leygardagur 27. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 183 - 27. september 2003
VB-TB 0-1 (0-0):
Aldursforsetin hongur í
Møguleiki røkist nú
fyri, at talan verður
um lokaluppgerð
millum TB og VB, tá
seinasti spurningurin
um upp- og niður-
flyting skal svarast
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TB er enn felagið, sum hev-
ur bestu kortini á hondini,
tá tosað verður um møgu-
leikan at fylgja ÍF upp í
bestu deildina.
Hóskvøldið
spældu
tvøramenn útsetta dystin
móti VB í Vági, og her
eydnaðist teimum at fáa øll
stigini norður aftur við sær.
Sum skilst, so var nakað
av vindi, og órógvaði hetta
spælið hampuliga nógv, so-
leiðis at talan sjáldan var
um nakað væl skipað fót-
bóltsspæl, men tað vóru tó
gestirnir, sum høvdu munin
fyri tað mesta.
Leingi var tó líkt til, at
talan skuldi gerast um mál-
leysa uppgerð, men eitt
lítið korter fyri leiklok
eydnaðist tó einum fyrrver-
andi VB-leikara at skjóta
avgerandi málið. TB spældi
seg ígjøgnum í vinstru síðu,
og tá sent varð innfyri var
Olivur Abrahamsen ísa-
kaldur og við innaru-síðuni
beindi hann bóltin í málið,
og so var stór frøi á TB-
leikarum og – -viðhalds-
fólkum.
Við sigrinum er TB nú
aftur á næst ovasta plássin-
um í deildini, og tí kunnu
teir framvegis gera av sjálv-
ir, hvussu lagnan skal
verða. Einasta liðið, sum
hevur møguleika at taka
teir aftur, er Sumba, men
hvussu stórur hesin møgu-
leikin er, er í løtuni nakað
óvist. Fyrst og fremst tí
dómsnevndin
enn
ikki
hevur gjørt av, hvussu verð-
ur við teimum trimum stig-
unum, sum Sumba á skriv-
araborðinum hevur vunnið
frá AB, og hartil tykist
eftirverandi dystarskráin
hjá sumbingum nakað tor-
førari enn hjá TB. Ikki
minst tá Sumba í seinasta
umfarinum skal á vitjan í
Fuglafirði.
TB skal í teimum báðum
seinastu dystunum splæa
móti KÍ og B71, og so er
spurningurin, hvussu talvan
sær út, sá seinasta umfarið
er leikt. Ein møguleiki er í
øllum førum, at TB skal
takast við besta liðið hjá
VB í dystum um upp- og
niðurflyting, og um tað
verður støðan, so er einki at
ivast í, at tað er ein upp-
gerð, sum fer at hava alstór-
an ans kring alla oynna.
TB vann útsetta dystin í
aðru deild móti VB, og er nú
aftur á næst ovasta sessinum
í aðru deild
Mynd: Áki Bertholdsen
Vinnur Skála ikki
botnuppgerðina
sunnudagin er
sessurin í deildini
fokin
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast Skála at kalla alt árið
hevur átt botnsessin í fyrstu
deild hjá monnum, og hóast
teir fyri tað mesta hava
verið roknaðir sum upp-
lagdir dumpikandidatar, so
er enn vón fyri, at liðið
eisini komandi árið skal
royna seg millum tey bestu.
Kravið í so máta er tó
greitt. Tvær ferðir trý skulu
á kontina í teimum báðum
seinastu
umførunum.
Hvørki meira ella minni.
Sunnudagin vitjar Skála í
Miðvági, har FS Vágar
seinasta vikuskiftið fekk
fyrsta heimasigurin á árin-
um til høldar, og einki er at
ivast í, at heimaliðið her
ætlar sær eina endurtøku.
Ikki minst tí ein sigur í
dystinum bæði kann gera
av við beinleiðis niður-
flytingarvandan, og – ikki
minst – tí liðið tá møguliga
kann lyfta upp um VB.
Tað er eingin loyna, at
breiddin í hópinum hjá FS
Vágum hevur verið til
próvtøku síðani summar-
steðgin, og tó at tað enn eru
fleiri, sum eru burtur frá, so
er kanska so spakuliga
farið at líkjast aftur hjá
teimum. Hvørki Kim Poul-
sen ella Bjarni Prior kann
tó roknast við restina av
árinum, men hinvegin hava
onkrir »nýggir« mans tó
verið til venjingar hesa vik-
una. Silva hevur drigist við
skaða og noyddist av vøll-
inum móti KÍ fyri viku
síðani, men hann er so
spakuliga farin at venja
aftur. Tað er Jóhannis Joen-
sen eisini, eftir at hann
hevur verið úti í ein mánað.
Og so hevur Eyðfinn
Fjallsbak eisini verið at sæð
á vøllinum fyri fyrstu ferð
síðani hann skeyt tvey av
málunum, tá FS Vágar í
triðja umfari vann 3-2 suð-
uri í Vági. Spurningurin er
so, hvørt venjingarstøðan
hjá hesum leikarunum er
nóg góð eftir drúgvu steðg-
irnar, men onkur broyting
má so gerast, nú Elfinn
Ørvarodd er leikbannaður.
Alt at vinna
Hjá Skála eru eingi leik-
bann at dragast við hesa-
ferð, men hóskvøldið var tó
ivasamt, um allir leikarar-
nir fóru at verða tøkir. Bogi
Gregersen
og
Jonhard
Frederiksberg hava báðir
drigist við skaðar, men
roknað verður tó við, at teir
eru tøkir. Hinvegin var
heldur meira ivasamt við
Sveini Justinussen, sum
meiddi seg í hondbóltsdysti
og Paula Hansen, sum
hevur havt nakað av krími.
Tað er tó einki at ivast í,
at um hesir bara eru so
nøkunlunda klárir, so verða
teir við. Støðan er jú tann,
at Skála einki hevur at
missa, og við seinasta dyst-
inum á heimavølli móti
EB/Streymi, ið einki hevur
at spæla fyri, so er kanska
ikki heilt ógjørligt hjá
liðnum at endurtaka bragd-
ið frá í fjør, tá teir vunnu
tríggjar teir seinastu lands-
kappingardystirnar og har-
við lyftu seg upp um strik-
una. Fyri fyrst mugu teir tó
hugsa um dystin nú sunnu-
dagin, og so fæst at vita,
hvørt
dysturin
annan
sunnudag kann brúkast til
nakað sum helst.
Um alt ikki skal
standa og rilla í
seinasta dystinum,
skal VB hava stig við
sær av Eiði sunnu-
dagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað
stendur
nógv
á
vágbingum fyri tíðina.
Flaggskipið í fótbólti –
besta mansliðið - sum
vann gull fyri bara trim-
um árum síðani er av álv-
ara komin í svarta økið,
og nú skulu menn av álv-
ara taka sær um reiggj,
um talan ikki skal gerast
um upp- og niðurflyting-
arstríð við annan av
grannunum.
Sunnudagin fer VB á
vitjan á Eiði, har heima-
liðið í ár hevur staðið seg
framúr væl. Einasta liðið,
sum hevur fingið alt við
sær av Eiði í ár, er KÍ,
men skal VB ikki dettu
niður um strikuna undan
seinasta umfarinum, so
kann gerast neyðugt at fáa
trý stig sunnudagin.
Sum skilst, so eru
eingir skaðar, sum hótta
nakað av liðunum, men
fyri VB kann tað kanska
koma væl við, at EB/-
Streymur longu nú hevur
tryggjað sær tilveruna í
deildini. Partvíst tí leik-
ararnir hjá EB/Streymi nú
bert hava æruna at stríðast
fyri, og partvíst tí tað ikki
kann útilokast, at Piotr
Krakowski, í tann mun
tað er gjørligt, letur leik-
arar ferðast niður til triðju
deild, har EB/Streymur
stríðist fyri uppflytingar-
møguleikanum.
Hvussu er og ikki, so er
einki at ivast í, at VB fer
at stríðast av øllum alvi,
og so er spurningurin,
hvørt tað er nóg mikið til
at mana niðurflytingar-
spøkilsið burtur.
EB/Streymur-VB:
Kroystir
vágbingar
FS Vágar-Skála:
Nú má røkka ella støkka
C
M
Y
K
22
Nr. 183 - 27. september 2003
23
Fiskivinnuroyndir 2004
– Lýsing eftir umsóknum
Hvat er fiskivinnuroyndir?
Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar undir gransk-
ing og menning innan fiskivinnuna.
Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at umsóknir til verkætlanir innan fylgjandi øki
hava fyrimun:
• Fiskiskapur við ábyrgd
• Gagnnýtsla av øllum
• Sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans
• Virðisøking av upsatilfeinginum
• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
• Heilsa,Trygd og Umhvørvi
Hvør kann søkja?
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiski-
vinnuroyndum.
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í
samband við samskiparan um hetta.
Umsóknir skulu verða Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.
november kl 16.00. Sí adressu niðanfyri.
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð og vegleiðing fæst frá á heimasíðuni hjá
Fiskimálaráðnum www.fisk.fo.Og Vinnuhúsinum www.industry.fo.Áhugaði eru
eisini vælkomin at venda sær til Ásmund Guðjónsson, samskipara, við møgu-
ligum spurningum og øðrum.
Ásmundur Guðjónsson, samskipari
tel:
353030
Fiskimálaráðið
fartel. 228001
Yviri við Strond 17-19
faks: 353035
Postboks 347
t-postur: asmundurg@fisk.fo
110 Tórshavn
Hey gentur og dreingir!
Fimleikafelagið Ljósið
Komið og havið tað kuuuul saman,
meðan vit læra at dansa
við íblástri frá
MTV.
Vit byrja mikudagin 1. oktober
kl. 17.00-18.00 í Nonnuskúlanum.
Ring til
Hip Hop og Funk
Súsonnu á tel 315467/
265058 og melda til.
Fimleikaárið 2003/04
team85
Tvøroyrar kvøldskúli
veturin 2003/2004
Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli bjóðar í vetur
hesi skeið fram:
Frítíðarundirvísing
Lærugrein
Tilmelding hjá
tlf.
_______________________________________________________________________
Hondarbeiði
Judith Holm
371168
_______________________________________________________________________
Seyming
Anna Mortensen
372810
_______________________________________________________________________
Veving
Óluva Joensen
371001
Kirsten Danielsen
371934
_______________________________________________________________________
Máling/tekning
Palle Julsgart
371699 ella 371976
_______________________________________________________________________
Matgerð (Klænkikostur)
Tina Midjord
371962
_______________________________________________________________________
Fyrstahjálp
Naja Mortensen
371567
_______________________________________________________________________
Tónleikur: Hornblástur
Jens Knudsen
223053
Tróndur Enni
256699
Kórsangur (gospel)
Jens Knudsen
223053
Tónleikur fyri kór og
urgu í Tvøroyar kirkju
Jens Mortan Mortensen 375917
(byrjar 22/10 kl. 19.30)
_______________________________________________________________________
SRC/ROC-VHF-skeið
Don Petersen
218335
_______________________________________________________________________
Undirvísing í teld:
Tekstviðgerð
Heri Thorsteinsson
371632
_______________________________________________________________________
Venjingar í heitum vatni
Giktasvimjing
Marjun Olsen
371642
Venjingar fyri ryggin
Lise Schou
371133 lokalnr. 155
ella 371582
_______________________________________________________________________
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning av
myndugleikunum.
Tilmeldingargjaldið er 100 kr. + 3 kr. fyri undirvísingartíman.
Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli
Tlf. 371582
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
23