týsdagur 8. oktober 1996síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 8. OKTOBER 1996
tíðindablaðið
Í
Læknar mugu vera við í undirvísingini av sjúkrasystrunum, ti alt byggir á gott samstam, sigur Ida Sørensen
Harmiligt at læknarnir
boykotta skúlan
- Samstarv er lylkaorðið í øllum arbeiði á sjúkrahúsunum, sigur Ida
Sørensen, stjóri á Sjúkrasystraskúlanum
RANDI JACOBSEN
Beint nú hevur tað ongan
týdning, at felagið Yngri
Læknar hevur avgjørt at
forða limum sínum í at und-
irvísa á Sjúkrasystraskúla
Føroya. Næmingarnir á
skúlanum eru í praktikk
Men í februar hevur skúl-
in aftur brúk fyri læknum
til at undirvísa
Í longdini ber tað íkki
til, tí samstarv millum allar
fakbólkar er so umráðandi
fyri at kunna gera tað besta
fyri sjúklingin. Samstarvið
ásetir góðskuna á bæði
viðgerð og røkt, sigur Ida
Sørensen, stjóri á Sjúkra
systraskúla Føroya
Hon heldur tað tí vera
ógvuliga harmiligt, at yngri
læknar nú ikki vilja undir
vísa á skúlanum. Hví teir
gera tað, skilir hon ikki
rættiliga
Ida vónar, at tað fer at bera
til at slætta sjógvin aftur, tí
hetta ber ikki til
Vit mugu vóna, at vit
aftur fáa gott samstarv við
læknarnar. Samstarv og aft
ur samstarv er lyklaorðið í
øllum arbeiði á sjúkrahús
um, ti ber ikki til at sam
starva, so kann alt annað
gera tað sama, sigur Ída
Neyvan av tilvild
- Tað er ikki so løgid, at løgmadur, sum var formaður i
Faroe Seafood og næstformadur i Føroya Fiskavirking,
góðtekur, at Framtaksgrunnurin væntandi fer at yvirtaka
Fiskavirking, sigur Jógvan A. Johannesen, tingmaður
javnaðafloksins í Sandoynni
RANDI JACOBSEN
Málið um Framtaks-
grunnin og Fiskavirking
tykist mær bæði legið og
merkisvert. Ikki minst tá
hugsað verður um, at nú-
verandi løgmaður er fyrr-
verandi formaður í Faroe
Seafood og fyrrverandi
næstformaður í Feroya
Fiskavirking, sigur Jógvan
Adolf Johannesen, ting
maður javnaðafloksins í
Sandoynni
Hann ræðist fyri, at Fram-
taksgrunnurin nú fer at yvir
taka tey virkini ella tær fyrt-
iøkurnar, sum — høvdu
fremsta åhugan hjå løg
manni fyrr
Løgmadur hevur áður
sagt, at Framtaksgrunnurin
skuldi stuðla fyritskum
men at hann ongantíð skuldi
eiga allan partapeninginum
í nakrari fyritøku. Men nú
eigur Framtaksgrunnurin
allan peningin i Føroya
Fiskasølu, og likt er til, at
hann eisini fer at eiga alla
Fiskavirking. Tad vil siga,
at hann fer at keypa tey
bestu virkini burtur år. Og
tað sigur mær so mikið, at
ikki verður lætt at keypa
nakað av hinum virkjunum,
ti torført verður at fáa figg
ing. Hetta er ikki serliga
hugaligt at vita hjá okkum í
Sandoynni, her tað er full-
komiliga steindeytt á fiski
vinnugkinum, sigur Jógvan
Adolf Johannesen
Hann heldur tað neyvan
vera av tilvild, at manna
gongdin hjá Framtaks
grunninum er í tráð við
áhugamálini hjá løgmanni
Eg haldi tað eisini vera
merkisvert, at løgmadur
ikki kundi svara, fyrr enn
danski forsætisrådharrin
hevdi sagt sitt, og tå hann
so varaði, var svarið júst tað
sama, sigur Jógvan A
Johannesen
Inserat:
Propolis fyri góða heilsu
og betri lívi
Fyri stuttum ringdi ein kona til íslendska sjónvarpið
at siga frá tveimum krabbameinssjúklingum, sum
høvdu brúkt Propolis og fingið ótrúliga góðan bata
Hetta er ikki einasta dómi um, at Propolis hevur
hjálpt væl móti tí váða, sum krabbamein er. Til er
nógv skjalfest prógv um slíkt í Danmark, m.a
sjukrasøga hjá einum manni, sum hevði krabba
mein í hálsi
Hann hevði verið skurðviðgjørdur tvær ferðir
og eftir seinastu viðgerðina heyði læknin funnið
ein knykil undir tungurótini, sum hann helt skuldi
skerast burtur. Av tí, at so stutt var fráliðið frå
seinastu viðgerðini, helt læknin, at best mundi vera
at bíða, til hann var komin fyri seg aftur. Ta tíðina
tugdi maðurin Propolis, sum kona hansara mælti
til — og tað var ikki at spyrja — næstu ferð, hann fór
til læknakanningar, var einki at síggja
Sjálvur kenni eg persónliga nógvar íslendingar
sum brúka Propolis við góðum úrsliti í bardaga
móti krabbameini
Sjúklingar við meini í blødruhålskertlinum hava
sagt mær frá, at gevast teir við at taka Propolis
dagliga, fáa teir beinanvegin bruna og verða eymir
aftur. Propolis verður eisini brúkt til at koma fyri
seg eftir kemo og medisinska viðgerð
Ein kona, sum var sjúk í blødruni, segði mær, at
eftir at hava tikið Propolis í ein góðan mánaða, var
hon vorðin frísk, og byrjaði tað aftur, tók hon
Propolis nakrar ferðir, og ein ungur vinur mín segði
mær, at við Propolisbrúki vóru allar andslitspirrur
hansara horvnar
Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna ta
ávirkan, sum Propolis hevur á nógv
m.a. Candida Albicans soppur hvørvur sum døgg
fyri sól
Eingin ivi er um, at Propolis er heilsubøtandi og
nógv teirra, sum eg havi víst á at brúka tað, hava
havt samband við meg aftur og takka fyri og sagt
ótrúligar søgur um betri heilsu
Eg hav: hoyrt frá sjúklingum við ringum maga
sárum og tjúkktarmsbruna, mammum við børnum
sum eru sjúk í oyrunum, nyrasjuklingum, blødru
sjúkum og mongum ødrum, sum øll eru á einum
máli um, at Propolis hevur bøtt um heilsustødu
teirra
Bæði eg og familja mín taka dag og dagliga
Propolis og onnur byfluguevni og verða sera sjáld
an sjúk
sløg av sopp!
Ragnar Tjóðolvsson
Arnatanga 17, Reykjavik
eftir Dario Fo og
Franca Rame
e /
Víðopið hjúnarlag
Í
VAKSNUM
Børn undir 14 í
atgongd saman
á hesum stødum og
Mikudag 9.10 kl. 20 í
Leygardag 12.10 kl. 20
Mikudag 16.10 kl. 20
Friggjadag 18.10 kl. 20
Leygardag 19.10 kl. 20
Mikudag 23.10 kl. 20
Fríggjadag 25.10 kl. 20
Sunnud2g 27
Leygardag 2
Sunnudag 3
Sýningin varðir í 1
15 minuttir uttan steðg
Atgongumerki kunnu
bíleggjast á tlf. 18617
Kostnaður 70 kr.
ir bert
8
dogum kring landið
Sørvågs Skúli
Royndin í Nólsoy
Eyðnan á Oyrarbakka
Aulan í Vestmanna Skúla
Bygdahúsið á Strondum
Virkið á Sandi
10 kl. 17 Losjan í Gøtu
11 kl. 20 Vágs skúli
11 kl. 17 — Aulan i Trongisvågi
tima og
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
58 WI)
1591 +