Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 184 - 30. september 2003 C M Y K 28 Nr. 184 - 30. september 2003 29 VB gentur 12 — 14 ár hava staðið seg væl í ár og hava bæði silvur og bronsu um hálsin ÍTRÓTTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað gongur væl í yngru deildunum hjá VB og for- maðurin, John Henrik Holm, fegnast um, at tilfar er í ungdómsdeildunum, so til ber at seta við og harvið ber til at hava bjartar fram- tíðarvónir.. Drongjaliðið er meistari 3. ár á rað, men eisini gent- urnar 12 — 14 ár hjá VB hava klárað seg væl og hava ikki minni enn tvey heið- ursmerkir hangandi um hálsin. Tær hava vunnið silvur í steypakappingini og bronsu í Føroyameistara- kappingini. Eisini gentuliðið varð heiðrað á samkomu í VB húsinum leygardagin, eftir dystin millum drongirnar hjá VB og HB, har VB drongirnir fingu gull og steyp til ognar. Venjari hjá VB gentunum hevur verið Marner Lud- vig. Leygardagin leiktu drongjaliðið hjá VB ímóti drongjunum úr HB. Úrslitið var 2- 2, men longu framman undan var greitt, at VB drongirnir høvdu tryggjað sær gullið 3. árið á rað og harvið fingu teir eisini steyp til ognar ÍTRÓTTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Gullrómur var á Eiðinum í Vági leygardagin, tá drongjaliðið hjá VB fekk gullheiðurmerkir handaði og steyp til ognar, tí teir 3. árið á rað eru meistarar. VB drongirnir leiktu ímóti drongjunum hjá HB leygardagin og úrslitið var javnleikur 2 — 2. Heiðurs- merkjahandan var eftir dystin og fingu VB drong- irnir gull og HB fekk silvur fyri annað pláss. Óli Holm handaði vegna Fótbóltssambandið steyp og sum fyrrverandi for- maður í VB fegnaðist hann sjálvsagt um, at steypið nú verður latið VB til ognar. Eftir dystin var fýrverk og myndatøka og síðani móttøka í VB húsinum, fyri at heiðra drongirnar hjá VB. Fagnaður var í VB húsinum við gávum, m.a. frá Vágs Kommunu, ið eisini handaði steyp, og røður vórðu hildnar og gullrómur var í VB húsin- um. Eisini genturnar hjá VB 12 — 14 ár hava megnað at fáa heiðursmerkir í ár og tær áttu eisini pláss í veitsluhaldinum leygar- dagin, sum endaði við gull- dansi leygarkvøldið. Venjarar hjá drongjunum hava verið Ingi Hansen og John Christensen. Danska TDC-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GOG 3 3 - 0 - 0 94 54 23 6 2 AaB 3 3 - 0 - 0 90 67 19 6 3 KIF 3 3 - 0 - 0 96 86 6 6 4 Bjerringbro 3 3 - 0 - 0 84 66 -16 6 5 Årshus GF 3 2 - 0 - 1 108 90 23 4 6 Fredericia 3 2 - 0 - 1 78 87 9 4 7 FCK 3 1 - 0 - 2 74 73 9 2 8 Silkeb.-Voel 3 1 - 0 - 2 71 81 9 2 9 TMS 3 1 - 0 - 2 67 80 9 2 10 Skjern 2 1 - 0 - 1 53 49 6 2 11 Ajax 3 0 - 0 - 3 77 89 9 0 12 Helsinge 3 0 - 0 - 3 74 96 9 0 13 Otterup 3 0 - 0 - 3 66 104 9 0 14 Tvis 2 0 - 0 - 2 50 60 9 0 Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS) Partick Thistle, sum aftur hesa ferð hevði Jákup Mikkel- sen á beinkinum, megnaði ikki at varðveita leiðsluna og er framvegis aftast SKOTLAND Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir sjúkraleguna var Jákup Mikkelsen á beinkinum hjá Partick Thistle, tá ið teir leygar- dagin vóru á graslíkis- vøllinum í Dunfirmline. Úrslitið var 2–1 heima- sigur, og tað ber við sær, at Partick Thistle fram- vegis eigur fyrsta sigurin í hesum kappingarárin- um til góða. Teir eru aft- ast við tveimum stigum, og tað eru tvey stig fram til Aberdeen og trý stig fram til Dundee United. Hesi bæði liðini hava bara vunnið eina ferð í ár. Í báðum førunum hevur tað verið ímóti Partick Thistle. Gerry Collins, Partick Thistle venjarin, var ikki blíður eftir dystarenda. Hann helt heilt lítið um, at liðið hjá honum hevði verið partur í uppgerð á graslíki, sum nógva regn- ið ikki gjørdi tað lættari at spæla á. – Ímyndi tykkum hvat Wenger og Fergueson høvdu sagt, um Arsenal ella Manchester United hevði verið bjóðað gras- líki at spæla á, gav Par- tick Thistle venjarin, sum ivaleyst man kenna seg eitt sindur kroystan, ilt av sær. Fyrra umfarið kom einki mál. Fimm minuttir eftir hvíldina legði James Grady Partick Thistle framum. So setti heima- liðið eitt sindur meiri ferð á, og tað eydnaðist teimum at fáa tvey mál. Í báðum førunum var tað skotski landsliðsspælar- in, Stevie Crawford, sum var meistari fyri málun- um, og í báðum førunum var tað úr stuttari fjar- støðu, at hann skoraði. Hetta var fyrsti sigurin hjá Dunfirmline á nýggja graslíkinum. Sigurin kundi havt verið uppaftur trivaligari. Eina ferð sendu teir í stólpan, og eina aðra ferðina varð málið kolldømt fyri rang- støðu. Kenny Arthur var í málinum hjá Partick Thistle, og sambært skotsku bløðini átti hann ikki lut í málunum, og hann verður róstur fyri at hava havt onkra góða bjarging. Dunfirmline er á fjórða plássi. Enn sum áður eru tað Glasgow fe- løgini Rangers og Celtic, sum stríðast um odda- sessin. Partick Thistle er eitt av smáu feløgunum í Glasgow, og tað ber ikki til at siga annað, enn at støðutalvan boðar frá, at felagið hjá Jákupi Mikk- elsen rættuliga er í skugganum av stóru feløgunum. Nú Jákup er komin fyri seg eftir sjúkraleguna fæst at síggja, um Gerry Collins fer at seta hann aftur í málið og harvið at lata hann koma úr skuggan- um á Kenny Arthur. Heini Hanusarson og liðfelagarnir fingu beinin so ruddiliga niður á jørðina, tá teir um vikuskiftið máttu lúta fyri Fredericia HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir flotta avrikið móti Skjern fyri viku síðani, gjørdist tað um vikuskiftið aftur gerandisdagur hjá Heina Hanusarson og lið- feløgum hansara í Team Midtsjælland. Hesa ferð leiktu teir móti Fredericia, og tað var sjáld- an nakar spenningur um, hvat liðið var betri. Í hálv- leikinum var støðan 17-14 til heimaliðið, og í seinna hálvleiki øktist munurin bara. Heini og teir funnu í góða løtu ikki fram til málið, og tá avtornaði, stóðu 33-25 á máltalvuni, sum sostatt boðaði frá einum tryggum heimasigri. Eiga framvegis fyrsta sigurin til góða Genturnar hjá VB fingið heiðursmerkir TMS tapti VB drongirnir fingu gullið Drongjaliðið hjá VB er meistari 3. ár á rað og fekk leygardagin gullheiðurmerkir og steyp til ognar Mynd: D. Olsen VB gentur 12 — 14 ár hava staðið seg væl í ár og hava bæði silvur og bronsu um hálsin Mynd: D. Olsen Miðvágs-Sandavágs kvøldskúli Miðvágs-Sandavágs kvøldskúli Veturin 2003/2004 Hesi tilboð verða í Miðvágs-Sandavágs kvøldskúla í vetur: LÆRUGREIN LÆRARI TÍÐ TILMELDING ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ítróttur/Boccia ÍSB-lærari eftir avtalu 332820/221432 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Fimleikur Hervør Jørgensen mán./hós. kl. 18.30 333204 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Føroyskt fyri útlendingar Hjalmar P. Petersen eftir avtalu 332451 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Føroysk rættskriving Thurid Olsen mikukvøld kl. 19 332820/221432 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Handarbeiði Ruth Myllhamar mánakvøld kl. 19 333399 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Klaverundirvísing Martin Pollard mánakvøld kl. 18 333537/213537 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Klænkiskeið Marjun í Kálvalíð hóskvøld kl. 18 og 19.40 332779 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Kórsangur Ólavur Hátún mánakvøld kl. 19.30 311819 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ungdómsorkestur Steven Foggin hóskvøld kl. 16.30 333362/254945 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Teldulæra Marianna Simonsen mikukvøld kl. 19.30 332416/332968 Framhaldsskeið *) og Árni Frederiksen ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Teldulæra Marianna og Árni hóskvøld kl. 19.30 332416/332968 Byrjunarskeið **) ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Enskt (munl./skr.) Petur Pólsson mánakvøld kl. 19 333337 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Veving Poulina Jensen fríggjakvøld kl.18 322344/212344 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– WHF/SRC Sámal J. Jørgensen eftir avtalu 332549 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Træsmíð Sjúrður Guttesen hóskvøld kl. 19 332447/255639 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Luttøkugjaldið, sum skal gjaldast fyrsta kvøldið, er: 300 kr fyri hvørja lærugrein. Undantikið hesi reglu er skeiðið í veving, tað kostar 400 kr. *) Telduskeiðið mikukvøld er fyri tey, sum hava nomið sær eitt sindur av kunnleika. **) Teldukeiðið hóskvøld er fyri tey, sum lítlan og ongan kunnleika hava. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari undirtøku og góðkenning myndugleikanna. Byrjað verður eftir avtalu. Heimarøktin og Serforsorgin Sosialráðgevi til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Eitt starv sum sosialráðgevi á Stuðulsfólka- skipanini fyri vaksin, undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður hervið lýst leyst til setan sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um stuðul til 60 heimabúgvandi brúkarar, svarandi til 42 fulltíðarstørv. Starvsuppgávur • At ráðgeva og vegleiða • Samskipa stuðulin, tá fleiri stovnar eru inni í myndini • Viðgera nýggjar umsóknir • Ráðgeva feløg og stovnar • Endurmeta ta hjálp, sum er veitt einum brúkara Vit søkja eftir einum starvsfólkið ið: • Hevur vitan og royndir innan sosiala øki • Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum • Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við brúkaran • Dugir at arbeiða skipað og miðvíst • Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og tvør- fakliga • Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar • Er uppfinningarsamur og dugir at umstilla seg skjótt Vit bjóða • Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera • Eitt arbeiðsumhvørvi har pláss er fyri látri • Vegleiðing og ráðgeving Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðulsfólkaskipanin. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Stuðulsfólkaskipanina á tlf. 354020 og tosa við Regin Johansen, virkandi leiðara ella við virkandi socialráðgevi Oda M. Jóhansdóttir. Viðmerkjast skal at skikkaður umsøkjari er til starvið. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, við- mælum v.m. skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin Att.: Regin Johansen, virkandi leiðari Niels Finsensgøta 28, 2. hædd FO-100 Tórshavn Umsóknarfreist: 14 oktober 2003 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Grót fæst við at koma eftir tí. Tlf. 216600 ella 215609 29