leygardagur 27. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 183 - 27. september 2003
Nr. 183 - 27. september 2003
7
Í seinastu viku høvdu
føroyingar vitjan av
landsskrivaranum og
samskiftisleiðaranum
í størsta danska hjálp-
arfelagsskapinum,
Danmission. Um-
framt at upplýsa og
eggja til stuðul hava
tey bæði umboðini
fingið serligt tilknýti
til føroysku fólka-
kirkjuna á einum túri
í Tanzania í juni 2003.
Umframt trúboðara-
og hjálpararbeiði er
endamál teirra at
skapa frið, sátt og
semju millum ymsar
trúarbólkar í einum
heimi eyðkendum av
fíggindasinnaðari
fremmandagering
KIRKJUVIRKSEMI
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í juni í ár varð nýggjur
biskupur settur í býnum
Karagwe í Tanzania, har
størsti danski hjálparfelags-
skapurin, Danmission, í
fleiri ár hevur verið virkin.
Í hesum sambandi vóru tey
bæði Torben Holm (sam-
skiftisleiðari) og Ruth-Inge
Gregersen (landsskrivari)
umboðandi Danmission til
bispasetanina í Tanzania,
og við á ferðini var eisini
føroyski biskupurin, Hans
Jacob Joensen. Á ferðini
vórðu vinabond knýtt mill-
um føroysku kirkjuna og
stiftsstjórnina í Karagwe í
Tanzania, sum Danmission
nú ynskir at halda við líka.
Vinabond millum
Føroyar og Tanzania
- Vit leggja stóran dent á, at
vinabond verða knýtt mill-
um ymsar mentanir og
stiftsstjórnir gjøgnum Dan-
mission. Í sambandi við, at
føroyski bispurin var við
okkum í Karagwe, er sam-
band nú knýtt millum okk-
um og kirkjurnar báðar í
Føroyum og Tanzania, og
vit vilja eggja teimum at
varðveita hesi vinabond,
sigur landsskrivarin í Dan-
mission, Ruth-Inge Greger-
sen.
Tey bæði Ruth-Inge og
Torben Holm komu at
kenna Hans Jacob Joensen
bisp undir ferðini í Tan-
zania, og búðu tey í sein-
astu viku hjá bispi í Før-
oyum. Á ferðini hava tey
hildið fyrilestrar og upplýst
føroyingar
um
møgu-
leikarnar at stuðla Dan-
mission. Umframt peninga-
ligan stuðul vísa tey á
høvið at fara í onnur lond
við
felagsskapinum
í
starvsvenjing undir út-
búgving ella sum frívillig
og ófaklærd.
- Hóast vit høvdu komið
til Føroya undir øllum
umstøðum at upplýsa um
Danmission, ynskja vit
serliga eftir túrin í Tanzania
at upplýsa føroyingar um
tey vinabond, sum nú eru
knýtt millum kirkjurnar
báðar, og á henda hátt eru
ørindi okkara ikki bara at
upplýsa, men eisini at varð-
veita sambandið, vísa tey
bæði á.
Spurd, hvat tað merkir at
vera "venskabsmenighed-
er", sum tey kalla tað, vísa
tey á ymsar samskiftis-
møguleikar millum afr-
ikansku og føroysku kirkj-
una.
- Í føroysku fólkakirkjuni
ætla vit at gera Tanzania til
serligt bønarevni, og um-
framt bøn er ætlanin at
eggja til samskifti gjøgnum
teldupost og møguligar
vitjanir landanna millum,
sigur Torben Holm, sam-
skiftisleiðari í Danmission.
Við tað at talan er um rætti-
liga nýtt samband millum
Tanzania og Føroyar á
kirkjuliga økinum, er sam-
bært bispi ógjørligt at siga,
hvussu ítøkiliga samarbeið-
ið verður millum samkom-
urnar báðar í framtíðini.
Vaksandi felagsskapur
Danmission er ein saman-
legging av felagsskapunum
Det Danske Missionssel-
skab og Dansk Santalmissi-
on, og fór samanleggingin
fram 1. januar 2001. Hesir
báðir eldru felagsskapirnir
hava yvir 180 ára royndir
við arbeiði í triðja heimin-
um, og við hesum drúgvu
royndum verður Danmissi-
on allýstur sum ein fólka-
kirkjuligur trúboðara- og
hjálparfelagsskapur, sum
arbeiðir í tilsamans 15
londum í Asia, Afrika, Mið-
eystri og Europa.
- Í løtuni eru um 5000
danir frívilliga tengdir at
Danmission,
bæði
sum
stuðlandi í Danmark og úti á
markini í triðja heiminum.
Umframt hesi 5000 eru 28
danir og 40 útlendingar í
føstum starvi í Danmission
settir av fólkakirkjuni, m.a.
eg og Torben, sigur lands-
skrivarin Ruth-Inge Greger-
sen. Danmission er sambært
føroyvitjandi umboðunum
ein vaksandi felagsskapur,
bæði fíggarliga og við-
víkjandi virknum limum.
- Seinasta ár høvdu vit
eina inntøku á 33 milliónir
danskar krónur, og fer allur
peningurin til virkið okkara
í triðja heiminum, sigur
Torben Holm. Allar inntøk-
urnar eru gjøgnum frívil-
ligar gávur, "genbrugs-
handlar" umframt onnur
innsavnandi tiltøk.
Sambært teimum báðum
starvsfólkunum
í
Dan-
mission eru aðalendamál
felagsskapsins býtt í seks
ymiskar orðingar við atliti
til triðja heimin: Heilsa og
umsorgan, kirkjumenning,
landbúnaðarráðgeving,
integratión av nýdansk-
arum í Danmark, útbúgving
av kvinnum og børnum og
til seinast at fáa samskifti í
lag millum ymisk lond og
ymsar átrúnaðarligar upp-
fatanir.
Lokalu kirkjurnar
taka stig
Ruth-Inge Gregersen legg-
ur dent á, at Danmission
ikki fer inn í nýggj øki við
endamálinum at broyta og
kollvelta mentan og lívs-
hættir teirra.
- Vit vera altíð boðin av
lokalu kirkjunum á staðn-
um, og eftir at tey hava vent
sær til Danmission við fyri-
spurningi um hjálp, gerst
felagsskapurin
virkin
í
økinum, har stórur dentur
verður lagdur á tillaging og
integratión, vísir lands-
skrivarin á.
Sambært teimum hjálpir
Danmission upprunafólk-
inum við tí, tey biðja um og
hava brúk fyri, og á henda
hátt er eitt aðalendamál at
styrkja lokalu fólkakirkj-
urnar í triðja heiminum, har
upprunamentanin verður
varðveitt og ynskini hjá
upprunafólkunum gingin á
møti.
Niðurbróta fordómar
Sum nevnt í einum av seks
endamálum felagsskapsins
ynskir Danmission at fáa
samskifti og samarbeiði í
lag millum ymisk lond,
ymsar útrúnaðir og ymsar
mentanir.
- Vit síggja dagliga agr-
essivar og fíggindasinnaðar
muslimar í sjónvarpinum,
vit standa andlit til andlits
við annað mál og aðra
mentan í fulla bussinum í
Keypmannahavn, vit síggja
klædnafjaldar kvinnur á
gøtunum, og gjøgnum fjøl-
miðlarnar verða vit bom-
barderaði við fíggindasinn-
aðari fremmandagerðing,
serliga millum Kristindóm-
in og Islam, vísa donsku
gestirnir úr Danmission á.
Við støði í hesum ynskir
felagsskapurin at byggja
brýr millum átrúnaðarligu
bólkarnar bæði í Danmark
og úti í heimi, har enda-
málið er friður, dialogur og
forstáilsi millum ymsu
religiónirnar, har fordómar
og
fremmandagerðing
verður niðurbrotið.
Tey
bæði
Ruth-Inge
Gregersen og Torben Holm
fóru av landinum fríggja-
dagin, og vóna tey, at sam-
skifti millum fólkakirkjuna
í Føroyum og Tanzania
kann mennast og halda
fram.
Tvey umboð fyri Danmission í Føroyum:
Byggja brýr millum átrúnaðir
- Gjøgnum fjølmiðlarnar
verða vit bombarderaði við
fíggindasinnaðari fremm-
andagerðing, serliga millum
Kristindómin og Islam, og
tískil er eitt aðalendamál hjá
Danmission at bróta niður
fordómar og byggja brýr
millum átrúnaðarligar bólk-
ar, siga landsskrivarin og
samskiftisleiðarin í Dan-
mission, Ruth-Inge Gregersen
og Torben Holm, sum her eru
avmyndaði saman við Hans
Jacob Joensen biskupi, sum
tey hittu í Tanzania í juni
2003
Nýggj uppboðssøla
skal geva betri prís.
Men tað krevur eisini,
at fiskurin veður tann
allarbesti, sum kemur
á marknaðin, sigur
reiðari á útróðrarbáti
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Eiði:
Endamálið við at
stovna móttøku og upp-
boðssølu á Eiði, er at fáa
betri prís til bátarnar, sum
landa har. Men tað er eisini
ein treyt fyri betri prísi, at
fiskurin, sum landaður
verður, er í fínasta standi.
Ein teirra, sum stendur
aftan fyri samtøkuna, ið
ætlar at fara undir móttøku
og uppboðssølu á Eiði, er
Asbjørn Djurhuus, sum er
reiðari á útróðrarbátinum
Norðsøka, ið rør út av Eiði.
Hann sigur, at teir eru
farnir undir hetta, tí teir
hava ikki altíð hildið seg
faa nóg góðan prís fyri
fiskin, sum seldur verður á
Toftum. Og tað kunnu vera
ymsar orsøkir til tað, heldur
hann. Eitt nú tann nógva
umskipanin g flutningurin,
sum er, tá fiskur skal
handfarast ofta.
Nú er ætlanin at flyta
søluna fleiri lið nærri rull-
uni, sum hann tekur til.
Men tað er ikki nokk bara
at koma nærri bátinum ið
søluliðnum. Skal fiskurin
vera fyrstafloks, skal við-
gerðin byrja longu við
rulluna. Tað krevur nógv,
og tað skal so aftur geva
úrtøku í hinum endnaum,
vísir hann á.
Tað verður ofta skotið
útróðrarmonum í skógvar-
nar, at útróðrarfiskurin er
tann ringasti, ið kemur á
marknaðin, hóast hann er
feskastur. Men av tí, at
hann er ov illa hagreiddur
umborð, stendur hann ikki
mát við tað, hann eigur. Og
í ávísum førum er tað vist
eisini rætt, ásannar Asbjørn
Djurhuus. Tað allarfyrsta at
gera er, at sleppast má und-
an
hesum
einsamalla
manninum, sum rør út við
línu, heldur hann.
– Eg trúgvi ikki rættiliga
upp á hann, at hann kann
klára at hagreiða fiskin
ordiliga. Hann skal bæði
stýra upp, standa við rull-
una, blóðga og kryvja alt í
senn. Leggja fiskin í ís og
alt hitt, sum gerast skal. Tað
ber heilt einfalt ikki til hjá
einum einsamøllum manni.
Bátarnir skulu hava dup-
ult sett av kørum, sigur
Asbjørn Djurhuus. Soleiðis
slepst undan, at fiskurin
verður stoyttur meira enn ta
einu ferðina. Eitt sett fer á
marknaðin, og tað næsta
kemur umborð.
– Sjálvir hava vit fingið
okkum nýggja útgerð til at
lata ísvatn í, greiðir hann
frá. Tað verður latið um-
borð í dag, og vit eru sera
spentir upp á at síggja,
hvussu tað fer at rigga.
Gomlu dekskørini verða nú
koyrd í land. Tað skal so
gera, at fiskurin verður enn
minni hagreiddur og tað
betri fyri, tá hann kemur til
keyparan.
Góðskan á útróðrarfiskinum skal hækka
Arbeitt verður við at
stovna fiskamóttøku
og uppboðssølu á
Eiði. Eitt samtak av
útróðrarmonnum og
øðrum hevur gjørt
avtalu við Eiðis
Kommunu um at
keypa móttøkuhøll-
ina, sum kommuna
hevur bygt á havnar-
lagnum, fyri 900.000,-
krónur
FISKAMÓTTØKA
Edvard Joensen
Eiði: Arbeitt verður við at
seta enn eina fiskamóttøku
og uppboðssølu á stovn.
Hesaferð á Eiði. Samráð-
ingar hava verið millum
Eiðis Kommunu og fólk,
sum vilja keypa móttøku-
húsið hjá kommununi á
havnarlagnum.
Útróðrarmenn og onnur
áhugað, hava tikið stig til at
keypa móttøkuhøllina, sum
Eiðis Kommuna fyri nøkr-
um árum síðan reisti á
havnarlagnum á Eiði, til
móttøku og uppboðssølu.
Tey arbeiða við at stovna
felag til endamálið. Sam-
ráðingar hava verið við
Eiðis Kommunu um keyp
av høllini, og keypið komið
so nær, at bara undir-
skrivingin manglar.
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri á Eiði, váttar, at
samráðingar hava verið, og
at prinsippavgerð er tikin
um at selja. Prísin vil hann
ikki gera nakrar viðmerk-
ingar til yvirhøvur. Men
kommunan hevur góðtikið
tað boðið, sum komið er, og
tað hava teir, sum eiga boð-
ið, fingið at vita. Nú
manglar bara tað formella í
samband við sjálvan hand-
ilin.
Ein teirra, ið er við í
samtakinum, váttar, at teir
hava boðið 900.000,- krón-
ur fyri høllina,og at Eiðis
Kommuna hevur tikið av
hesum tilboðnum.
Talan er um ein breiðan
skara av fólki, sum er við í
samtakinum, ið vil keypa
høllina. Tað er fólk bæði av
Eiði og aðrastaðni frá.
Talan er um seks útróð-
rarbátar, eina sølufyritøku
og eina flutnignsfyritøku,
sum bæði skal taka sær av
at landa og at flyta fiskin til
keyparan.
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri, sigur, at tað frøir
hann, at tað nú sær út til, at
lív kemur í høllina, sum
hevur staðið tóm á havnar-
lagnum á Eiði í nøkur ár.
Tað krevur nakað væl
enn, áðrenn høllin kan
nýtast til fiskamóttøku og
uppboðssølu. Talan er bara
um sjálva beinagrindina,
sum upp er komin enn. Eitt
rómt, innilokað rúm. Øll
innrætting skal gerast frá
grundini av, áðrenn húsið
kann brúkast til ætlaða
endamálið.
Tað skilst, at teir, sum
ætla undir hetta tiltakið á
Eiði, arbeiða fram í móti at
vera klárir, tá várróðurin
byrjar aftur.
Arbeitt verður við ætlanum
um at stovna fiskmóttøku og
uppboðssølu, sum skal halda
til í móttøkuhllini, sum Eiðis
Kommuna í síni tíð lat
byggja á havnarlagnum á
Eiði
Mynd: Edvard Joensen
Arbeiða við uppboðs-
sølu á Eiði
Útróðrarmenn mugu koma
burtur frá at handfara fiskin
so ofta, sum gjørt hevur
verið. Fiskurin skal ikki
nertast frá tí, hann er
kruvdur, til hann fer á borðið
inni á virkinum, sigur
Asbjørn Djurhuus, reiðari á
Norðsøka, sum her landar
upsa undan Íslandi upp á
gamlan máta
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6