leygardagur 27. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 183 - 27. september 2003
Nr. 183 - 27. september 2003
9
Byggja skúlan út fyri 15 milliónir
Óvanligur fundur um heitt evni
Kvívíkingar taka eitt
ódnartak, nú teir
skulu byggja skúlan
tvær ferðir so stóran,
sum hann er nú
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kvívík: Kvívíkar komm-
una fer nú undir eitt
ódnartak.
Skúlin skal byggjast út
og tað er ikki hissini út-
bygging, tí tá ið hann er
liðugur, verður hann tvær
ferðir so stórur, sum hann
er nú.
Heini Holm, borgarstjóri,
sigur, at útbyggingin kostar
einar 15 milliónir.
Hetta er eitt stórt tak hjá
kommununi og fer avstað
við mestum allari fíggjar-
orkuni hjá kommununi tey
næstu árini.
Borgarstjórin sigur, at
ætlandi skal kommunan
verða liðug at betala skúlan
í 2006.
Ætlanin
er
at
seta
400.000 krónur av um
mánaðin til skúlan, hiðani
og til 2006, men kortini
sleppur kommunan ikki
undan at taka eitt lítið lán,
sum kanska kemur upp á
seks milliónir, tá ið tað er
stórt, ætlanin er at allur
skúlin, við láni og øllumm
skal vera goldin í 2006.
– Vit hava spent okkum
ógvuliga hart fyri at fáa
hetta so skjótt frá hondini,
sum gjørligt, sigur borgar-
stjórin.
Annars er kommunan
skuldarfrí, tí teir síðstu av-
dráttirnir vórðu goldnir í
1999.
Tvær ferðir so stórur
Heini Holm sigur, at ætlanin
er at byggja einar 1.000
fermetrar afturat upp í
skúlan. Harumframt skal
skúlin, sum er, byggjast um.
Tríggjar skúlastovur vera
afturat, ein til alis- og evna-
frøði køk og annað, um-
framt skrivstovu, lærara-
stovu, forhøll og wc. Sam-
stundis skal gerast bóka-
savn og teldurúm, smíð-
stova og musikstova.
Arbeiðið byrjar nú um
mánaðarskiftið og skúlin er
liðugur tá ið børnini fara í
skúla í 2005.
Heini Holm sigur, at
skúlin hevur sera ringar
umstøður. Avleiðingin er, at
nógv ymiskt virksemi er
blandað saman í somu høl-
um og flokkar noyðast at
skifta høli fleiri ferðir um
dagin, eisini fyrsti flokkur
og tað er ógvuliga óheppið.
Annars er skúlin í Kvívík
væl fyri, tí hann hevur bæði
fimleikarahøll og svimji-
hyl.
Í Kvívík er skúlabarna-
talið annars av tí lægsta
beint nú. Tað eru 47 skúla-
børn í kommununi.
Tá ið skúlabørnini vóru
flest í tali, vóru tey næstan
70 børn í skúlanum, men
tað vanliga hevur ligið um
50-60.
Men skúlabarnatalið fer
at kvinka uppeftir aftur
spakiliga, tí tað eru ung
húski í kommununi.
Tað er eisini gravgangur
eftir
grundstykkjum
í
kommununi. Fyri einum
góðum ári síðani seldi
kommunan 15 grundstykki
og tað tók bara ein dag at
sleppa av við. Borgarstjórin
sigur, at tað verður ikki í
hesum valskeiðnum, at
fleiri grundstykki verða frá
kommununi, tí til 2006 er
skúlin raðfestur fremst.
Mánakvøldið verður
stórur almennur pall-
borðsfundur í Út-
varpshøllini um før-
oyska arbeiðsmarkn-
aðin, sum nógv rok
hevur verið um sein-
astu tíðina
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Er tað í lagi, at fakfeløg
fara í verkfall í heilum?
Skulu allir limirnir í
fakfeløgunum sleppa at
atkvøða um teir skulu í
verkfall ella ikki?
Skulu vit hava arbeiðs-
rætt í Føroyum?
Ella er tað yvirhøvur
neyðugt at gera nakað?
Hetta eru alt spurningar,
sum hava staðið ógvuliga
frammaliga í almenna kjak-
inum í Føroyum, serliga
síðani drúgva verkfallið í
vár.
Tað hevur víst seg at vera
sera trupult at pilka við hesi
viðurskiftini og mangan
hevur kjakið verið heitt.
Men tað tykist sum um at
teir ymsu partarnir liggja í
hvør sínari skotgrøv og
leggja alla orku í at verja
seg og síni og tí er trupult at
fáa partarnir at tosa saman.
Kortini á borðið
Nú ætlar javnaðarflokkurin
at fáa kortini á borðið.
Flokkurin ætlar at fáa
greiði á, hvørja støðu, teir
ymsu partarnir á arbeiðs-
marknaðinum
hava
og
hvørja støðu politikararnir
hava til hetta viðkomandi
málið.
Tí skipar flokkurin fyri
stórum almennum pall-
borðsfundi um arbeiðs-
marknaðin í útvarpshøllini
í Havn mánakvøldið klokk-
an 19.30.
Tað, sum fundurin skal
royna at fáa greiði á er stutt
og greitt:
Hvat kann gerast fyri at
fáa betri lag á føroyska ar-
beiðsmarknaðinum? Ætl-
anin er, at tosa um, hvussu
ósemjur ímillum partarnir
skulu
avgreiðast,
bæði
ósemjur í sjálvum sáttmála-
skeiðnum og ósemjur undir
sáttmálasamráðingum.
Ætlanin er eisini at tosa
um, hvussu álit kann skap-
ast ímillum partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum
og
ímillum teir og politiska
myndugleikan, fyri at fáa
eitt støðið at menna ein
framrættaðan
arbeiðs-
marknaðarpolitikk á
Óvanligur fundur
Men hetta verður ikki ein
vanligur pallborðsfundur.
Á hesum fundinum koma
luttakararnir at sita við trý
ymisk pallborð, sum fara at
greiða frá og at seta
hvørjum øðrum spurningar.
Og at enda verður so eitt
politiskt umfar, har politik-
ararnir sleppa at siga sína
hugsan, tí tað er í síðsta
enda teir, sum koma at taka
avgerðina.
Endamálið er at fáa tey
ymsu sjónarmiðini fram í
stuttum og greiðum grund-
gevingum, sigur Hans Pauli
Strøm skrivari hjá javnað-
arflokkinum
Hann sigur, at Helgi
Jacobsen, útvarpsmaður fer
at stýra fundinum við fast-
ari hond, so tað verða ikki
stundir til langar fyrilestrar.
- Vit skulu hava sjónar-
mið á borðið, stutt og greitt
og tað verður ikki rúm fyri
uttanumtosi.
Hann sigur, at á hesum
fundinum fáa politikarar,
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum og serfrøðingur eitt
sjáldsamt høvi at sita andlit
til andlit og tosa um viður
Ætlanin er eisini, at fund-
arfólki skal sleppa at seta
teimum, sum manna pall-
borðini spurningar.
Pallborðini verða mann-
að soleiðis:
Pallborð 1: Partarnir á
arbeiðsmarknaðinum:
• Ingeborg Vinther, Før-
oya Arbeiðarafelag
• Gunnleivur Dalsgarð,
Starvsmannafelagið
•
Bjørgfríð
Ludvig,
Vinnuhúsið
• Thomas Magnussen,
Fíggjarmálaráðið
Pallborð 2: Serfrøðingar
• Eyðfinnur Jacobsen.
løgfrøðingur
• Hermann Oskarsson,
búskaparfrøðingur
Pallborð 3: Politikarar
• Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, fólkaflokkurin
• Hans Pauli Strøm,
floksskrivari,
javnaðar-
flokkurin
• Kaj Leo Johannesen,
løgtingsmaður, sambands-
flokkurin
• Heini O. Heinesen, løg-
tingsmaður,
tjóðveldis-
flokkurin
Skúlin í Kvívík hevur
vánaligar umstøður, men nú
verður skúlin bygdur út fyri
15 milliónir. Útbyggingin
verður liðug í 2005
Serliga drúgva verkfallið í
vár hevur ført til drúgvt, og
stundum ógvuliga hart kjak
um viðurksifitini á
arbeiðsmarknaðinum.
Fundurin mánakvøldið kann
verða eitt veruligt stig á
leiðini at fáa partarnar at
skilja hvønn annan betri og
at nærkast hvørjum øðrum.
Her standa verkfalsfólk og
blokera Shell á Frælsinum
Jákup Magnussen,
Heðin Arge, Regin
Johansen og Finn
Jensen, sum allir vóru
millum fremstu
plátuvendarar í 70- og
80 árunum, fara at
venda plátum á Plat-
form leygarkvøldið.
GRAND OLD DJ`S Á
PLATFORM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Leygarkvøldið
skipar
dansistaðið Platform fyri
einum rættiliga forvitnis-
ligum kvøldi. Havgrímur
Johannessen hevur savnað
fýra av teimum fremstu
plátuvendarunum frá 70-
og 80 árunum at venda
plátum á Platform leygar-
kvøldið.
Regin Johansen, Jákup
Magnussen, Finn Jensen og
Heðin Arge vóru gjøgnum
70 árini og kanska serliga
80 árini nógv umbidnir
plátuvendarar kring alt
landið. Teir fýra hava áður
vent plátum saman og
eisini hvør sær. Serliga
vóru teir fastir fúsir á
dansistøðunum Dallas og
Klubbanum, sum seinni
skifti eigara og navn til
Club 20.
Meðan Regin, Jákup og
Finn meir ella minni hava
tikið seg aftur sum plátu-
vendarar fyri fleiri árum
síðan, so vendir Heðin Arge
framvegis plátum av og á.
Hann hevur millum annað
verið á Platform fyrr í ár.
Dansistøðini ikki til at
samanbera
Vit hava biðið Heðin Arge
greiða frá náttarlívinum, tá
teir fýra plátuvendarnir
leygarkvøldið vóru millum
teir mest umbidnu á teim-
um ymisku diskotekunum
og dansistøðum fyri skjótt
mongum árum síðan.
- Í Klubbanum vóru fast
500-600 fólk fríggja- og
leygarkvøld, og tað var
rættiliga nógv, tá havt verð-
ur í huga, at dansistøðini
ikki sluppu at skeinkja.
Vanligt var, at dansistøðini
lótu aftur klokkan tvey
fríggjakvøld og klokkan
eitt leygarkvøld, og so varð
vála í býnum.
Spurdur, um tað er stórur
munur á dansistøðunum í
dag og fyri góðum 20 árum
síðan, svarar Heðin, at tek-
ur ein eitt nú Platform, so
kann staðið ikki sammetast
við Club 20 ella Klubban.
– Í Platform er alt pent og
nossligt og meira ekslusivt.
Fólk eru væl ílatin, og tað
merkist eisini, at promillan
er ikki eins høg, sum hon
ofta var í Klubbanum. Tað
hevur eisini við sær, at tað
ofta er verri at fáa lív í fólk
á Platform. Kortini haldi eg
staðið verða eitt útmerkað
mótspæl til tað, ið æt
Klubbin og Club 20, har tað
mangan gekk hart fyri seg,
greiðir Heðin Arge frá.
Fyrsta tiltak av sínum
slag
Javnan skipa dansistøð og
diskotek kring landið fyri
70- og 80 ára kvøldum, har
fólk, ið gingu í býnum tað
tíðarskeiðið, fáa høvi hoyra
gamal slagarar og minnast
gamlar dagar. Sambært
Heðini Arge, so er tiltakið
hjá Platform leygarkvøldið
fyrsta av sínum slag. – Tað
hava verið sokallað 70 ára
og 80 ára kvøld, men einki
líknandi tiltak sum hetta
hevur verið áður. Tað er
stuttligt, at vit aftur eru
samlaðir, og eg gleði meg,
sigur Heðin Arge.
Spurdur, um hvørji løg,
teir fara at leggja seg eftir
at spæla leygarkvøldið, sig-
ur Heðin, at tað er vónleyst
at siga frammanundan, tí
tað treytast, hvussu stemn-
ingurin verður. Hann vissar
gestunum á Platform leyg-
arkvøldi, at plátuvendarnir
hava alt tað besta frá 70- og
80 árunum við sær i skjátt-
uni.
Fyribils fíggjarætlan-
in fyri 2004 hjá Tórs-
havnar kommunu
hækkar ikki eins
nógv, hon hevur gjørt
undanfarin ár. Bú-
skaparvøksturin er
við at fána burtur,
men Tórshavnar
býráð kann fegnast
um, at væl minni
verður rindað í rent-
um og avdrátti kom-
andi ár. Hetta gevur
Tórshavnar Býráð
størri rásarúm, tí nú
eru 13 mio. krónur
meir at arbeiða við.
FÍGGJARÆTLAN HJÁ
TÓRSHAVNAR
KOMMUNU
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á býráðsfundi hóskvøldið
var
fyrsta
viðgerð
av
fíggjarætlanini hjá Tórs-
havnar
kommunu
fyri
2004. Fíggjarætlanin er
mett at javnviga við 445
mió. krónum. Sammett við
fíggjarætlanina
í
fjør,
hækkar hon bert sjey millí-
onum komandi ár. Hetta er
væl minni enn seinastu ár-
ini, tá hon árliga er vaksin
við góðum 30 og 40 millí-
onum krónum.
– Trøðini veksa ikki upp í
himmalin, og vit hava
ásannað, at framgongdin er
minni, og uttan at ljóða sum
ein dómadagsprofetur, so er
tað ein sannroynd, at vøkst-
urin er fánaður burtur, og
tann veruleika mugu vit
halda okkum til, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu.
Hann leggur dent, á Tórs-
havnar kommuna rindaði
stóran part av skuldini í
fjør, og hetta merkist á
fíggjarætlanini
fyri
komandi ár.
Jan Christiansen sigur, at
kommunan rindar góðar 13
mio. krónur minni í rentum
og avdrátti komandi ár, og
leggur ein tær 13 mio.
krónurnar afturat ætlaða
vøkstrinum á sjey milli-
ónum krónur, so svarar
samlaði
vøksturin
á
fíggjarætlanini fyri 2004 til
góðar 20 mio. krónur sam-
mett við 2003.
Skuldin hjá Tórshavnar
kommunu er komin niður á
góðar 60 milliónir krónur,
og verða ognirnar hjá
kommuni drignar frá, so er
kommunan í tí støðu, at
hon er skuldarfrí netto
Barnaansingin fær
minni
Sammett við fíggjarætlan-
ina fyri 2003, fer barnaans-
ingin í Tórshavnar komm-
unu at fáa góðar 400 milli-
ónir minni komandi ár.
Hetta kann tykjast løgi, tá
havt verður í huga, at vænt-
andi økja lønarútreiðslur-
nar á barnaansingini eftir
lønarsamráðingarnar ínæst-
um. Spurdur, um Tórs-
havnar kommuna hevur
lagt uppfyri eini lønar-
hækkan, svarar Jan Christi-
ansen, at tað hevur býráðið
tikið hædd fyri.
– Vit yvirbudgetteraðu í
fjør, og hyggur tú at fíggjar-
ætlanini sammett við rokn-
skapin, so sært tú, at vit
settu ov nógv av. Hetta var
ein skeivleiki frá okkara
síðu, og nú skuldu tølini
passa betri, sigur Jan
Christiansen.
Einki nýtt
Elin Lindenskov, ið umboð-
ar Javnaðarflokkin í and-
støðuni í Tórshavnar býráð
sigur, at framvegis er ov
stutt fráliðið við viðgerðini
av
fíggjarætlanini
fyri
2004, so tað er torført at
gera nakra endaliga meting
av henni .
– Tað er bara 1.viðgerð,
ið farin afturum, og fram-
vegis er íløguætlanirnar
ikki framlagdar, og tað er
eitt øki, ið vit eru mest
spent um, sigur Elin Lind-
enskov.
Elin Lindenskov vísir á,
at rentu- og avdráttar byrð-
an er minni í ár, tí komm-
unan hevur rindað nógva
skuld seinastu árini, men
henni vantar eina ætlan frá
samgonguni í Tórshavnar
býráð, hvat hesin peningur
skal nýtast til.
– Tórshavnar býráð hevur
fingið størri rásarúm, tí
nógv skuld er rindað, men
sum heild haldi eg, at tað
manglar ein ætlan, hvat
Tórshavnar býrað vil við
peninginum .
Spurd, um andstøðan í
Tórshavnar Býráð ætlar at
leggja nakað uppskot fram
til
aðru
viðgerð
av
fíggjarætlanini, svarar Elin,
at andstøðan i løtuni ar-
beiðir við at hækka barna-
frádráttin, tí eftir øllum at
døma skulu foreldur í Tórs-
havnar kommu í framtíðini
gjalda meir í ansingar-
gjaldi.
Tað hevur verið havt á
lofti, at lønarhækkanin hjá
pedagogunum fer at hava
við sær, at foreldrini gjalda
meir fyri at fáa børnini ans-
að. Sum eitt afturgjald, ætl-
ar andstøðan at leggja upp-
skot um at hækka barnafrá-
dráttin.
Á Platform leygarkvøldið:
Nostalgi fyri allar pengarnar
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu:
Størri rásarúm
Tað verður nostalgi fyri allar pengarnar á Platform leygar-
kvøldið. Jákup Magnussen, Regin Johansen, Finn Jensen og
Heðin Arge, ið vóru millum okkara fremstu plátuvendarar í
70- og 80 árunum fara at venda plátum leygarkvøldið. – Tað
er stuttligt, at vit aftur eru samlaðir, og eg gleði meg, sigur
Heðin Arge
Mynd: Jens Kristian Vang
– Trøðini veksa ikki upp í
himmalin, og vit hava
ásannað, at framgongdin er
minni, og uttan at ljóða sum
ein dómadagsprofetur, so er
tað ein sannroynd, at
vøksturin er fánaður burtur,
og tann veruleika mugu vit
halda okkum til, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8