fríggjadagur 20. september 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 20. SEPTEMBER 1996
15
Útróðrarflotin og framtíðin
Vinarliga hýs mær hesum
orðum í blaði tygara, við-
víkjandi teirri kreppu, sum í
løtuni er íkomin millum út-
róðrarmenn her á landi
Bæði við útróðrarmenn
og fiskimålarådharran vil
eg siga: Tonkið tykkum væl
um, áðrenn tit seta hetta í
verk, sum útspælt var av
fiskimálaráðharranum
seinast tit høvdu fund hver
við annan. Fulltíðarútróðr-
armenn eiga at minnast til,
at hatta fyribrygdi, at verða
fulltíðarútróðrarmaður við
so smáum førum sum båt-
um undir 10 tons ikki hevur
verið tað vanliga. Tað mest
vanliga í Føroyum hevur
altíð verið, og er enn, at
hava útróður, sum eina hjá-
vinnu, ískoyti fyri at fáa
endarnar at røkka saman
Tað hevur verið kombinera
á ymsar mátar. Td. Eitt
sindur av landbrúki, onkran
langfaratúr, nakrar tímar
hjá kommununi ella flaka-
virkinum, á vertíð í Íslandi
ella við norskum fiskiskip-
um 0.s.fr. og so útróður aft-
urat. Við øårum orðum var
ogertað minst líka ella enn-
tá vanligari at vera partvís
útróðramaður enn at vera
fulltíðarútróðramaður
Hetta eiga teir, sum í dag
kalla seg fullt .útr. menn og
einsamallir gera krav uppá
Lær
a
fyri
lívið
Læraradagar á Landsmidstødini
Fríggjadagin hin 20.
september letur upp
framsýning vid føroysk-
um skúlabókum og und-
irvísingartilfarið á
Landsmiðsteðini = fyri
Undirvísingaramboð
við Hoyvíksvegin í
Havn
Á hverjum ári koma út
nógvar føroyskar bøkur
Heilt fittur partur eru
bøkur ul skúlabrúks
Taka vit árið í fjør, so
komu heilar 155 før-
oyskar bøkur. Bara eina-
ferð áður eru komnar
flein bøkur út á føroysk-
um. I bókaframleiðsluni
verða nú eisini alt fleiri
tættir avgreiddir í Feroy-
um. Bókaselurnar siga
seg ongantíð hava selt so
nógvar føroyskar bøkur
sum nå, og føroyskar
bøkur eru upp á seg bil-
igari enn bøkur í granna-
londunum
Rættulig ferð kom á
føroyska bókaútgávu í
sjeytiårunum
mentapoliukkur = aldri
hevur verið orðaður í
Føroyum, tók Rithøv-
undafelagið í 1973 stig
til Alit i mentanarspurn-
ingum. Seta vit hetta år
sum mark og líta at bóka-
rúgvuni, komin er síð-
ani, so svarar hetta til
70% av allari føroyskari
bókaútgávu. 2.275 bøk-
ur ella útvið 300.000
blaðsíður. Á føroyskum
og í 22 ár.
Allar føroyskar skúla-
bøkur og alt tilfar, sum
kann nýtast í føroyska
skúlanum, verður við á
framsýningini á Lands-
Hóast
midstødini fríggjadagin
Sýnt verður fram til hin
4. desember og opið er
hvønn gerandisdag frá 9-
12 og 13-17
Henda bóka- og tilfars-
framsyning, sum er opin
fyri almenninginum, er
høvudståttur í einum
tiltaki, sum samstundis
er ætlað lærarum. Hvønn
mikudag i tidar-
skeiðnum 25. septem-
ber-4. desember fåa lær-
arar høvi å Landsmid-
stødini at kunna seg
nærri við framsynda til-
farið, eins og fyrilestrar
verða hildnir
Í fyrilestrunum verður
viðgjørdur tydningurin
av, at tilfariå er heimligt
og å føroyskum, eins og
bøkin verdur vidgjørd
og umrødd sum sjålv
beinagrindin í skúlan-
um. Framtíðar avbjóð-
ingar sum Internetið
verða eisini havdar á
lofti. Fyrilesarar verða
Svenning Tausen, Niels
Jákup Thomsen, Pauli
Nielsen, Dagbjartur De-
bes, Jonhard Mikkelsen,
Jens Pauli Nolsøe og
Helena á Neystabø
Suktakarar = til fram-
sýningina eru Bóka-
deild Føroya Lærara-
felags og Føroya Skúla-
bókagrunnur, sum geva
út bøkur og annað undir-
visingartilfar, og
Landsmiðsteðin, = sum
upplýsir um og lænir
skúlum undirvisingartil-
far. Landsskúlafyrisit-
ingin og Feroya Lær-
arafelag eru eisini stuði-
ar undir ultakinum
tað sum er trábýtt til bólkin
undir 15 tons at minnast til
Heldur ikki eiga teir at
gloyma, at hetta at kunna
fara á flot, og fara á vekuna
við fonginum er ein tann
elsti rætturin saman við
grindabítinum, sum ein
hver føroyingur frå áralds-
tíð eigur. Tað verður ein
tvivlsom æra fyri teir menn,
sum saman við fiskimála-
ráðharranum fara at koma
hesum rætti til lívs
Mítt uppskot til allar út-
róðrarmenn skal vera: farið
ikki í felluna sum fiskimåla-
ráðharrin setti fyri tykkum,
við uppskotinum um at teir
fiskidagar fulltr.útr.menn
hava fingið ov lítið skulu
takast frá hinum bólkunum
av bátum undir 15 tons
Hetta var bert fyri at seta
bólkarnar upp mót hverj-
um ødrum, og tað sær út til
at hava lukkast hjá honum í
ólukkumát. Summi tykkum
og lati hann ikki vinna so
lættliga, tá sleppur hann ov
væl, tí tá alt er yvirstaðið
kann hann bert siga at hetta
var útróðramannsins egna
valg
Vil hann ikki lata útróðr-
arflotan undir 10 tons fiska
frítt, so er at krevja fleiri
fiskidagar. Ikki frá nøkrum
av bólkunum í útróðrarflot-
anum, men heilt náttúrliga
við at ávísa, at tit hava verið
fyri vanbýti, tá fiskidagarn-
ir millum teir ymsu bólk-
arnar í veiðiflotanum vóru
býttir.
Tað verður tosað so nógv
um definitiónina uppá ein
vinnurekandi útróðrar-
mann, men hvat er definiti-
ónin uppá ein fiskidag. Ein
fiskidagur er ikki bara ein
fiskidagur men eigur at
verða umsettur til eina ávísa
veidinøgd og ella eitt åvist
tal av arbeiðsplássum sam-
anborið við veidinøgd, fyri
at kunna áseta eitt rættvíst
býti. Eg fari her at gera eina
samanlíkning millum td
eitt ávíst tal av trolarum og
eitt ávíst tal av smáum útr.-
bátum. Allur trolaraflotin
hevur fingið tillutað 8225
dagar (partrolarar). Allur
útr.floun undir 15 tons
22000 dagar
Ein veiðudagur hjáeinum
trolara má ætlast at geva í
meðal uppá ársbasis 4500
kg. (9000 pund). Ein meðal
veididagur hjá einum út-
róðrarbáti við 4 snellum ella
12 stampum av línu ætlast
at geva uml. 350 kg. (700
pund).
Herav sæst at 150 fult-
riknir åtr6drarbåtar sum
tils. hava fingið tillutað
14666 fiskidagar å 350 kg.
fiska 5133 tons um árið.
I partrolari , sum teimum
flestu kunnugt, hevur fingið
270 dagar í part, og sum
ætlast at fiska 4500 kg. pr.
fiskidag, fiskar uml. 1215
tons um árið
Tað vil siga at allur tann
fullrikni útróðrarflotin und-
ir 15 tons hevur fingið
úllutað tað sama sum uml. 4
partrolarar tilsamans?
Imeðan 4 partrolarar
breydføda 36 mans á
sjónum, eftirsum teir koyra,
mær vitandi við I 1/2 mans-
skapi hver (643), so breyð-
fæða 150 útróðrarbátar um-
leið 225 mans, tá roknast
kann við at uml. helvtin av
teimum rógva við 2 monn-
um umborð. Um veturin tá
roynt verður við línu,
verður hetta tal helst størri,
tá vanligt er at onkur er
knýttur at bátinum uppi á
landi umframt
Av veiðini sum kemur
uppá land frá 4 trolarum og
ella 150 útróðrarbátum,
sambært frammanfyri-
standandi er tann sama,
verður arbeiði, sum veiðan
kastar av sær um hon verður
vidgjørd á landi, tað sama
Man skal ikki vera lærdur
frødingur av nøkrum slag
fyri at kunna siggja, at her er
stórt vanbýti farið fram, og
sigast má at teir sum her
havasitið og býtt veiðidagar
fyri = útróðrarflotan hava
sovið í tímanum.
Hví eg samanlíkni við
trolaraflotan er tí at mær
kemur fyri, at man frá al-
mennari síðu roynir at blása
hetta við fiskidøgum hjá
smábátunum upp, sum um
tað er tað stóra <problemið<
viðvíkjandi ovurfisking á
grunnum okkara, ímeðan
man við vilja gloymir tað
veruliga problemið, sum jú
er trolaraflotin sum hevur
fingið tillutað alt ov nógvar
dagar í mun til hinar bólk-
arnar í flotanum. hóast teir
eru teir sum fara ringast við
stovnunum, klára seg verst
fíggjarliga og søguliga eru
teir sum seinast komu inn á
teir føroysku grunnarnar at
royna, samanborið við hinar
bólkarnar. So tað er eyðvita
higani, møguligur mangul
uppå fiskidagar eigur at
verða tikin til småbåtarnar
So, tað eru tveir mátar at
loysa hendar trupulleikan
við fiskidøgunum hjá út-
róðrarflotanum uppá. harra
fiskimálaráðharri. Annar og
besti er at tå letur smábát-
arnar fiska frítt, tað kann tú
róliga gera, tí í veruleikan-
um vera teir ikki førir fyri at
fiska í nógv fleiri dagar enn
teir ásettu 22000 dagarnar.
Tað skal nokk vísa seg um
tú tordi at lata teir fiska í eitt
ár frítt. Kanska nøkur ár eitt
sindur fleiri og nøkur eitt
sindur minni alt eftir veður-
lagnum. Eitt annað er at
fiska teir frítt og ongi krøv
verða sett til at fáa veiði-
loyvi, vil tað í sjálvum sær
eisini føra til minni roynd, ti
nógvir fiska í løtuni í pan-
ikk fyri ikki at missa ella
vissa sær veiðiloyvið.
Hin mátin er at tú í heyst tá
tey av kønum monnum frå-
boðaðu »falittini« av trolar-
um vera aktuel, letur vera
við at lofta teimum vid al-
mennum peningi, men letur
teir fara nåturliga av knór-
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Pedagogar
A psyk. deild »Pensionatinum« er starvið sum
pedagogur leyst til setan sum skjótast eftir
nærri avtalu.
Arbeiðstíð: 32 t. um vikuna.
Løn sambært sáttmála ímillum Føroya Peda-
gogfelag og Føroya Landsstyri.
»Pensionatid« er ein deild við plássi til 10 sjuk-
lingar við kroniskum psykiatriskum sjúkum.
Endamálið við deildini er:
At sjúklingarnir í neyvum samstarvið við
starvsfólkini fáa høvi til at stimulera og brúka
tey evni, tey hava, soleiðis at gerandisdagurin
fyri hvonn einstakan fær virði.
Krøv til umsøkjarar:
útbúgving sum sosialpedagogur
hugur at arbeiða við fólki við kroniskum
psykiatriskum sjúkum
góð samstarvsevni
opin fyri nýhugsan
evni/vilja at arbeiða tvorfakliga.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petry Olsen, deildarsjúkrasystir, tlf. 13540
lokal 304, ella Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkra-
systir, lokal 351.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi skal send-
ast til:
Umsjónarmannin,
Landssjúkrahúsið,
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 5. oktober 1996.
anum og umger tiskidagar
teirra til útróðrardagar í lut-
fallinum 270 trolaradagar =
3471 útróðrardagar. Sært tú,
letur tú bert ein fara so er
problemið loyst
Krøvini, sum vera sett út-
róðrarmonnum um teir fáa
veiðiloyvi ella ikki, áttu at
verið broytt soleiðis at tey í-
staðin galda fyri at upparb-
eiða rætt til fløgu og dags-
studning, og tann sum helt
seg hava upparbeitt sær
henda rætt, skuldi so havt
skyldu ul sjálvur at gjørt
vart við hetta, við skjal-
prógvan. Men als ongi krøv
til veiðiloyvi. Hetta saman
við frítt at fiska hevði gjørt
henda partin av efuirliunum
av veiðiflotanum lættan at
umsitið afturímóti sum nú,
har tað næstan er vónleyst at
umsita og bara førir til
klandur og stríð fyri teir sum
skulu arbeiða undir hesi
skipan. Bæði teir sum fiska
og teir sum skulu hava eftir-
litið um hendi, og ikki at for-
gloyma ótryggleikan hetta
fórir vid sær fyri útróðrar-
mannin,
Byud av veididøgunum
millum bólkarnar loysir seg
sjålvt, tí vit mugu duga at
síggja at av teimum veiði-
døgum sum ásettir verða
líkamikið hvussu nógvir teir
so eru, verða tað av sær
sjálvum teir sum hava út-
róður sum sítt høvudsstarv
og tí rógva út hvønn dag
høvi býðst, sum fáa teir allar
flestu dagarnar í.sín part
Tað er heilt logiskt at ein
maður sura arbeiðir fullan
dag uppi á landi ikki eisini
kann verða til útróðrar
hvønn dag. Harafturáimóti
skal ein maður sum ikki
hevur arbeiði hvønn dag
uppi á landi hava høvi til at
fara á flot í tann mun hann er
førur fyri ti. Nokta tit totalt
monnum, sum hava dyrar
båtar ella båtar yvirhøvur at
fáa, í minsta lagi fiska fyri
útreiðslur, kann hetta fáa
katastrofalar fylgjur fyri
heilt nógvar menn, nógv
stórri enn ein kanska gevur
sær far um. So fulltíðarút-
róðrarmenn og fiskimåla-
ráðharrin, farið varðliga við
hesum eyma máli, sum, um
tað ikki verður loyst á rættan
hátt, kann vera allari tjóðini
ul óbótaligan skaða
Hetta verði ikki skrivað
ella meint sum enn ein
íblástur til klandursbálið,
sum longu er farið at loga
millum útróðrarmenn, men í
vón um at hjálpa til at finna
útvegir til at loysa krepp-
una, øllum at gagni, sum
henda kreppa viðkemur, og
teir eru nógvir.
Argir 15.09.96
Ragnar T. Hentze