilboð um
fjøltáttaða frálæru í horn-
blástri og óivað er slík
framførsla áhugavekjandi
og við til at kveikja lív í
áhugan fyri hornblástri, ið
als ikki nýtist at vera keði-
ligur, um nakar annars
heldur tað. Andras og And-
ers hava í hvussu er prógv-
að, at hornblástur er hug-
takandi
og
ikki
uttan
humor.
Skemtiligur hornblástur hugtekur
Anders Nyquist og Andras
Olsen hugtaka í hesum døg-
um føroyskar skúlanæmingar
við hornblástri, blandaðum
við søgu og skemti
Næmingar og lærarar hugna
sær óført, meðan horn-
snillingarnir spæla bæði býtt,
men eisini sera væl á
pallinum
C
M
Y
K
3
2