leygardagur 27. september 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
Og so er tað traðarmaðurin.
Hann heldur einum stórum
steini, tað skal ein sterkur maður
at lyfta ein tílíkan stóran stein.
Steinurin sigur einki. Hann er
tigandi og somuleiðis er
maðurin, men hví hann hevur
kamoflerað greiðirnar í neðra,
tað skilji eg ikki rættiliga.
Mær dámar ikki Nólsoyar Páll
standmyndina, hann líkist einum
psykopatiskum fasisti og
kompositiónin er rótut, fungerar
slettis ikki.
Og so koma vit til stand-
myndina av kapitalistinum
Jógvani Kjølbro sála. Hann setti
nógv virksemi í gongd og skapti
nógv arbeiðspláss, men sum allir
aðrir kapitalistar, so stjól hann
seg feitan og ríkan uppá bekost-
ning av arbeiðsfólkinum hjá
honum. Eg hati allar kapitalistar
og kapitalismuna. Nøkur fá
undantøk eru, sum hava stuðlað
mær persónliga. Kapitalisman
skal útruddast við harðari hond
og eg ætli mær at forfylgja
kapitalismuni restina av lívinum
við mínum hvassa penni og míni
list.
Tá Jesus kemur aftur verða
fasisman og kapitalisman út-
ruddað og religiøst kommunist-
iskt anarki verður um alla
jørðina. Ognarrætturin verður
avtikin. Verðin verður ein o.s.v.
Og sjálvandi var Jógvan Kjølbro
baptistur, reiðari hjá kapital-
ismuni, er at finna í brøðrasam-
komuni. Eg haldi djevulin hevur
yvirtikið brøðrasamkomuna fyri
langari tíð síðani, men sjálvandi
finnast tað eisini góð menniskju
í brøðrasamkomuni, eisini
einstøk listafólk, musikarar. Eg
haldi heldur, at Hans Pauli skuldi
reist eina standmynd av Victori
Danielsen, hann var ikki kapital-
istur, hann var tann fyrsti, ið
umsetti Bíbliuna og fyri tað
verður hann neyvan gloymdur.
Hans Pauli skuldi heldur sloppið
at gjørt eina standmynd av
listafólkunum og musikarum,
sum hava verið í Klaksvík so
sum t.d. Oliviri við Neyðst,
Elinborg Lützen, Hans Jakku
Glerfoss, Hanus Johansen, Jørgin
Dahl, Frændir ella listamann-
inum, skaldinum, musikaranum
Páll Rasmussen, ella Edwardi
Fugloy ella Archie Black. Enn
einaferð, mær dámar ikki
pengagrískar baptistakapitalistar,
sum lítlan og og ongan skatt
betala og stjala seg feitar og ríkar
uppá bekostning av arbeiðara-
fjøldini og lesa upp úr bíbliuni
og siga seg vera frelstar. So-
vorðnir hyklarar. Øll menniskju
hava sama virði í eygunum hjá
Harranum. Tað stendur í bíbliuni
og tað er júst tað sama sum
kommunisman hjá Karl Marx var
eitt framhald av, men tað
eydnaðist ikki. Men tað fer tað at
gera í framtíðini …
Andstyggiligt djóraplágarí
Ein onnur lítil standmynd er av
grindadrápi. Vit síggja eitt upp-
skorið hvalastykki og blóð-
streymurin undan hvalinum er
avmyndaður sum ein reyður
mordari við knívi. Eg hati
grindadráp, eg eti aldrin hvørki
grind ella spik. Tað smakkar væl,
tí at grindahvalirnir eru vøkur og
intelligent djór. Fyrr var tað
neyðugt at drepa grind, men ikki
longur. Eg átti verið vegatarur,
men eri tað ikki, tíverri. Eg havi
ongantíð sæð og ætli mær
ongantíð at síggja grindadráp.
Andstyggiligt djóraplágarí.
Ein onnur standmynd, eg
minnist, var av Hans Paula og
Hjørdis, sum var upp á vegin við
barni teirra. Hetta er ein vøkur
mynd av skapandi máttinum hjá
menniskjanum. Eitt nýtt lív er
komið til verðina … Hvørja
lagnu tað fær, tað vita vit ikki.
Ein onnur standmynd er
formað sum ein sirkul. Vit síggja
eitt nýtt barn koma til verðina.
Barnið er hvítt, barnið er reint og
óskyldugt. At vit øll eru fødd
sum syndarar sum bíblian sigur,
er nakað møsn, sum so nógv
annað, sum stendur í har. Vit
síggja eitt myrkt rúm. Hetta
rúmið er ikki bara rúmið, sum
barnið liggur í, men hetta rúmið
er eisini verðin, sum er rættiliga
ónd og døpur, tíverri. Og tað
blívur bara verri og verri,
soleingi sum kapitalisman
sleppur at ráða. Við endanum á
rúminum sæst ein hurð og ein
hvítur maður. Hetta kann vera
pápin at barninum, men hetta
kann eisini vera skytseingilin
ella tann persónurin, sum skal
fortelja hvat fyri lagnu hetta
barnið fær, um tað verður eitt
stórt listafólk, sum tað helst
verður. Men vit fáa at síggja.
Ella tað verður eitt ólukkudýr,
heimleysur bumsur og narko-
manur ella okkurt borgarligt
menniskja, ja tað fáa vit so at
síggja.
Alt er runt, sum hevur týdn-
ing, sólin, mánin, jørðin og allar
planeturnar eru rundar, høvdið er
runt, reyvin og boppurnar á
kvinnuni eru rund og høvdið á
murtinum er runt, pupillurnar á
eygunum eru rundar. Heilin er
eisini rundur. Hetta er ein sera
væleydnaður skulpturur og
framman fyri síggja vit lista-
mannin við barninum í fangin-
um, eyguni á hesum barninum
eru følin og kensluborin.
Eingin botnur
Ein onnur fotomynd er av eini
kvinnu, ið rættir hendurnar upp í
luftina sum fyri at fagna ella
koma í samband við tað
guddommiliga, endaleysa
himmalrúmið. Tá ið tú ert komin
á botn, varnast tú, at í erva er
eingin botnur, skrivar Tóroddur
Poulsen eina staðni. Heilir býir
og stór skip grógva úr hondunum
hjá menniskjanum, skrivar
Jóanes Nielsen eina staðni, og
ikki minst stór list, tónleikur,
skaldskapur, teatur o.s.v. Eg
haldi, at Hans Pauli skuldi gjørt
tvey portrett av Tóroddi og
Jóanesi. Eg haldi eisini, at Hans
Pauli átti at gjørt eina standmynd
av bassmeistaranum Gary Thain
úr Uriah Heep, sum doyði sum
narkomanur í 1975. So blívur
hann uttan iva heimskendur.
Hans Pauli avmyndar mest seg
sjálvan og komuna og menn-
iskju, sum standa honum nær.
Hetta er ikki tí, at hann er
sjálvglaður, men tí at hann vil
læra seg sjálvan og harvið
menniskjað at kenna. Eg haldi, at
hann átti at hugt meira djúpt inn
í sína sál og fingið eina sterkari,
innari upprunamegi í sínar
standmyndir, nakað sum
eyðkennir standmyndirnar hjá
Svend Viig Hansen, men
standmyndirnar hjá Hans Paula
eru ofta vakrar, eksistensiellar og
poetiskar.
Samrøða
Nær fekst tú áhuga fyri list, hvat
vakti áhugan og hví fór tú undir
at skapa list?
– So leingi eg minnist, havi eg
havt áhuga fyri list. Serliga haldi
eg áhugin fyri list kom, tá eg var
um 6 ára gamal og ferðaðist í
Vík hjá ommu og abba mínum.
Júst um tað mundið hevði Jó-
hannis, mammubeiggi mín,
modellerað eitt høvdi eftir víkar-
manni Jóhannis á Torlabrúgv.
Hetta var hansara fyrsta roynd
eftir livandi modelli, og tann
einasta. Jóhannis hevði góðar
listagávur. Tað var ikki ein
havragrýnspakki ella tílíkt, ið
varð burturkastaður, alt pappír
bleiv brúkt. Vit kliptu og tekn-
aðu, eg og mínir 4 beiggjar og
allir hava teir listagávur, og míni
foreldur vóru sera lagalig. Tá eg
kom í 5. flokk í skúlanum, fingu
vit leir í skúlanum, og tá gjørdist
hugurin sera góður.
Fortel mær um skúlaárini á
akademiinum, hvat lærdi tú og
hvat fekst tú burturúr?
– Tá eg var 19 ára gamal
byrjaði eg at tekna á Clyptotek-
inum í Kbh. hjá Askou Jensen.
Torbjørn, beiggi mín, hevði
teknað har, og eisini onnur
føroysk listafólk. Tað var ein
góður skúli fyri meg. Har lærdi
eg nógv um perspektiv, skuggar
og proportiónir og at arbeiða í
stórari stødd. Men áðrenn eg fór
niður til Danmarkar hevði eg
lært nógv hjá Janusi Kamban, tó
at eg ongantíð var næmingur hjá
honum.
Tá eg var 22 ára gamal kom eg
inn á Det Kongelige danske
kunstakademi. Har fekk eg Willy
Ørskov sum professara. Tað var
ikki altíð so lætt, tí Ørskov helt
ikki tað var meining í at skapa
figurativa list. Vit arbeiddu tá
eftir livandi modelli, tí Ørskov
helt man kundi læra nógv um
proportiónir og í heila tikið at
byggja eina standmynd upp. Eg
haldi tó eg lærdi nógv. Serliga
lærdi eg at hugsa ótraditionelt.
Vit høvdu eisini ein góðan lekara
á skúlanum, ið æt Holm Olsen.
Annars endaði eg við at hava
Bjørn Nørgaard sum professara,
og tá var tað ikki ópopulert at
arbeiða figurativt. Tað man
Skuggin hugtekur
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
9
annars lærir nógv av, er at vera
saman við øðrum, ið eisini vilja
arbeiða við list burturav.
Hvat er list?
– List er at skapa nakað so tað
følist rætt, og tá teknikkur og
hugskot møtast í kenslubornari
eind.
Hvat fyri tankar hevur tú um
list? Hvat skal stór list
innihalda?
– Stór list er tá listaverkið er
so væl úr hondum greitt, at onki
óneyðugt er í vegin. Tað stóra
listaverið hevur sítt egna lív, men
serliga tað, at hugskot og
útførilsi ganga hond í hond.
Nær er tú nøgdur við eitt verk,
nær er eitt verk liðugt?
– Eg eri nøgdur, tá formur og
hugskot hanga saman. Men ofta
skal eg gjøgnum eina langa
prosess, áðrenn eg eri nøgdur.
Fortel mær, hvussu tú arbeiðir og
hvørjum verður tú inspireraður
av?
– Eg eri nógv inspireraður av
list. Tað at arbeiða eftir livandi
modelli er tó mín størsta
inspiratión. Eg byrji ofta at
arbeiða við einum hugskoti, og
tá eg veit, hvat eg vil, arbeiði eg
næstan altíð eftir livandi modelli.
Hvat er tað tú leitar eftir? Hvat
er tað tú vilt hava fram í tíni
list?
– Eg leiti altíð eftir onkrum, eg
ikki havi sæð áður í aðrari list.
Eg arbeiði tó ofta við onkrum
tema eg havi arbeitt við áður, tó
altíð á ein annan hátt.
Tú gert nógv portrett. Hvat er
eitt menniskja í tínari verð, hvat
leggur tú dent á, tá tú gert eitt
portrett?
– Tað er spennandi at
modellerað eitt portrett. Eitt er,
at tú ikki skal hava eitt hugskot,
einans royna at fanga persónin.
Er tað munur á at gera eitt
portrett av einum fólki, man
kennir, og einum, man ikki
kennir? Hvat dámar tær betur?
– Tá eg modelleri fólk, eg
kenni, modelleri eg ofta nógv
skjótari, so tey eg ikki kenni læri
eg sum oftast at kenna. Tað er
klárt, at tað er lættari at modell-
era fólk, man kennir, men tað er
ein stór avbjóðing at modellera
fólk, man ikki kennir, og tað er
ein partur av tí at vera professio-
nellur myndahøggari, um man
vil liva av at arbeiða figurativt.
Nær finnur man seg sjálvan sum
listamann?
– Tað er ymiskt, summi finna
seg sjálvan skjótt, onnur seint.
Men tað er vigtigt, at man er
opin sum listafólk, at hava
funnið seg sjálvan ljóðar ov frelst
í mínum oyrum.
Tað skal nógv einsemi til at
skapa list. Hvussu hevur tú tað
við hesum einseminum og hvat
fyri tankar hevur tú um tað?
– Eg veit ikki, um tað skal
vera einsemi til fyri at skapa list.
Tað haldi eg bert er nakað, sum
hevur við okkara tíð at gera, har
vit leggja stóran dent á tað
persónliga.
Fortel mær, hvussu nógv tú ert
broyttur frá tú byrjaði til nú.
Hvussu hevur tú útviklað teg?
– Tá eg byrjaði, visti eg onki
um list. Eg hevði bert eina
trongd og gleði við at skapa. Tað
er klárt man broytist, um man vil
ella ikki. Tá eg var á akademi-
num, royndi meg við meira
abstraktum standmyndum, og tað
var ein stór broyting. Seinni havi
eg roynt at arbeiða við tí natural-
istiska og tí abstrakta í somu
mynd, tó kalli eg meg ikki
abstraktan.
Hvat er inspiratión í tínari verð?
– Inspiratión er alt, men eg
havi ofta ymisk hugskot í høvd-
inum og inspiratión fái eg við at
arbeiða eftir livandi modelli.
Hvørjar fyrimyndir hevur tú
havt, føroyskar og útlendskar, og
hví ert tú so hugtikin av teimum?
– Áðrenn eg fór niður til
Danmarkar, hevði eg Janus
Kamban sum fyrimynd. Nakað
av tí fyrsta, eg sá, tá eg fyrstu
ferð var inni á Clyptotekinum og
sá Rodin, fekk eg eina stóra
inspiratión og honum eri eg
ógvuliga hugtikin av. Tað eru
eisini fleiri danskir myndahøgg-
arar, eg eri hugtikin av, Kai
Nielsen, Gerhard Henning, Knud
Nellemose sum portrett mynda-
høggara. Eg kundi sikkurt nevnt
nógv onnur. Eg eri eisini
hugtikin av nútíðarlist.
Hevur deyðin ávirkan á tína list
og hvat fyri tankar hevur tú um
deyðan?
– Eg haldi ikki deyðin hevur
ávirkað mína list. Eg havi heldur
ikki so nógvar tankar um deyð-
an. Eg havi tó gjørt eina stand-
mynd, ið stendur uttan fyri
Listaskálan, ið handlar um
deyðan. Tó havi eg gjørt tað
soleiðis, at tað líka nógv er ein
maður, ið ofrar seg sjálvan fyri
listina.
Hvussu hava Føroyar, føroyingar
og føroyska samfelagið havt
ávirkan á tína list?
– Øll tey fyrstu árini, eg var í
Danmark, hugsaði eg bert um
Føroyar og føroyingar. Føroy-
ingar hava mest verið interesser-
aðir í minnismonumentum tá tað
geldur standmyndir. Tað hevur
gjørt, at eg eisini havi satsað upp
á at framsýna nógv í Danmark, tí
eg fegin vil gera annað enn
einans minnisvarðar.
Ert tú religiøsur, trýrt tú á Gud.
Hvat fyri trúgv hevur tú og
ávirkar tín trúgv tína list?
– Eg eri ikki serliga religiøsur
og eg haldi ikki mín list er
ávirkað av nakrari religión. Tó er
tað so, at tað sum er rætt og tað
sum er skeivt, er ávirkað av
religión, og nakað man hevur
lært sum barn situr fast. Men tað
havi eg tað gott við.
Hevur filosofi, mystisisma og
psykologi havt nakra ávirkan á
tína list? Um so er, hvussu?
– Nei, tað haldi eg ikki, men
sikkurt uttan at eg eri klárur yvir
tað.
Hvat heldur tú um føroyska list
fyrr og í dag?
– Tá man hugsar um, hvussu
ung listin í Føroyum er, má man
siga, at føroyingar eiga nógv góð
listafólk. Mín generatión hevur
serliga arbeitt við tí ekspressiva,
tó ikki øll. Fleiri av málarunum
hava verið nógv inspireraðir av
Ingálvi av Reyni, ið tey seinastu
árini hevur verið heilt abstraktur.
Men onnur eru ongantíð farin
longur. Tey hava verið bundin til
náttúruna. Tann unga genera-
tiónin arbeiðir minni við tí
føroysku náttúruni og er tí
kanska meira soleiðis sum listin
sær út aðrastaðni í verðini.
Mótsatt Janus Kamban og Fritjof
Joensen so avmyndar tú altíð
menniskjað nakið. Hví?
– Eg havi tó modellerað menn-
iskju í klæðum, tó havi eg fyrst
modellerað tey uttan klæði fyri
at fáa kroppin við. Tað er ein
máti, fleiri myndahøggarar hava
nýtt áður. Annars er tað soleiðis,
at um man modellerar menn-
iskjað nakið, handlar tað um
sjálvt menniskjað og ikki alt
annað, til dømis hvønn status
hetta menniskjað hevur, ella
hvørjari tíð hetta fyrigongur í.
Hvussu er við tí innari sálini og
hugflognum, ávirkar hetta tína
list og hvat fyri tankar hevur tú
um hetta?
– Tá eg seinast framsýndi í
Norðurlandahúsinum, hevði eg
eina standmynd av einari kvinnu,
ið er stoypt í tveimum eintøkum,
tær eru uppstillaðar soleiðis, at
høvdini møtast. Tað gevur eina
spegilsmynd. Tá var ein kvinna,
ið spurdi, um eg hevði modeller-
að hennara sál eisini, men eg
mátti siga sum var, at eg einans
hevði gjørt eina spegilsmynd.
Hvat heldur tú um Janus
Kamban og Fritjof Joensen, tínar
undangongumenn innan føroysku
myndahøggaralist?
– Eg haldi teir eru góðir.
Úr hvørjum keldum kemur listin?
Hvat er upprunin til listina?
– Menniskju hava altíð fingist
við list, og listin hevur altíð verið
inspirerað av náttúruni og av tí
listini, ið er gjørd áður.
– List er at skapa nakað so tað følist rætt, sigur Hans Pauli
C
M
Y
K
39
38