leygardagur 27. september 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
HARLEY DAVIDSON
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ljóðið frá motorinum,
sum ger tað nakað heilt serligt.
Jóan Petur Joensen úr Klaks-
vík ivast ikki í, hví tað er nakað
heilt serligt fyri hann at koyra á
eini Harley Davidson.
– Motorurin hevur eitt fantast-
iskt ljóð. Motorurin ljóðar so
sermerkt, at tað kennist altíð
aftur og ein Harley Davidson
hoyrist altíð burturúr. Kemur ein
riðil av motorsúkklum koyrandi,
og ein Harley er ímillum, er tað
hana tú hoyrir.
Sostatt er hesin klaksvíking-
urin komin upp í tann vaksandi
skaran av føroyingum, sum eru
blivnir púra býttur uppi í hesi
legendarisku og søguligu ameri-
kansku motorsúkkluni.
Og hann er ikki einsamallur
um at halda, at ljóðið er ser-
merkt. Teir, sum gera súkklurnar,
hava eisini lagt seg eftir at fáa
motorljóðið at bróta frá øllum
hinum og Harley Davidson hevur
enntá fingið skrásettan einkar-
rætt uppá hetta ljóðið. Tað merk-
ir, at ongin annar, um ger motor-
ar til motorsúkklur, hevur loyvi
at gera teir so, at teir ljóða sum
ein Harley Davidson.
Tað er eisini sermerkt við
Harley Davidson, at tað ber so
væl til at byggja tær um og -út,
næstan sum einum lystir. Tað
merkir, at við smáum broyting-
um ber aloftast til at brúka ein
eykalut til eina súkklu, hóast
hann í veruleikanum er gjørdur
til eina heilt aðra súkklu.
– Hetta var upprunaliga við til
at gera Harley Davidson til tað,
hon var, tí teir, sum koyrdu
motorsúkklu yvir í USA fyrr í
tíðini, vóru mangan menn, sum
ikki høvdu nakað serligt av
pengum. Løgreglan koyrdi eisini
á Harley Davidson og teirra
súkklur skuldu altíð vera nýggj-
ar. So hvørt, sum teirra súkklur
vórðu settar, bar sostatt altíð til
at fáa fatur á bíligum eykalutum.
Og tá ið pengarnir ikki vóru
nógvir, kom tað væl við, at tað
var so lætt at fáa fatur á eyka-
lutum og at byggja sær sína egnu
súkklu, ofta burturúr lutum til
nógvar ymiskar súkklur.
Hetta, at hvør maður, ella
kvinna, kann hava sítt egna
"modell" er eisini ein partur av
sjarmuni við at koyra Harley
Davidson og tað er ikki óvanligt
at síggja fleiri Harley Davidson
súkklur, har ongin er líka.
Gott útsýni og frísk luft
Hjá nógvum, sum koyra á
motorsúkklu, hevur ferðin alt at
siga. Soleiðis er tað ikki hjá
Harley-fólkinum.
– Ein Harley Davidson er
ongin rasarasúkkla. Tann, eg
keypti mína súkklu frá, segði, at
hann einaferð hevði havt hana
uppi á 180 km/t, men tað man so
verða avgjørt tað hon klárar.
– Sjálvur dámar mær best at
liggja um 100 km/t. Tá er av-
slappandi at koyra. Eg kann seta
meg upp afturá, so eg siti væl
við góðum útsýni í allar ættir.
Og so havi eg hetta fantastiska
ljóðið í oyrunum, samstundis
sum eg fái nokk av frískari luft.
Jóan Petur Joensen siglir við
Maersk, so tað er avmarkað,
hvussu góðar stundir hann hevur
at íðka sítt frítíðarítriv nummar
eitt.
–Í øðrum londum hugsa tey
mest um, antin tey hava tíð at
koyra ella ikki. Í Føroyum skalt
tú fyrst vita, um tú hevur tíð og
síðani skalt tú hugsa um veðrið.
Tá ið stevnan var í Suðuroy
fyrsta vikuskiftið í september,
var hann á skeið í Danmark og
har frætti hann um ætlanin at
hava motorsúkklustevnu í
Suðuroy.
– Eg gjørdi av at melda meg
til. Eg kom so heim við flogfar-
inum leygardagin, fór beint til
Klaksvíkar eftir súkkluni og fór
so suður við Smyrli leygar-
kvøldið.
Hann fekk so veitsluna við og
slapp so at koyra saman við øll-
um hinum 60 motorsúkklunum í
Suðuroy sunnudagin.
Men hansara áhugi fyri Harley
Davidson er ikki so gamal.
– Eg havi altíð havt áhuga fyri
motorsúkklum, men serligi
áhugin fyri Harley Davidson er
komin seinni. Men tá ið ein vin-
maður so fekk eina Harley
Davidson, varð áhugin vaktur.
Eg fekk so eitt tilboð um at
keypa eina súkklu.
– Tá ið eg sá hana, varð liðugt.
Avgerðin um at keypa hana varð
tikin á staðnum. Tað var onki við
at spyrja hvørki gentu ella nakr-
an annan eftir: Hasa súkkluna
mátti eg eiga.
Hetta eru nú tvey ár síðani,
men av tí, at hann er siglandi
maður, hevur hann lítið og onki
koyrt á henni.
Ætlanin við at koma til Suður-
oyar at koyra var fyri ein part at
sleppa at koyra.
– Men endamálið var eisini at
hitta aðrar Harley-koyrarar og at
fáa samband við onkran.
Hann sigur, at í Norðoyggjum
er tað nokk so einsligt at koyra
Harley og vegirnir eru ikki so
nógvir. Tí er tað gott at sleppa av
oynni at royna seg.
Og væl hevur eydnast. Hann
fekk samband við teir Harley
koyrararnir, sum vóru á stevnuni
og tí teir hava longu avtalað at
hittast aftur seinni í hesum
mánaðinum.
– Tað er hugaligt at vera sam-
an við øðrum og tað er hent at
hava onkran at spyrja til ráðs, tá
ið okkurt skal gerast við súkkl-
una, tá ið eykalutir skulu útveg-
ast o.s.fr.
Hetta var fyrstu ferð, at Jóan
Petur er á motorsúkklustevnu,
men hetta verður heilt avgjørt
ikki síðstu ferð, sigur hann, so
væleydnaða heldur hann at
hendan stevnan var, hóast hann
bara fekk helvtina av henni við.
– Hetta var fyrstu ferð at eg
havi verið á slíkari stevnu. Men
tað verður heilt avgjørt ikki
síðstu ferð, tí hetta var nógv
størri og betri, enn eg hevði
hugsað mær. Tað er ongin ivi, at
verða fleiri stevnur av hesum
slagnum, fari eg við, sigur hesin
Harley- maðurin úr Klaksvík.
Ljóðið frá motorinum ger tað til nakað serligt
Jóan Petur Joensen úr Klaksvík kom líka úr Danmark at koyra á motorsúkklu í Suðuroy í
ein dag. Men so er motorsúkklan heldur ikki hvør sum helst. Tað er ljóðið frá motorinum,
sum ger tað til nakað heilt serligt at koyra Harley Davidson, sigur klaksvíkingurin
Motorsúkklustevnan í Suðuroy var tann fyrsta stevnan, sum Jóan Petur Joensen hevur verið á, men hetta verður ikki tann seinasta. Her er hann ,
høgrumegin, undir liðini á Ove Ritter á Kolavegnum í Hvalba tá ið motorsúkklustevnan var í Suðuroy, fyrr í mánaðinum
Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003
11
Filmsúrvalið hetta skeiðið er
soleiðis, at heilt nýggir norður-
lendskir filmar verða sýndir.
Harafturat eru hetta filmar, sum
annars ikki høvdu verið vístir
eini føroyskari áskoðarafjøld.
Umframt at verða nýggir, eru
norðurlendsku filmarnir eisini
valdir eftir filmslistarligum
dygdum og einum varisliga
mettum filmssøguligum virði.
Millum norðurlendsku filmarnar
er altíð ein fremmandur fuglur,
hesuferðina ein filmur, sum
inuittar hava gjørt í bygdini
Igloolik í Norðurkanada. Sýning-
arnar verða mikukvøld klokkan
20:00.
Lagt verður fyri við fremsta
danska leikstjóranum Lars von
Trier og nýggja filmi hansara
Dogville, har Nicole Kidman
hevur høvuðsleiklutin sum hin
vakra Grace. Hesin filmur verður
sýndur í Høllini í Norðurlanda-
húsinum hin 15. oktober klokkan
20. Filmurin Dogville varð fyrstu
ferð sýndur í Cannes í ár.
Annar filmurin í røðini er
eisini danskur. Tað er Jannik
Johansen sum hevur gjørt eina
stuttliga søgu úr størsta listarliga
ráninum í Danmark, tá ein Rem-
brandt málningur varð stolin.
Filmurin lýsir fyrst og fremst
faðir og son, sum eru við í hesu-
m margháttliga ráninum. Film-
urin Rembrandt verður sýndur
12. november. Hetta er fyrsti
filmurin hjá unga Jannik Johan-
sen. Í leiklutunum síggjast
fremstu donsku filmsleikararnir
beint nú.
Í jólamánaðinum sýnir films-
felag Norðurlandahúsins norska
filmin Himnarúmd. Uppruna-
heitið á hesum nýggja norska
filmi er "Himmelfald". Leikstjóri
er hin ungi Gunnar Vikene og
hann letur leikin fara frama á
psykiatriskari deild, beint upp
undir jól. Í leiklutunum eru
Marie Bonnevie og kendi danski
leikarin Kim Bodnia. Gunnar
Vikene verður mettur sum
nýggja stóra navnið innan norska
filmslist. Spennandi jólafilmurin
"Himnarúmd" verður sýndur 3.
desember 2003.
Fyrsti filmurin í nýggja árinum
er úr Íslandi. Aftur er talan um
ein ungan leikstjóra, Dagur Kári,
sum ger fyrsta spælifilmin Nói,
Albinói. Filmurin er um trupla
dreingin Nóa, sum er albino og
býr á bygd í Íslandi. Happing ger
ikki tilveruna lættari. Hesin
hugvekjandi, virðislønti filmur
verður sýndur í Norðurlanda-
húsinum mikudagin hin 21.
januar 2004.
Annar filmurin í nýggja árin-
um er Atanarjuat, sum er inuitta-
mál úr Norðurkanada og merkir
"Hann, ið rennur, sum fyri
lívinum". Leikstjórin Zakarias
Kunuk (f. 1958) er úr bygdini
Igloolik, har filmurin er tikin.
Hann vann fyrstu virðisløn,
Camera d’Or í Cannes, tá kapp-
ast varð um besta filmin, sum
leikstjórar, ið royna seg fyri
fyrstu ferð, hava gjørt. Filmurin,
sum byggir á staðbundnan skald-
skap av mannamunni, er drúgvur
— varir útvið 3 tímar. Sýningin
er 11. februar.
Í sambandi við altjóða kvinnu-
dagin vísir Klipp, Filmsfelag
Norðurlandahúsins, svenska
filmin Lilja 4-Ever. Hetta er
filmur um 16 ára gomlu Lilju,
sum er vaksin upp í fyrrverandi
Sovjettsamveldinum og ikki
eigur sýru í vegg, tá mamman
rýmir til USA við einum fremm-
andum manni. Tá hon møtir
Andrei tykist alt annaðleiðis.
Hann billar henni inn, at í Svø-
ríki er eitt betri lív hjá ungum
baltiskum kvinnum. Og har
byrjar søgan, sum ikki er tespi-
lig. Lukas Moodyson hevur
leikstjórnað og eins og í undan-
farnu filmunum prógvar hann
enn einaferð framúr hegni tá
umræður arbeiði við ungum
fólki. Sterki og viðkomandi
filmurin "Lilja 4-Ever" verður
sýndur í Norðurlandahúsinum
tveir dagar eftir altjóða kvinnu-
dagin, hin 10. mars 2004.
Sjeyndi og seinasti filmurin á
skránni hjá Klippi, Filmsfelagi
Norðurlandahúsins, er Sibelius.
Filmurin, sum er spildurnýggjur,
lýsir lívið, kærleikan og tón-
leikin, hjá kendasta tónaskaldi
finnlendinga Jean Sibelius.
Karmurin um søguna er hin
gamli Sibelius, sum í húsunum
"Ainola" minnist aftur á barna-
árini, tá hann sum tvey ára gamal
gerst faðirloysingur. Vit fylgja
tónaskaldinum lestrarárini í
Helsingfors, Berlin og Wien og
fáa innlit í stríðið hjá hinum
aldrandi Sibeliusi, tá hann berjist
við áttindu symfoniina, sum allur
heimurin bíðar eftir. Hann av-
byrgir seg frá verðini og blakar
lidnu symfoniina á bálið. Men
alla tíðina hevur hann Aino við
liðina. Timo Koivusalo er leik-
stjóri og Martti Suosalo hevur
leiklutin sum Sibelius. Filmurin
"Sibelius" verður sýndur hin 14.
apríl 2004.
Prísur á atgongumerkjum er
60 kr til hvørja sýningina, men
tilsamans 220 kr, um atgongu-
merkini til allar 7 sýningarnar
verða keypt í senn og innan 1.
oktober 2003.
Sjey sýningar í klipp
Vetrarskráin hjá Filmsfelag Norðurlandahúsins KLIPP vetrarhálvuna 2003/2004 er klár
Filmurin Rembrandt verður sýndur 12. november
Í jólamánaðinum sýnir filmsfelagið norska filmin Himnarúmd
Fyrsti filmurin í nýggja árinum, Nói, Albinói, er úr Íslandi
11. februar verður filmurin Atanarjuat sýndur
10. mars er filmurin Lilja 4-Ever á skránni
Sjeyndi og seinasti filmurin á skránni er Sibelius
Lagt verður fyri við fremsta danska
leikstjóranum Lars von Trier og nýggja
filmi hansara Dogville
C
M
Y
K
41
40