leygardagur 27. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • leygardagur • 27. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Rani fer frá sum
talvformaður
Talvsambandið og
Bridgesambandið
hava í felag stovnað
Hugaítrótt Føroya,
sum skal arbeiða fyri
at betra um
umstøðurnar hjá
telvarum og
bridgespælarum
TALVSAMBANDIÐ
AÐALFUND
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í dag hevur Talvsamband
Føroya aðalfund. Hann
verður hildin á Hotel
Hafnia, og tað er greitt, at
nýggjur
formaður
skal
veljast í Talvsambandinum.
Rani Nolsøe, sum hevur
verið formaður seinastu
fýra árini, hevur boðað frá,
at hann tekur ikki við
afturvali. Tað skilst, at tveir
aðrir nevndarlimir – John
Jacobsen,
skrivari,
og
Martin Berg – heldur ikki
taka við afturvali. Tískil
skulu tríggir nýggir nevnd-
arlimir veljast. Nevndin
skipar seg sjálv.
Tíggju tey seinastu árini
hava klaksvíkingar tikið
sær av formanssessinum.
Undan Rana var Finnbjørn
Vang formaður í tvey ár, og
undan honum var Jákup
Mikkelsen formaður í fýra
ár. Undan aðalfundinum er
ikki greitt, hvør fer at verða
valdur í nevndina og hvør
fer at verða formaður, men
Rani Nolsøe sigur, at teir
hava
tryggjað
sær,
at
nevndin fer ikki at liggja
ómannað. Tað eru við øðr-
um orðum tey, sum vilja
taka avbjóðingina á seg at
fyrisita føroysku telvingina.
Á
aðalfundinum
fer
nevndin at kunna um sam-
starv, sum Talvsamband
Føroya er farið undir saman
við Bridgesambandi Før-
oya. Teir nevna felagsskap-
in Hugaítrótt Føroya, sum
ætlast
at
hava
somu
uppgávu fyri hesi bæði
sambondini, sum ÍSF hevur
fyri ítróttarfeløgini. Rani
Nolsøe sigur, at tað fyrst og
fremst er fyri at gera ván-
irnar fyri fíggjarligum inn-
tøkum betri, at felagsskap-
urin er stovnaður. Talvsam-
band Føroya hevur áður
fingið eitt hundrað túsund
krónur á fíggjarlógini. Í ár
fáa teir 225 túsund krónur.
Bridgesamband Føroya er í
ár fyri fyrstu ferð á
fíggjarlógini.
Kasparov og
gerandisdagurin
Tá ið vit spyrja Rana
Nolsøe, um tað er okkurt,
sum hann er serliga glaður
fyri at hava verið við til tey
fýra árini, sum hann hevur
verið formaður í Talvsam-
bandinum, so býtur hann
svarið í tveir partar:
– Um eg skal nevna eina
einstaka serliga minnisríka
hending, so er tað, at vit á
Norðoyastevnu
í
2001
høvdu vitjan av Kasparov.
Tað var fantastiskt, og hjá
mær sjálvum var tað serliga
áhugavert, at eg var vertur
hjá honum og fylgdist við
honum alla tíðina, meðan
hann var her. Tað var barna-
dreymurin hjá øllum telvar-
um, sum hesar dagarnar
gjørdist veruleiki hjá okk-
um øllum, sum fáast við
telving í Føroyum.
– Harafturat vil eg siga,
at tað er hugaligt, at tað
tykist grógva um gangandi
fót í føroyskari telving.
Barnakappingar
verða
fyriskipaðar, og tað tykist
ikki at vera trupulleiki at
fáa fyrireikarar til tiltøk og
kappingar, sum eru fyri-
treytin
undir
støðugari
menning
av
føroyskari
telving, og áhugin at luttaka
er stórur.
Ert tú móður av nevndar-
arbeiðnum?
–
Tað
hevur
verið
áhugavert, og eg havi kent
tað sum ein forrætt at hava
verið við. Eg eri ikki
troyttur av telvingini – tað
verði eg neyvan nakrantíð –
men fyri meg eru fýra ár
nóg mikið sum formaður í
Talvsambandinum.
Umframt Rana Nolsøe,
John Jacobsen og Martin
Berg eru í nevndini Jógvan
Joensen og Sámal Kristian-
sen. Teir standa ikki fyri
valið fyrrenn næsta ár.
Jógvan Næs er kappingar-
leiðari, og hann arbeiðir við
at leggja liðkappingina til
rættis. Tað plagar at verða
farið undir hana um mánað-
arskiftið oktober/november.
– Telvarar eru praktiskir.
Teir fáa fyrst fjallgongu og
fletting frá hondini, áðrenn
teir fara undir landskapp-
ingina,
staðfestir
Rani
Nolsøe.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
28.09
FS Vágar-Skála
Lassin Isaksen
28.09
KÍ-NSÍ
Oddmar Andreasen
28.09
B36-HB
Suni Johansen
28.09
B68-GÍ
Páll Augustinussen
28.09
EB/Streymur-VB
Dagfinn Olsen
2. deild menn
27.09
B68-B71
Regin Egholm
27.09
Sumba-B36
Niklas á Líðarenda
27.09
LÍF-ÍF
Ólavur Weihe
27.09
AB-VB
Jón Kári Frederiksen
27.09
TB-KÍ
Jóannes Michelsen
3. deild menn
28.09
ÍF-GÍ
Bogi Joensen
28.09
TB-NSÍ
Eyðun Kjærbo
28.09
FS Vágar-Skála
Dan Højgaard
28.09
EB/Streymur-Royn
Georg Rasmussen
28.09
B36-HB
Hans F. Hansen
– Um eg skal nevna eina einstaka serliga minnisríka hending,
so er tað, at vit á Norðoyastevnu í 2001 høvdu vitjan av
Kasparov, sigur Rani Nolsøe, sum nú leggur frá sær sum
talvforseti í Føroyum
17
16
Nr. 183 - 27. september 2003
TÍÐINDASKRIV
frá Fiskivinnuroyndum
Fiskivinnuroyndir fer undir
nýggja skipan við Vinnu-
granskarum. Væntandi fer
hetta tiltak at viðvirka til at
fer kemur á menningarar-
beiði í fiskivinnufyritøk-
um.
Fiskivinnuroyndir lýsa í
hesum døgum eftir um-
sóknum til granskingar- og
menningarverkætlanir
í
2004. Hesu fer er møguligt
hjá fiskivinnufyritøkum á
sjógvi og landi á fyrsta
sinni at søkja um at fáa ein
Vinnugranskara settan í eitt
3 ára skeið. Hugskotið er, at
gera tað møguligt hjá fyri-
tøkum innan fiskivinnuna á
sjógvi og landi at seta fólk
til at taka sær av menning-
aruppgávum í fyritøkuni.
Allar leiðslur liggja inni
við bæði hugskotum, tank-
um og ætlanum - niður-
skrivaðar ella ikki - um
hvønn veg menningin í
fyritøkuni skal fara. Men
sjáldan hava leiðslurnar tíð
til at arbeiða fyri at fremja
hesi hugskot og ætlanir í
verki. Vinnugranskaraskip-
anin ger hetta nú møguligt.
Vinnugranskarin verður
eitt slag av menningar-
leiðara í fyritøkuni ella í
einum samtaki av fyritøk-
um. Arbeiði hjá vinnu-
granskaranum skal hava
støði í menningarætlan-
unum hjá fyritøkuni og
liggja innan fyri raðfestu
økini hjá Fiskivinnuroynd-
um. Arbeiðið verður bæði
av vísundaligum slagi og
skal verða viðkomandi fyri
menningina av fyritøkuni.
Umframt vinnugransk-
araskipanina hevur Fiski-
málaráðið fyrr játta pening
til at stovnseta granskingar-
kjarnar í samarbeiði við al-
mennar stovnar. Talan er
um gransking innan Fiski-
tøkni Lívtøkni og Virk-
ingartøkni. Kjarnarnir eru
um at fara í gongd.
Ætlanin er at Vinnu-
granskarnir og gransking-
arkjarnarnir fara at sam-
starva og harvið verða við
til at lyfta granskingina og
vinnumenningina uppá eitt
hægri og meira viðkomandi
støði fiskivinnuni at frama.
TÍÐINDASKRIV
frá Altjóða Skrivstovuni
Í sambandi við skotsku
vikuna í Havn koma
umboð fyri ymsar síður
av skotska samfelagnum
til Føroya at kunna um
Skotland og hvat skotar
hava at bjóða og um
samstarvsmøguleikar,
sum kunnu verða til
gagns fyri báðar partar.
Á útbúgvingarøkinum
vitja m.o. Jan Flint,
Director of Corporate
Affairs á Robert Gordon
University í Aberdeen og
Shona Malcolm, Student
Recruitment Officer frá
University of Aberdeen.
Tey vitja m.a. á torgin-
um í SMS týsdag 30.
sept. til kl. 14.00, tá tey
fara inn á Kambsdal, har
næmingar bæði á Stu-
dentaskúlanum
og
á
Handilsskúlanum eins og
onnur áhuga fáa høvi at
hoyra um, hvørji spenn-
andi tilboð hesi bæði
universitetini hava at
bjóða - bara ein tíma at
flúgva úr Føroyum.
Hesi bæði umboðini,
Jan Flint, Director of
Corporate
Affairs
á
Robert Gordon Universi-
ty í Aberdeen og Shona
Malcolm, Student Re-
cruitment Officer frá
University of Aberdeen,
vera týsdagin 30. sep-
temb-er kl. 15.00 til
umleið 16.15 at hitta í
samkomu-høllini á Stu-
dentaskúlanum á Kambs-
dali, har tey fara at siga
frá um umsóknarmann-
agongdina, innleiðslu-
skeið,
bústaðarviður-
skifti, undirvísingarhætt-
ir, próvtøkur o.a. Høvi
verður at seta spurningar
í hesum sambandi.
Afturat teimum verður
eisini Martha Mýri, fyrr-
verandi næmingur og nú
lærari
við
Studenta-
skúlan á Kambsdali, sum
sjálv hevur lisið við Uni-
versity of Aberdeen. Hon
kann eisini svara spurn-
ingum um, hvussu tað er
sum føroyingur at lesa í
Aberdeen.
Hesi bæði umboðini
frá universitetunum í
Aberdeen skulu hesar
tríggjar dagarnar, tey
steðga í Føroyum, eisini
hitta yrkis- og lestrar-
vegleiðararnar í mið-
námsskúlunum, umframt
Fróðskaparsetur Føroya
og Føroya Handilsskúla í
Havn og Altjóða skriv-
stovuna fyri at menna
tann kunnleika og tað
samstarv, sum longu er
millum hægri lærustovn-
ar í Føroyum og Aber-
deen.
Nevndu gestir úr Aber-
deen verða eisini at hitta
til líknandi tiltak á Hand-
ilsskúlanum við Markna-
gilsvegin mikudagin 1.
okt. kl. 14.45 - 15.30
Fleiri enn 50 føroy-
ingar lesa við tey bæði
universitetini í Aberdeen,
antin sum fjarlesandi ella
búsitandi í stórbýnum
Aberdeen.
Lýsa eftir granskingarætlanum
innan fiskivinnu
TÍÐINDASKRIV
frá Tórshavnar kommunu
Í næstu viku verður skotsk
handils- og mentanarvika í
Havn. Í hesum sambandi
koma m.a limir í býráðnum
í Aberdeen á vitjan. Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu og
John Reynolds, Lord Pro-
vost of the City of Aber-
deen seta "Skotsku vikuna"
í SMS týsdagin 30. sep-
tember kl. 12.00
Fyri 10 árum síðani tók
Tórshavnar býráð fyrsta
stigið til at knýta tættari
samband millum Aberdeen
og Tórshavn. Um hetta
mundið sigldi Smyril í rutu
millum londini. Henda
fyrsta royndin at betra um
samvinnuna millum býir-
nar eydnaðist so mikið væl,
at Tórshavnar kommuna og
Aberdeen City Council fyri
trimum árum síðani samd-
ust um eina samstarvs-
avtalu. Avtalan hevur sum
endamál, at stuðla vinnulívi
og handli, at menna og
víðka um samskifti á ment-
anar-, ítróttar- og útbúgv-
ingarøkinum.
Eitt ítøkiligt úrslit, ið er
komið burtur úr hesum
samstarvi, er Grunnurin
Aberdeen - Tórshavn, sum
býarstýrini hvør sær hava
sett pening í, og hvørs
endamál er at veita fíggj-
arligan styrk til tiltøk ella
annað, ið kann fremja og
menna samstarvið og fat-
anina millum kommunur-
nar og borgarar teirra. Í ár
verður á øðrum sinni latin
stuðul úr hesum grunni.
Skotska vikan er partur
av einum miðvísum arbeiði
seinastu árini, og hava
fyrireikararnir lagt stóra
orku í at gera skránna so
fjølbroytta sum gjørligt, har
høvuðsdenturin er lagdur á
handil, vinnulív og mentan.
Við í ferðalagnum, sum tel-
ur umleið 50 fólk, eru
vinnulívs-, handils-, og
ferðavinnufólk.
Umboð
fyri m.a. Aberdeen Football
Club, eldraøkið og skúla-
verkið.
Tónleikarar
og
listafólk, ið virka innan
ymiskar listagreinir, eru
eisini við í átakinum.
Úr skránni kunnu vit m.a.
nevna, at Aberdeen Mari-
time Museum fer at hava
eina framsýning í Müllers
Pakkhúsi. Frásøgufólk fer
at vitja nakran skúlar í
Havn við m.a. upplestri.
Pensjonistar í Aberdeen
verða gestir í Tilhaldinum í
Tórsgøtu. Á Platform verð-
ur tónleikur og dansur, og í
SMS verða tiltøk alla vik-
una í vanligu upplatingar-
tíðini hjá Sølumiðstøðini. Í
Norðurlandahúsinum
og
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði verða tónleikatiltøk
við næmingum úr Aber-
deen City Music School,
umfamt
at
sekkjapípu-
tónleikur og tradionellur
skotskur tónleikur eisini
verður at hoyra ymsastaðni
í høvuðsstaðnum.
"A Taste of Scotland" - Í
næstu viku fara skotar enn
einaferð at seta sín dám á
Havnar bý. Ikki í fótbólts-
hýri, men við tónleiki,
sangi, list, dansi, mati og
whiskey.
TÍÐINDASKRIV
Xplore kappingin millum
miðnámsskúlanæmingar,
sum eydnaðist sera væl í
2002, verður aftur í ár.
Størsta broytingin í mun
til í fjør verður, at kapping-
in einans varir tríggir
(heilar) dagar, og at byrjað
verður heilt av nýggjum
hvønn morgun. Í fjør vardi
tiltakið tvær vikur.
Endamálið er eins og í
fjør at geva luttakarunum
eina grundleggjandi fatan
av oljuleiting.
Evstamark fyri tilmeld-
ing er sett til 24. oktober,
og í døgunum 6. og 7. no-
vember verða ætlandi fram-
løgur um oljuleiting og
Xplore á miðnámsskúlun-
um.
Sjálv kappingin byrjar
mánadagin 10. november
og endar mikudagin 12.
november.
Simulatiónin
koyrir frá kl. 9 til kl. 15, og
hugsanin er, at næming-
arnir ikki gera annað enn at
luttaka í Xplore hesar
dagarnar.
Fyri at geva luttakarun-
um møguleika at læra við at
gera feilir, telur fyrsta
koyringin
(mánadagin)
einans 10%. Onnur koyring
(týsdagin) telur 20%, með-
an triðja koyring (miku-
dagin) telur 70%.
Finala verður millum
fimm teir bestu bólkarnar
21. november. Vinningurin
verður allarhelst 15.000 kr
kontant til besta bólkin.
Arbeitt verður við at fáa
luttakarar úr Aberdeen og
Stavanger við hesa ferð,
men tað er ikki komið uppá
pláss enn.
Tiltakið
verður
m.a.
stuðlað av oljufelagnum
Eni.
Kunna um útbúgv-
ingar í Aberdeen
Skotsk vika í Havn
Xplore 2003 kappingin verður í november
C
M
Y
K
16