leygardagur 27. september 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
LIST
Øssur Johannesen
Teir tríggir Olsen brøðurnir,
Torbjørn, sum er málari, Marius,
sum er grafikari, og Hans Pauli,
sum er myndahøggari, teljast
allir millum tey størstu lista-
fólkini, vit hava havt í Føroyum.
Gud viti hvør ella hvat tað er,
sum hevur givið hesum beiggj-
unum stór listarlig evnir í dóps-
gávu, sum kemur at ríka okkum
føroyingar møguliga til allar
tíðir. Og hvussu nógv fáa Tor-
bjørn, Hans Pauli og Marius á
føroysku fíggjarlógini, ella á
fíggjarlógini hjá Tórshavnar
kommunu? Ikki eitt oyra. Okey,
Tórshavnar kommuna hevur reist
fleiri standmyndir hjá Hans
Paula og tøkk fái teir fyri tað.
Men tey flestu stóru listafólk-
ini, skaldini, tónleikararnir og
sjónleikararnir eru blóðfátøk og
tað líkist svartasta ongum. Listin,
skaldskapurin, tónleikurin, sjón-
leikurin eru hjartað, sálin og
heilin í samfelagnum. Tað er tað
einasta, sum hevur varandi virði
í samfelagnum. Politikarar,
brúkið meiri pengar uppá list,
skaldskap, tónleik, sjónleik. Tað
eru nógvir pengar í mentan,
brúkið 500 milliónir krónur uppá
mentan um árið. Takk! Heldur
tað enn at brúka 100 tals milli-
ónir uppá eitt ljótt fótbólts-
stadion. Tórbjørn segði, at fót-
bóltur er tann býttasta religiónin,
sum er til í verðini. Tóroddur
segði fótbóltur, hasi rópini har,
hatta er fasisma, tað skuldi verið
forboðið. Fótbóltur er platt
undirhald, fótbóltsspælararnir eru
líka stór nullir sum bóltarnir, teir
renna eftir. Teir flestu føroyingar
eru blindir, fylla seg við undir-
haldi, plattum undirhaldspoppi
og countrymusikki, fótbólti,
sjónvarpi, bingo og øðrum líka-
sælum innihaldsleysum tómum
undirhaldi.
Torbjørn Jacobsen er tann
einasti mentamálaráðharrin, sum
hevur gjørt ein innsats fyri
mentanina í Føroyum, og hann
bleiv sjálvandi noyddur at fara
frá.
Menniskjað miðpunktið
Ná, aftur til Hans Paula. Í hans-
ara list er menniskjað mið-
punktið í tilveruni, lívinum,
kroppinum, kenslunum, sálini,
lívsroyndunum, lagnuni osfr.
Hans Pauli avmyndar menn-
iskjuni, sum hann sær tey. At fáa
tað at líkjast er ongin trupulleiki,
og Hans Pauli avmyndar fólkini
nakin sum oftast. Tann nakni
mannakroppurin er eitt vakurt
Menniskjað og myndahø
Í hansara list er menniskjað miðpunktið í tilveruni, lívinum, kroppinum, kenslunum,
sálini, lívsroyndunum og lagnuni. Hans Pauli avmyndar menniskjuni, sum hann sær tey.
Tann nakni mannakroppurin er eitt vakurt landslag, skapt av Guds hond. Vit koma nakin
til verðina og fara nakin aftur í kistuna. Hans Pauli blandar naturalistiska
impressionismu við modernistisk avantgardistisk hugskot og henda blandin er sera
áhugaverd og original
Listamaðurin og barnið
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
7
landslag, skapt av Guds hond.
Vit koma nakin til verðina og
fara nakin aftur í kistuna. Hans
Pauli blandar naturalistiska
impressionismu við modernistisk
avantgardistisk hugskot og henda
blandin er sera áhugaverd og
original.
Sum handverkari er hann eins
og Torbjørn og Marius sera
virtuosur tekniskt. Vit síggja eina
standmynd av konuni Hjørdis
Haack, sum eisini er eitt stórt
listafólk. Hon er sum kvinna
guddommiliga vøkur og at Hans
Pauli hevur sterkar kenslur fyri
henni, sæst alt fyri eitt. Hjørdis
er paradísið hjá Hans Paula, í
kærleikanum, sálini, hjartanum
og sjálvandi eisini sexuelt.
Hjørdis hyggur við sínum vakra
eygnabrái út í verðina, hon søkir
tað poetiska, tað vakra í lívinum
og tilveruni, og ignorerar tað
myrka og ljóta. Tað geri eg ikki.
Aftan fyri hana er eitt leirfjall.
Hetta kann vera eitt symbol uppá
kærleikan millum tey bæði, so
sterkur sum kletturin eftir øllum
at døma, og so síggja vit profilin
hjá Hans Paula álvarsamur og
sterkur, sum ein skuggi, og
Hjørdis følir seg varda. Skugga-
profilurin hjá Hans Paula og
umvent kompositiónin er eisini
sera einføld og sannførandi.
Avdúkar seg sjálvan
Spegilsmynd kallast ein stór
standmynd. Vit síggja eina
kvinnu, sum er upp á vegin,
andlitsbráið er álvarsamt, sum
hon óttast fyri at seta eitt nýtt lív
í okkara verð, sum upp á mangar
mátar er alt ov ónd. Hvat fyri
lagnu hetta barnið fær, vita vit
ikki, ljóta ella góða. Vit síggja
hennara spegil, sum symboliserar
undirgang og so fjallið. Men ein
vanlig kvinna føðir eftir 9 mán-
aðir, meðan henda kvinna aldrin
føðir, men verður verandi tjúkk
og verður standandi, eisini langt
eftir bæði modellin og listamað-
urin eru farin úr hesi verð.
Sum áður nevnt er manna-
kroppurin eitt meistaraverk skapt
av Guds hond. Kroppurin er húð,
bein og væta. Nógv listafólk
hava ígjøgnum allar tíðir av-
myndað menniskjakroppin,
kenslurnar, sálina, tankarnar,
upplivingarnar og lívsroyndirnar,
og eisini Hans Pauli.
Vit síggja eina sjálvsmynd í
leiri og sum tann fyrsti lista-
maðurin í Føroyum torir Hans
Pauli at avdúka seg fullkomiliga
naknan sum Skaparin hevur
skapt hann við berum murti og
øllum. Andlitsbráið er eitt sindur
óhugnaligt og makaburt. Hann
dyrkar seg sjálvan, er upptikin av
síni egnu listaverð, í hondini
hevur hann tveir leirklumpar. Vit
fara øll í eina kistu niður í mold-
ina at búgva, men trø og plantur
vaksa eisini úr moldini og úr
leirinum. Somuleiðis standmynd-
irnar hjá Hans Paula og mongum
øðrum myndahøggarum.
Ein onnur stór standmynd,
sum stendur uttan fyri Lista-
skálan. Niðast síggja vit lista-
mannin Hans Paula. Hann situr
niðri, vit síggja vælskaptu
beinini og hann blundar og er í
eini innanívendari meditativum
sinnisstemningi. Hann hvílir í
sær sjálvum og trívist í sínum
einsemi. Aftan fyri hann síggja
vit eitt stórt berg, sum er formað
sum eitt yvirvaksið skuggabein
og eina hond. Ovast uppi síggja
vit ein lítlan figur, dynamikkurin
millum lítla figurin ovast uppi og
stóru sjálvsmyndina er eina-
standandi og somuleiðis tann
ørandi hæddarkenslan. Eitt
meistaraverk, sum inniheldur
nógva djúpa psykologi og
filosofi hjá menniskjanum.
Krossfesting
Ein onnur stór standmynd, ið
stendur uttan fyri Listaskálan, er
um sjálvmorð sum eitt slag av
krossfesting. Jesus varð kross-
festur, men eisini tey fólkini,
sum verða krossfest av nógvum
mótgangi, líðingum og depressi-
ónum og ikki orka at liva og taka
seg av døgum, og øll tey, sum
eru blóðfátøk og hungra, tey eru
eisini krossfest av lívinum og
tilveruni, men Hans Pauli hevur
sagt mær, at henda standmynd
eisini handlar um at offra seg
fyri listini. Fleiri listafólk av
øllum slagi hava tikið lívið av
sær, eisini í Føroyum. Ein sera
sterk standmynd.
Í fleiri av standmyndunum hjá
Hans Paula hevur hann verið
upptikin av skugganum, sum øll
fólk hava ein av. Vendur tú tær
vekk frá sólini, so sært tú bert tín
egna skugga. Skuggin er symbol
uppá deyðan og skuggin fylgir
tær restina av lívinum. Skuggin
symboliserar eisini undirgang,
nevniliga at um man letur
myrkrið í sálini fáa yvirvág, so
gongur man til grundar, og tað
gera nógv tíverri. Mong menn-
iskju finna ikki kærleikan,
tíverri.
Brøðurnir
Hans Pauli hevur gjørt fleiri
portrett og eitt tað besta er av
yngra beiggjanum Mariusi. Hann
er eisini sum áður nevnt ein
stórur listamaður. Hetta er ein
klókur maður, sum hevur lisið
nógv um religión, filosofi,
skaldskap, men hann er, sigur
hann, ateistur. Hann hevur
upplivað nógv og trívst best í
skuggasíðuni í samfelagnum, og
hann hevur livað eitt farligt lív.
Eitt dapurt filosofiskt, mystiskt,
men eisini eitt følsamt og
árvakið úttrykk er í eygna-
bránum. Hann hevur eitt
temperamentsfult og partvíst
vanskiligt sinnalag, men hann
hevur eisini fingið givið og
fingið nógvan kærleika og er
eisini brendur av líðingum og er
harvið blivin djúpari sum lista-
maður og menniskja. Eitt sera
væleydnað portrett.
Portrettbustan av bróðrinum
Bjarna er eisini væleydnað og
somuleiðis portrettbustin av
Torbjørn. Hann er eitt tigandi,
stilt og følsamt menniskja, men
viðhvørt vaknar bjørnin í honum
og ger ein temperamentsfullan
vørr. Hann dyrkar sítt einsemi og
livir í síni egnu listaverð. Og so
er eitt portrett í tveimum, tað er
Hans Pauli og konan Hjørdis.
Hans Pauli hvílir sítt troytta,
heldur dapra og álvarstunga høvd
á bringuni á konuni Hjørdis. Tey
síggja bæði eitt sindur forpínd
út. Tey eru eitt sindur troytt eftir
ein langan dag, har tey hava tænt
listini í hvør sínum einsemi. Tey
hava funnið hvønn annan, men
eru kortini upptikin av at tæna
listini í hvør sínum einsemi.
Ert tú einsamallur, so kemur
tú at fáa stórt selskap umsíðir,
skrivar ein svenskur yrkjari, og
øll list, skaldskapur, tónleikur
verður skapað úr einseminum.
Á eini aðrari standmynd síggja
vit avprentið av nakna kroppin-
um hjá listamanninum.
Fiduslist?
Ein onnur portrettmynd er av
listamanninum og fyrrverandi
savnsstjóranum í Listaskálanum,
Bárður Jákupsson, sum hevur
stuðlað mær og Olsen beiggj-
unum øgiliga væl. Hetta er ein
klókur og vællisin maður. Hann
hevur eina sterka psyko, hann
sær álvarsligur út, men hann
hevur verið í eitt sindur ringum
lagi, tá ið Hans Pauli hevur
avmyndað hann. Tað er heilt
givið, at hesin maðurin hevur
nógvar fíggindar og hann hatar
fiduslist, tað geri eg eisini. Fleiri
av teimum kendu væletableraðu
listamonnunum í Føroyum eru
fidusmenn, bert 10% av tí, sum
verður skapt av list í Føroyum og
aðrastaðni við, kemur at halda,
ella er tað 1%, eg veit ikki
rættiliga.
øggarin Hans Pauli Olsen
Konan avmyndað
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
37
36