Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 1996síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 17. SEPTEMBER 1996 Kelda í útlandinum við Sosialin: Hava funnið olju í Lopra Tað er funnin olja undir boringini í Lopra. Hetta vil ein kelda í útlandinum, sum Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við, vera við. Viðkomandi persónur, sum sigur seg arbeiða í oljubransjuni og sum á ein ella annan hátt hevur tilknýti til eitt av teimum 19 oljufelógunum, sum rinda fyri boringina í Lopra, sigur seg hava frætt hetta frá fólki, sum standa einum av oljufelógunum nær. Arne Rosenkrans Larsen frá Dopas, sum stendur fyri verkætlanini í Lopra vil hvorki váttað ella avsanna hesi tíðindi. Martin Heinesen frá Oljufyrisitingini hevur onga viðmerking, meðan Terje Hagevang frá oljufelagnum Saga heldur tað vera lítið sannlíkt, at teir hava rakt við olju Jan MÚLLER Tað er torført fyri ikki at siga Omøguligt at fáa nakað at vita, um urslitid av bor- ingini í Lopra. Hetta kemur so heldur ikki heilt óvænt- að, tí ein treyt frá oljufel- øgunum, sum gjalda fyri boringina, er, at eingir upp- lýsingar skulu út alment Men tá so nógv sum 19 oljufeløg eru vid og tå hugsað verður um, hvussu lítið samfelagið er, er tað helst ómeguligt at halda aftur øllum upplýsingum. Vandin er so eisini at skilja millum gitingar, sum einki grundarlag eru undir og so leysatíðindi, sum koma frá álítandi keldum. Mánamorgun ringdi ein kelda úr útlandinum til blaðið og segði, at olja varð funnin í Lopra. Viðkomandi vil ikki siga, hver hann er, soleiðis at hetta kann spor- ast aftur til eitt av teimum 19 oljufeløgunum, sum eru við Men hann vil vera við, at teir undir boringini í Lopra eru komnir niður á olju. Dopas onga Arne Rosenkrans-Larsen frá Dopas vil onga viðmerk- ing gera ul hetta. Uppá fyri- spurning um hann kann vátta ella avsanna tað sigur hann, at hann hevur onga viðmerking Hann leggur annars dent á, at talan er ikki um eina oljuboring men eina boring, sum snýr seg um at savna inn jarOfrødiligt tilfari -Men sjálvandi er tað ein evarska lítil møguleiki fyri at finna vit gass ella olja. Og ti verður eisini tíkið hædd fyri hesum í sambandi við tryginda á arbeiðspláss inum. Men eg vil aftur vísa á, at við tí vitan vit hava, so er bert 10% av teimum boringum, sum verða gjørd- ar eftir olju og gassi, geva úrslit, so i útgangstóðinum er møguleikin sera lítið Hann leggur tó aftrat, at verður nakað funnið ella einki, so fáa blødini ikki hesar upplýsingar. Hann vísir á, at tað sjálvandi er møguleiki fyri, at okkurt lekur út, men tað kunnu eis ini verða nógvar gitingar, sum einki hava við veru- leikan at gera Arne Rosenkrans sigur, at ongar ætlanir eru um at hava holið standandi opið eftir boringina. Tá teir eru lidnir verður holið latið aftur. Um so føroyskir olju- myndugleikar, um eitt stórt oljufund verður gjørt, hava hug til at varðveita holið er sjávandi upp til teirra. -Tað hevði sjálvandi verið spennandi at funnið olju í hesi boring. Men hendir tað, so er tað upp til føroyskar mynguleikar at handfara eitt slikt fund og hvussu teir vilja lata lisensir til at troyta eitt slikt fund. Nógvar tekniskar trupulleikar Teir hava annars havt ávísar trupulleikar á boripláss- inum. Í farnu viku fór ein svøvil í sjálvum boritorni- num, og var neyðugt at fáa ein nýggjan úr Skotlandi. Ætlanin var at fáa hann við flogfari, men hann vigaði ov nógv, heili 3 tons. Tí varð hann fingin umborð á Smyril, sum skuldi koma á Vág í gjár við honum. Tað hevur annars gingið væl við boringini í sein- astuni, hóast tað hava verið fleiri óhapp, sum hava havt seinkingar við sær Eftir tí sum tað hevur eydnast Sosialinum at fáa upplýst, so eru higartil boraðir umleið 1000 metrar Frammanundan var holið góðar 2000 metrar djúpt, sostatt kann roknast við, at tað resta knappir 500 metrar í at røkka málinum, nevni- liga at bora niður á 3500 metrar Vit spurdu Arne Rosen krans, um tað at teløgini hava gingið við til at seta góðar 7 mill. kr. meira í projektið, kann hava nakað við tað at gera, at teir hava rakt við olju! Hann sigur, at tað sjálv andi kunnu vera fleiri or- søkin til hetta, og einum stendur so frítt í at gita, at tað var ein orsøkin. Ein víðkan av projektinum úr 28 til 35 mill. kr. vísir ann- ars, at áhugin fyri verk- ætlanini framvegis er til steðar -Høvdu feløgini mett at tað var ikki vert at fara víðari, so høvdu tey heldur ikki sett fleiri pengar í. -Tit eru sostatt ikki komn- ir niður á sjálvt grund- fjallið? -Tað ljóðar sum eitt skila- gott git. Tað hevði ikki verið serliga stórur áhugi fyri at borað fleiri hundrað metrar niður gjøgnum grundfjall. Tá boringin er liðug verð- ur farið undir at gera seis- miskar kanningar í sam- bandi við holið. Tá og um teir eru komnir gjøgnum basaltið verður tað so møguligt at fáa nógv neyv- ari kanningarúrslit frá seis- mikkinum. Um komið er gjøgnum basaltið, sum mangt tykist benda á, so verður tað fyrstu ferð, at seismiskar kanningar verða gjørdar undir føroyska ba- saltinum. Tað er úrslitið av hesum kanningum, sum fel- øgini eru so spent um Oljufyrisiting onga viðmerking Vit hava spurt leiðaran á Oljufyristingini — Martin Heinesen, hvørja vidmerk- ing hann hevur til leysa- tíðindini um, at teir hava rakt við olju í Lopra Hann sigur, at Oljufyri- sitingin hevur einki við hetta projektið at gera sum so. Tað er í høndunum á Dopas og teimum 19 olju feløgunum Hann sigur seg annars onga viðmerking hava Boringin varð aftur stegð að í síðstu viku orsakað ar tekniskum breki. Hetta er helst 4. ella 5. ferð. at teir hava verið noyddir at steðgað boringini orsakað av tekniskum breki. Mynd jan Neyvan olja Men hvat síga so oljufeløgini til tíðindini um at rakt skal vera við olju í Lopra! Vit hava spurt kanningarleidaran hjå norska oljufelagnum Saga, Terje Hagevang. Hann sigur seg einki kenna til, at olja skal vera funnin undir boringini -Nú fylgja eg ikki við hvønn dag í smálutum, hvat hendir í Lopra, men eg haldi eg tort at siga, at varð komið niður á olju, so hevði eg helst fingið tað at vita. Hann heldur eisini, at møguleikin fyri at koma á olju har er ómetaliga lítil -Tað kann so í besta fall verða talan um spor eftir hydrokarbonum, men tað vildi so heldur ikki verið so logið, tí longu frá boringini í 1981 hava menn vita um spor eftir olju og gassi. Terje Hagevang sígur annars, at flest allir upplýsingar teir fáa úr holi- num eru av stórum virði fyri oljufeløgini. Sjálvt eitt negativt úrslit nýtist ikki at »fordøma” føroyska land- grunnin Síggnum basalt að er torført at fáa nakað meira neyvt at vita um úrslitið av boringini, men Sosialurin skilur, at teir eru komnir gjøgnum basalt og í onnur bleytari løg, eitt nú sandstein og sediment av vulkanskum uppruna. Vit skilja tað so, at hesi sediment innihalda vanliga ikki góð reservoir fyri olju. Slík finnast so eisini í Norð- sjónum. Men tað er framvegis møguleiki fyri at koma nið- ur aftur á basalt tess longur niður teir bora. Spurningurin um grund- fjallið tykist ikki at vera nakar trupulleiki enn, tí einki bendir á, at har er granit ella onnur gråtsløg, sum sjålvt grundfjallid er gjørt av. Tað, sum menn hava verið bangnir fyri var nettup at koma niður á grundfjall stutt eftir basaltið. Um so var, so vóru møguleikarnir fyri olju og gassi eingir ella væl minni Sum heild skilur Sosial urin, at oljufeløg eru nøgd við úrslitið higartil. Tey hava í hvussu er fingið nógvar positivar upplýs- ingar í mun til tað tey vistu tá boringin byrjaði EN Hø 5Ø Á ALT TIL STAÐ! IX Handilin er nú stúgvandi fullur av + NÝGGJUM VORUM + so sum: KJÓLA-, BUKSU-, BLUSU- og JAKKATOV til bæði vaksin & børn. EISINI ... } 100% SILKITOY til BRUÐARKJÓLAR hvítt 8 off-white ” PATCHWORK-tilfar . nógv sløg og litir, . ið »matcha« saman OO OR OKI FØROYA STØRSTA URVAL av knappum, snarlåsum, trådi - ja øllum til seymingina HYGGIÐ HER! Vit hava uml. 80 góðar toyboltar, sum vit selja fyri 1/2 PRIS og minni. Kom inn og síggj og ger kvettið. P/F MARJUN HEIMÁ C. Pløyensgøta 4 100 Tórshavn Tlf. 12531 | 3 A