Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2003 19 18 Nr. 183 - 27. september 2003 Einki er at ivast í, hvar størsti áhugin er sunnudagin. Slagið um Havnina er slagið um gullið. Hvørki meira ella minni GULLBRAKIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri nógv er kanska bara talan um eitt vanligt hós- kvøld seinast í september mánaði. Eitt september- kvøld sum av álvara boðar frá, at heystið nú er ávegis. Talan er kanska ikki um tann nógva vindin, men kuldin boðar frá, at summarið er ein farin tíð. Fyri teir mongu fótbólts- leikararnar, sum hetta kvøldið tuska á graslíkin- um í Gundadali, er talan tó ikki bara um eitt vanligt kvøld. Talan er nevnliga um teir báðar fyrstudeildar- hóparnir hjá havnarfeløg- unum báðum, HB og B36, og kvøldið er næst seinasti parturin av fyrireikingun- um til størsta dystin á ár- inum. Ja, kanska tann størsti dysturin millum tvey føroyk fótbóltsfeløg í fleiri ár. Fyri fyrstu ferð í nærum 40 ár hevur kappingin lag- að seg soleiðis, at bæði havnarfeløgini standa við FM-avgerðini í hondunum, og eftir øllum at døma er sunnudagurin dagurin, tá avgerðin fellur, hvør av teimum tað verður, sum fer avstað við gullinum, heiðr- inum og – ikki minst – milliónaupphæddini hjá UEFA. Og liðini eru væl fyri bæði. Eingir skaðar og eingi leikbann gera um seg, so mest av øllum, so tykist tað vera ein luxus-trupul- leiki hjá venjarunum, at onkur leikari má setast á beinkin. Spara seg Og einki er at ivast í, menn eru spentir til dystin. Hóast venjingarnar eru tær somu, sum so ofta verða nýttar, so er sjónligt, at intensiteturin í hesum ikki er so høgur, sum hann hevur fleiri aðrar venjingar á árinum. Við ovara vøll, har HB í kvøld hevur venjingina roynir Frank Skytte at koyra á menninar í einum interval- spæli á lítlum øki, men tað er eyðsæð, at eingin vil taka sær nøkur óráð fyri. Bara tankin um at skula noyðast skaddur av venjingini og eftirfylgjandi síggja stór- dystin frá áskoðaraplássun- um man vera nóg mikið til at taka broddin av nærdyst- unum, og við niðara vøll er støðan ikki stórt øðrvísi. Her hevur Ion fyrst sett menninar at venja álops- støður. Spælt verður bólt- um gjøgnum bæði borðini, og eisini fáa áleypararnir loyvi at fáa bóltar beint á, og so er at royna at fáa mál burturúr. Hóast hetta gevur onkrar nærdystir, so tykjast verjuleikararnir heldur ikki her at leggja ov nógv fyri, og at menn spara seg eitt sindur tykist eisini greitt, tá Rúni Elttør brádliga fer í málið at standa. Frágreið- ingin tykist vera, at lærið spentist eitt sindur, og so er best at gevast, meðan leikur er góður. Ofta verður tikið til, at innsatsurin í venjingunum gjøgnum vikuna speglast aftur í dystunum, men tað er nokk ikki øll søgan hesa- ferð. Undir kanska heldur spakføra lyndinum á spæl- inum býr ein spenningur, ið ivaleyst ger um seg hjá hvørjum einstøkum leikara. Ein spenningur, sum er bygdur upp ígjøgnum 16 landskappingarumfør, og sum ikki verður útloystur fyrr enn sunnudagin klokk- an trý seinnapartin. Verjan skal halda Venjingin hjá HB er liðug. Flestu leikararnir eru farnir inn, men onkrir teirra eru tó framvegis á vøllinum. Skotið verður til máls, og tað er eyðsæð, at onkrir av skjúttunum helst teljast millum teirra, sum kunnu fáa møguleikan, skuldi tað hent seg, at dómarin bríksl- ar fyri einum frísparki nær- hendis B36-brotsteiginum. Ein teirra er Rógvi Jac- obsen, og eftir at seinasta skotið langt um leingi er skotið, fáa vit orðið á hann til eitt stutt prát um framm- anfyristandandi uppgáv- una. Og hóast Rógvi nú má roknast sum ein av teimum royndu leikarunum á HB- liðnum, so dylir hann ikki fyri, at sunnudagurin verður ein heilt serligur dagur. Eisini hóast hann við landsliðnum hevur tikist stórar fótbóltstjóðir, og eisini hóast hann undan hes- um hevur verið føroyameist- ari við bæði KÍ og HB. - Tað er einki at ivast í, at hetta er ein stórur dystur. Ivaleyst er tað tann størsti dysturin nakran tíð fyri bæði okkum og B36. Ein dystur har alt verður avgjørt. Tað sást kanska eisini á venjingini, at leikarar longu hava tankarnar frammi á sunnudegnum. Í øllum førum var intensiteturin í venjingini ikki so stórur, sum hann kanska átti at verið hjá einum oddaliði? - Nei. Har verður nokk ikki tacklað so hart i kvøld. Vit mugu undir ongum umstøðum koma í eina støðu, har leikarar verða skaddir undir venjing, og tí ikki eru tøkir til dystin. Hetta er jú dysturin, sum øll hava tosað um, og satt at siga, so spenningurin bara vaksin ígjøgnum vikuna. Nú biða vit so bara eftir, at dysturin skal blásast ígongd. Síðani summarsteðgin hevur Rógvi verið í einum heldur óvandum leikluti á HB-liðnum. Heldur enn plássið á miðjuni, har hann hevur verið rimmarfastur, hevur hann seinnu umførini verið upp í álopinum. Ein roynd, sum hevur riggað væl. Fleiri mál eru komin burturúr, og tað tykist ikki vera nakar ivi, tá hann verður spurdur, hvørt okk- urt kanska kemur afturat sunnudagin. - Tað er einki at ivast í, at eg ætli mær eitt ella tvey mál, sigur hann flennandi. - Nei, tað veit eg ikki. Bara vit vinna, so hevur tað ikki stórvegis týdning, hvussu málini koma. Og spurdur um uppskrift- ina til sigurin, so ivast álopsmaðurin ikki í, at hendan skal finnast í verju- partinum. - Eg trúgvi í øllum førum tí, at um verjan hjá okkum heldur teimum frá málin- um, so skal tað nokk ganga. So skulu vit nokk syrgja fyri at fáa okkurt mál í hin- um endannum, sigur Rógvi Jacobsen at enda. Skulu trýstast Hóast talan er um dyst mill- um høvuðsstaðarfeløgini, so verður Rógvi ikki einsa- mallur klaksvíkingur á vøllinum sunnudagin. B36- megin eru tríggir av slagn- um, og eftir venjingina fáa vit orð á Heðin á Lakjuni, sum eftir eitt ár heima í Klaksvík nú er aftur at síggja í B36. Og verður tosað um avgerandi dystir móti HB, so er einki at ivast í, at Heðin hevur góð minni. Tað var í øllum før- um hann, sum í fyrraárið tryggjaði B36 gullið, tá hann í næst seinasta um- farinum skeyt einsamalla málið í avgerandi 1-0 sigr- inum á HB. Spurdur um dystin nú sunnudagin, tykist Heðin í fyrstu atløgu at leggja dent á, at hesin ikki er so nógv øðrvísi enn hinir 16 dystir- nir, sum eru leiktir í kapp- ingarárinum. - Tað er ein dystur sum allir aðrir. Vit fara á vøllin fyri at vinna. Tað er tað týdningarmesta. Men spenningurin upp til hendan hevur tó verið størri enn í øðrum dystum hetta árið? - Tað er hann sjálvandi. Tað er ein avgerandi dystur, og tí er týdningurin av sigr- inum eisini størri, men tað skulu vit eisini klára. Tað er sigurin sum telur, og einki annað. Og er nøkur serlig upp- skrift, sum kann tryggja tykkum sigurin? - Vit mugu fyrst og fremst royna at trýsta teir í botn. Vit hava gott fólk á liðnum, og spæla allir upp til sítt besta, so ivist eg ikki í, at vit fáa okkurt mál burt- urúr. Eisin hóast teir hava eina góða verju. Sum nevnt, so var Heði maðurin, sum fyri tveimum árum síðani skeyt avger- andi málið í seinna dystin- um móti HB, og sjálvur hevur hann so einki ímóti, at hetta fer at endurtaka seg sunnudagin. - Tað hevði í øllum førum verið stuttligt. Tað týdning- armesta er tó, at vit vinna dystin. So er tað líkamikið, hvør stendur fyri málunum, sigur Heðin á Lakjuni at enda. B36-HB: Ársins dystur Rógvi Jacobsen hevur seinnu kappingarhálvu verið fastur fúsur í álopinum, og á máltindinum hevur hetta eisini givið úrslit í fleiri málum. Og ætlanin er í øllum førum at leggja okkurt afturat sunnudagin Heðin á Lakjuni skeyt avgerandi málið fyri tveimum árum síðani móti HB. Sjálvur hevur hann einki ímóti eini endurtøku, men fyrst og fremst er tað sigurin, sum telur, heldur hann Hóast FM-gullið sjálvsagt er málið hjá teimum báðum havnarfeløgunum, so er einki at taka sær aftur í, at ein partur av dystinum sunnu- dagin eisini er slagið um Havnina. Ein tvídystur, sum hevur verið til eins leingi, sum Havnin hevur havt meira enn tað eina fótbóltsfelagið. Í sambandi við gull- brakið sunnudagin hava vit skeitt eftir, hvussu tað hevur hilnast seinastu tíggju árini, tá grannauppgerðirnar hava verið á skránni GULLDYSTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1993 Báðir dystirnir millum havnarfeløgini enda við javnleiki, 1-1. Fyrra dyst- in hevur HB leingi munin, men Todi Jónsson javnar fyri B36 móti dystarenda. Seinna dystin er tað leingi B36, sum hevur munin, og tó at HB javnar í seinna hálvleiki, so merkir hetta eitt endaligt farvæl til gullmøguleikan. HB fær silvur hetta árið - trý stig aftan fyri GÍ. B36 endar á fimta plássinum. 1994 Stórur munur er á høv- uðsstaðarliðunum hetta árið. Fyrra dystin vinnur HB 3-1 á B36, sum fram til hetta var oddalið í deildini. Seinna dystin verður eitt kreppurakt B36 offur fyri sannari eyðmýking, tá dysturin endar við ikki minni enn 5-0 sigri til HB. Aftur fær HB silvur, tá GÍ í evstu løtu fær javnleik í Klaks- vík og harvið vinnur við betri málmuni. B36 endar sum nummar sjey. 1995 HB heldur fast um munin millum grannarnar, og í báðum dystunum er talan um stórsigur. Í fyrsta landskappingardystinum á árinum vinnur HB 5-1 á grannunum, sum annars javnaðu til 1-1 í fyrra hálv- leiki. Seinna dystin endur- tekur søgan seg frá árinum fyri, soleiðis at samlaði sigurin hjá HB hetta árið er 10-1. Triðja árið á rað er talan um silvur til HB. B36 er leingi við í heiðurs- merkjastríðnum, men end- ar á einum fimta plássi. 1996 B36 hevur til 60 ára føð- ingardagin styrkt mun- andi um hópin. Fyrra dystin móti hjálpir hetta tó lítið. Tó at B36 leingi roynir at trýsta, so vinnur HB 3-1. Seinasta dystin á árinum fær B36 fyrsta grannasigurin síðani 1990, tá teir vinna 2-0. Við betri málmuni enn grannarnir fær HB tó bronsukrónurnar um hálsin eftir dystin. 1997 Fyri fyrstu ferð í 35 ár vinnur B36 FM-gull, men tað tekur nakað av gleð- ini, at einastu stigini, sum liðið missur hetta árið, eru tey seks ímóti HB. Fyrra dystin vinnur HB 1-0, og í næst seinasta umfarinum er úrslitið 3-2 til HB, men tá er B36 longu meistari. Við 48 stigum setir B36 eisini met fyri bestu før- oysku deildina, meðan HB fær silvur við 41 stig- um. Men tað er tó merkis- vert, at HB hetta árið tapti færri dystir. Bert eina ferðina fór HB av vøllin- um við ongum hetta árið. 1998 Hesa ferð er tað HB, sum vinnur meistarheitið. Grundin undir hesum varð løgd longu í fyrsta dystinum, tá teir við einsamøllum brotssparks- máli vinna 1-0 á B36. Einasti dysturin, sum HB tapir hetta árið er tann seinni móti B36. Her megnar HB – hóast teir bert spæla við 10 stóran part av dystinum – at koma upp á 2-1, men seinastu løtuna fær B36 tó tvey mál. Við 45 stigum verður HB sum sagt føroyameistari. B36 fær bronsu við 37 stigum. 1999 Í nógvar mátar roynist árið illa hjá HB, sum endar á fjórða plássinum í lands- kappingini. Men tað er tó eitt plástur á sárið, at teir vinna báðar dystirnar á B36. Hin fyrra við 4-2, eft- ir at B36 annars hevur ver- ið á odda 2-0. Seinna dyst- in vinnur HB 2-0, og setir við hesum ein álvarsligan støg í FM-hóttanina frá B36. B36 endar árið á fjórða plássinum, trý stig aftan fyri KÍ. HB verður nummar fýra við einum stigi færri enn grannarnir. 2000 Í einum kreppuárið hjá B36 tykjast teir úr HB í allar mátar at vera omaná, tá teir fyri summarsteðgin vinna 3-1 á grannunum. Næst seinasta dystin á ár- inum tykist HB eisini stevna beint ímóti FM, tá teir eru á odda 2-1 í grannauppgerðini. Men í yvirtíðini misnýtir HB brotsspark, og tá B36 so skorar beint eftir hetta gleppur gullið úr hond- unum. HB fær silvur við tveimum stigum færri enn VB. B36 verður nummar átta eftir eitt kappingarár, har innanhýsis órógv í stóran mum setti dám á avrikini. 2001 Fyri fyrstu ferð í manna- minni vinnur B36 báðar dystirnar á grannunum. Fyrri dysturin endar við einum 2-1 sigri, har B36 seinastu løtuna spælir við níggju monnum. Seinna dystin tryggjar árstals- felagið sær meistaraheitið, tá Heðin á Lakjuni skjýtur einsamalla málið í 1-0 sigrinum á næst seinasta leikdegi. HB hevur her eitt tað lakasta kappingarárið í felagssøguni, tá teir enda á einum sjeynda plássi. 2002 Í fjør stóð púrasta á jøvn- um millum grannarnar báðar í innanhýsis upp- gerðunum. Fyrra dystin vinnu HB 2-1 við málum frá Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Jákup á Borg skjýtur einsamalla B36 málið. Seinni dystur- in, sum verður leiktur fyrst í august mánaði end- ar við 2-1 sigri til B36. John Petersen og Egil Zachariasen skjóta málini hjá B36, meðan Andrew av Fløtum skorar fyri HB. Eftir hetta tekur HB sær tó um reiggj, og við sigri í øllum teimum eftirver- andi dystunum tryggja teir sær meistaraheitið. B36 er hetta árið niðri á einum fimta plássi. Hevur ofta verið spennandi Rói Árting og Jan Guttesen hava báðir verið partur av fleri høvuðsstaðaruppgerðum. Men hvørgin teirra verður so við sunnudagin C M Y K 18