Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 30. september 2003 27 27 26 Nr. 184 - 30. september 2003 Todi var hvassasta FCK vápnið Men tað vóru avloys- ararnir í FCK álopin- um, sum staðfestu heimasigurin ímóti Frem, sum fyri tað mesta royndi at verja ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo FCK tók seg nærri toppin- um, tá ið teir á heimavøll- inum í Parkini og framman- fyri 17.692 áskoðarum vunnu 2–0 ímóti uppflytar- unum og grannunum úr Frem. Zuma var framvegis ikki nóg væl fyri at spæla, og so var Álvaro Santos undir liðini á Toda Jónsson í FCK álopinum. Enn eina ferð varð undir- strikað, at tá ið tað í donsku pressuni verður tosað og skrivað um, at Todi Jónsson nú er triði maðurin í stríðn- um um tvey pláss í álopin- um, so er tað nakað tvass. Todi var væl upplagdur, arbeiddi nógv og var mið- depul í nógvum av tí, sum gekk fyri seg frammi á vøllinum. Álvaro Santos sigst vera dýrasti spælarin, sum FCK nakrantíð hevur keypt. Tað man vera størsta kvalifikatiónin hjá honum fyri at sleppa á liðið. Hvørki mikukvøldið í Budapest ella sunnudagin í Parkini sannførdi hann á nakran hátt um, at hann er sjálvskrivaður í FCK álop- inum í staðin fyri Toda Jónsson, tá ið Zuma aftur verður tøkur. Álvaro Santos varð skift- ur út við Peter Møller, tá ið seinna umfarið var fjúrtan minuttir gamalt. Tá ið tað restaðu ellivu minuttir, kom Jörgen Pettersson á vøllin fyri Toda Jónsson. Teir báð- ir innskiftararnir vóru meistarar fyri 2–0 málin- um. Peter Møller átti frí- spælingina, og Jörgen Pettersson skoraði. Frem gyrdi seg frá fyrsta bríksli kring egnan brots- teig. Luturin hjá FCK var at syrgja fyri, at tjúkki garður- in varð brotin niður, og tað var stríggið. Men tað hiln- aðist betri, enn tað gjørdi, tá ið Herfølge vikuna frammanundan var í Park- ini og megnaði málleysan javnleik. Frem fekk fyrsta upp- lagda møguleikan í snar- álopið, men Magnus Kihl- sted, sum aftur hevði fingið møguleikan ímillum FCK stólparnar, tí hin málverjin var skaddur, bjargaði væl. Miðvallarin Thomas Røll, sum hevur tókst eitt sindur troyttur seinastu vik- urnar, skoraði fyrra málið upp á brotsspark. Hann varð feldur í gjøgnumbroti og legði vertin í frasuna um, at tann, sum brotsspark verður framt ímóti, ikki skal skjóta sjálvur. Todi Jónsson royndi við høvdinum at snitta innlegg úr høgru upp um Frem mál- verjan, sum fekk hondina á, og ta einu ferðina var um reppið, at Todi fekk bóltin í málið eftir aftur og fram í brotsteiginum. Í 38. minutti fekk Todi fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum gult kort. Næstu ferð osta- flísin verður á lofti, verður hann leikbannaður. Frem venjarin, Ole Mørch, ásannaði, at mót- støðuliðið hevði gjørt tað, sum teir áttu at gera. Men hann helt ikki, at 4–4–2 spælskipanin hjá FCK er serliga undirhaldandi og hugflogsrík. FCK venjarin, Hans Backe, rósti sínum spælarum fyri at hava loyst torføru uppgávuna til fulnar. Danska pressan fokuser- aði í gjár upp á Álvaro Santons, sum teir hildu ikki hevði verið sannførandi ímóti Frem. Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, segði, at Sant- os fer at fáa langt tjóður. Hann segði seg ikki ivast í dygdunum hjá brasiliu- manninum, sum hann helt mátti fáa rúma tíð at koma seg heilt eftir skaðan, ið leingi hevur hildið honum burtur frá fótbóltinum. Og so vísti hann á, at tað var positivt, at nýggi maðurin hevði havt fleiri møguleik- ar, sum hann kortini einki hevði fingið burturúr. Julian íslendskur steypavinnari Hóast sigurin var tep- ur, so var avrikið hjá Akranesi rættuliga sannførandi á Laug- ardalsvøllinum ímóti FH av Hafnafirði ÚTISETI Í ÍSLANDI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í gjár skuldi Julian Johns- son koma til Føroyar í vetr- arfrí. Hann skal hvíla seg frá fótbólti inntil eftir árs- skiftið, tá ið hann aftur skal tørna til á Akranesi. Hvíldin kennist hugalig upp á fleiri mátar. Eitt er, at Julian hevur spælt fótbólt út í eitt síðani á nýggjárin- um, og tískil man vera mettaður av fótbólti. Eitt annað er, at tað hevur ging- ist honum væl í Íslandi, og at hann og ÍA næsta kapp- ingarár skulu spæla í UEFA Cup kappingini. Leygardagin vunnu Juli- an Johnsson og ÍA ís- lendsku steypafinaluna. Talan var um níggjunda steypasigurin hjá ÍA. Móstøðumenninir úr FH av Hafnafirði eiga framvegis til góða at vinna fyrsta lutin í steypakappingini. Úrslitið var 1–0. Akranes var greitt om- aná, og teir áttu at havt fingið fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var Garðar B. Gunnlaugsson, sum var fyrstur á, eftir at FH mál- verjin hevði hálvbjargað roynd úr vinstru frá Kára Steinn Reynisson. Julian Johnsson var rættuliga sentralur á ÍA miðvøllinum, og hann hevði fleiri møguleikar at skjóta mál. – Vit høvdu fyrstu fimtan minuttirnar tríggjar stórar møguleikar at fáa mál. Eg fekk úr hampuliga góðari støðu møguleika at royna við høvdinum, men tíverri brast bólturin í tvørtræið uttan at fara í málið, og so hevði eg eisini ein annan møguleika, men bólturin fór omanfyri, sigur Julian Johnsson. ÍA venjarin Ólafur Þórðarson helt aftaná, at hansara lið hevði havt takið alla tíðina, men tað var kortini um reppið, at tað var FH, sum legði seg á odda. Danski Allan Borghardt sendi við høvdinum ímóti ÍA málinum, og á strikuni bjargaði ein av verjumonnunum. Hetta var átta minuttir eftir steðgin. Julian Johnsson er annar føroyingurin, sum hevur vunnið íslendsku steypakappingina. Uni Arge var steypavinnari við ÍA í 2000. Í 1998 vóru Uni Arge og Jens Martin Knud- sen í steypafinaluni. Ta ferðina umboðaðu teir Leiftur, sum á Laugardals- vøllinum tapti 2–0 ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggj- unum. FH vann silvurkrónurnar í landskappingini fyri nøs- ini á ÍA. Nú vann ÍA gull- merkini í steypakappingini frammanfyri FH. Næsta summar skulu hesi bæði liðini spæla í UEFA Cup. Meistaraliðið KR skal enn eina ferð royna seg í undan- umfarinum til europeisku meistarakappingina. Julian Johnsson hevur alla orsøk at smílast. Leygardagin varð hann næsti føroyski leikarin, sum kann rópa seg íslendskan steypavinnara Jylland bjóðar stóru feløgunum í Keyp- mannahavn av í stríðnum um donsku fótbólts- trónuna SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eins deyð er annars breyð plagar at verða tikið til. Jón Rói Jacobsen er fram- vegis heilt uttanfyri besta liðið hjá Brøndby. Tað hevur verið torført at sleppa framat, tí tað hevur gingið væl. Sunnudagin gekk ikki væl hjá Brønd- by. Teir taptu á heimavølli ímóti FC Midtjylland. Aft- aná varð tað serliga fok- userað á, at álopsparturin hjá Brøndby hevði ikki verið nóg avgjørdur. Tað er ikki har, at Jón Rói Jacobsen er ætlaður at styrkja um, sjálvt um eing- in í Føroyum ivast í álops- dygdunum hjá honum. FC Midtjylland vann 3–1. Stóri spælarin var Mohamed Zidan, sum skoraði fyrsta og síðsta málið, og sum átti upp- leggið og skotroyndina, sum bar 2–0 málið við sær. Brøndby málverjin hálvbjargaði, og so var innskifti Jesper Mikkel- sen á rætta staðnum. Fyrsta málið fekk FCM í 1. hálvleiki, tá ið heima- liðið á Brøndby stadion hevði nógv spæl, men ikki megnaði at fáa úr- tøku burturúr. FCM var væl betri við í 2. hálv- leiki, tá ið teir aftur fingu mál í 76. og 79. minutti. Mattias Jonson pyntaði um, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og teir flestu av teimum 11.314 áskoðarunum vóru ikki nøgdir. Teirra lið, Brønd- by, hevði mist oddasessin. Nýtt oddalið í Danmark er Esbjerg. Teir áttu heimavøll ímóti Herfølge, sum hevur tað eitt sindur torført í botninum. Es- bjerg vann 2–0, og sigurin og avrikið sum heild varð mett at vera ógvuliga sannførandi. Brøndby er nummar tvey, og eftir 2–0 sigurin á Frem er FCK á triðja plássinum. Síðani AaB skifti venj- ara hava teir í fýra dystum fingið tíggju stig. Tað vil siga, at teir hava ikki tapt. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AGF, sum hevði vunnið tríggjar tær seinastu ferðir- nar. AaB vann 2–1. Fyrra umfarið var málleyst. Eftir steðgin varð Christian Lundberg settur í AaB álopið, og eftir lítlari løtu hevði hann skorað tvey mál. AaB vann 2–1, og tað merkisverda var, at AaB málskjúttin búleikast í Århus og koyrir langa teinin til Aalborg at venja og spæla. OB vann 2–1 á heima- vølli ímóti AB, sum í summar hevur selt fleiri av góðu spælarunum. Nýggi AB venjarin, Henr- ik Jensen, hevur ásannað, at spælararnir hjá honum eru ikki nóg væl fyri. Hann ætlar, at teir skulu venja konditión, tá ið danska kappingin eftir næsta vikuskifti fer at hava frí í tvær vikur, tí landsliðið skal spæla. Leygardagin skal AB spæla ímóti FCK. Í Farum vann FC Nord- sjælland 2–1 ímóti Vi- borg. Talan var um rættu- liga týdningarmiklan sig- ur, tí nú er FC Nordsjæl- land millum liðini í miðj- uni á deildini. Brøndby sett upp á pláss C M Y K 26 Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Esbjerg 10 6 - 3 - 1 18 9 9 21 2 Brøndby (S) 10 6 - 2 - 2 15 7 8 20 3 FCK (M) 10 5 - 3 - 2 16 9 7 18 4 OB 10 5 - 2 - 3 17 12 5 17 5 FCM 10 5 - 2 - 3 15 12 3 17 6 AaB 10 4 - 2 - 4 9 10 -1 14 7 Viborg 10 3 - 4 - 3 18 17 1 13 8 AGF 10 4 - 1 - 5 16 18 -2 13 9 FC Nordsj. 10 2 - 4 - 4 11 13 -2 10 10 Frem 10 3 - 0 - 7 9 18 -9 9 11 Herfølge 10 2 - 2 - 6 7 13 -6 8 12 AB 10 2 - 1 - 7 9 22 -13 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 10 9 - 1 - 0 21 5 16 28 2 Randers FC 10 7 - 2 - 1 25 15 10 23 3 Silkeborg 10 7 - 1 - 2 23 8 15 22 4 Køge 10 7 - 1 - 2 22 13 9 22 5 HFK Sønderj. 10 6 - 0 - 4 30 19 11 18 6 Ølstykke 10 6 - 0 - 4 24 20 4 18 7 Fredericia 10 5 - 1 - 4 17 14 3 16 8 FC Nordjylland 10 5 - 1 - 4 12 14 -2 16 9 Skjold 10 4 - 2 - 4 21 16 5 14 10 Fremad Amager 10 3 - 2 - 5 15 20 -5 11 11 Vejle 10 3 - 2 - 5 16 22 -6 11 12 Nykøbing 10 2 - 2 - 6 15 20 -5 8 13 B 93 10 2 - 2 - 6 14 19 -5 8 14 B 1913 10 1 - 3 - 6 11 24 -13 6 15 Brønshøj 10 1 - 1 - 8 10 27 -17 4 16 FC Aarhus 10 1 - 1 - 8 10 30 -20 4 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle) Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Skotska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rangers 7 7 - 0 - 0 26 6 20 21 2 Celtic 7 6 - 1 - 0 18 3 15 19 3 Hearts 7 4 - 1 - 2 9 6 3 13 4 Dunfermline 7 3 - 2 - 2 6 7 -1 11 5 Dundee 7 3 - 1 - 3 9 8 1 10 6 Livingston 7 2 - 2 - 3 8 10 -2 8 7 Hibernian 7 2 - 2 - 3 7 11 -4 8 8 Motherwell 7 2 - 2 - 3 7 11 -4 8 9 Kilmarnock 7 2 - 2 - 3 7 12 -5 8 10 Dundee Utd. 7 1 - 2 - 4 5 14 -9 5 11 Aberdeen 7 1 - 1 - 5 6 14 -8 4 12 Partick 7 0 - 2 - 5 7 13 -6 2 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick) Føroyski Vejle spæl- arin tykist vera kom- in fyri seg sum álops- spælari, eftir at hann seinastu tvey árini hevur verið royndur í øllum ketunum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað hevur næstan verið sum í H. C. Andersen ævin- týrinum um dunnuungan, sum brádliga blómaði sum vakri svanurin. Eingin hevur ivast í fótbóltsevn- unum hjá Christani Høgna Jacobsen. Men síðani hann flutti til Danmarkar, hevur tað verið sera torført hjá honum at sannføra um, at hann hevur góð evni sum álopsspælari. Fyrst royndi hann seg í Esbjerg, har tað var torført hjá honum at sleppa framat. So flutti hann til Vejle, har hann hevur verið vongverji og miðvallari, og har hann leingi taldist millum skiftisspælararnar, og onkra ferðina var hann als ikki í besta hópinum. Í heyst hevur hann fleiri ferðir verið í Vejle álopin- um. Eftir tillaðingartíðina, sum teir, ið hava skil fyri tí, siga er neyðug hjá før- oyskum spælarum, sum ætla sær nakað í Danmark, hevur Christian Høgni eftir øllum at døma fótað sær. Leygardagin var hann annar av fremstu Vejle monnunum í Keypmanna- havn. Í Utterslev mosa hava nógvir føroyingar spælt fótbólt. Christian Høgni og Vejle vóru á Tingbjerg stadion, sum liggur upp at mosanum og nógvu fótbóltsvøllun- um, sum eru har. Vejle vann 3–2, og fyri fyrstu ferð var Christian Høgni tvífaldur málskjútti. Heilt tíðliga hevði hann tvær góðar royndir, men aðru ferðina bjargaði mál- verjin, og hina ferðina fór bólturin framvið. Á hálva tímanum fekk Vejle hol á, og tveir minuttir seinni vóru teir frammanfyri 3–0. Álopsfe- lagin hjá Christian Høgna, Anders Nordstrøm, skoraði tað fyrsta við langskoti. Hann átti úr høgru upp- leggið til næsta málið, sum Christian Høgni skoraði úr stuttari fjarstøðu, og Peter Gravesen sendi í dýpdina í vinstru, og so skoraði Christian Høgni til 3–0. Eftir steðgin hevði Vejle fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men teir fingu einki burturúr, og seinna partin av 2. hálvleiki var um reppið, at heima- liðið kom afturíaftur. Teir skoraðu tvey mál, og teir høvdu stórar møguleikar at javna til 3–3, men Vejle fekk øll stigini, og tað var sera týdningarmikið fyri at sleppa burtur úr botninum. Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen skal verða partur av eftir árs- skiftið, tapti á heimavølli ímóti Køge, sum er í svár- um fíggjarligum trupul- leikum. Køge vann 1–0 og varðveitir harvið sam- bandið við toppliðini, með- an Fremad Amager er undir liðini á Vejle. AC Horsens er framvegis oddalið, og tað er óvæntað. Í fjør satsaðu teir stórt, og tað kiksaði. Í ár hava teir tikið tað meiri róliga, og nú eru teir fimm stig framman fyri Randers, sum er næst- fremst. Hesa ferð vann Horsens 2–1 á heimavølli ímóti Skjold. Randers megnaði bara 1–1 á útivølli í Nykøbing Falster. Silke- borg er nummar trý. Hesa ferð vunnu teir 2–1 í Øl- stykke, sum framvegis er í ovara partinum av deildini. FC Aarhus, sum er aftast, vann 4–2 á heimavølli ímóti B1913, sum eisini er niðanfyri strikuna. B93 tapti 2–1 á Eysturbrúgv ímóti FC Nordjylland. Í Haderslev vann heimaliðið HFK Sønderjylland, sum ætlar sær at flyta upp, 3–2 ímóti Fredericia. Christian Høgni Jacobsen tykist rættiliga hava funnið máltevið aftur, og um vikuskiftið var hann tvær ferðir á rætta staðnum í 3-2 sigrinum hjá Vejle Christian Høgni skoraði tvær ferðir