týsdagur 30. september 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 30. september 2003
25
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Har var einki at ivast í, tá
VB leygardagin vitjaði á
Argjum AB hevur enn
vónina um, at tað skal bera
til
at
vinna
sær
heiðursmerki í ár, og tað
var ikki við mýkindum, at
teir tóku ímóti VB, sum
fullkomuliga er steðgað
upp í seinnu hálvu.
Ikki minni enn 7-0
gjørdist endaliga úrslitið,
og tó at tað enn eru seks
stig upp til Sumba á triðja
plássinum, so kann hetta
broytast í vikuni. Enn hevur
dómsnevndin nevnliga ikki
gjørt av, hvussu verður við
kærumálinum frá dystinum
millum júst Sumba og AB.
Vinnur AB hesa, so eru teir
ájavnir Sumba í stigum, og
við muninum í innanhýsis
uppgerðunum
kunnu
argjamenn tá sjálvir gera
av, hvørt talan skal vera um
heiðursmerkir longu fyrsta
árið í aðru deild.
Dysturin í tølum
1-0: Johnny Samuelsen
2-0: Símun Hansen
3-0: Eyðun Samuelsen
4-0: Flóvin Jespersen
5-0: Pætur Dam Jacobsen
6-0: Svenning W. Hansen
7-0: Karl Leonsson
Sorin Anghel legði
botn undir heima-
sigurin ímóti mátt-
leysum vágbingum,
áðrenn hann orsaka
av skaða noyddist at
taka seg av vøllinum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at
EB/Streymur nú er fast
inventar í bestu deildini.
Tað hevur seinnu árini
eingin ivi verið um, at VB
hevur verið fast inventar í
bestu deildini. Trumfin
settu teir á í 2000, tá ið teir
vunnu fyrsta og higartil
einasta meistaraskapin.
Nú er VB langt frá gull-
inum. Spurningurin er, um
teir fara at megna at halda
tørn um plássið í bestu
deildini. Tað verður greitt
leygardagin, tá ið VB fer at
seta sítt álit á, at NSÍ fer at
taka øll stigini ímóti FS
Vágum. Tað tykist í løtuni
meiri upplagt, enn tað ger,
at VB skal fáa stig ímóti
B68. Sjálvt um VB fer at
spæla í heimaskansanum á
Vágseiði.
EB/Streymur spælir fyri
at lyfta sær upp um mið-
strikuna, har teir ongantíð
hava verið áður. Setningin á
heimavølli
ímóti
VB
greiddu teir til fulnar. Enn
eina ferð var Sorin Anghel
hollur stuðul. Hann var
bara á vøllinum í eitt korter.
So noyddist hann at taka
seg aftur, tí skaðin, sum
síðani
summarfrítíðina
fleiri ferðir hevur hildið
honum burtur, argaði. Men
áðrenn hann fór av vøllin-
um,
hevði
vandamikli
álopsspælarin
skorað.
Álopsfelagin hjá honum,
Magni á Lakjuni, tóktist
royna
ímóti
málinum.
Skotroyndin var eitt sindur
kiksað, men Sorin Anghel
var fyrstur á, og hann skor-
aði til 1–0, meðan verju-
spælið hjá VB ikki var í
serliga góðum standi.
Heimaliðið var greitt
omaná. Teir vunnu nær-
dystirnar, og teir fluttu seg
betri enn gestirnir, sum ikki
hava verið væl upplagdir
leingi, og sum nú eisini
stríðast við veruleikan, at
tað meiri ella minni brenn-
ur undir teimum.
Hóast VB hevur nógvar
evnaríkar
spælarar,
so
hongur tað ikki nóg væl
saman. Teir megna ikki at
spæla seg til málmøguleik-
ar, og teir eru ikki nóg av-
gjørdir í verjupartinum.
Stutt eftir steðgin stað-
festi EB/Streymur heima-
sigurin. Gert Hansen, sum
er komin í verjuna eftir
summarsteðgin, og sum
hevur skorað fleiri mál, var
hægstur og við høvdinum
sendi hann inn um Bjarna
Johansen.
So var avgjørt, at stigini
skuldu vera á Mølini, og at
VB skuldi suður við ong-
um. EB/Streymur eigur
leygardagin botnliðið Skála
á útivølli. Fyri vágbingar
ger tað næstan tað sama,
hvussu tað fer at tørna út á
Skála. Um vágbingar skulu
sleppa undan eyka fótbólts-
vikum og nervapirrandi
uppgerðum ímóti tvørá-
monnum, so skulu teir fáa
stig ímóti B68 ella hava
eyguni vend ímóti Runavík,
har teir skulu vóna, at NSÍ
fer at vinna øll stigini ímóti
FS Vágum.
EB/Streymur-VB 2-0 (1-0)
1-0 Sorin Anghel 11.
2-0 Gert Hansen 53.
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Gert Hansen, Egil á
Bø, Andrzej Pacek, Bárður
Olsen – Jákup Martin Joen-
sen, Marek Wierzbicki,
Ronnie Samuelsen, Hans
Pauli Samuelsen (Marni
Djurhuus, 76.) – Sorin
Anghel (Hallur Jacobsen,
16.), Magni á Lakjuni.
Gult kort: Hallur Jacobsen
VB: Bjarni Johansen –
Predrag Zivkovic, Eyðun
Jacobsen, Janus Kjærbo –
Mortan úr Hørg, Milan
Kuljic, Poul Poulsen (Sig-
mund Mikkelsen, 68.),
Palli
Augustinussen,
Anders Sørensen – Birgir
Jørgensen, Brian Andresen.
Dómari: Dagfinn Olsen
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
So er staðfest, at tað so ikki
verður komandi ár, at
Sumba fer at spæla fótbólt í
bestu deildini. Leygardagin
hevði Sumba vitjan at B36,
og hetta var ein dystur, sum
skuldi vinnast, um møgu-
leikin framvegis skuldi
vera til staðar.
Men B36 hevur í seinnu
hálvu veruliga funnið stev-
ið, og teir vildu ikki bara
leggja seg niður soleiðis
uttan víðari. Við málum frá
Tórálvi Poulsen og Sonna
Johansen megnaði árstals-
felagið eisini tvær reisur at
leggja seg á odda, og tó at
Sumba
báðu
ferðirnar
svaraðu aftur, so var hetta
ikki nóg mikið.
Soleiðis hevur Sumba nú
bert bronsuna at halda seg
til, og í vikuni fer dóms-
nevndin at gera av, hvørt
hesin møguleikin eisini
skal gleppa teimum av
hondum.
Dysturin í tølum
Sumba-B36 2-2 (1-2)
0-1: Tórálvur Poulsen
1-1: Rene Thomsen
1-2: Sonni Johansen
2-2: Rene Thomsen
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TB fær nú aftur møguleik-
an at spæla fótbólt í bestu
deildini. Ella í øllum førum
hava teir møguleikan at
spæla um hendan møgu-
leikan.
Hesum syrgdu tvøra-
menn fyri, tá teir á heima-
vølli vunnu 4-1 á KÍ. Tað
vóru annars klaks-víking-
arnir, sum løgdu seg á
odda, men eftir at TB hevði
javnað, var tað alla tíðina
sjónligt, hvønn vegin tað
bar.
Eftir steðgin staðfesti TB
sigurin við trimum málum,
og nú er um at vera klárt til
dystirnar, sum skulu gera
av, hvørt aldursforsetin
aftur skal vinna seg í
fremstu røð.
Sum landið liggur í
løtuni, so verður tað móti
FS Vágum, at hesin dyst-
urin skal spælast, og tað
hevur TB helst einki ímóti.
Í øllum førum var tað TB,
sum dróg longra stráðið, tá
somu lið dystaðust um
sessin fyri nøkrum árum
síðani,
men
hinvegin
stendur møguleikin fyri
eini lokaluppgerð móti VB
ella einari revansju móti
Skála eisini opin. Og tann
spurningurin verður so ikki
svaraður fyrr enn næsta
leygardag.
dysturin í tølum
TB-KÍ 4-1 (1-1)
0-1: Marius Nystrøm
1-1: Kaj Roest
2-1: Olivur Abrahamsen
3-1: Hallur Christiansen
4-1: Jens R. Sørensen
EB/Streymur-VB 2-0 (1-0):
Stirnir vágbingar eru illa sperdir
Hóast VB royndi at muta ímóti, so høvdu Magni á Lakjuni og liðfelagarnir fult tamarhald á støðuni, tá dystast var á Eiðismøl
Mynd: Sofus Johannesen
TB-KÍ 4-1 (1-1)
Seigir tvørámenn
AB-VB 7-0 (2-0):
Sorl á Argjum
Sumba-B36 2-2 (1-2):
Sumba misti møguleikan
25
24
Nr. 184 - 30. september 2003
Skála fekk sigurin,
liðið hevði brúk fyri í
Miðvági, men prís-
urin var kanska so
stórur, at seinni
neyðugi sigurin
verður tungur at taka,
tí tríggir mans hava
leikbann næstu ferð.
Hóast tapið kann FS
Vágar framvegis
avgera sína egnu
lagnu.
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í allarseinastu sekundunum
í Miðvági stóð nógv á
gomlum nøglum hjá Skála,
tí FS Vágar trýsti og trýsti
av øllum alvi. Støðan var 4-
3 til skálamenn, men við
einum
útjavnandi
máli
høvdu vágamenn sent gest-
irnar niður í 2. deild og
sjálvir sloppið undan tí
vandanum.
Tað eydnaðist eisini FS
Vágum at fáa bóltin í málið
hjá Skála fyri fjórðu ferð, tá
allarseinasta hornasparkið
kom innfyri, men áðrenn
bólturin var komin ordiliga
inn fyri málið, bríkslaði
dómarin í Miðvági, Lassin
Isaksen, fyri seinastu ferð
sunnudagin.
Hetta líkaði ikki vága-
monnum, hóast klokkan
var farin meira enn hálvan
minutt út um teir tríggjar,
dómarin hevði lagt aftrat.
Men liðugt var, og skála-
menn hava enn ein kjans og
vágamenn enn eina viku á
pínubonkinum.
Skála hevur nú 9 stig, FS
Vágar 11 og VB 13, so enn
kann nokk so nógv henda í
botninum, áðrenn lands-
kappingin er liðug seinna-
partin leygardagin. Tvey lið
kunnu enn flyta beinleiðis
niður og tvey lið kunnu
koma í ta støðu at spæla
móti TB um at varðveita 1.
deildarplássið. FS Vágar
hevur báðar møguleikar-
nar…
Dýrur sigur
Hóast
Skála
yvirlivdi
sunnudagin og enn hevur
eitt hálmstrá at halda í,
kostaði sigurin í Miðvági
ikki so lítið. Undan dystin-
um stóðu sjey leikarar til at
fáa leikbann, um teir fingu
kort, og tríggir fingu hesa
lagnu - enntá tríggir av
teimum fýra í aftastu verju-
ketuni!
- Hetta ger ikki útlitini
hjá okkum bjartari undan
seinasta dystinum, sum
verður á heimavølli móti
EB/Streymi, tí hópurin er
smalur. Vit noyðast niður í
3. ella 4. deild eftir fólki at
seta í verjuna, sigur Johan
Nielsen, venjari hjá Skála.
Hann er mest kendur sum
gullvenjari hjá GÍ og HB
gjøgnum árini, men nú
stendur hann við ábyrgdini
fyri einum liði, ið hevur
niðurflytingarvandan hang-
andi yvir sær. Men hetta
hevur hann eisini roynt
fyrr:
- Ájú, eg eri fyrr fluttur
niður. Tað var í 80-unum
sum venjari hjá B36. Men
lat
okkum
nú
síggja,
hvussu seinasta umfarið
endar, áðrenn vit fara at
tosa ov nógv um tað, sigur
Skála-venjarin, ið tó ikki
dylir fyri, at hann fær sítt at
hugsa um hesa vikuna.
- Vit fáa ikki nakran lætt-
an dyst móti EB/Streymi,
sum hevur skjótar fram-
herjar. Tað kemur undir
øllum umstøðum at leggja
trýst á verjuna hjá okkum.
So er spurningurin bara,
um vit fáa skavað eina
verju saman, ið kanska
klárar at halda henda eina
dystin.
Eydnast Skála at yvirliva
og fáa teir báðar dystirnar
aftrat móti TB um evsta
plássið í 1. deild næsta ár,
er sjálvandi vanliga verjan
tøk aftur. Men so er spurn-
ingurin sjálvandi, um aðrir
fáa leikbann til ta tíð. Fýra
eru í vanda enn, so nógv
stendur opið, nú Skála skal
royna at endurtaka spurtin
frá í fjør, ið bjargaði liðnum
tey allarseinastu umførini.
Kunnu avgera sjálvir
Hjá vágamonnum er støðan
sjálvandi eitt lítið sindur
frægari,
hóast
dysturin
sunnudagin varð taptur. Og
enn kann FS Vágar sjálvt
avgera sína lagnu, hóast tað
nokk krevur ríkiliga nógv
av liðnum:
- Vit skulu bara vinna í
Runavík, so hava vit í øll-
um førum sloppið okkum
undan beinleiðis niðurflyt-
ing. Men vandin er sjálv-
andi tann, at NSÍ einki hev-
ur at stríðast fyri og tí kann
spæla frítt, sigur Albert
Ellefsen, venjari hjá FS
Vágum.
- Allarhelst vildu vit
sloppið fram um VB eisini,
tí so vóru vit fullkomuliga
leysir av øllum, sum hevur
við eina møguliga niður-
flyting at gera. Tað er tó
upp til okkum sjálvar, hóast
EB/Streymur
sjálvandi
kann hjálpa okkum við at
vinna á Skála.
At dysturin í Miðvági
sunnudagin
endaði
við
einum málríkum ósigri, var
sjálvandi ein strika í rokn-
ingini hjá FS Vágum, sum
annars hevði fyrireikað seg
væl til júst henda dystin.
- Vit vistu, at skálamenn
eru skjótir í mótálopunum,
og tað høvdu vit eisini vant
við í vikuni, so vit kundu
fyribyrgja teimum í at
sleppa avstað. Men kortini
vóru fleiri av okkara monn-
um ikki klárir í dystinum,
og so máttu vit rinda prísin
fyri tað, sigur venjarin hjá
vágamonnum, ið var bilsin
av, at Skála megnaði at
halda so nógva ferð allan
dystin.
Fínur dystur
Hóast talan var um reina
botnuppgerð og eitt ríkiliga
frískt lot, so var dysturin í
Miðvági ein av teimum
frægaru. Sjey mál og eitt á
muni tala fyri seg, men
eisini ferðin var høg -
nakað, ið annars ikki plagar
at eyðkenna botndystir.
Liðini áttu hvør sín hálv-
leik, so skálamenn byrjaðu
betur, men máttu kenna seg
trýstar í botn meginpartin
av síðstu trimum korterun-
um. Effektiviteturin var tó
størri hjá Skála, ið hevði
uppborið sigurin, tá av-
tornaði.
Mestsum
beinanvegin
sást, at Skála var komið fyri
at stríðast og vinna, og
Aleksandur
Johansen
gjørdist lyklaleikarin fram
um allar, tá hann skoraði
trý mál og legði upp til tað
fjórða. Hann hevði einki
landskappingarmál skorað í
ár undan dystinum sunnu-
dagin, men kendi so sanni-
liga sína vitjunartíð!
Við tveimum málum í
fyrra hálvleiki legði hann
lunnar undir sigurin, men
eitt korter inn í seinna hálv-
leik fekk Birgir Joensen
minkað fyri FS Vágar, ið
dúgliga trýsti fyri at fáa
javnað eisini. Júst hetta
trýstið gav skálamonnum
pláss til at fara hinvegin við
nógvari ferð, og í einum av
skjótum mótálopi skoraði
Aleksandur triðju ferð og
legði Skála framum 3-1.
Tveir minuttir fyri tíð var
hann aftur upp á spæl, tá
hann setti ferð á frameftir í
vinstru síðu og endaði við
at senda flatt innfyri til
Jónhard Frederiksberg, ið
fekk prikað bóltin í málið
til 4-1. Tá hetta málið kom,
vóru skálamenninir bara
tíggju eftir á vøllinum.
Nú sá dysturin avgjørdur
út, men í evstu løtuni tveitti
FS Vágar alt fólkið fram -
enntá málverjan, Jákup
Joensen. Tað gav úrslit í
tveimum málum. Tað fyrra
skoraði Albert Ari Thomas-
sen við beinleiðis frísparki,
og tveir minuttir inni í
yvirtíðini skallaði Clayton
Soares tað triðja.
FS Vágar royndi at út-
nytta yvirtíðina til fulnar
fyri eisini at fáa útjavnandi
málið, men hetta eydnaðist
ikki. Tí er botnurin enn
púra opin, nú bara eittans
umfarið er eftir.
Dysturin í tølum:
FS Vágar-Skála 3-4 (0-2)
0-1: Alexandur Johansen,
11.
0-2: Alexandur Johansen,
31.
1-2: Birgir Joensen, 59.
1-3: Alexandur Johansen,
65.
1-4: Jónhard Frederiksberg,
88.
2-4: Albert Ari Thomassen,
90.
3-4: Clayton Soares, 92.
Dómari: Lassin Isaksen
FS Vágar: Jákup Joensen -
Jógvan Hendrik Samuel-
sen, Jack Johansen, Albert
Ari Thomassen, Vladens
Osipovs - Sjúrður Ellefsen
(Eyðfinn Fjalsbak, 77.), Jó-
hannus Olsen (Silva de
Braga, 68.), Ruslan Scre-
lea, Jens Erik Rasmussen -
Birgir Joensen (John Jo-
hansen,
77.),
Clayton
Soares
Gul kort: Albert Ari Thom-
assen (74.), John Johansen
(82.)
Skála: Eugen Voda - Ronni
Hansen, Arnhold Berg,
Dusan Jaic, Iulian Florescu
- Bogi Gregersen, Pauli G.
Hansen, Aleksandar Jove-
vic, Hanus Thorleifsson -
Alexandur
Johansen,
Jónhard
Frederiksberg
(Bárður Danielsen, 89.)
Gul kort: Dusan Jaic (40.),
Arnhold Berg (42. og 85.),
Iulian Florescu (65.)
Reytt kort: Arnhold Berg
(85.)
FS Vágar-Skála 3-4 (0-2):
Dýrt at yvirliva…
Enn livir Skála í vónini. Ein møguligur sigur í seinasta umfarinum kann føra við sær, at Skála
annað árið á rað skal bjarga lívinum við einum framúr endaspurti
C
M
Y
K
24