leygardagur 27. september 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Orfeus, konsertfelag Norður-
landahúsins, fer nú undir vetrar-
skránna. Allar konsertirnar verða
hóskvøld kl. 20.00. Sum nakað
nýtt verða tær einstøku konsert-
skráirnar umrøddar sama kvøld
kl. 19.30.
Nina Kavtaradze
Fyrsta konsertin verður við
russiska klaverleikaranum Ninu
Kavtaradze hóskvøldið 9.
oktober. Hon fer at spæla tónleik
úr romantiska tíðarskeiðnum. Á
skránni hevur hon verk eftir
Tchaikovsky, Rachmaninov,
Wagner, Chopin og Musorgsky.
Harumframt fer Nina Kavtaradze
at spæla verkið Nostalgisk
Tango, sum hon hevur skrivað
sjálv.
Nina Kavtaradze hevur hildið
konsertir víða um í heiminum.
Hon hevur m.a. starvast saman
við so frægum tónlistarfólki sum
Jurij Ahronovich, Kurt Sander-
ling, Mariss Jansons og Jean-
Pierre Rampal. Fløguupptøka
hennara av klaververkum eftir
Richard Wagner varð í tíðarrit-
inum "Neue Musikzeitschrift"
(stovnað av Robert Schumann)
kosin at vera millum tíggju tær
bestu klaverútgávurnar í
heiminum í ár 2000.
Nikolaos og Stamen
Onnur konsertin verður hós-
kvøldið 30. oktober. Tá fara
Nikolaos Kapnas og Stamen
Stantchev á pallin við tónleiki
fyri violin og klaver, sum er
skrivaður í Fraklandi. Nikolaos
og Stamen hava áður spælt í
Orfeus konsertrøðini, og
hesaferð verður tað við verkum
eftir Debussy, Stravinsky og
Saint-Saens.
Norðurlendsk trio
Triðja og seinasta konsertin fyri
jól verður hóskvøldið 20.
november. Tá fer ein trio, sum er
mannað við Marianne Rørholm,
messosopran, Anette Maria
Slaatto, viola-leikara og Anne
Mette Stæhr, klaverleikara at
spæla nýggjari norðurlendskan
kamartónleik. Á skránni hjá
teimum eru tónleikur m.a eftir
íslendska tónaskaldið Atla
Heimir Sveinsson og eftir
Sunleif Rasmussen. Atli Heimir
og Sunleif hava tað felags, at
báðir hava vunnið ta høgt virdu
Tónlistarvirðisløn Norðurlanda-
ráðsins. Atli Heimir í 1976 fyri
sermerktu floytukonsert sína og
Sunleif í 2002 fyri fyrstu
symfoni sína "Oceanic Days".
Trioin fer harumframt at spæla
verk eftir Anders Brødsgaard úr
Danmark og Johannes Jansson úr
Svøríki.
Atgongumerki
Norðurlandahúsið fer til hesar
tríggjar konsertirnar at hava
øðrvísi atgongumerkjaprísir enn
vanligt hevur verið. Atgongu-
merki til tær einstøku konsertnir
kosta kr. 125, - fyri hvørja, men
til ber at keypa til allar tríggjar
konsertirnar fyri kr. 175,-. Í
báðum førum er umrøðan kl.
19.30 íroknað.
2
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
Í Degi og Viku fyri einari góðari
viku síðani sat ein floksformaður
á tingi og umbar seg fyri ein
heldur kloddutan atburð á
almennari samkomu við
útlendskum gestum. — Orð sum
"rúsdrekka", "álit" og
"trupulleikar" blivu nevnd. —
Tað var so tað, tað var!
Innslagið var í mínari verð
hvørki serliga skelkandi ella
áhugavert, eftir sjálvari "gøluni"
at døma, tí hetta var hvørki
fyrstu ella einastu ferð, og sann-
líkt er, at tað heldur ikki verður
seinastu ferð, at menn í fyllskapi
gera sær fyri skommum, hvørki í
almennum høpi ella privat. —
So tað lati eg fara framvið ...
Nei, tað ið fangaði mín áhuga
og irriteraði meg serliga nógv
var klodduta og amartørsliga
innslagið í Degi og Viku hetta
hóskvøldið.
Hevði innslagið yvirhøvur eitt
tíðindavirði, sum rættvísgjørdi,
at floksformaðurin fekk eina
einarøðu í SvF uppá knappar 8
minuttir? — Serliga tá ið man
hevur í huga, at sjónvarpstíð-
indini sjáldan eru nógv longri
enn 20 minuttir tilsamans, og tá
eru jingla, yvirskriftir og veðrið
við í roknistykkinum!
Um tað var ein roynd hjá
journalistinum at lyfta onkra
dýnu og síggja okkurt smuds, so
riggaði tað ikki serliga væl! —
Talan var jú um ein mann, sum
so avgjørt dugir at svara fyri seg,
og tá ið hann ongar kontraspurn-
ingar fekk, so misti innslagið sítt
virði næstan beinanvegin, tí í
somu stund hann viðgekk at
hava gjørt eitt mistak, so átti
møguliga at verið kutað yvir í
eitt yvirlit av gomlum gølum og
møguliga eitt prát við okkurt
fakfólk. Og at enda kundi óhepni
politikarin fingið loyvi til at
síggja angrandi út og siga "at tað
ongantíð skal henda aftur!"
Ella okkurt! Tí hvat nyttar tað
at servera eitt so langt innslag, tá
ið tað mest av øllum líktist
mikrofonhaldaríi? — Vit eru jú
nøkur, sum hyggja eftir Degi og
Viku fyri at fáa nakað at vita, og
ikki bara tí at sendingin er
føroysk!
Sum miðlabrúkari her í land-
inum hevur man tó av og á hug
at spyrja, um landið er ov lítið til
eina atfinnandi, gravandi pressu?
Bløðini hava sum frægast
roynt at hevjað seg uppum
partapolitisku siðvenjuna, men
eftirsum tey meira og meira
noyðast at klára seg eftir
marknaðartreytum, so verður
lægst møguligi felagsnevnarin
rættiliga ofta lyklaorðið, tí so
nógv sum gjørligt skulu jú keypa
blaðið, ikki bara í dag, men helst
eisini í morgin. Og tí verður
lopið frá gølu til gølu, kryddað
eitt sindur við ítrótti og glæsilig-
um hetjusøgum um føroyingar,
ið royna seg við hesum ella
hasum í tí stóru verðini handan
tað blýgráa havið.
Hetta átti tó ikki verið neyðugt
hjá útvarpi og sjónvarpi, ið
skuldu eitast at vera loyst frá
hesi jagstranini eftir tíðindum, ið
kunnu metast eftir søluvirðinum,
tí hvørt húsarhald í landinum er
við til at fíggja hesar stovnar,
umframt at teir hava rætt til at
senda lýsingar og at skipa fyri
eydnuspølum.
Og tó vit hava jú havt
politikara her í landinum, ið
beinleiðis hevur hótt við at
skerja játtanina til "tey óheftu",
um ikki loftmiðlarnir góvust við
einari snaskutari søgu úr
fortíðini. Nei, tað er ikki serliga
langtsíðani!
Journarlisturin hevur til
fremstu uppgávu at royna at
finna fram til eitt ávíst mát av
sannleika, ið hann so ber fram
fyri fólki. Men um hann ikki
viðger tilfarið, áðrenn fjøldin fær
tað, so kundi hann tað sama bert
sent ein bandupptakara fyri seg
ella ein filmsupptakara. —
Journalisturin hevur eisini eina
ábyrgd!
Men sjálvandi, vit kenna jú øll
hvønn annan, og fær journalist-
urin, sum jú skal liva av at skriva
tíðindir hvønn dag, tað orð á sær,
at hann (orðið er kallkyn, sorry)
er so mikið droyur, at hann altíð
leitar fram gølur og annað snask,
so er vandin tilstaðar, at eingin
vil tosa við viðkomandi, og hvat
er tá vunnið hjá fríu pressuni?
Spurningurin er so, um
Føroyar eru ov smáar til
journalistik?
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Er tað ov lætt at vera journalistur í Føroyum?
Bergur Rasmussen skrivar
Tríggjar konsertir í Orfeus
Ninu Kavtaradze
Nikolaos Kapnas
Stamen Stantchev
Orfeus
konsertrøðin fer
nú undir sítt
fjórða starvsár, og
tað verða tríggjar
spennandi
konsertir fyri jól
Fittu søgurnar um Hugo eru
væl umtóktar millum børn. Nú
hevur Bókadeild Føroya
Lærarafelags givið fyrstu
bókina, Tey kalla meg bara
Hugo út av nýggjum, í eitt
sindur broyttari útgávu og við
nýggjari permu, sum Philippe
Carré hevur teknað.
Bøkurnar um Hugo eru um
vinarlag fyrst og fremst, men
eisini um happing. Frá tí degi,
at Elo Skjálm setur føturnar inn
í flokkin hjá Hugo og teimum,
verður lívið hjá Hugo vent upp
og niður, og besti vinur hansara
verður ringasti fíggindi, og allur
skúlin er eftir honum.
Fløkjurnar vinda uppá seg, og
at enda eru tað bara útskotini í
býnum, Landastrokini, ið kunnu
loysa knútarnar. Hetta er ein
søga um vinarlag, og um at fólk
ikki altíð eru tað, tey síggja út
til at vera,
og serliga
ikki, hvat
onnur
halda tey
vera.
Bókin
er 214
síður,
innbundin
og kostar
kr. 140.
Tey kalla
meg bara
Hugo er
fyrsta bókin í
røðini um
Hugo. Í 1997
gav Bókadeild
Føroya
Lærarafelags út
framhaldið av
henni, Hvørjum flenna
likkurnar at, Hugo. Og um ein
mánaða ella so kemur triðja
bókin í røðini, Kom yvirum
Hugo. Eisini henda bókin er um
vinalag. Bøkurnar kunnu eisini
lesast leysar av hvør aðrari.
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
3
Hetta er ein fitt og spennandi
kókibók til børnini, har hug-
flogið fær rúmar ræsur. Bókin er
full av frálíkum rættum, menn-
andi millummálum og spennandi
søtmeti. Evna til eina leskiliga
runukaku, broysknar mánasteinar
ella litfagrar ælabogakøkur.
Loynidesert og jarðberja- og
rómadrykk. Í bókini eru spenn-
andi, sunnir, súrir, saltir og søtir
smámálar. Kærkomið køksævin-
týr hjá komandi kokkum.
Bókin er øll myndprýdd, so tú
stig fyri stig sært, hvussu tú skalt
bera teg at, hvussu tú kemur í
gongd, hvussu amboðini eita, og
hvussu tú ansar tær í køkinum, tá
tú matger. Jane Bull hevur
skrivað og Sólgerð Sigvardsen
týddi
Bókin er 48 síður, innbundin,
og kostar kr. 98,-.
Løg fyri floytu. Við nýggja
heftinum fáa føroysk børn høvi
at venja seg við "føroyskan
tóna", sum vit serliga hoyra í
skjaldrum, kvæðaløgum og
sálmum.
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út Blómubros, ið er
savn við føroyskum løgum
skrivað niður á nótablað og løgd
til rættis fyri floytu. Andrea
Heindriksdóttir, lærari í floytu í
musikkskúlaskipanini, hevur lagt
heftið til rættis. Blómubros er
fyrst og fremst ætlað til
tónleikaundirvísingina í
musikkskúlaskipanini. Vónin er,
at lítla lagasavnið verður góður
stuðul í dagligu undirvísingini og
til framførslur.
Útlendskar ljóðførisskúlar
umfata barnasangir og fólkaløg
úr upprunalandinum. Ofta verður
svenskt, danskt og enskt tilfar
nýtt í musikkskúlaskipanini.
Føroysk børn venja seg tí frá
byrjan við ein "fremmandan
tóna". Við nýggja heftinum fáa
føroysk børn høvi at venja seg
við "føroyskan tóna", sum vit
serliga hoyra í skjaldrum,
kvæðaløgum og sálmum.
Í Blómubros eru 26 løg.
Løgini umboða ymsar partar av
føroyskari sangmentan. Her eru
skjaldur, kvæða- og vísuløg,
eldri og yngri barnasangir og
nøkur gomul føroysk sálmaløg -
kingoløg. Løgini eru í summum
førum skrivað í tveimum tóna-
sløgum, fyri næmingar á
byrjanarstøði og fyri næmingar,
ið hava ein ávísan førleika. Eisini
eru fleiri løg løgd til rættis fyri 3
floytur, og upp aftur onnur hava
klaverfylgispæl, sum klaver-
næmingar, ið eru komnir nakað
ávegis, eru førir fyri at spæla.
Sangtekstirnir eru prentaðir
aftast í heftinum.
Atli K. Petersen hevur skrivað
nótarnar. Astrid MacDonald
hevur myndprýtt heftið.
Grafikstudio hevur gjørt perm-
una, og Einars Prent hevur
prentað.
Blómubros er 46 blaðsíður og
kostar 98 krónur. Lítla laga-
savnið fæst í bóka- og tónleika-
búðum um alt landið.
Kærkomið
køksævintýr
hjá komandi
kokkum
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út
bókina Kókibókin hjá komandi kokkum eftir
Jane Bull.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bókina
Tey kalla meg bara Hugo
eftir Rakel Helmsdal. Hetta er 2. broytta útgáva
Hugo endurprentaður
Blómubros
C
M
Y
K
33
32