Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2003 43 12 Sosialurin Nr. 183 - 27. september 2003 Sorgarsøgan úr Svøríki, har uttanríkisráðharrin var myrd, rakar okkum hart her á Born- holm. Svøríki liggur bert 50 minuttir við ferju burtur, og næstan hvørja ferð vit skulu ferðast inn á fastlandið, so ferðast vit gjøgnum Suður- svøríki. Tað fær alt at kennast nærri. Vit kenna sviar og vit hitta teir javnan. Mangir teirra vitja okkum á Bornholm sum ferða- fólk. Sjálvur havi sjálvdan kent so stórt hjálparloysi, sum júst í hesum málinum. Sum eg síggi tað hiðani, so arbeiðir svenska løgreglan tung og seint - og ger so at siga onki fyri at fáa hjálp frá almenninginum í hes- um máli. Eg viðgangi, at eg eri litaður í míni áskoðan á svensku løgregluna. Havi í mong ár lisið svenskan krimi- lesnaða: Sjøval og Wahlø, Jan Guillou, Lisa Markland, Henning Mankell o.a. Í øllum hesum lesnaði verð- ur altíð av og á gjørt gjøldur burur úr løgregluni. Leiðslan er politisk og kappingin mill- um ymisku løgregluliðini er ofta so hørð, at tað gongur út yvir arbeiðið. Nú skal eg so eisini gera vart við, at eg sjálvandi ikki byggi allar mínar metingar á svenskar krimibókmentir. Hyggja vit at svenska sam- felagnum, so finnast har størri mótpolar enn í tí danska. Sviar hava í mong, mong ár havt tungídnað. Ávísar ættir hava átt partabrøvini í hesum stóru, alheims fyritøkum. Munurin millum rík og fátæk er stórur, og tað ger eisini spenningarnar stórar. Samanborið við Danmark er Svøríki eitt stórt land við mongum altjóða fyritøkum. Har finst vápna-, bil-, flog-, stál- og annar stórídnaður. Sviar hava altíð havt altjóða samband og hava sitið við borðini, tá ið stórar altjóða avgerðir hava verið tiknar. Tað ger sjálvt samfelagið alt meira politiskt og sundurbýtt enn til dømis tað danska. Morðið á Onnu Lindh fær okkum at hugsa um morðið á Olof Palme í 1986. Var sjálvur saman við Ragnar C. Joensen í SvF júst á Bornholm, tá ið Palme var skotin. Ongin er beinleiðis revsaður fyri ta hendingina enn. Christer Petterson hevur verið hand- tikin, men neyvan var tað hann, sum framdi drápið. Í Svøríki eru nógvar teoriir, og flestu halda, at løgreglan veit, hvør tað var, men at teir ikki hava haldgóð prógv. Er tað sama støðan nú? Meðan eg skrivi hesi orðini situr ein 35 ára gamal maður í varðhaldi. Dómarin gekk við til at halda honum føstum í átta dagar, men tann løgfrøðis- liga grundgevingin sigur, at illgrunin til mannin er veikur. Eg veit nógv longu hava gjørt viðmerkingar til, at hend- an sakin líkist Palme-sakini. Løgreglan virkar ikki serliga trygg og yvirbevísandi - og hví gongur so long tíð? Harragud - hetta hendi alt á aljósum degi - fólk mugu hava sæð, hvat hendi. Fyristilli tykkum, at sama hending fór fram í SMS? Hevði tað borið til hjá einum brotsmanni at stungið onkran niður og so bara sloppið sær út? Neyvan. Kári Petersen spyr í einum av sínum yrkingum: ... hvørj- um endar tað við? Fáa vit føroyingar ongantíð frið? Umskrivað kundi ein spurt, um sviar ongantíð fáa frið. Hægsta ynski má verða, at brotsmaðurin verður funnin og dømdur. Og at ongin ivi er um prógvini. ....hvørjum endar tað við? TELDUBRÆVIÐ Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Ingi Samuelsen, blaðstjóri Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Ja, við klaveri. Vit fingu tað gott nokk ikki fyrr enn eg var stórur smádrongur og búgvin at sendast til undirvísing hjá Rigmor Restorff. Spælir tú nakað ljóðføri? - Klaver til húsbrúk og eitt sindur aftur við felagssangi. Dugi tey vanligastu gittargrebini eisini. Syngur tú undir brúsuni? - Tað kemur meira enn so fyri. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Ja, hvør hevur ikki tað? Eg doymdi um at vera David Byron (upprunaligi sangarin í Uriah Heep). Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - Rættiliga nógv. Kundi ikki ímyndað mær eitt lív uttan tónleik. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? - Upp móti 300 fløgur man tað vera blivið til. Nakað tað sama av LP-plátum, sum eg tíverri ikki lurti eftir longur. Hvat er tín yndisfløga? - Eg havi nógvar. Ein, ið eg ongantíð blívi keddur av, er plátan hjá Airplay. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? - Onkra nazi-trash-fløgu. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? - Kom og dansa hjartanskæri skattur mín. Eg eri so troyttur av honum. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Haldi næstan, at eg kann standa inni fyri øllum. Men ein country/gospel-samling hjá Oak Ridge Boys er eitt sindur pínlig. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? - Brown Eyed Girl hjá Van Morrison. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? - Tað veldst um, hvørjum tú ert saman við. Er tað friðarligur hugni, so skal tað vera country ella fólkatónleikur. Skalt tú upp á sofuna og spæla luftgittar saman við vinmonnunum, so skal tað vera 70-ara rokkur, Queen til dømis. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? - Tað lati eg upp til Ova Olsen og Janus Mohr at gera av. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? - Talentleysur tónleikur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? - Dance the Night Away hjá Mavericks til dømis. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - Cotton Fields hjá Creedence ella Hey Jude hjá The Beatles. Eg minnist ikki hvør kom fyrst. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? - Nú arbeiða tit upp á meg. Eg havi bara verið við til at skriva ein. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Havi ikki hugsað um tað. Riggar tað við Bohemian Rapsody? Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Eg verði noyddur til at nevna ein heilan hóp, tí eg ikki kann taka eina ávísa fram um aðrar: Richie Blackmoore’s Rainbow í Göteborg í 1984 ella 1985, tí tað var tann fyrsta mega-rock- konsertin, eg var til. Kundi eisini nevnt Bruce Springsteen í Ítróttarparkini 1988, Johnny Cash í Skovdalen, Aalborg, Toto í Europahallen, Aalborg, The Chieftains á Skråen, Aalborg, Barrage eisini á Skráen, Al Jarreau í Valbyhallen 1986, James Taylor í Musikhúsinum, Århus, Gary Moore á Midtfyns- festivalen 1990, Lars Lilholt á Skagenfestivalen 1988, Walter Trout á Kielgasten, Holstebro 1991, Level 42 í áarføri á Nibefestivalen 1999, The Brandos á Nibefestivalen 1995, Björn Afzelius í Norðurlanda- húsinum og Runrig í Ítróttar- høllini á Hálsi 2002. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? - Van Morrison og Tom Jones saman, so teir kundu sungið »Sometimes we cry« fyri mær. Logos pdf Útbjóðing Við hesum verður arbeiðið "Nýggjur innkomu- vegur til Havnar, 1. stig", við tilhoyrandi arbeiðs- vegi frá Flatarvegnum, boðið út í almenna lisita- tión. Innkomuvegurin 1. stig, longd uml. 350 m, og arbeiðsvegurin longd uml. 220 m Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi 30.september 2003 og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar 5.000 kr., ið verður at flyta á konto nr. 9181-134.228.4 í Føroya Spari- kassa. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóð- ingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina. Lisitatiónin verður hjá Landsverkfrøðinginum, Tinghúsvegi 5, Tórshavn, hósdagin 16. oktober 2003 kl. 14.00. Adressa: Landsverkfrøðingurin, Tinghúsvegur 5, Postboks 78, 110 Tórshavn, Telefon 311333, Telefax 314986,Teldupostur eli@lv.fo LANDSVERKFRØÐINGURIN Frá Zarepta Heystlega fyri 14-17 ára gomul verður frá fríggjadegnum 10. til mikudagin 15. oktober 2003. Legan kostar kr. 450,- (ferðagjald íroknað). Tekning av leguluttakarum á Tlf. 282140 (frá kl. 17.00 - 21.00) Starvsfólkatekning á tlf. 284040 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf   ............................................................................................ ............................................................................................ Alt innan húð og kropsrøkt Sunn og mjá við Herbalife fólk hava lætnað millum 2 og 70 kg. - so eisini ber til hjá tær -vit hava loysnina -og allar Aloe Vera vørurnar Trupulleikar av appelsinhúð? Kirsten dveylan@post.olivant.fo www.key4business.com Ring og hoyr nærri Tel 314175/ 214175 • regulerar vektina • bøtir um heilsuna • gevur orku Royn kosttilskotið ið: byrja nú ... Hvør kann geva mær eitt gott heim? 9 vikur gamal kettlingur (hon) verður latin djóravini. Tlf. 455108 FFA. A.G R A R AVSTEINAR VSTEINAR Velbasta›vegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opi : m nadag - fr ggjadag 900-1700 annars samb rt avtalu. Sj nband - 31 77 74 V¿ruskr kann f ast! C M Y K 43 42 George sigur m.a. í bók - ini, at Gud hevur tørv á fólki, ið tora at váða nakað í trúgv, sum veru - liga trúgva, at Gud kann frelsa sjálvt har tað sær vón leyst út. Bøkur um missión Í hesum døgum hevur New Tribes Mission ráðstevnu í Føroyum, har m.a. leiðarin fyri NTM Óli á Grømma Jacobsen luttekur. Nú um dagarnar legði George Verwer, leiðari fyri Operation Mobilisation, frá sær. Í hesum sambandi lýsa vit við hesum bókum: Logos Bókasølan hevur stórt úrval av kristiligum bókum um familjuna, barnabøkur, ungdómsbøkur, kristna lívið, bøkur ið verja kristnu trúnna, umframt frálærutilfar. Eisini fáast tónleikafløgur og gávulutir. Er, saman við ‘The Revo - lution of Love’, eitt slag ‘missi on state ment’ hjá OM. Hunger for Reality er ein áheitan frá George til kristin um at gerast meiri verulig í kristinlívinum. Bókin hjá Philip Yancey er umsett til danskt undir heiti num ‘Den Jesus jeg ikke kendte’. Hesa bók hava vit til serprís 140,- Enska bókin kostar 90,- Bílegg bøkurnar á tel 312372 ella á www.logos.fo teldupost: logos@logos.fo Opið: mán-frí: 14-18. J. Paturssonar gøta Jóannes Andreasen Logos J. Nolsøes gøta Grønlandsvegur Her eru vit