Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2003 21 Hjá bæði B68 og GÍ eru lyklaspælarar burtur, tá ið B68 fer at royna at vinna fyrsta heimasigurin á GÍ síðani 1989 UPPTAKT Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Um hagtølini verða nýtt sum metingar grundarlag, so eru útlitini einki serlig hjá B68, sum í morgin fer at taka ímóti GÍ. Í 1989 vann B68 1–0 á Svanga- skarði ímóti GÍ. Málskjútti ta ferðina var Hans Mourits Foldbo, sum var lærari á Toftum og mundi fáa manga glósuna fyri sjálv- málið – hann var aftasti verjumaðurin hjá GÍ. Síðani tá hevur GÍ verið greitt omaná á Svanga- skarði, har teir ikki hava tapt, meðan B68 hevur staðið seg betri í Gøtu, enn teir hava gjørt á heimavølli. Sunnudagin spældi B68 í Gundadali sær av við møguleikan sjálvt at gera FM heitið av. Eftir sjey sigrar á rað taptu teir ímóti HB. Spurningurin er nú, hvussu vónbrotið fer at ávirka avrikið ímóti GÍ. Manningarligu fyritreytir- nar hjá B68 kundu havt verið betri. Landsliðsmað- urin Fróði Benjaminsen er leikbannaður, og tað er Mannbjørn Nesá, sum varð skiftur inn í 2. hálvleiki sunnudagin, eisini. Øssur Hansen noyddist sunnu- dagin at fara av vøllinum, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Hann hevði trupulleikar bæði í knænum og lærkrikanum. Øssur hevur ikki vant í vikuni, og á Toftum verður tað mett rættuliga lítið sannlíkt, at hann verður við í morgin, og ivaleyst hevur hann spælt fyri seinastu ferð í ár. Súni Fríði Johannesen var leikbannaður ímóti HB. Hann verður við aftur í morgin, og tað kann væl hugsast, at Øssur Jacobsen, sum tóktist væl upplagdur, tá ið hann varð settur inn ímóti HB, verður ímillum teir fyrstu ellivu ímóti GÍ. Eyðstein Skipanes var or- saka av sjúku ikki við ímóti HB. Hann er nú tøkur aftur. Súni uttanfyri Gøtumenn fingu miku- kvøldið trý kærkomin stig í Vági. Talan var um annan sigurin á rað, eftir at tað annars hevur verið soltið. Kostnaðurin fyri sigurin á Vágs eiði var tvey leikbann. Høgni Madsen, sum varð skiftur inn í 2. hálvleiki, eigur annað, og hitt er serliga meint. Tað eigur Súni Olsen, sum hev- ur verið stak væl upplagdur síðstu ferðirnar. Í Vági vardi Mortan Joensen GÍ málið. Hallur Hansen var sjúkur, men hann er tøkur aftur. Pól- verski málverjin, sum hev- ur verið í GÍ málinum størsta partin av kappingar- árinum, fór til hús undan heimadystinum ímóti EB/Streymi. Bæði hjá KÍ og NSÍ stendur tað manning- arliga væl til undan síðsta landskapping- ardystinum í Klaksvík í ár UPPTAKT Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Síðsti landskappingardyst- urin í Klaksvík, áðrenn tað verður farið undir 100. árið hjá KÍ, verður í morgin. NSÍ kemur at vitja, og teir í Runavík hava søt minni um síðstu landskappingardyst- irnar ímóti KÍ. Fyrr í summar vunnu teir sann- førandi 4–0 á heimavølli, og í síðsta umfarinum í fjør skoraðu teir í evstu løtu sigursmálið til 3–2 í Klaksvík. Harvið tóku teir silvurkrónurnar frá KÍ, sum stóð eftir við bronsuni. Bæði KÍ og NSÍ fara at røkka lakari endastøðu í ár, enn teir gjørdu í fjør. NSÍ berjist fyri at røkka bronsu- kerkjunum, og KÍ skal fáa úrtøku í morgin og í síðsta umfarinum, tá ið HB í Gundadali er á skránni, um teir skulu enda omanfyri miðstrikuna. Felags fyri bæði liðini er, at tey taptu í 16. umfarin- um. Fyri NSÍ, sum misti øll stigini ímóti B36, var tað vónbrot at tapa aðru ferð á rað og harvið at missa FM møguleikan. Fyri KÍ mundi tað kennast ikki sørt eyð- mýkjandi at lúta í Miðvági, har FS Vágar stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Í gjár bendi nógv á, at alt fólkið fer at verða tókt hjá báðum liðunum. Kári Hansen hjá NSÍ var sjúkur síðsta sunnudag, men hann er komin fyri seg aftur. Jónstein Petersen hevur havt onkran smávegis snudd, sum forðaði honum í at venja hóskvøldið, men í gjár roknaðu teir avgjørt við, at hann verður á liðn- um í Klaksvík. Hjá KÍ var Ovi Nysted leikbannaður í Miðvági. Hann verður við aftur í morgin. Símun Joensen var ikki við í Miðvági, tí hann var sjúkur. Hann hevur ikki vant so nógv í vikuni, men í Klaksvík roknaðu teir í gjár við, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. B68-GÍ: B68 hevur ikki vunnið í fjúrtan ár GÍ plagar at hava gott tak á B68, tá liðini hittast á Svangaskarði Skal metast eftir hagtøl- unum, so hevur GÍ einki at óttast, tá teir sunnudagin fara á Svangaskarð. Har hevur GÍ ikki tapt síðani 1989, og seinastu tíggju árini hava teir skotið ikki færri enn 32 landskapping- armál á útivølli móti B68. Eisini KÍ og HB hava so dyggiliga hagtølini í sínum parti, tá tey fara á vøllin sunnudagin, so í so máta er einki at ivast í, hvønn veg yvirvágin hellir. Hinvegin so skulu dystir- nir spælast kortini. Hagtøl hava so enn ikki havt av- gerandi orðið í nøkrum dysti, og dagurin í gjár tel- ur ikki við, tá dómararnir kring landið blása dystir- nar í gongd. Hjálagda talvan sýnir, hvussu tað hevur tornað út, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin hava hitst í tilsvar- andi dystunum í bestu mansdeildini seinastu tíggju árini. -jm Tølini tala KÍ-NSÍ: NSÍ hevur góð minni úr Klaksvík Frøin var stór á Runavíkingum, eftir at teir á seinasta leikdegi í fjør høvdu tryggjað sær silvurmerkini í Klaksvík 21 20 Nr. 183 - 27. september 2003 Julian skal standa síðstu royndina í dag Eftir at hann við B36 hevði vunnið hálvfin- aluna, skal hann við Akranesi, har alt hev- ur andað av fótbólti í hesi vikuni, spæla endadyst í steypa- kappingini ÚTISETI Í ÍSLANDI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Julian Johnsson hevur havt eitt fínt kappingarár. Undan summarsteðginum var hann við til at spæla B36 í fin- aluna um Løgmanssteypið. Undan Ólavsøkuni og steypafinaluni ímóti GÍ flutti hann til Akranesar. Tá ið Julian kom til ÍA var fótbóltslagið einki serligt. ÍA var millum lægst staddu feløgini, og tað varð lítið hugsað um heiðursmerki í landskappingini og møgu- leikan at vinna steypafinal- una. Síðani er alt vent á høvdið. Síðsta sunnudag vann ÍA bronsukrónurnar í landskappingini, og í dag klokkan eitt føroyska tíð hava verður steypafinalan, har teir í ÍA hava møgu- leika at vinna steypafinal- una. Tá skulu teir spæla á Laugardalsvøllinum ímóti FH av Hafnafirði. – Vit hava ikki tapt í tíggju teimum seinastu dystunum. Vit hava vunnið níggju ferðir, og eina ferð hevur verið javnt. Fólkið her á plássinum fylgir ógvuliga væl við fótbólts- liðnum, og tað fer maður av húsi til Reykjavíkar at fylgja við í finaluni. ÍA hevur fleiri ferðir verið í finaluni, so tey vita, hvat tað snýr seg um, sigur Juli- an Johnsson av Akranesi. Seinnapartin í gjár klokk- an hálvgum trý skuldu Julian og liðfelagarnir venja fyri síðstu ferð undan finaluni. Síðani var ætl- anin, at teir skuldu fara undir Hvalfjørðin og til Reykjavíkar, har teir í gjárkvøldið og í morgun á gistingarhúsi skuldu leggja síðstu hond á fyrireiking- arnar til steypafinaluna. Væntar tú, at tit fara at vinna? – Tað verður rættuliga tætt. FH hevur staðið seg ógvuliga væl. Tað vóru teir, sum á síðsta leikdegi í landskappingini tóku silv- urmerkini fyri nøsini á okk- um. Men gongdin nógvu tær seinastu vikurnar hevur havt við sær, at sjálvsálitið verður í lagi, tá ið vit fara inn á Laugardalsvøllin. Í fyrradagin varð Julian Johnsson í dagblaðnum DV saman við tveimum verju- spælarum mettur at hava verið besti spælarin hjá ÍA í hesum kappingarárinum. Tí kemur tað ikki óvæntað, at Julian Johnsson verður ímillum teir fyrstu ellivu á Laugardalsvøllinum í dag. – Eg havi fingið at vita, at eg skal hava framrætt- aðan leiklut á miðvøllinum. Eg skal taka mær av verjukendum miðvallara hjá teimum, og so verður tað vónandi soleiðis, at onkur møguleiki verður at skjóta ímóti málinum ella kanska at royna við høvd- inum, heldur Julian Johns- son. Í gjár fóru foreldrini hjá Juliani, Janne og Kristinn Johnsson, vikuskiftisferð til Íslands. Í dag vera tey millum áskoðararnar á L a u g a r d a l s v ø l l i n u m . Mánadagin koma tey aftur til Føroya saman við sonin- um, sum føroyingar vóna verður steypavinnari, nú hann fram til eftir ársskiftið fer at halda frí frá fótbólt- inum. Fyrra liðið, sum Julian var við til at spæla í final- una, B36, vann endadystin. Nú er tað upp til ÍA og Juli- an Johnsson at endurtaka bragdið. Julian hevur verið mettur sum ein av bestu leikarunum hjá ÍA í kappingarárinum, og einki er at ivast í, at hann verður millum teir fyrstu ellivu á Laugardalsvøllinum Eftir skránni endar kappingin í fyrstu deild annan sunnu- dag, men nú verður kannað, hvørt tað er møguligt at flyta hetta til leygardag KAPPINGARLOK Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur verið mest sum fastur siður seinnu árini, at kappingin í bestu fótbólts- deildini her heima endar ein leygardag. Ein siður, sum ivaleyst man vera komin væl við hjá nógvum, tí tað er helst ikki altíð so lætt at skula tíðliga til arbeiðis dagin eftir, at eitt langt kappingarár er runnið. Orsøkin til, at seinasti leikdagurin so oftani hevur verið leygardag, hevur tó í flestum førum verið skráin hjá fótbóltslandsliðnum. Aloftast hevur tað nevnliga verið so, at landsliðið hevur átt ein dyst eftir, tá komið er út í oktober mánað, og fyri at geva landsliðsvenj- aranum ein dag eyka at savna menn sínar, hevur leygardagurin verið nýttur. Í ár er tó eitt sindur øðr- vísi. Landsliðið endaði sína undankapping við tapinum fyri Litava á Svangaskarði, og tí kann hendan grund- gevingin so ikki nýtast fyri at framskundað seinasta leikumfarið. Skráin er eisini løgd so- leiðis, at endað verður ein sunnudag, men fleiri feløg hava tó givið til kennar, at tey heldur enn fegin sóu hetta broytt. Tosað hevur verið aftur og fram um hetta, og nú er so eisini líkt til, at Fótbóltssambandið er farið í holt við kanna, hvørt hetta er gjørligt. Trupulleikin í hesum er tó, at tað kann fara at knípa við dómaraásetingum til dystirnar. Onnur deild end- ar sína kapping leygardag- in, 4. oktober, og skal talan verða um fult leikumfar í teimum báðum fremstu deildunum hendan dagin, so fer tað uttan iva at standa á at fáa dómarar. Dómaraásetingin fyri seinasta umfar skuldi við- gerðast fríggjadagin eftir evstamark okkara, men sum skilst, so verður arbeitt við ymsum loysnum fyri at fáa kabalina at ganga upp. Ein loysn, sum hevur verið umrødd, er at flyta onkran av dystunum í aðru deild til fríggjakvøld, um so er, at hesir ikki koma at hava avgerandi ávirkan á upp- ella niðurflyting. Í skriv- andi løtu er einasti dysturin í so máta tann ímillum B36 og longu niðurflutta B68, men alt eftir úrslitunum nú leygardagin, og alt eftir úrslitinum av dómsnevnd- arviðgerðini av dystinum, AB-Sumba, so kann talan eisini gerast um aðrar dystir. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 HB 16 10 - 5 - 1 36 15 21 35 2 B36 16 11 - 1 - 4 34 17 17 34 3 B68 16 9 - 5 - 2 23 12 11 32 4 NSÍ 16 8 - 4 - 4 29 16 13 28 5 KÍ 16 7 - 2 - 7 25 25 0 23 6 EB/Streymur 16 5 - 6 - 5 29 33 -4 21 7 GÍ 16 5 - 5 - 6 23 26 -3 20 8 VB 16 3 - 4 - 9 15 28 -13 13 9 FS V 16 3 - 2 - 11 22 39 -17 11 10 Skála 16 2 - 0 - 14 9 34 -25 6 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 ÍF 16 12 - 3 - 1 36 13 23 39 2 TB 16 10 - 2 - 4 46 22 24 32 3 Sumba 16 9 - 4 - 3 32 13 19 31 4 AB 16 6 - 5 - 5 27 21 6 23 5 KÍ 16 7 - 1 - 8 31 47 -16 22 6 B36 16 6 - 3 - 7 27 21 6 21 7 VB 16 6 - 2 - 8 28 20 8 20 8 B71 16 5 - 2 - 9 24 22 2 17 9 LÍF 16 5 - 1 - 10 21 44 -23 16 10 B68 16 2 - 1 - 13 9 58 -49 7 Seinasta umfarið kanska leygardag C M Y K 20