leygardagur 27. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2003
15
UTTAN ÚR HEIMI
Dean størsta hóttanin
Øll eygu vórðu vend ímóti fyrrverandi generalinum
Wesley Clark, tá teir tíggju demokratarnir, sum ætla
sær at bjóða George W. Bush av á forsetavalinum næsta
ár, hittust til eitt orðaskifti í New York fyrrakvøldið.
Teir seinastu dagarnar hevur verið tosað um, at Clark
tykist vera tann, sum hevur bestu møguleikarnar at
vinna á Bush, men orðaskiftið vísti týðiliga, at mót-
parturin heldur fyrrverandi guvernørin í statinum Ver-
mont, Howard Dean, vera ta størstu hóttanina ímóti
Bush. Tað sást millum annað av tí, at tað var Dean, sum
fekk tær harðastu ákoyringarnar, skrivar Reuters.
Allir teir tíggju demokratarnir søgdu, at teir fara at
broyta skattalættan, sum stjórnin hjá Bush setti í gildi
herfyri. Nakrir teirra søgdu, at skattalættin til tey
múgvandi skal takast av, men Howard Dean og eitt
annað valevni, Richard Gephardt, gjørdu greitt, at
verður annar teirra valdur til forseta, verður allur
skattalættin tikin av, tí ríkiskassin hevur heilt einfalt
ikki ráð til lættan.
Stórt ozonhol
Holið í ozonlagnum uppi yvir Antarktis nú er tað næst-
størsta nakrantíð, sigur amerikanska rúmdarumsitingin
NASA.
NASA sigur, at tann 11. september var holið 28,2
milliónir ferkilometrar ella á leið sum alt Norðuram-
erika, og so stórt hevur tað ikki verið síðani á heysti í
2000. Amerikonsku vísindafólkini siga, at ozonholið
kemur av evnum, sum innihalda klor og brom, men at
sera nógvur kuldi fram við strondinmi á Antarktis ger
eisini sítt til, at holið er so stórt, sigur Paul Newman,
sum arbeiðir hjá NASA.
Tað eru evni við klori, sum verða latin út í luftina,
sum gera, at ozonlagið kring Jørðina viknar, men hend-
an dálkingin er minkað tey seinastu árini samsvarandi
altjóða sáttmálum um umhvørvisvernd, siga amerik-
onsku granskararnir við týsku tíðindastovuna DPA.
Sámarnir vilja hava hjálp
Formaðurin í norska Sámatinginum, Sven-Roald
Nystø, mælir nú ES til at festa rættindini hjá uppruna-
fólki í grundlógina, sum ES-londini fara at umrøða um
stutta tíð.
Mikudagin var eitt serligt ES-orðaskifti í Sámating-
inum, og í tí sambandi var ES-sendiharrin, Gerhard
Sabathil, boðin á tingfund. Hann vildi ikki geva sámun-
um nakað lyfti um at fáa rættindini hjá upprunafólki við
í grundlógina, men segði málið vera áhugavert. Sendi-
harrin vísti á, at ES hevur ikki viðgjørt trupulleikar hjá
upprunafólki, sjálvt um Finnland og Svøríki komu upp í
samveldið fyrst í nítiárunum, men hann helt, at
trupulleikarnir eiga at fáa størri ans í komandi tíð.
Við Nordlys segði sendiharrin seg kortini ivast í,
hvussu rætt tað er at seta rættindini hjá upprunafólki í
sjálva ES-grundlógina. Hann helt, at tey einstøku
limalondini eiga at loysa trupulleikarnar hjá sínum
upprunafólki, men lovaði kortini at viðgera málið.
Flogfar verður skrivstova
Skipið, sum siglir millum Esbjerg og Harwich, hevði
ein heldur sjáldsaman farm nú um dagarnar.
Millum góðsið úr Onglandi til Danmarkar var eitt
flogfar av slagnum Boeing 727. Flogfarið kom ikki til
Danmarkar í heilum líki, men í fleiri pørtum. Tað er nú
flutt til Århus, har tað skal setast samanaftur, tí ein
reklamufyritøka ætlar at innrætta tað til skrivstovu. Í
flogfarinum verður millum annað eitt fundarhøli og ein
verkstaður.
Tað er marknaðarfyritøkan HC Gruppen, sum hevur
keypt flogfarið. Tá tað er sett saman og innrættað, fer
tann heldur sjáldsama íløgan at kosta felagnum 15
milliónir krónur, skrivar JydskeVestkysten.
Kjell Inge Røkke er
komin í trupulleikar,
tí hann hevur ikki ráð
at gjalda eitt lán, sum
fellur til gjaldingar
týsdagin. Men norskir
fjølmiðlar halda, at
hann kann selja
burtur av sínum
marglætisíløgum.
Røkke
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað er fyritøkan Orkla, sum
eigur 600 milliónir krónur
til góðar hjá felagnum
Norway Seafoods, sum
Kjell Inge Røkke eigur, og
pengarnar skal hann gjalda
týsdagin, sigur felagið.
Men tað hevur Røkke ikki
ráð til, og Orkla hevur tí
hótt við at fara eftir privatu
ognum hansara.
Og har skuldi verið nóg
mikið at taka av. Blaðið
Nordlys mælir Røkke til at
selja burtur av ognunum, tí
so fær hann lættliga goldið
lánið. Hann kann eitt nú
selja stuttleikaskipið "Rev-
erie", sum hann fyrr hevur
roynt at selja fyri 460 milli-
ónir krónur. Í 1999 keypti
Røkke eitt flogfar av slagn-
um Boeing 737 fyri 350
milliónir krónur, og í fjør
keypti hann aftur eitt flog-
far, eitt Cessna 550, fyri 40
milliónir krónur. Og so er
tað marglætishúsið í Støl-
slia, sum kostaði Røkke
100 milliónir krónur at
byggja.
Røkke hevur nóg mikið
at selja burturav
Seinastu tíðina hevur
løgreglan í Afghan-
istan bjargað næstan
50 børnum, sum
ránsmenn høvdu tik-
ið, og sum teir ætlaðu
at selja.
BARNARÁN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nógv børn hvørva í Afgh-
anistan, og fleiri teirra
koma ongantíð afturíaftur.
Men nøkur verða bjargað,
og í gjár kunngjørdi løg-
reglan, at hon hevur bjarg-
að næstan 50 børnum, sum
ránsmenn høvdu tikið og
burturflutt, og sum teir ætl-
aðu at selja av landinum.
Barnahjálpargrunnurin
hjá ST, UNICEF, sigur, at
talan er um skipað barna-
rán, og grunnurin ber ótta
fyri, at børnini verða seld
til skøkjuhús í øðrum lond-
um, meðan onnur fara til
lond, har tey verða sett at
arbeiða.
Tað er sewrliga í lands-
partinum Badakhstan, at
nógv børn eru horvin, men
løgreglan sigur seg eisini
hava frætt um fleiri burtur-
flytingar har suðuri í land-
inum. UNICEF hevur biðið
afghansku stjórnina verja
børnini, og ES hevur játtað
stjórnini meiri pengar til at
styrkja løgregluna.
Viðurskiftini í Afghan-
istan eru sera trupul, tí teir
sokallaðu krígsharrarnir,
sum hjálptu amerikanar-
unum at reka Taliban frá,
sleppa nú at gera, sum
teimum lystir, skrivar NTB.
Mannarætindafelagsskapur
in Human Rights Watch
finst at amerikonsku stjórn-
ini, tí hon letur krígsharr-
unum bæði pengar og vápn.
Rænd børn verða seld
Ferðamannaskipið "Queen
Mary 2" verður størsta,
longsta og hægsta
ferðamannaskipið, sum fer at
sigla um Atlanthavið. Skipið
er bygt á Alston-
skipasmiðjuni í Nazaire í
Fraklandi, har hendan
myndin er tikin. "Queen
Mary 2" fer fyrsta túrin í
januar. Ferðin verður úr
Southampton í Onglandi til
Fort Lauderdale í Florida
Størsta
longsta
hægsta
15
14
Nr. 183 - 27. september 2003
Fara at framleiða surimi í Fuglafirði
Um fjúrtan dagar fer
felagið, Viking Fish
Protein, at framleiða
surimi í Fuglafirði.
Verkætlanin er eitt
samstarv millum
føroyingar og am-
erikumenn
SURIMI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um einar fjúrtan dagar ella
so, fer felagið, Viking Fish
Protein, at framleiða surimi
í Fuglafirði. Framleiðslan
fer fram í bygninginum
innanfyri Havsbrún, sum
áður var makrelvirki. Verk-
ætlanin er prottin úr einum
samstarvi, sum verið hevur
millum sandavágsmannin,
Torfinn Johansen og amer-
ikumenn, sum Torfinn hev-
ur samstarvað við í fleiri ár.
Samstarv
Torfinn sigur, at seinni eru
eisini Havsbrún og Føroya
Fiskavirking komin uppí
verkætlanina, sum hevur
verið í umbúna í nøkur ár.
Hann vísir á, at nútímans
maskinur eru settar uppá
virkinum til endamálið,
men brúk verður eisini fyri
nøkrum fólkum í fram-
leiðsluni.
- Í fyrstu syfti verður
hetta ikki eitt stórt virkið,
men gongst sum ætlað,
verður virksemið ment so
hvørt, sum felagið kann
prógva, at dugur er í.
Torfinn sigur, at í øllum
Evropu verður surimi í
løtuni bert framleitt um-
borð á Nærabergi. Keyp-
aralondini eru serliga Eyst-
urevropa og Fjareystur,
men ES-marknaðurin er
tann, sum vinnur mest fram
í løtuni.
Sandavágingurin fór í
sínari tíð niður til Dan-
markar at arbeiða fyri Før-
oya Fiskasølu, men seinnu
árini hevur hann arbeitt fyri
grønlendska/ danska fel-
agið, Polar Seafood.
Torfinn hevur búð í Dan-
mark í 19 ár, men er nú
fluttur heimaftur til Føroya
í samband við verkætlanina
í Fuglafirði, har hann situr
sum stjóri í felagnum, Vik-
ing Fish Protein.
- Í mínum starvi hjá Polar
Seafood fekst eg mest við at
selja rækjur og svartkalva,
men ein partur av mínum
virksemi var eisini at selja
surimi, sum vit keyptu frá
ymiskum veitarum.
Tað var í samband við
sølu av surimi, at Torfinn
kom at samstarva við am-
erikumenn, ið hava drúgvar
royndir á økinum, bæði
innan framleiðslu, góðsku
og marknaðarviðurskifti.
- Tað var tískil, áðrenn
Næraberg kom higartil
lands, at vit byrjaðu at
tilrættaleggja tað virksemi,
sum nú fer í gongd í
Fuglafirði, sigur hann.
Í sínari tíð var Torfinn
eisni framleiðsluformaður
umborð á Giljanesi.
- Ætlanin var at byrja
surimi-framleiðslu í Før-
oyum saman við ameriku-
monnum, tí hesir hava tær
drúgvastu royndirnar á øk-
inum, men sum tíðin er
liðin, hava vit sæð tað skila-
góða í at hava tveir aðrar
sterkar "partnarar" við okk-
um, sum nú eru Havsbrún
og Føroya Fiskavirking.
Svartkjaftur
Torfinn sigur, at nú fram-
leiðslan í Fuglafirði fer í
gongd, koma amerikumenn
higar til lands at leggja lag
á.
- Eg haldi, at hetta verður
eitt spennandi samstarv, har
partarnir hava hvør sína
uppgávu í hesi verkætlan,
sigur hann.
Spurdur, hvat hann held-
ur um surimi-verkætlanina
við Nærabergi, sigur Tor-
finn, at Næraberg hevur
megnað at selt eina góða
vøru úr svartkjafti í Japan.
- Fyrstu royndirnar, sum
gjørdar vórðu í Føroyum,
vístu, at surimi úr svart-
kjafti var ikki so væl egnað,
men hesa "mytu" hevur
verkætlanin við Nærabergi
brotið. Surimi úr svartkjafti
verður í dag virðismenn við
onnur sløg av surimi í Jap-
an, og tað er eitt stórt fram-
stig, sigur hann.
Torfinn sigur, at nú
virkið liggur uppat Havs-
brún, har nógv túsund tons
av svartkjafti verða landað
um árið, fer Viking Fish
Protein at keypa bestu rá-
vøruna haðani.
- Og øll rávøran verður í
fyrsta umfari svartkjaftur,
leggur hann aftrat.
Surimi er ikki bara nak-
að, tú gert. Tað krevur holla
servitan, og tí fegnast Tor-
finn um samstarvið við am-
erikumenninar.
Torfinn Johansen er út-
búgvin konserves teknikari
og hevur selt surimi í eini
7-8 ár.
Hvat er surimi?
Surimi er ein vøra við lítl-
um og ongum smakki. Vit
kunnu siga, at hetta er
stabiliserað fiskafars. Øll
leys væta og alt feitt er
"vaskað" úr farsinum, ið er
neutralt. Áðrenn vøran
verður fryst, minnir hon
mest um smágrýnuta til-
farið í einum marsipan-
breyði. Á fakmáli verður
sagt, at surimi er ein stand-
ardifisera
basisvøra
í
einum produkti.
Í Føroyum vita vit,
hvussu
eitt
nú
hýsu-,
toska,-ella upsafars smakk-
ar, men fólk, sum liva í
einum stórum landi burtur
frá havinum, vita kanska
nóg illa, hvussu ein fiskur
sær út. Tey hava ongantíð
sæð ein livandi fisk – uttan
møguliga í einum fiska-
búri.
Okkum í Føroyum nýtist
ikki at tilseta smakki-ella
litevni, tá ið vit gera einar
fiskafrikadellir. Vit vilja
hava tær at smakka soleið-
is, sum tær "eiga" at
smakka, nevniliga av fiski.
Fyrimunirnir hjá fólki í
fjarskotnum londum við
surimi er, at tey kunnu seta
tann smakk ella lit til vør-
una, sum tey vilja. Tískil
nýtist surimi ikki at smakka
av fiski, um tey heldur
vilja, at tað skal smakka av
onkrum øðrum, tá ið mát-
urin stendur á borðinum.
Í Føroyum er onkur eisini
farin at koyra piparfruktir í
eitt nú frikadellir, og tá fært
tú tann lit og partvís tann
smakk, sum fruktin hevur.
Her heima kenna vit best
surimi sum høvuðsevnið í
tí, sum rópt verður "crab-
stick" – ein framleiðsla,
sum í sínari tíð byrjaði í
Kollafirði.
Soleiðis sær surimi út. Líkist
smágrýnutum marsipani.
Viking Fish Protein keypir
svartkjaftin frá skipum, sum
landa til Havsbrún
C
M
Y
K
14