Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 183 - 27. september 2003 Nr. 183 - 27. september 2003 5 TÍPINDASKRIV Í august í ár luttóku 22 lesandi frá Saudi Arabia á einum 3-daga Xplore skeiði í oljuleiting, sum fyritøkan Tökni í Havn skipaði fyri. Xplore skeiðið var partur av einum "summar uni- versiteti" á Robert Gordon University í Aberdeen. Endamálið við Xplore skeiðnum var at geva lut- takarunum eina heildar- mynd av frálanda oljuleit- ing. Afturmeldingarnar frá luttakarunum vóru sera jaligar, og tað var eyðsýnt, at teir lærdu eina rúgvu um oljuleitingarvinnuna. Teir lesandi eru stuðlaðir av SaudiAramco, ið er tað oljufelagið, sum framleiðir mest olju í heiminum. Ein hjartans tøkk verður veitt tykkum, sum vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 17. mai 2003 ógloymandi. Lisbeth & Jóannes Næs Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg við gáv- um, blómum og telegrammum, og sum vóru við til at gera mær 70 ára føðingar- dagin so hugnaligan, takki eg hjartaliga. Pauli Vang Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegnum 05. juli 2003, takka vit hjartaliga. Annelisa & Jens Kristian Tökni lærir Saudi-arabarar at finna olju Eitt av teimum 7 luttakandi liðunum á Xplore skeiðinum á Robert Gordon University í Aberdeen í august 2003 Barsilsskipanin í dýrastu neyð Barsilsskipanin skal spara. Tað er greitt, nú játtanin í ár ikki heldur, og fíggjarætl- anin næsta ár er skot- in langt undir málið. 15 milliónir krónur vanta í ár og 22,5 milliónir krónur næsta ár. Lægri út- gjald, styttri útgjalds- skeið og hægri inn- gjald verða umhugsað BAKGRUND Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Barsilsskipanini tørvar 15 milliónir krónur afturat í ár, um hon skal klára at gjalda hvørjum sítt. Tað vísir eitt bræv, sum barsilsskipanin hevur sent Vinnumálaráðn- um við umbøn um eina eykajáttan í ár og hægri játtan næsta ár. Sostatt hava útrokning- arnar rakt fullkomiliga skeivt fyri hetta árið. Upp- runaliga var mett, at Bars- ilsskipanin skuldi gjalda 56,3 milliónir krónur í ár, men útrokningarnar vísa, at skipanin helst fer at gjalda oman fyri 70 milliónir krónur, tá av tornar. Fleiri fortreytir hava víst seg øðrvísi, enn Barsil- skipanin hevði væntað. Eitt nú eru væl fleiri børn kom- in inn í skipanina, enn fíggjarætlanin gekk út frá. Lønarhækkingar, tal av fólkum í skipanini og býtið millum mammur og pápar hava eisini ávirkað út- gjaldið. Næsta ár verða eisini trupulleikar. Barsilsskip- anin hevði mett, at skipanin væntandi skuldi gjalda 63 milliónir krónur í 2004, men broyttu umstøðurnar gera, at útgjaldið helst verður einar 75 milliónir krónur, um lógin verður óbroytt. Men tað verður hon neyvan, tí landsstýrið er ikki sinnað at rinda meira til barsilsskipanina næsta ár enn tær 52,5 milli- ónir krónurnar, sum er sett av í fíggjarlógaruppskotin- um fyri 2004. Skerdir pápar Útvarp Føroya hevur gjørt nógv burturúr málinum hesa vikuna, og bæði Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við arbeiðs- marknaðarmálum, og Kar- sten Hansen, landsstýris- maður við fíggjarmálum, hava ført fram, at skipanin má broytast. Stendur tað til Bjarna Djurholm, verða tað menn- inir og tey hægst løntu, sum skulu bøta fyri, at skipanin ikki heldur fíggjarætlanina. Bjarni Djurholm hevur sagt við Útvarpið, at møguleikin hjá pápum at fara í farloyvi helst verður skerdur, og hámarkið fyri útgjaldi, sum í dag er 35.000 krónur, verður lækkað. Karsten Hansen sigur, at skipanin skal vera sjálv- fíggjandi, við tað at ar- beiðstakarar og arbeiðsgev- arar skulu fíggja skipanina. Sum er rinda partarnir á arbeiðsmarknaðinum einar 30 milliónir krónur til Barsilsskipanina. Restin kemur inn við skatti. So- statt skal arbeiðsmarknað- urin rinda uppaftur meira, stendur tað til Karsten Hansen, men tað verður neyvan uttan svørðslag. Lægri útgjald - hægri inngjald Barsilsskipanin nevnir sjálv fleiri uppskot til eina loysn á fíggjarligu trupulleikun- um. Minni útgjald, hægri inngjald, lægri loft og styttri tíð eru nevnd sum loysnir. Sum er gevur 0,25 prosent av lønini í inngjaldi frá pørtunum á arbeiðs- marknaðinum einar 29 milliónir krónur í 2004. Barsilsskipanin sigur, at verður hetta talið hækkað upp í 0,44 prosent, so er trupulleikin loystur, tí so koma 51 milliónir krónur í kassan frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og restin kann fíggjast við somu upphædd frá lands- kassanum. Verður inn- gjaldsprosentið onkustaðni harímillum, verður inntøk- an samsvarandi minni. Verður útgjaldið minkað, so at lønarútgjaldið verður 70 prosent í staðin fyri 100 prosent, so sparir Barsils- skipanin 22,5 milliónir krónur. Hinvegin ger tað ikki so stóran mun at lækka hámarkið. Verður hámarkið lækkað úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur sparir skipanin 2,5 prosent. Hvussu verður og ikki. Fleiri møguleikar eru, og tað er ein politiskur spurn- ingur, hvør loysn verður seymað saman. Tað fær stórar avleið- ingar fyri barnið, um rætturin hjá pápum at vera heima hjá sínum nýfødda barni verður skerdur fyri at spara Barsilsskipan- ini pening, sigur Javnstøðunevndin BARNSBURÐUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Javnstøðunevndin fer á barrikadurnar. Hesaferð fyri at verja menn. Ella rættari pápar. Orsøkin er, at Barsilsskipanin er í pen- inganeyð og fyri at spara pening, ætlar Bjarni Djur- holm landsstýrismaður millum annað at skerja møguleikan hjá pápum at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina. Sum er kunnu allir pápar vera heima saman við mammuni fyrstu fjúrtan dagarnar av lívinum hjá nýfødda barninum. Fyrstu 12 vikurnar skal mamman vera heima hjá barninum, men næstu 10 vikurnar eftir tað kunnu mamman og pápin býta sínámillum. Sum er, er lønarendurgjaldið 100 pros- ent. Hagtøl hjá Barsilsskip- anini vísa, at útgjaldið til menn er munandi hægri enn til kvinnur, og tí sær lands- stýrismaðurin tað sum ein upplagdan sparimøguleika at skerja rættin hjá monnum at fara heim til barnið. Tað hóvar ikki forkvinn- uni í Javnstøðunevndini, Anniku Wardum Joensen. – Eg skilji tað als ikki, tí hetta fær stórar avleiðingar. Allar kanningar og øll vitan vísir, at tað er best fyri barn- ið, um tað bæði hevur eina mammu og ein pápa rundan um seg. Pápar eru eins góðir til umsorgan, hóast teir sjálvandi ikki kunnu geva bróst. Men í Føroyum skulu pápar eftir øllum at døma ikki hava hendan møgu- leikan, og tað tú tekur frá pápum og mammum, tekur tú eisini frá barninum, sigur Annika Wardum Joensen. Javnstøðunevndin fegn- ast annars um, at vit hava fingið eina Barsilsskipan, tí hon er eitt stórt framstig fyri javnstøðu, men hon harmast um, at hvørja ferð skipanin verður broytt, er tað til tað verra. Seinast skipanin varð broytt, heitti Javnstøðu- nevndin á politikarar um at áseta eina pápakvotu, sum datt burtur, um menninir ikki fóru heim til barnið eina tíð. Tá var talan um at økja skipanina úr hálvum upp í eitt ár, men eingir pengar fylgdu við og eingin pápakvota varð ásett, og tí broytti tað lítið um mynstr- ið. Annika Wardum Joen- sen vísir í staðin til ís- lendsku skipanina sum eina fyrimynd. – Í Íslandi, har lønar- endurgjaldið er 80 prosent, kunnu kvinnur taka tríggjar mánaðir, pápar tríggjar mánaðir og síðan hava tey tríggjar mánaðir afturat at býta sínámillum. 85 pros- ent av pápunum taka gleði- liga av og eru heima í barnsburðarfarloyvi. Men í Føroyum vilja okkara polit- ikarar ikki geva familjuni hendan møguleika, og tað vísir, at samgongan og løg- tingið ikki vilja føra javn- støðupolitikk. Tann skerj- ingin, sum nú hendir í stað- in, er eitt álvarsligt afturstig fyri javnstøðuna her á landi, sigur Annika Ward- um Joensen. Eitt afturstig fyri javnstøðuna Sparimøguleikar hjá Barsilsskipanini: • at minka um lønarendurgjaldið við at seta tað til eitt nú 80 prosent eins og fleiri lond kring okk- um hava • at lækka hámarkið, sum er 35.000 krónur • at minka um útgjaldstíðarskeiðið hjá mammum og pápum • at Barsilskipanin ikki rindar frá 13. viku til 4. viku undan føðing Fakta Rætturin hjá pápum at vera heima í barnsburðarfarloyvi skal skerjast, stendur tað til Bjarna Djurholm landsstýrismann. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4 www.sosialurin.fo