Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 183 - 27. september 2003 TÍÐINDASKRIV frá Havnar Sjónleikarfelag Havnar Sjónleikarfelag gevur okkum nú møgu- leikan at síggja ein meira vaksnan og speisaman Hans Andrias Djurhuus. Í løtuni verður seinasta hond løgd á venjingar í Sjónleikarhúsinum. Tað er Havnar Sjónleikarfelag, ið setur upp meira enn 70 ára gamla leikin hjá Hans Andrias Djurhuus: "Álva- leikur." Hetta er allarhelst fyrstu ferð, at hesin leikur er spældur í Sjónleikarhúsin- um, men hann hevur verið spældur fleiri aðrastaðni í landinum bæði fyrr og í nýggjari tíð, og er ógvuliga umboðandi fyri skald- skapin hjá Hans Andriasi. Í 2001 skrivaði Kirsten Brix, doktari, eina grein í Fróðskaparritið, ið júst umrøður Álvaleik. Hóast leikurin er gamal, er hann so mikið vælskrivaður, at hann væl kann nýtast nú á døgum. Høvuðsevnið: "eru tað menniskjuni, ið hava vald yvir náttúruni ella er tað náttúran, ið stýrir mannalívinum?", er eitt evni, ið eins væl kann hóska til føroyska um- hvørvið nú á døgum, sum tá í tíðini. Álvaleikur hevur helst sína fyrimynd í "Dreymi Jóansøkunátt" eftir William Shakespeare. Leikirnir byggja á somu temu, hava sama slag av málsligum spølum og náttúrumyndum. Munurin liggur m.a. í, at Álvaleikur væl kann spæl- ast av góðum áhugaleik- arum, og at myndirnar og málið eru staðbundin í føroysku mentanini. Í hesari uppseting eru 28 leikarar úr Havnar Sjón- leikarfelag, bæði meira og minni kend og í øllum aldrum frá 12 ár til mitt í 60’unum. Leikurin hevur bert 16 leiklutir, men hesa- ferð hava allir leiklutir dupulta manning, sum spæla annaðhvørt kvøld uppá skift. Hetta er ein áhugaverdur arbeiðsháttur, ið her í Føroyum ikki hevur verið royndur í leikum fyri vaksin. Á henda hátt kunnu leikararnir inspirera hvønn annan, og tað gevur samstundis áhugaleikar- unum møguleika at liva eitt lív, meðan teir spæla sjón- leik. Álvaleikur er ein leikur fyri vaksin, men størri børn kunnu eisini hava gleði av hesum skemtiliga leiki. Og øll kunnu hava stóra gleði av at kunnast við tann Hans Andrias, ið ikki bara er okkara kæra "barnarímu- skald", men eisini ein argingarsamur og speiskur samfelagsviðmerkjari. Leikstjóri er Hedvig Westerlund, teaturpeda- gogur og sjónleikari, ið áður hevur arbeitt sum leikari og hjálparleikstjóri í "Intituut voor Scheppende Ontwikkeling" í Antwerpen við experimentalari leiklist. Í Føroyum kenna vit hana best frá Sjónleikaskúlanum hjá Havnar Sjónleikarfe- lagi. Gallafrumframførsla av Álvaleiki verður tann 4. oktober og atgongumerkja- sølan byrjar nú mánadagin 29. september í Kunningar- stovuni. TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið klokkan 23.00 fer ein av elstu bólk- um í landinum at spæla í Vertshúskjallaranum. Tað eru Spælimenninir . Spæli- menninir hava spælt í skjótt tretivu ár ella síðani 1974. Bólkurin er óivað eisini nógv tann víðfarnasti í før- oyskari tónleikasøgu. Hann hevur við skiftandi mann- ing spælt í fleiri londum enn tað loysir seg at telja í einum stuttum tíðinda- stubba. Í ár hevur bólkurin eisini verið á ferð og hevur spælt í Hollandi og Frak- landi. Í oktobur liggur leið- in til U.S.A. Spælimenninir spæla fólkatónleik úr Norður- londum, Írlandi, USA og Hetlandi. Á skránni hjá bólkinum eru eisini spæli- mansløg, sum Ívar Bærent- sen hevur gjørt, umframt fleiri løg úr nótabókini hjá Jens Christiani Svabo. Svabo skuldi vera fermur violinspælari og í nótabók sína, sum varð funnin á loftinum í Pæsastovu í 1928, skrivaði hann upp løg, hann hevði lært árini hann dvaldi í Keypmann- havn og á ferðum sínum m.a. í Onglandi. Manningin í Spælimonn- unum hevur sum nevnt verið skiftandi. Í løtuni er hon henda: Jákup Lützen og Re- bekka Blak spæla violin. Niels Galan, spælir mando- lin, Ívar Bærentsen, ið hev- ur verið í bólkinum longur enn elstu menn minnast, glettir á mandolin og gittar. Sharon Weiss, ið eisini hevur verið í bólkinum í minst eitt mannaminni, blæsur í blokkfloytu og Kristian Blak, ið sambært fornkønastu frøðingum í føroyskari tónleikasøgu stovnaði bólkin, lemur kla- verið (ið er nær um javn- gamalt við bólkin). Spælimenninir byrja at spæla klokkan 23.00. Tey sum vilja leska oyruni við tí feingi av ljóðum og rútm- um, sum hesi tónføstu heið- ursfólk elva fram úr ljóð- førum sínum, eiga at møta stundisliga og fjølment í Vertshúskjallaranum leyg- arkvøldið. TÍÐINDASKRIV Hósdagin 2. oktober og fríggjadagin 3. oktober syngur Bernt Törnblom (S) vísur hjá Bellmann og Evert Taube í Føroy- um. Fyrra konsertin verður í Klingruni Norður- landahúsinum hós- kvøldið klokkan 19.30. Svenski sangarin, sum hevur vunnið fleiri virð- islønir í Svøríki, fer eis- ini at framføra í Atlantis í Klaksvík. Tann kon- sertin verður fríggja- kvøldið 3.oktober klokkan 19.00. Tey børn, sum vilja vera við í Trølla Pætur filminum, sum kemur út til jóla, kunnu møta upp á bryggjuni í Havn mánadagin tann 29.09. kl. 13.00. Í hesum døgum verða seinastu upptøkurnar gjørdar til nýggja Trølla Pætur filmin, sum kemur út til jóla í ár. Filmurin endar við ein- um stórum braki á Havnarvág, og í tí sam- bandinum biður Trølla Omman um hjálp frá øllum børnunum í Tórs- havn. Í filminum hevur Leika-Mafian stolið allar leikur frá børnum og leikahandlum í Før- oyum, men Trølla Pætur, Trølla Omman og Er- ling- og Jógvan politist- ar, eru so mikið ófør, at tey niðurbinda Mafiuna í Mafialandi, og skipað soleiðis fyri, at allar leikurnar koma aftur til Føroya í øllum góðum. Mánadagin 29. sep- tember, t.v.s nú komandi mánadag, verða myndir- nar tiknar, har trøllini og politistarnir koma sigl- andi inn eftir Havnavág í einum vøkrum báti, sum tey hava fingið frá CIA fyri at hava fangað Leika-Mafiuna. Sam- stundis kemur Blikur aftur til Føroyar við øll- um leikunum. Fyri at myndirnar skulu verða so festligar sum gjørtligt, vil Trølla Omman hava so nógv fólk sum gjørligt oman á bryggjuna niðan fyri Skipafelagið Føroyar. Tí bjóðar hon øllum børnunum í Tórshavn, og øllum teimum, sum hava hug at vera við í filminum, at koma om- an á bryggjuna komandi mánadag kl. 13.00. Børnini fáa fløgg og ballónir sum tey skulu veitra við, tá omman kemur stimandi inn eftir Havnarvág og tá trøllini og løgreglan koma uppá land. Tað er altíð sera tor- ført at siga neyvt hvussu leingi slíkar upptøkur taka, men Trølla Omm- an metir, at tað tekur umleið 1 tíma. Tað verður bert filma um veðrið er til vildar. Lýst verður í Útvarpi Føroya og Rás2 á mid- degi mánadagin, um tiltakið verður av nøkr- um ella ikki. Trølla Omman vónar at so nógv sum gjørligt møta upp fyri at fáa ein festligan enda til nýggja filmin. Trølla Omman takkar frammaundan ! Frá Havnar Jazzfelag: Írskt, Ívar og Svabo í Vertshúskjallaranum Törnblom syngur Taube og Bellmann Trølla Omman biður um hjálp ! Til gaman og álvaleik Nr. 183 • leygardagur • 27. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sjey sýningar í Klipp Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins hevur kunngjørt skránna fyri veturin 2003/2004. Lesið síðu 11 VEÐRAR Edvard Joensen Mikkjalsmessa og veðrar hoyra saman hjá føroyinginum. Tað kitlar í kjøtinum, tá tú hoyrir orðið Mikkjalsmessu. Tú hugsar um veiðu, veðrar og veðurlags- broytingar. Hetta er merkisdagur. Tað sigst ikki annað. Ikki er tað fyrst og fremst nakar erkaeingil, sum er í hugan- um, tá hugt verður út hendan vakra heystmorgunin. Kølið er, og klárt er upp á hvønn tind, hóast skýggjað kortini. Nú skulu skoraveðrarnir fáast heimaftur. Hóast enn ein vika er til mikkjalsmessu, verður hildið frægast at fáa teir upp, meðan líkindi eru. Einki tykist røra seg í loftin- um, so ivaleyst verður hetta tøkudagur burturav. Av sonnum finst ikki betri dagur, bjargaseyð at fanga. Menn eru spentir, og tosað verður dúgliga, so hvørt teir hópast á lendingini. Flota bátar og eru kátir. Skemta. Reypa. Meta um, hvussu úrtøkan fer at verða. Munnu nú fleiri vera farnir enn teir báðir, sum saknaðir vórðu í summar, tá hugt varð til teirra har inni í berginum? Spenningurin økist, so hvørt gingið verður niðan frá har, bátarnir eru drignir upp. Og ikki verður hann avgjørdur fyrr enn komið er heilt inn í skorina har seyðirnir eru. Jú, teir eru at síggja beinanveg einir fýra fimm. heilt niðri á eggini. Undir hamr- inum vestantil eru teir komnir eystur undir aftur. So má fólk niður eftir teimum. Tað tekur eina løtu at avgreiða tað. Og hvussu er í erva? Er nakað stadd- ur uppi undir berginum omanvert Stíggin?. Teir skulu so rekast niður, um so er. Men tað munnu somu menninir fara at klára, sum fara eftir teimum niðaru, ið liggja. Jú, teir fara nakrir, meðan aðrir fara undir at gera tøkuna klára. Eina lítla rætt á rásini í einum tronga undir hamars- endanum í gjónni, sum er mark millum hagan og feitilendið. Og alt er liðugt í senn. Seyðirnir eru fingnir á rásina bæði úr erva og neðra og eru farnir vesturyvir, har vónandi fleiri liggja. Tí her vóru bara níggju tilsmans, og teir skuldu verið 21, um allir eru til. Tó er sannlíkt, at minst tveir eru farnir fyri bakka. Ajú, vit taka okkum vestur eftir rásini og fara um ryggin har vesturi og síggja upp í næst- vestasta kjálkan. Her skuldu verið fleiri. Men tað sæst bara ein. Er farin heilt upp undir bergið og stendur har so einsa- mallur og trónar. Hevur líkasum hug at halda, at her hoyri eg til og eingin annar skal koma her. Er hálvavegna eitt sindur ólátaður tá menninir koma upp eftir honum. Og orðini hjá Mikkjali á Ryggi renna til hugs: Djarvt hann upp sín hyrning rísur, ilskast, nú teir koma nær, trampar fast, og hart hann snýsir, bergið gevur aftursvar; yvri út av eygum brennur, óður hann á tvørs út rennur. Men hann verður noyddur undan og kemur niður á meira algongt lendi. Og nú koma teir undan vestasta rygginum. Ein, tveir tríggir og so fleiri. Lagið batnar eitt sindur, og tað lætnar hjá teimum, ið kenna sínar aftur. Men bara 16 eru teir í tali, so ikki færri enn fimm eru burtur. Tað var í so nógv, hóast treytir- nar eru slíkar, at ikki kunnu allir væntast aftur, sum sleptir verða á vári. Men nú er einki fyri at fáa rakstur á teir, og skjótt er, at allir eru í rættini. So at taka úr og binda á. Nakrir sita og halda teimum, meðan hinir beina rætt- ina burtur aftur. Goyma uppi í gjónni, har hon stendur rímiliga vard fyri skalvalopi, ið væntast kann úr erva, um so berst á, at kavi legst í vetur. Tað verður handlað og mett. Onkur hevur hug at reypa, og onkur annar fýlist. Teir eru fegnir, sum hava fingið sínar aftur, og onkur einstakur harmast um, at hann ongan fekk. Aftur kemur Mikkjal á Ryggi í hugan. Ivaleyst hevur hann verið í grannaskorini vestantil, har teir eisini eru og taka í dag. Allar eydnaðist at fáa. Bundið er um hálsar fast. Feitast meta teir hin gráa, So hon høvuðsvarta næst. Nú er upp á egg at venda, Leikur komin er at enda. Jú, vit koma upp aftur á slætt og fáa ein bita. Men enn er leikur ikki komin at enda. Tað er bæði gongd og sigling eftir enn. Og tá kvøldið kom, varð sannað, at júst sum hjá Mikkjali varð tað hin grái, sum royndist bestur. Heystið er komið. Veðrarnir bíða. Nú verður mest bara hugsað um veiðu og mat komandi dagarnar. Alt tað, sum í summar hevur vaksið og ment seg, verður nú lagt slætt. Annaðhvørt av veðri og vindi ella av okkum menniskjum, sum í Gamla Testmenti fingu litið til at ráða yvir øllum, sum á jørðini veksur og livir Mikkjalsmessa C M Y K 31 30