Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 183 - 27. september 2003 Nr. 183 - 27. september 2003 25 Teldufrøðingur til Fiskimálaráðið Í Fiskimálaráðnum verður starvið sum teldufrøðingur hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum uppgávum. Arbeiðið fevnir millum annað um Design, konfiguratión, uppsetan og ráðgeving í datasamskiftisloysnum hjá Fiskimálaráðnum. Harumframt fevnir arbeiðið um at samskipa eitt felags edv- stev fyri Fiskimálaráðið, og at ráðgeva í tvørgangandi málum á Fiskimálaráð- num og til landsstýrismannin. Tú ert ein strategiskur persónur, ið er vanur at taka avgerðir á hesum støði.Tú kemur at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi, og kemur eisini at hava beinleiðis samskifti við uttanhýsis edv-veitarar. Førleikakrøv Tú hevur eina viðkomandi útbúgving so sum datalog, datamatikari, DØK, dataverkfrøðingur ella líknandi. Royndir innan økið, og kunnleiki í design, konfiguratión, uppsetan og ráðgeving í datasamskiftisloysnum er ein fyrimunur.Talan er um eitt tvørfakligt umhvørvi,og tí er tað týdningarmikið,at viðkomandi er fleksibul,tekur initiativ, er samstarvsfúsur og arbeiðir sjálvstøðugt. Setanartreytir: Løn- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmannsskrivstovuna.Tænastustaðurin er í løtuni Aðalskrivstovan. Tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2003 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálaráðið á tlf. 353030 og tosa við Jørmann Petersen, deildarleiðara. FISKIMÁLARÁÐIÐ AÐALSKRIVSTOVAN Starvslýsing Søkt verður eftir heilsuassistenti til fast starv at byrja 1.desember 2003.Setunarbrøk 0,59.Starvið umfatar dag-, kvøld- og náttarvaktir. Løn sambært Fíggjarmálaráðnum og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til leiðaran á tlf. 456775. Umsókn við avriti av prógvi og góðkenning skal sendast til: Norðoya Ellis- og Vistarheim Garðavegur 10 FO-700 Klaksvík Att. Leiðarin Umsóknarfreist: 13. oktober. Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Børkuvegur 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er: mánadag-hósdag frá kl. 9-16 fríggjadag frá kl. 9-12 Kliniskur tannteknikari Bergur á Reynatrøð -tað loysir seg veitst tú ikki tað? C M Y K 25 24