Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 5 Fyrrverandi deildarleiðari i Føroya Fiskavirking: Spurningur um Ikki onnur eiga at sleppa at royna seg AK! BERTHOLDSEN Tad er so stór misnøgd ímillum politikarar og fólk við, nú talan er um, at Framtaksgrunnurin = skal bjarga Fiskavirking, at tad er rætt at taka framtíðina hjá Fiskavirking til viðgerðar Sigur Jónsvein Knudsen í Saltangará, sum er fyrr verandi deildarleiðari á Fiskavirking Hann var deildarleiðari á virkjunum í Runavík, í Fuglafjørdi og í Vágum Hann er framvegis sann- førdur um, at Fiskavirking var einasta loysnin, tå ið fiskavirkini vórðu sanerað í 1993 Eg haldi ikki, at nakar annar hevði gjørt nakað tá, heldur hann Hann sigur, at tå varð sagt, at Fiskavirking var ein fyribils loysn Men hann er ikki påra vísur í, at vit eru komin um tey ringastu skerini enn og at tíðin er tann rætta, at Fiskavirking verður liðað sundur aftur Spurningurin er, um vit eru til reiðar at venda aftur til tað gamla við fleiri, smá um feløgum, sigur Jónsvein Knudsen Men tað eru onnur viður skifti sum gera, at hann kortini heldur tað verða beinast, at liða Fiskavirking sundur aftur nú Fiskavirking hevur stór a mótsteðu. At finnast at er altíð tað lættasta og allar atfinngingarnar eru ikki rættvisar Tað er nógv positivt í Fiskavirking Td. er tað uttan iva Fiska- virking fyri at takka, at upsaprísurin hevur verið so frægur, sum hann hevur Men spurningurin er, um tað hóskar til føroyska mentalitetin, sigur Jónsvein Knudsen - Føroyingar eru ótrúliga lokalpatriotiskir - Kenslurnar fyri bygdini eru sterkar. Tað legði eg mangan til merkis, tá ið eg var deildarleiðari á Fiska- virking. Gjørdu vit okkurt í Runavík, var funnist at í Fuglafirði og gjørdu vit okkurt í Fuglafirði, fekk eg toyggið í Vágum Av tí at lokalu kensl urnar eru so sterkar, er tað so ringt at arbeiða við heild ini Lat teir royna seg Jónsvein Knudsen sigur, at nú misnøgdin við Fiska- virking er so stór, hví so ikki lata tey sleppa at royna, sum hava hug til tað. So fáa vit at síggja, hvussu leikur ferð I øllum førum eigur misnøgdin at hvørva. Tå verður einki Fiskavirking at geva skyldina fyri líkt og ólíkt. Tá stendur tað til fólk sjálvt Tí tað er heilt skilligt, er er misnøgdin stór nú verður hon ikki minni, tá ið Fiskavirking er umskipað efur teirri ætlan, sum nú er frammi - Loysnin, sum nú liggur á borðinum, er Fiskavirking umaftur - bara í nógv størri máli, sigur hann. Og tað er ein spurningur, um ein fyri tøka, sum hevur so stóra mótsteðu, bæði politiskt og í fólkinum, hevur nakað til- verugrundarlag Tað eru fólk Sjálvur heldur Jónsvein Knudsen, at tað eru fólk kring landið, sum bæði hava hug, áræði at royna seg, og Konfirmantar í Vágs kirkju sunnudagin 6. okt. Olivur Abrahamsen, Porkeri, Jón Kjærbæk, Vágur, Napoleon Danberg, Vágur, Bárður Nielsen, Vágur, Birgir Nielsen, Vágur, Hallur Dam Joensen, Sumba, Jan Daniel- sen, Porkeri, Johnny Lisberg, Vágur, Birgir Veyhe, Por- keri, Dan Knudsen, Vágur, Sára Ripley, Vágur, Erla Vest- ergaard, Sumba, Hjørdis Petersen, Hov, Hjørdis Hjalta- dóttir, Hov, Vanja Ejdesgaard Bech, Lopra, Kathrin Anthoniussen, Vágur, Gurið Mortensen, Vágur, Såra T Joensen, Vågur, Sunnva Kjærbo, Sumba, Liv S. Østerø, Vágur, Jane F. Ellingsgaard, Sumba, Diana F. Dahl, Vágur, Joan H. Poulsen, Vågur, og Såsanna Dimon, Porkeri vágafúsan pening at seta i virkini Hann heldur eisini, at verða virkini í Fiskavirking latin øðrum, hevði tað skapt ein dynamikk, sum Fiska virking kanska ikki hevur í dag Jógvan I. Olsen, løg tingsformadur segði eina ferð, at Fiskavirking hevur onga sál. Tað er kanska ikki heilt burturvið at siga so Verða smá bygdarfeløg stovnað, koma tey nærri fólkinum og tað fer uttan nakran iva at gera, at fólk fáa sterkari kenslur fyri virkinum Jónsvein Knuden heldur, at tað er grundarlag fyri virkjum á nógvum plásss um Skip eru bæði í Vágum í Sandoynni og aðrastaðni, so virkini høvdu fingið fisk Men tað er ein spurn ingur, um pengar eru alla staðni, har virki nú eru opin Og hvat siga fólk ul at tey virkini verða stongd?, spyr hann. Í nógvum bygd um er Fiskavirkin ein trygd fyri arbeiðið Og so eru tað bankarnir - Tað eru jú teir, sum ver- uleikanum stýra vinnuni, tí við ongari fígging gerst einki Tí er eingin grund at verða bangin fyri, at vit end- a aftur í tí gamla við virki á hverjum tanga. Bankarnir kunnu stýra talinum á virk) um, sum teir vilja Men vit kunnu eisini hyggja eftir, hvussu vit hava Verður fiskavirking lutað sundur, kann tað skapa ein dynamikk, sum kanska ikki er til staðar í dag. fyrrverandi deildar leiðari á Føroya Fiska virking skipað okkum uttanfyri Fiskavirking hesi síðstu árini Er tað rætt at byggja fýra, fimm virki í Vági Skuldi tað endiliga verði, hví so ikki byggja eitt, heldur enn fleiri? Meiri í landinum Jónsvein Knudsen ivast ikki i, at verdur Fiskavirk ing liðað sundur, fara skip int at kenna størri skyldur á sær at landa til virkini í Før oyum. Tað fer uttan iva at gera, at meiri fiskur, og meiri arbeiðið verður ver andi í landinum Men tað hevði sjálvandi verið treytað av, at prísurin var góður. Tað er heldur ikki bara at selja uttanlands. Tí skalt selja væl, fyri at tað skal loysa seg Prísirnir, sum eru nevndir eru ofta misvísandi tí tað fer nógv burturav í ymsum avgjøldum, sigur Jónsvein Knudsen 1966-1996: Faroe Boys á palli í 30 ár Leygarkveldið 12. oktober fer kendi bólkurin Faroe Boys aftur á pallin at spæla til dans, eins og teir hava gjørt so ofta seinastu 30 ár- mi Faroe Boys er vordin ein »legenda« innan føroyskan tónleik, og mong munnu tey vera, sum við gleði minnast aftur á mangar hugnaligar latur í Sjónleikarhúsinum, tá ið teir spældu fast til dans har Tey, ið hava hug og stundir, sleppa nú út at hugna sær eina løtu saman við Faroe Boys leygar- kveldið 12. oktober. Tá fara teir at spæla í Gundadals- høllini. Hetta er eisini fyrsta heysttiltakið fyri tey, sum hava rokkið ein ávísan aldur - ella tey, sum bara hava hug at fáa sær ein »swing-om« Atgongumerki verða at fáa í Kunningarstovuni, og tey kosta kr. 95, Avgerðin um boring í Loprra tikin í dag: Oljufeløgini sinnad at Jan Miiller Tað er nógv, sum bendir á, at oljufeløgini, ið eru við í boringini i Lopra, vilja spjaða fleiri pengar í eitt framhald av boringini, sum steðgaði fyri skjótt tveimum vikum síðani, tá borurin stóð fastur Serútgerð kom til Lopra herfyri og hevur verið ar beitt við at fresa burtur teir stabilisatorarnar ella veing irnar, sum sita á boristrong inum. Tað ljóðar, at tað rest ar ikki so nógv í at fáa „ruddað“ upp í holinum, soleiðis at boringin kann takast uppaftur. Arne Ro- senkrands Larsen frá Dopas sigur, at tað tekniskt ikki skuldi verið nøkur forðing í at komið í gongd aftur, men hetta er ein krevjandi Prosess Tørvur er á umleið 5 mill kr. aftrat til at kunna halda fram við boringini. Fleiri oljufeløg vilja halda fram men roynt verður at fáa tey flestu við, og tá verður so fram aftur neyðugt at hyggja at treytum og. hesi seta Fer boringin í gongd aftur verður roknað við, at hon fer at vara í einar 2 til 3 vikur aftrat Sosialurin skilir, at bor aðir eru beint niðanfyri 3200 metrar. Eftir hesum eru sostatt 300 metrar eftir at bora Nú er so spurningurin um henda nýggja royndin eisini fer at hava við sær, at borað fer at verða longur niður enn upprunaliga ætlað. Tað kann vera, at upplýsing arnir, sum eru fingnir eru so mikið áhugaverðir, at tað er ynski um at fara heilt niður á 4000 metrar. Men tað kann so eisini vera, at hetta verður gjørt, tí at fel øgini ikki halda seg hava fingið tað tey vónaðu Arne Rosenkrands Lar sen vil onga viðmerking gera til, um teir fara longur niður enn teir 3500 metr arnar 85 cm. við veggja- beslag og digital- mikrobylgjuhøvdi 990; ELDING SMS + Tlf. 18662 - 18663 Ger Sosialin til titt blad - so veitst tå hvat hendir! & ANNAD Summarið er farið, so nú er tíðin komin at klippa runnar og tro, rudda í havanum og uttanum húsini. Er ætlanin at gera hava SÍMUN til summarið 97, ella gera DALSGAARD nakað við túnið, t.d. leggja oljugrús ella flísar á tað, so er tíðin NU Anl. gartnari - Hoyvík Best í døg tímanum ella e. kl. 18