týsdagur 30. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 184 - 30. september 2003
Nr. 184 - 30. september 2003
3
Seinasta hóskvøld
skipaði Leirvíkar
kommuna fyri kunn-
andi fundi í Bygdar-
húsinum um vega-
netið og ferðsluna í
Leirvík, nú ætlaninar
við Norðoyatunnl-
inum nærkast.
Leirvíkingar hava
stóran áhuga fyri,
hvussu
ferðsluviðurskiftini í
bygdini verða loyst
SAMFERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgtingið hevur samtykt, at
tunnil skal gerast undir
Leirvíksbygd, men sum
skilst, liggur hetta arbeiði
væl longur frammi enn
verkætlanin við Norðoya-
tunlinum.
Tískil
hevur
spurningurin tikið seg upp,
hvussu verandi veganet í
Leirvík fer at megna at taka
ímóti 2000-3000 bilum
fleiri um dagin, tá ið Norð-
oyatunnilin er liðugur.
Eini 250-300 fólk vóru á
kunnandi fundinum hós-
kvøldið, og tað merkir, at
rættiliga stórur áhugi er
millum leirvíkingar, hvussu
málið við ferðsluni verður
loyst.
Bygdaráðsformaðurin í
Leirvík, Sjúrður Eliasen,
sigur í stuttari viðmerking,
at tað fyriliggur bert ein
samtykt um veganetið í
bygdini, og hon er, at tunnil
skal gerast í Leirvík, sum
skal leiða nógvu ferðsluna,
sum fer at standast av
Norðoyatunlinum, úr sjálv-
ari bygdini.
Fleiri uppskot
Leirvíkingar, sum Sosial-
urin hevur tosað við eftir
fundin, siga, at fleiri upp-
skot vóru frammi á fundin-
um um, hvussu trupulleikin
við ferðsluni kann loysast.
- Men tað, sum órógvar
okkum, er, at hesi viður-
skifti eftir øllum at døma
ikki verða loyst, fyrr enn
eftir, at Norðoyatunnilin er
komin. Tað merkir, at
Leirvíksbygd, soleiðis sum
hon nú er, noyðist at taka
ímóti allari ferðsluni í eitt,
tvey ella fleiri ár – alt eftir,
nær farið verður undir at
gera nakað við hesi viður-
skifti.
Leirvíkingar vísa á, at tað
eru ikki teir, sum eru heitir
fyri Norðoyatunlinum, men
í fyrsta lagi fólk í Norð-
oyggjum.
- Okkara áhugi er ikki
tunnilin undir Leirvíks-
firði, men veganetið í Leir-
vík eftir, at tunnilin er
komin.
Fólk í Leirvík halda, at tá
ið klaksvíkingar kunnu
draga ætlaninar út við at
togast um lendið, vildi tað
ikki verið so undarligt, um
leirvíkingar í størri mun
strongdu meira á at fáa
ferðsluviðurskiftini uppá
pláss, áðrenn tunnilin kem-
ur.
Ongan skund
- Tað eru ikki vit, sum
streingja á at fáa fast sam-
band um
Leirvíksfjørð. Vit hava
ongan skund.
Leirvíkingar
standa
spyrjandi eftir kunnandi
fundin, tí á fundinum vóru
ikki færri enn fýra møgu-
leikar frammi um tunnil og
fýra møguleikar um vega-
gerð í staðin fyri tunnil.
- Nú spyrja mong, hvør
loysnin verður – og nær
hon verður veruleiki?
Tað undrar fólk Leirvík,
at hond ikki verður tikin
um ferðsluviðurskiftini í
bygdini, fyrr enn 1-2 ár
eftir, at Norðoyatunnilin er
vorðin veruleiki.
- Sum vit hava skilt,
verður eingin játtan til
tunnils- ella vegagerð í
Leirvík fyrr enn í 2006 ella
2007, um alt gongur sum
ætlað. Men hvussu verður,
um
samfelagsgongdin
broytist, og minni peningur
verður at arbeiða við? Nær
kunnu vit tá rokna við, at
hetta málið verður loyst –
um tað ikki verður loyst,
samstundis sum Norðoya-
tunnilin verður bygdur?
Kalt vatn…
Flestu
leirvíkingar
eru
samdur um, at ferðslu-
viðurskiftini í Leirvík eiga
at fáast uppá, áðrenn Norð-
oyatunnilin letur upp.
- Vit eiga at sláa kalt vatn
í blóðið. Hevur samfelagið
ikki ráð at syrgja fyri trygg-
um ferðsluviðurskiftum í
Leirvík, hava vit heldur
ikki ráð at byggja Norð-
oyatunnilin.
Men, siga leirvíkingar:
- Kanska eru vit longu ov
seinir á sjóvarfallinum.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið um ferðslu-
viðurskiftini í Leirvík.
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tordur J. Niclasen hevur
verið fyristøðumaður á
Eysturoyar
Røktar-og
Ellisheimi í 20 ár.
Hendan dagin ætlar
stýrið fyri heimið ikki at
lata fara aftur við borð-
inum uttan nakað.
Í samband við dagin,
verður skipað fyri mót-
tøku á Røktar- og Ellis-
heiminum í Runavík
mikudagin, 1 oktober frá
kl. 16.
Øll eru vælkomin at
heilsa fyristøðumann-
inum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og rættu nógvar hjálpandi hendur,
tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Sámal Petur Lognberg
Skopun
andaðist.
Tøkk til tykkum á Sambýlinum á Skerinum í Skopun,
at tit vóru so góð við pappa, tøkk til sjúkrasystrarnar,
tøkk til Jákup Reinert Hansen prest fyri troystarrík
orð í kirkjuni.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum
til tað seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Eiga at sláa kalt vatn í blóðið
Ikki færri enn 8 ymiskir
møguleikar til loysn av
ferðsluviðurskiftunum í
Leirvík vóru nevndir á
kunnandi fundinum
hóskvøldið, sum Leirvíkar
kommuna skipaði fyri. Flestu
leirvíkingar eru samdir um,
at ferðsluviðurskiftini í
bygdini eiga at fáast uppá
pláss, áðrenn Norðoya-
tunnilin letur upp
Tordur 20 ára
starvsdag
Tordur J. Niclasen hevur
nú verið fyristøðumaður í
20 ár
Løgreglan í høvuðs-
staðnum hevur ikki
havt so nógv at gera
um vikuskiftið, men
onkrir tilburðir hava
kortini verið
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Løgreglan hevur tikið tveir
bilførarar í vikuskiftinum
fyri at koyra ávirkaðir. Tann
eini varð tikin leygarnáttina
um eitt tíðina.
– Hann blásti 1,14 ‰, og
verður skuldsettur fyri rús-
drekkakoyring, sigur vakt-
havandi. Hin bilførarin
varð tikin sunnumorgunin
um
fimmtíðina.
Hann
hevði 1,94 ‰, og harafturat
hevði viðkomandi onki
koyrikort. So tað fær hann
eisini eina bót fyri.
Leygarnáttina fekk løg-
reglan eina fráboðan um
harðskap í býnum. Ein
maður var sligin og spark-
aður bæði í høvdið og
kroppin. Hann varð fluttur
á Landssjúkrahúsið. Hann
fekk nakað av skaða. Mill-
um annað hevði hann brot-
ið tvær tenn. Løgreglan
veit, hvør framdi harðskap-
in, og hesin verður skuld-
settur fyri harðskap.
Løgreglan í Klaksvík tók
somuleiðis ein bilførara í
vikuskiftinum fyri at koyra
við kenning.
Fríggjadagin fór sjúkra-
bilurin til Norðdepils eftir
einum manni, sum var dott-
in úr einum stiga.
– Sum skilst so fekk
maðurin nakað av skaða,
men hetta var sum so ikki
eitt løgreglumál. Men hann
var so fluttur á Klaksvíkar
sjúkrahús, sigur vakthav-
andi, sum annars leggur
afturat, at tað hevur verið
stak friðarligt í Klaksvík
um vikuskiftið.
Ein 47 ára maður var
handtikin av
løgregluni um
vikuskiftið fyri at
hava 800 g av hassji í
viðførinum
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Maðurin varð funnin uttan-
fyri terminalin á flogvøllin-
um í Vágunum. Men Berg-
leif Brimvík, leiðari á krim-
inaldeildini, sigur, at onki
týðir uppá, at maðurin
skuldi við flúgvaranum.
– Maðurin var avdottin,
og í viðførinum hjá honum
vórðu so 800 g av hassji
funnin.
Maðurin varð skuldsettur
og fór fyri rættin mána-
morgunin.
Annars eru tvey máli
komin fyri í rættinum, sum
hava bíðað í eina tíð nú.
Málið við danaum, sum
smuglaði 20 kg av hassji,
kom somuleiðis fyri í rætt-
inum mánamorgunin. Og
seinnapartin skuldi so mál-
ið um tveir italienarar, sum
vórðu ákærdir fyri neyð-
tøku av eini 15 ára gamlari
gentu, koma fyri í rættin-
um.
Rætting
Herfyri stóð grein í blaðnum um buffét á Pizzaria Napoli í Klaksvík. Í greinini varð
endurtikið fleiri ferðir, at onki matstað hevði verið opið í døgurðatímanum í eina tíð.
Men fleiri hava gjørt vart við, at hetta ikki er rætt. Klaksvíkar Sjómansheim hevur
havt opið í mong ár og bjóðað fólki heitan mat í døgurðatímanum. Og tað gera tey
enn.
Undirritaða tekur fulla ábyrgd fyri hetta mistakið og biður lesararnar orsakað.
- sae -
Hevði hassj í viðførinum
Harðskapur og
rúsdrekkakoyring
C
M
Y
K
3
2