leygardagur 27. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 183 - 27. september 2003
Nr. 183 - 27. september 2003
11
Nú nakað røkist fyri, at tað verður reinligari og
nossligari í Vágsbotni, eiga vit at seta spurn-
ingin: kunnu vit ikki fáa meira burtur úr hesum
vakra og søguliga plássi. Tað hevur jú eina søgu
meira enn nakað annað pláss í landinum. Her
verður hugsað um pakkhúsini og handilin sum
fór fram har fyri mongum hundrað árum síðani.
Ja tað osar av søgu í hesum økinum, og tað bera
eisini gomlu, vøkru og sermerktu bygningarnir
boð um. Spurningurin er bara, hvussu vit
kunnu fáa meira burtur úr Vágsbotni, uttan at
skemma plássið.
Her andar lív og gleði – forvitni og spenningur
- tá bátar koma inn við fiski ella fugli. Ella tá
stuttleikabátarnir leggja at eftir langa ferð um
høv og bera boð um sól og summar. Her finna
vit eisini Undirhúsið við tess serstøku atmo-
sferu. Og soleiðis kundi tú hildið fram. Men hví
ikki troyta møguleikarnar her liggja. Hví ikki
læra av øðrum, sum eitt nú myndugleikunum í
Bergen og Stavanger. Har vit finna fiska- og
sølutorg niðri í søguligu havnaumhvørvunum
við tess vøkru og gomlu bygningum! Hví
hugsa okkara lokalu myndugleikar ikki um
slíkt.
Hevði tað ikki verið eitt frálíkt hugskot at
skipað eitt sølutorg av onkrum slag. Har fiski-
menn, fuglaveiðumenn og fólk, sum eru komin
til býin at selja epli, gularøtur, kál og aðrar
góðar vørur høvdu eitt fast stað at fara. Hetta
kundi so verið partur av umhvørvinum rundan
um vøkru og søguligu standmyndina av
Nólsoyar Pálli.
Jú tað er bara at brúka hugflogið og tengja tað
saman við møguleikunum, ið liggja fyri føt-
urnar av okkum. Hetta er so eisini nakað, sum
hevði gagnað ferðavinnuni, sum jú eisini er ein
týðandi partur av Vágsbotni. So eitt veruligt
torg í Vágsbotni hevði kunnað nøktað mangan
góðan tørv hjá teimum, sum veiða fisk og fugl,
hjá teimum, sum dyrka jørðina og hjá øllum
øðrum, sum vilja hava frískar matvørur, og bara
hjá teimum, sum vilja hitta fólk. Slíkir tankar
fostrast eitt nú í nátatíðina, tá fólk standa í
bíðirøð fyri at keypa henda forkunnuga bita av
føroyaleiðini. So er hetta hugskotið kastað út til
onnur, sum stýra og vara av, at taka til sín. Livst
so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Torg í Vágsbotni
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Tað er ikki sørt ræðandi at
hugsað um hvussu okkara
land verður stýrt av sitandi
samgongu.
Teir og tey sum tilbiðja
"fullveldi fyri einhvønn
prís" mugu ivaleyst eftir-
hondini eisini ásanna, at
trøini ikki vaksa inn í
himmalin og hóast tey
mugu síggja í eyguni ,at
samfelagið Føroyar neyvan
verður eitt betri samfelag at
livað í undir einum full-
veldisstýri enn tað er í dag í
ríkisfelagsskapinum,
so
fara tey neyvan at viðganga
tað.
Vit eru nógv sum eru av
aðrari hugsan enn hesir
fullveldisgarpar, tíbetur.
Nú eru vit aftur í nánd av
eini nýggjari fíggjarlógar-
viðgerð, og áðrenn hendan
er komin á borðið, so hoyr-
ist allastaðni frá, at pengar
mangla, ja vit tosað ivaleyst
um fleiri 10 tals milliónir
sum eykajáttan skal til.
Henda eykajáttanin sum
skuldi leggjast fyri løgting-
ið í august er ikki komin
enn, ivaleyst tí samgongu-
menn ikki tora at síggja
tann barska veruleikan í
eyguni, at teir hava vurdera
skeivt ,heilt skeivt - enn
einaferð.
Komandi fíggjarlóg man
ikki fara at verða minni
"kreativ" enn tann verandi.
Áhugavert verður at síggja
hvussu teir ætla at kabalin
skal ganga upp hesaferð.
Føroya fólk verður hildið
fyri tað turra spott og verð-
ur drigið runt í manesjuni
sum ein annar sirkushestur
og góðtakað, sum tað sær
út, hesa enn eina stund,
men neyvan leingi.
Fyri at koma aftur til
yvirskriftina, so kom eg til
at lesa eina sera rámandi
oddagrein í seinastu Freg-
num nr. 28 við yvirskriftini
"Samgongan
esjar
í
óhumsku".
Har sigur Sjúrður Skaale
m.a. at:
• "samgongan
stútt
og
støðugt undirgrevur virð-
ingina fyri teirri politisku
skipanini"
• "samgongan esjar av ill-
grunanum um korruptión
og kriminalitet"
• "samgongan esjar av
klandri og stríði og hatsk-
um persónsálopum"
Víðari sigur hann, at tað
m.a. er hetta sum fólk eru
farin at halda er heilt
náttúrligt, og tað er bein-
leiðis skaðiligt, tí tað eru
politikararnir sum sita á
ovastu rók, sum eru fyri-
myndir. Tað er tað teir siga,
teirra hugburður og tann
atburður teir sýna, sum fólk
taka til sín. Tað seyrar víð-
ari niður gjøgnum alt sam-
felagið, rakar alt og dálkar
og ger stóran skaða..
Hetta ásannar altso ein av
spinndoktarum Tjóðveldis-
flokkins.
Tað er nakað um tað sum
her verður sagt, og er lítið
at ivast í, at sitandi sam-
gonga ger nógv meira
skaða enn gagn - og tað
vilja føroyingar koma at
merkja innan langa tíð á
egnum kroppi.
Eg vóni tó ikki at fólkið
tekur alt ov nógv til sín av
tí, sum hendan samgongan
sýnir av hugburði og at-
burði, tí fyrimyndarlig er
hon so langt frá, og verður
illa statt í hesum landið
framyvir um teirra leistur
verður fyrimyndin.
Ikki tí eg eri "Fregnir
fan" , men eg vil heita á
Dimmu og Sosialin at
endurprentað greinina, tí
tað sær út til, at sjálvt hesin
nr. 1 ella 2 spinndoktari
hevur sæð hvussu stórum
trupulleikum teir eru í
innanhýsis.
Hesin trupulleiki endar
so eisini við at verða
trupulleiki Føroya Fólks , tí
ein ikki virkandi samgonga
er verri enn ongin sam-
gonga og nógv verri enn
"sovandi andstøða " sum
vónandi kemur úr dvalan-
um sum bjørnin og byrjar at
gera um seg ongantíð ov
skjótt.
Fullveldis — fatamor-
ganaðin hevur í skjótt 7 ár
og uml. 50 mió krónur í
fullveldis-propaganda (for-
brúki av almennum pen-
ingi), verið við til at skapað
øsing, eitt medie show av
dimensiónum, væl stuðla
dagliga , av sera ókritiskum
útvarps-, sjónvarps- og
blaðmonnum/kvinnum.
Politikkurin hevur verið
ringur at fáa eyga á, - har
hevur
ongin
politikkur
verið og er heldur ikki.
Har er einans klandur, og
brigsl og lítið at skrivað
heim um — revolvara-
politikkur tá hann er bestur.
Tað er tað vit síggja dag og
dagliga.
Um hesir flokkar høvdu
rygg, og í verkið sýndu at
politikkur tað er eisini at
torað, so høvdu teir latið
føroyingar sloppið at av-
gjørt, hvørt teir vildu havt
fullveldi ella ikki, ongantíð
ov skjótt við eini fólkaat-
kvøðu.
Tað er einasta leiðin at
fáa frið í politisku skipan-
ina og tær møguligu breiðu
semjurnar,
sum
verða
neyðugar eftir eina slíka
fólkaatkvøðu.
Lat okkum fáa fólksins
vilja á borðið og so leggja
framtíðina hjá øllum før-
oyingum til rættis hareftir.
Politkkur er sum sagt
eisini at torað - vit torað !!
Torað tit í samgonguni ???
Eg ivist stórliga.
Eru Føroyar veruliga at samanbera við eina
banarepublikk við »revolvarapolitikki«?
– Ella er vón fyri framman???
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Avtøka av flutningsstuð-
ulsskipanini og í staðin
lækka flutningskostnaðin
við skipum hjá Strandfara-
skipum Landsins. Hetta
hevði verið ein munandi
betur loysn fyri vinnulívið í
útjaðaranum,
og
hevði
framt veruliga økismenn-
ing. Hetta hevur verið víst á
og úrslitið er, at fyrst Hen-
rik Old, og síðan Finnleif
Guttesen, hava lagt undir-
ritaðu undir at vilja út-
jaðaranum ilt. Hetta má
verða ein missskiljing, tí
veruleikin er júst tann
øvugti.
Beinleiðis rakstarstuðul
Flutningsstuðulin
varð
upprunaliga latin fyri at
javnstilla fiskaframleiðarar
í útjaðaranum við fiska-
framleiðarar í meginøkin-
um. Kravið um at 30% av
landaða fiskinum skal fara
um uppboðssølu, og hav-
andi í huga, at uppboðs-
sølur ikki vóru runt alt
landið, varð ynskiligt at
geva flutningsstuðul fyri at
javnstilla keyparar runt
landið. Seinni er lógin tó
broytt fleiri ferðir, og letur
skipanin nú eisini stuðul til
flutning frá landingarstaði
og -miðstøð - um selt verð-
ur umvegis uppboðssølu.
Stuðulin verður latin í
oyrum pr. kg., og er soleiðis
ein beinleiðis rakstarstudn-
ingur.
Kravið fyri at fáa flutn-
ingsstuðul er, at firðir ella
sund skilja landingarstað
og
keypara/framleiðslu-
virkið, og kunnu í dag øll
virkir, ið flyta feskan fisk
ella feskar fiskavørur um
firðir og sund, fáa stuðul úr
skipanini - uttan mun til,
um hesi eru í útjaðaranum
ella í meginøkinum. Tí er
talan um stuðul til virkir í
meginøkinum, eins væl og í
útjaðaranum.
Økismenning - ella
økistálman ?
Skipanin er kappingarav-
lagandi, tí hon letur bert
stuðul til flutning av fesk-
um fiski og feskfiskavør-
um, og javnstillar tí als ikki
kappingina
í
føroysku
fiskivinnuni. Eisini stimbr-
ar hon ikki áhugan at økja
um kappingarførið. Har-
umframt elvir skipanin til,
at framleiða ta vøru, ið
verður nevnd í lógini um
flutningsstuðul, hóast tað
kann verða, at framleiðsla
av aðrari vøru hevði givið
størri avkast til fyritøkuna,
økið og samfelagið. Tí er
við skipanini ikki talan um
økismenning
-
kanska
heldur tvørturímóti.
Stuðul, ið er kappingar-
avlagandi og tálmar virðis-
øking
Dømi
um
avlagandi
ávirkan av flutningsstuð-
ulsskipanini er, at virkir, ið
framleiða fesk fiskafløk fáa
stuðul bæði tá umræður at
flyta feska fiskin til virkið,
og tá umræður at flyta lidnu
vøruna til eina avskipingar-
havn. Hinvegin fáa eitt nú
virkir, ið framleiða frysta
fiskavøru ella saltfisk bert
stuðul at flyta fiskin til
virkið, men ikki at flyta
lidnu vøruna til avskiping-
arhavn. Hetta er ikki bert
kappingaravlagandi, men
stimbrar somuleiðis upp-
undir ikki at meirvirka
fiskin til annað enn fesk-
fiskavøru - tí so fæst minni
flutningsstuðul.
Flutningsstuðulsskipanin
er eitt dømi um, at tað
almenna ikki heldur seg til
at skapa karmar, men
blandar seg og avlagar
vinnuligu framleiðsluna.
Hetta er ein sera óheppin
partur av skipanini, í hvørt-
fall um ynskt verður at
stimbra fjøltáttan, meir-
virkan og øktari virðis-
skapan í fiskivinnuni.
Lutfalsliga stórur
umsitingarkostnaður
Flutningsstuðulsskipanin
krevur somuleiðis umsiting
hjá tí almenna, eins væl og
hjá hvørji einstakari fyri-
tøku, ið søkir um henda
stuðul. Í 2000 varð latin um
3,4 mió. kr. í flutnings-
stuðli, og í 2003 er henda
upphædd skerd til 2,5 mió.
kr. - men afturat hesum
kemur kostnaðurin av um-
siting runt landið. Umsit-
ing, ið óivað er stór sæð í
mun til veittu stuðulsupp-
hæddina.
Stuðul helst minkað
flutningsmøguleikar hjá
útjaðaranum
Ein av harmiligu avleiðing-
unum av flutningsstuðlin-
um er, at skipafeløgini nú
hava minni orsøk til at av-
skipa í útjaðaranum. Í sam-
band við viðgerðina av
lógini um flutningsstuðul í
vinnunevndini í 1998 og
1999 gjørdu skipafeløgini -
Eimskip og Skipafelagið
Føroyar - eisini vart við, at
lógin varð kappingaravlag-
andi og kundi elva til at
skipafeløg í størri mun fóru
at leggja seg eftir at avskipa
frá havnum í meginøkinum
- sí álit í tingmáli nr.
51/1998.
Peningaligi fyrimunurin
hjá virkjum at fáa avskipað
vøru úr útjaðaranum í mun
til at flyta vøruna til megin-
økið og avskipa hesa har,
datt stórtsæð burtur tá
flutningsstuðulsskipanin
kom. Tí tá fekst almennur
stuðul at flyta fiskavørur
eitt nú við Smyrli til Havn-
ar, fyri síðan at verða av-
skipað og flutt til útlandið.
Skipafeløgini spara somu-
leiðis tíð og pening við at
avskipa úr fáum havnum í
meginøkinum, heldur enn
eisini at leggja at í eitt nú
Suðuroynni.
Heldur enn at skipafeløg
rinda prísin fyri at avskipa í
útjaðaranum kemur lands-
kassin tí nú at rinda - um-
vegis flutningsstuðulsskip-
anina.
Flutningsstuðuls-
skipanin kann tí somuleiðis
síggjast sum ein óbeinleiðis
stuðul til Strandfaraskip
Landsins og innanlands
flutningsfeløg,
ið
hava
fingið meira virksemi.
Nevnast kann, at Skipa-
felagið Føroyar gavst at
avskipa í Suðuroynni eftir
at flutningsstuðulsskipanin
kom at virka. Nógv bendir
tí á, at hetta hevur samband
við at flutningsstuðulsskip-
anin varð sett á stovn. Fyri
tær fyritøkur, ið ikki fáa
flutningsstuðul, tí tær ikki
framleiða júst tað, ið er fest
á blað í flutningsstuðuls-
slógini, er hetta ein eyð-
sæddur vansi.
Avtaka flutningsstuðul -
heldur bíligari
flutningskostnað
Øll hava vit áhuga í, at
fiskivinnan og allar aðrar
vinnugreinir skulu hava
góðar umstøður runt alt
landið. Hesum hevur ikki
minst Tjóðveldisflokkurin
virkað fyri. Men henda
økismenning skal sjálvsagt
ikki gerast við avlagandi
beinleiðis
almennum
studningi. Tað almenna
skal hinvegin skapa góðar
karmar eitt nú tá umræður
gjøgnumskygt og javnbjóð-
is lógargrundarlag, væl-
ferðartænastur, útbúgving
og gransking v.m. - karmar,
ið birta uppundir menning
og betur kappingarføri.
Eisini er leikluturin hjá tí
almenna at veita góðar og
javnbjóðis samskiftis- og
samferðslumøguleikar. Og
flutningsstuðulsskipanin er
ikki loysnin í hesum sam-
bandi.
Heldur enn at lata útvald-
ari framleiðslu innan ávísa
vinnugrein flutningsstuðul,
átti alt vinnulívið í útjaðar-
anum at fingið betri karmar
umvegis bíligari flutnings-
kostnað við skipum hjá
Strandfaraskipum
Land-
sins. Hetta hevði framt
veruliga økismenning, og
hevði betrað og javnstillað
kappingartreytirnar
hjá
vinnulívinum í útjaðaran-
um.
Samanumtikið má tíverri
sigast, at flutningsstuðuls-
skipanin, ið varð ætlað at
verða ein tænasta til útjað-
aran - í veruleikanum er
endað sum ein bjarna-
tænasta. Tí skal tað verða
mín vón, at tað fer at eydn-
ast at gera broytingar til
frama fyri veruligari økis-
menning.
Hergeir Nielsen
Undirsjóvartunnilin kom
undan kavi fyri næstan
einum ári síðan, og
Strandfaraskip Landsins
hava nú vorpið fyrstu
broytingarnar til nýggju
ferðaætlanina hjá sær
sjálvum.
"Flogferðaætlanin við
betri tænastu" kallast
nýggja ætlanin, har dent-
ur ma. verður lagdur á, at
bussurin av Farstøðini kl.
9.15 røkkur flogfarinum
hjá Atlantsflog kl. 11.
Hvønn morgun stendur
nú bussførarin og hyggur
eftir, meðan Smyril legg-
ur rampuna niður, og við
"hesi betri tænastuni"
hevur hann fingið skriv-
lig boð um at stinga av,
meðan ferðafólk koma
knossandi í land.
Vit eru í ferðamanna-
landinum Føroyar, og
lagt
til
rættis
hava
Strandfaraskip Landsins.
Tey, ið hildu, at vit nú
høvdu fingið eitt upplagt
samband um Suðuroyar-
fjørð, í bussin, undir
sundið, og vestur á vøll-
in, hava ikki skilt ein
pinn av tí heila.
Undirsjóvartunnilin og
tjóðarflogfelagið kunnu
ikki knýtast í tað størsta
ferðamannaskipið,
vit
eiga.
Órógvið okkum ikki
okkara sirklar, suðringar
nýtast ikki Atlantsflog;
flúgvið við Mærsk; -
hoyra vit, teir siga.
Almenni
monopol-
stovnurin,
sum
røkir
flutning á sjógvi og
landi, hevur tíverri ikki
neyðuga førleikan fyri at
fáa høvuðssambondini at
hanga saman.
Á Jóansøku var tænast-
an undir lágmarkið, á
Ólavsøku varð hon lækk-
að við einari helvt, og til
tann seinasta altjóða fót-
bóltslandsdystin segði
SL, at suðringar máttu
keypa sær atgongumerk-
ini fyrst, áðrenn SL tók
støðu til, um teir skuldu
sluppu heimaftur ella
ikki.
Nú er so eitt skrivligt
skjal komið, sum sigur,
at úti við 10% av føroy-
ingum verða forðaðir í at
røkka sínum egna tjóðar-
flogfelagið.
"Flogferðaætlanin við
betri tænastu" sigur ikki
eitt orð um tey ferðandi
við Smyrli. Klára tey tað,
so er alt í lagið, men er
bussurin farin, ja, so er
hann bara farin.
Saman við framstigum
fyri hundraðtals mió. kr. í
einum nýggjum undir-
sjóvartunli, fáa vit suðr-
ingar soleiðis beinleiðis
afturstig í tænastuni.
Her er eingin vón fyri
stavn, og tíðin er komin
til at taka umsitinga av
Smyrli úr hondunum á
teimum, ið einans hava
ampa av henni.
Umsitingin av Smyrli
skal liggja, har hon eigur
at liggja, og tað er í Suð-
uroynni,
har
nýggi
Smyril eisini fær heim-
stað sín.
Tíðin er komin, har
tann ferðandi skal vita, at
hann røkkur flogfarinum,
tá ið hann keypir ferða-
seðilin. Vit hava ikki ráð
til at lumpa hvønn annan
longur og als ikki fremm-
andamannin.
Fleiri einfaldir møgu-
leikar eru, ið kunnu bøta
munandi um tænastuna,
• meiri ferð á Smyril,
• serligur flutningur frá
Smyrli til flogfarið,
• fráboðanarskipan um-
borð,
• bussurin kann støðga
á,
• check inn á vøllinum
kann styrkjast,
• flogfarið kann støðga
á.
Helst er ein long røð av
øðrum møguleikum eis-
ini, men tíverri eingin
vilji til nakað sum helst.
Á Kyndilsmessu í fjør
góvu vit landsstýris-
manninum eitt Kolumb-
usegg at arbeiða víðari
við. Serfrøði hansara á
tunnilsøkinum
varð
skúgvað til viks við
uppskoti okkara um ein
skjótari, betri og bíligari
tunli millum Øravík og
Hov. Hesin tunnil er nú á
veg.
Næsta uppskot okkara
verður so aftur at skúgva
almenna serfrøði til viks,
og flyta umsitingina av
Smyrli til Suðuroyar. Tá
fáa vit eina skjótari, betri
og brúkiligari tænastu
fyri somu pengar.
Landsstýrismaðurin
kann tá frameftir vísa
allari ónøgd av hesum
slag frá suðuroyingum
frá sær hagar, hon hoyrir
heima. Til Suðuroyar.
VIÐMERKINGAR
Flutningsstuðulsskipanin - ein bjarnatænasta
Smyril nærri
brúkaranum
TÍÐINDASKRIV
Tvær konsertir verða í
Eysturskúlanum í hesum
sambandi.
Virksemi í musikkskúl-
anum hevur hetta skúlaárið
verið í gongd í ein mánaða,
og orkesturstevna er longu
á skránni.
Næmingar ið leika á
orkesturljóðføri venja allan
leygardagin 27. september.
Konsert
verður
leygar-
kvøldið kl 19 við strúki-
orkestrum, messingkvin-
tett, blásarum og blokk-
floytum við klaverfylg-
ispæli.
Sunnudagin 28. septemb-
er kl 15:30 verður aftur
konsert, og tá framføra átta
onnur blásaraorkestur tað,
ið tey hava vant dagin fyri.
Summir av hesum bólk-
um eru virknir alt árið, men
á stevnuni sleppa næmingar
úr øllum landinum at vera
við í hópinum.
Stevnan er løgd at vera so
tíðliga í skúlaárinum so at
ungu tónleikararnir kunnu
koma í góða venjingarstøðu
beinanvegin.
Einir 200 musikkskúla-
næmingar vera við hesa-
ferð.
Tað er ókeypis atgongd
til konsertirnar í Eystur-
skúlanum.
Musikkskúlastevna verður í Havn í vikuskiftinum
C
M
Y
K
11
10