Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 17. SEPTEMBER 1996 dømdur av føroy- — dømdur av dana... flokkurin og Sambands- flokkurin komu framat Fólkaflokkurin stillaði fyrstu ferð upp til løgtings- valið 1940. Tá vóru menn, við Jóannes Patursson á odda, farnir úr Sjálvstýris- flokkinum og saman við teimum, sum stóðu aftan fyri Vinnuflokkin, sum kom á ting í 1936 stovnadu teir nú Fólkaflokkin. Flokkurin fekk seks mans valdar hes- aferð. Men við valið í 1943 fekk flokkurin heilar 12 mans valdar. Tá var ting mannatalið 25 Í 1945 var aftur val. Tá gjørdist samlaða ungmann atalið 23, harav Fólkaflokk urin fekk 11, Sambands- flokkurin seks og Javnad- arflokkurin seks. Við valið sum var skrivað út eftir folkaatkvøduna misti Fólk- aflokkurin 3 mans, og sam- ríkisflokkarnir fingu nú stórri meiriluta, enn teir høvdu framman undan Um hetta mundið taka nøkur fólk seg úr Fólka flokkinum, og tey stovna 22. mai 1948 Tjóðveldis flokkin. Høvudsendamål floksins er, at Føroyar skulu gerast eitt sjålvstødugt ríki Tjóðveldisflokkurin varð eisini umboðaður í tingi Heini O. Heinesen: num, sum varð valt i 1950 Fyrstu umboð floksins vóru Hanus við Høgadalså, sum var valdur í Suðurstreym- oyar valdømi og D. P. Dan- ielsen, sum var valdur i Vága valdømi Við valið í 1954 fekk flokkurin seks tingmenn valdar. Flokkurin hevur havt nøkulunda hesa um- boðan flestu árini, men tey seinnu árini hevur flokkurin mist nakað av undirtøkuni Við valið 1990 fekk flokk- urin bert fýra mans valdar og sama gjørdist úrslitið í 1994 Erlendur Patursson, ið var sonur Jóannes Patursson, var formaður Tjóðveldis- floksins tey nógvu árini Tað kann heldur ikki dylj ast, at Erlendur var ímyndin av Tjóðveldisflokkinum Hann var fyrstu ferð valdur á ting fyri Sandoyar val dømi í 1954. Við valið 1966 fall hann, men við valið 1970 stillaði hann upp í Havn og gjørdist toppskor- ari - hann fekk um 820 at kvødur. Erlendur Paturson andadist i 1986 Teir såa mistreysti í fólkið... EIRIKUR LINDENSKOV MYNDIR: ÅLVUR HARALDSEN Heini O. Heinesen er tingmaður, og hann er eisini formaður í tingbólki Tjóð veldisfloksins. Heini O Heinesen er valdur í Norð- oya valdømi og hevur sitið á tingið síðani 1984 Í réðu síni á Vaglinum leygardagin vísti hann fyrst á tað, sum fór fram í 1946 At hetta var fyrstu ferð at Føroya fólk slapp at taka stóðu til sjórnarspurningar men at:úrslitið kortini ikki var virt Tað sum verri var, var at teir sum skuldu eitast av vera loysingarmenn á Før oya legtingi stungu halan millum beinini og rýmdu av tingi Har møtti bert ein ting maður, Jákup í Jákupsstovu Fólkaflokkurin saman við Jákupsstovumanninum hevði meiriluta á Ungi Fólkaflokkurin ræddist hóttanirnar frá dønurm Tá vit hátíarhalda og minnast henda merkisdag í frælsisstríði føroyinga, er tað tí vit vóna at blåsa lív aftur í tann kølnandi eim sum logaði bjartur fyri júst 50 árum síðani. Vit vilja við hesum gera enn eina heil hjaraða roynd at vekja før oyingar ur ti løgn og mót falli, sum herjar tjóðina Heini O. Heinesen heldur, at hóast tað í dag sær svart út, so er tað júst í truplum tíðum, at:so týðandi avgerð ir verða uknar Alt talar fyri, at olja finst í undirgrundini í stórum nøgdum. Um vit taka Het land sum dómi, so er her talan um, at:útvinnast kann fyri einar 800 til 1000 mill tardir. Avkastið til lands kassan av hesum verður umleið 25%. Tað vil siga 250 milliardir. Tað sama sum inntekur landskassans í 100 ár Heini O. Heinesen vísti eisini á, at tað er prógvað, at fiskast kunnu 100.000 tons av botnfiski um árið á Føroyagrunninum. Heraft urat koma so uppisjóar fiskasløgini, sild, makrelur, svartkjaftur 0.0 - Vit hava harafturat møg uleikar at framleida vørur og tænastur á sama hátt sum aðrar tjóðir. Tað skuldi tí ikki verið nakað í vetgin við ti fíggjarliga um rætt verður skipað fyri. Men so leingi vit ganga og billa okkum inn, at vit liva av danskari vælvild og náði, er ikki bót á borði. Tí hetta er einki minni enn ein lívslygn Men tað skal hugflog til at stýra einum landi. Um teir, sum mynda tann polit iska leikpallin ongar hug sjónir hav, endar alt í armóð - Av réttum átti tað at ver ið so, at allir føroyskir pol itikkarar og flokkar teirra stóðu saman um frælsishug- sjónina, men so er ikki Tann kaldi veruleikin er nakað heilt annað. Tí mugu vit spyrja: Hvussu kann hetta bera til? Hví hava vit allar hesar hugsjónarloys ingarnar í føroyskum poli tikki. Hví hava teir undir tóku í Førøyska fólkinum? Tað sær út til, at enda- málið hjá hesum deyða- dómsprætikantunum, bæði í Føroyum og Danmark, er at niðurbinda føroysku tjóð ina við at såa mistreystið í fólkið, segði Heini O. Hein esen m. á ALT SKAL ÚT!!! Vit hava nakrar brúktar bílar eftir fyri avheintingarpris BILFRÍÐKAN Velbastaðvegur TIf. 17300 Tveir fittir smádreingir framman fyri Rasmus Effersøe sum í sínum ungu dógum tosaði nógv um einar frælsar Føroyar. Sum eldri hálsaði hann kortini um, og styr sambandsflokkin. Rasmus Effersøe yrkti eisini um hesi viðurskifti. Ahugaverd er yrkingin >Fast stóð í fonn um...<, har hann yrkir um Jóannes Paturson, og nevnir at vedrin, id villleiðir fjøldina 3 Y tl