týsdagur 30. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 30. september 2003
23
Við javnleikinum
staðfesti NSÍ, at teir
verða nummar fýra í
ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Runavíkingar
vitjaðu
í
Klaksvík sunnudagin í ein-
um av teimum dystunum,
sum á pappírinum ikki
høvdu tann heilt stóra
týdningin. Gaman í kundu
runavíkingar við einum
sigri framvegis halda lív í
vónini um heiðursmerki,
men tað treytaði so sam-
stundis fleiri aðrar lutir. So
alt í alt mundu runavíking-
arnir ikki hugsa so nógv
um hendan møguleikan.
Heldur ráddi tað hjá teim-
um um at staðfesta støðuna
á talvuni, soleiðis at KÍ ikki
fær teir aftur, og so annars
vóna, at tað skuldi eydnast
HB at taka gullið í Gunda-
dali, soleiðis at Toto-pláss-
ið fall til Runavíkina.
Og hetta seinasta eydn-
aðist. Runavíkingar fingu
við einum javnleiki stað-
fest, at teir verða ikki tiknir
av KÍ, og tá HB so sam-
stundis vann gullbrakið, so
er tað greitt, at tað verður
NSÍ, sum skal spæla Toto-
bólt næsta kappingarár.
At talan kanska var um
ein av teimum meira týdn-
ingarleysu dystunum, sást
partvíst eisini í Klaksvík.
Serliga í fyrra hálvleiki
vóru eftiransingarnar ikki
nóg avgjørdar, og tað við-
førdi, at álopsleikararnir til
tíðir fingu hampuliga langt
tjóður. Í spælinum á vøllin-
um var tað kanska NSÍ,
sum hevði yvirvágina, men
klaksvíkingar vóru tó ikki
fyri ongum, og teir høvdu
so eisini sínar møguleikar.
NSÍ hevði tó ein risastór-
an av slagnum, tá Helgi L.
Petersen kom púra leysur
móti málverjanum, men tá
hann skuldu rulla tvørtur-
um, sendi hann beint til Jan
Andreasen hjá KÍ. Og
ístaðin vórðu tað so teir á
heimaliðnum, sum løgdu
seg á odda. Arnold Joensen
sendi hornaspark innfyri,
har Ove Nysted var hægst-
ur, og við einum góðum
stútara sendi hann niður í
vøllin og í málið.
Hetta fekk runavíkingar
at rakna nakað við, og
næstu løtuna var talan um
veruligt trýst á KÍ málið.
Ein røð av hornaspørkum
spurdist burturúr, og tað var
eftir eitt av hesum, at Sjúrð-
ur Jacobsen fekk javnað,
eftir at KÍ-verjan ikki
megnaði at rudda burtur í
trunkaspælinum.
Men klaksvíkingar svar-
aðu skjótt aftur. Aftur hesa
ferð var tað Arnold Joen-
sen, sum var upp á spæl. Í
tveimum royndum fekk
hann beint bóltin innfyri til
ein púra blankan Hjalgrím
Elttør. Toppskjúttin í deild-
ini heilkiksaði tó, tá hann
skuldi stúta bóltin inn, men
við handaru stong stóð ein
eins leysur Atli Danielsen,
og hann kundi uttan stór-
vegis trupulleikar senda
bóltin í málið.
Fjórða málið fyri steðgin
var úrslit av heldur jánka-
sligum KÍ-spælið. Fyrst
mistu teir bóltin í uppspæl-
inum, og tá ein langur
bóltur so varð sendur inn
um verjuna, heilkiksaði
verjuleikari,
tá
vandin
skuldi stútast burtur, og so
kundi Karsten From við
høvdinum lyfta bóltin upp
um Karsten Joensen til 2-2.
Um liðini bæði vóru
nøgd við hetta, skal vera
ósagt, men í seinna hálv-
leiki var als ikki sama ferð
yvir spælinum. Ansingarn-
ar vóru framvegis dekan ov
leysar, men í stóran mun
gekk spælið nú so seint fyri
seg, at hetta ikki kostaði
stórvegis.
Tað var tó um reppið, at
KÍ fekk øll stigini, tá
Hjalgrím Elttør í yvirtíðini
stóð mest sum leysur í
brotsteiginum, men Jens
Martin
Knudsen
vardi
meistarliga
fyri
teirri
royndini, og so hendi ikki
stórt meira.
Við javnleikinum fekk
NSÍ sum sagt staðfest, at
teir aftur komandi árið
skulu vera partur av før-
oysku umboðanini í altjóða
fótbólti. Eitt úrslit, sum
kanska ikki er so galið,
men yvir alt árið man tað tó
vera eitt vónbrot fyri NSÍ,
at teir snávaðu so illa í sein-
astu og avgerandi dystun-
um.
Hjá KÍ er enn ikki greitt,
hvørt talan verður um fimta
ella sætta pláss hetta árið,
men tað man sum so vera
líkamikið. Hinvegin mundi
tað kennast tungt, at HB
við sínum sigri skuldi
koma ájavnt KÍ í meistara-
heitum. KÍ verður hundrað
ár í komandi ári, og einki er
at ivast í, at tað í vetur fer at
verða lagt nógv fyri í
royndunum at styrkja hóp-
in, so dagurin kann haldast
ovast á fótbóltstindunum.
Hinvegin verður HB eisini
hundrað, og so er spurning-
urin, um teir tá fara at
leggja seg einsamallar á all-
time listanum. Og so er
sjálvandi eisini møguleiki
fyri, at okkurt triðja lið fer
avstað við øllum, men tað
fara vit so uttan iva at hoyra
meira um til ta tíð.
Dysturin í tølum
KÍ-NSÍ 2-2 (2-2)
1-0: Ove Nysted
1-1: Sjúrður Jacobsen
2-1: Atli Danielsen
2-2: Karsten From
Dómari: Oddmar
Andreasen
KÍ: Karsten Joensen – Leon
Bjartalíð, Jan Andreasen,
Ove
Nysted,
Símun
Joensen – Arnold Joensen,
Atli
Danielsen,
Allan
Joensen, Eyðun Klakstein –
Hjalgrím Elttør, Alexander
Djordjevic
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Perreira,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard, Ian Højgaard,
Kári Hansen, Andy Olsen –
Helgi L. Petersen, Karsten
From
2. DEILD B68–B71
Jóannes Hansen
Tað gingu trý korter, áðr-
enn B71 kom á glið. So var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin skuldi vera.
Sandoyingar vunnu 4–0 á
Svangaskarði, og harvið
fingu teir tey trý stigini,
sum høvdu við sær, at teir
so at siga hava tryggjað sær
eitt ár afturat í næstbestu
deildini. Leygardagin fáa
teir vitjan av TB, sum longu
hevur tryggjað sær rættin at
spæla um eitt pláss í 1.
deild, og B71 skal tapta
heilt nógv, samstundis sum
LÍF skal vinna heilt nógv í
Vági, áðrenn strikan kemur
upp á tal á Sandi.
Hesar seinastu ferðirnar
hevur Piotr Krakowski nýtt
seinnapartarnar leygardag-
ar á B71 beinkinum. Tað
gjørdi hann eisini á Toftum.
Hann og øll hini sóu heima-
liðið eiga besta møguleikan
undan steðginum. Aksel
Højgaard stútaði, bólturin
brast í tværtræið aftanfyri
Valdemar Novicki, men
hann fór ikki inn um strik-
una.
B71 hevði bara sandoy-
ingar á liðnum – íroknað
málverjan. Helmingurin av
liðnum vóru dreingir frá 20
árum og niður í 16. Eftir
steðgin fór miðalaldurin
eitt sindur upp. Umframt
veteranarnar Valdemar og
Eli Hentze var tá eisini Páll
á Reynatúgvu á liðnum.
Jónsvein Thomsen setti
hol á, tá hann í 58. minutti
setti høvdið undir innlegg
úr høgru frá Kára Nielsen.
Fimm minuttir seinni var
tað Tummas Pauli Olsen
sum úr spískum í høgru
smekkaði inn við nærra
stólpanum. Og tríggjar
minuttir aftaná var tað Jón-
svein Thomsen, sum hálv-
fluktaði í málið eftir út-
spark frá sínum egna mál-
verja. Almannaráðharrin
brúkti høvdið, tá ið tað
restaðu tíggju minuttir.
Hann setti krúllin undir
innlegg – tað kom úr
høgru!
Merkisvert var tað, at
bæði B68 málverjin, Olaf
Magnussen, og spælandi
venjarin, Aksel Højgaard,
áttu ein son á liðnum –
ávikavíst Ova Magnussen
og Jóhan Dávur Højgaard.
Umframt teir báðar nevndu
veteranarnar, so var Ed-
mund Jacobsen veteranur á
B68 liðnum. Allir hinir
vóru í góðum fótbóltsárum
og eiga at hava møguleika
at vera við í kappingini um
plássini á besta liðnum –
um teir leggja tað fyri, sum
skal til.
2. deild
B68–B71 0–4 (0–0)
0–1: Jónsvein Thomsen 58.
0–2: Tummas Pauli Olsen
63.
0–3: Jónsvein Thomsen 66.
0–4: Páll á Reynatúgvu 80.
KÍ-NSÍ 2-2 (2-2):
Lunkað
kensla við
Djúpumýru
Atli Danielsen og Sjúrður Jacobsen komu báðir á málskjúttarlistan sunnudagin, men alt í alt man hvørgin teirra tó vera heilt
nøgdur við kappingarárið sum so
Mynd: SáH
B68-B71 0-4 (0-0):
B71 bjargaði sær
23
22
Nr. 184 - 30. september 2003
Málmøguleikarnir
vóru nógvir, tá ið
toftamenn fyri fyrstu
ferð í fjúrtan ár
vunnu á heimavølli
ímóti GÍ
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B68 gjørdi tað, sum stóð í
teirra makt fyri at varðveita
spenningin um meistara-
skapin. Fyri fyrstu ferð í
fjúrtan ár fingu teir fult á
heimavølli ímóti GÍ, sum –
hóast teir hava havt mót-
gongd mest sum alt kapp-
ingarárið, og hóast Pop-
czynski enn eina ferð
noyddist
at
taka
seg
burturúr, tá ið ein hálvur
tími var farin – hevði fleiri
málmøguleikar. Men Al-
bert Sævarsson var enn
eina ferð stinnur síðsti
skansi, tá ið miðvallarin í
vinstru, Símun Samuelsen,
og álopsmenninir Bárður á
Lakjuni og Magnus Skora-
líð royndu seg.
Spælið var í longum løt-
um rættuliga rótut. Tað
komst av, at tað mesta gekk
fyri seg á rættuliga lítlum
øki. GÍ verjan lá rættuliga
frammarlaga, og teir á
heimaliðnum royndu seg
eisini ofta við rangstøðu-
felluni. Tað hevði nógv
fríspørk við sær, men onkra
ferðina kiksaði fellan, og so
varð álitið sett á málverj-
arnar báðar.
Tey, sum vóru fimm
minuttir ov sein, sóu ikki
tvey tey fyrstu málini. Í 2.
minutti setti Hans Fróði
Hansen hol á við stútara
eftir ógvuliga langt innkast
frá John Hera Dam, og
Áslakur R. Petersen javnaði
við skoti úr rættuliga spísk-
um í høgru.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
legði heimaliðið seg fram
um aftur. John Heri Dam,
sum hesa ferð mannaði B68
álopið saman við Súna
Fríða Johannesen, tiltusk-
aði sær eitt fríspark 25
metrar úr málinum. Hann
royndi sjálvur undan lítla
lotinum, Hallur Hansen
tveitti seg, men megnaði
bara at hálvbjarga, og Eyð-
stein Skipanes, sum fyri
fyrstu ferð á árinum var
ímillum teir fyrstu ellivu
hjá B68, var fyrstur á
returbóltinum.
Stórt fýrverkarií
B68 hevur havt tiltikna
verju mesta partin av árin-
um. Tær síðstu ferðirnar
eru meskarnir víðkaðir. Tað
fóru tvey mál ígjøgnum
ímóti HB, og aftur hesa
ferð fóru tvey mál ígjøg-
num.
Fróði Benjaminsen var
leikbannaður, og Øssur
Hansen var skaddur. Tí var
neyðugt við nýggjari mann-
ing. Dánial Hansen varð
fluttur úr verjuni og á mið-
vøllin, meðan Jóhan Petur
Poulsen varð vongverji í
høgru. At broytingarnar
vóru so stórar tóktist
órógva ikki so lítið. Tvær
ferðir var um reppið, at B68
gávur bóru GÍ mál við sær.
Eina ferð fekk Símun
Samuelsen bóltin frá Jann
Inga Petersen, og Albert
bjargaði framúr væl, og
eina aðra ferðina var tað
Albert, sum legði fyri føt-
urnar á Bárði á Lakjuni,
sum sendi í aftur krovið á
málverjanum.
Í hinum endanum vóru
eisini vandamiklar støður.
Jóhan Petur Poulsen sendi
dygst framvið úr støðu, tá
ið hann kanska átti at havt
lagt innfyri, har tríggir lið-
felagar bíðaðu, John Heri
Dam spurtaði ígjøgnum í
vinstru, men Hallur Hansen
bjargaði, og Bogi Petersen
stríddi seg ígjøgnum mið-
verjuna eftir diagonalsend-
ing úr vinstru, men royndin
fór við síðuna av málinum.
Í næststíða minuttinum
av vanligu leiktíðini stað-
festi innskifti Øssur Jacob-
sen, at øll stigini skuldu
verða
á
Svangaskarði.
Hann slapp undan rang-
støðufelluni, dró eitt sindur
og smekkaði so knappliga
til. Dómarin legði fýra
minuttir afturat vanligu
leiktíðini, og tá ið stóri vís-
arin var á veg runt síðstu
ferð setti Bartal Eliasen frí-
spark úr 16,3 metrum fram
við
manngarðinum
og
dygst inn við málstólpan-
um. Tá var Jóhan Petur
Poulsen á veg undir tak, tí
hann hevði fingið reytt kort
orsaka av neyðbremsu.
Gøtumenn tevjaðu javn-
leikin, teir ætlaðu at skunda
sær, men tíðin var farin, og
harvið hevði B68 fingið
fyrsta sigurin á heimavølli
ímóti GÍ í sekstan ár.
Dysturin í tølum
B68–GÍ 3–2 (2–1)
1–0: Hans Fróði Hansen 2.
1–1: Áslakur R. Petersen 4.
2–1: Eyðstein Skipanes 25.
3–1: Øssur Jacobsen 74.
3–2: Bartal Eliasen 90.
Dómari: Páll
Augustinussen
B68: Albert Sævarsson –
Jóhan Petur Poulsen, Hans
Fróði Hansen, Jákup Eli
Olsen, Arnbjørn Danielsen
– Bogi Petersen, Dánial
Hansen, Jann Ingi Petersen,
Eyðstein Skipanes – Súni
Fríði Johannesen, John
Heri Dam (Øssur Jacobsen,
74.)
Gult kort: Arnbjørn Daniel-
sen 52.
Reytt kort: Jóhan Petur
Poulsen 90.
GÍ: Hallur Hansen – Bartal
Eliasen, Kaj Ennigarð, Poul
Ennigarð, Leivur Hansen –
Hans Pauli Petersen (Jon-
reid Dalheim, 74.), Áslakur
R. Petersen, Zdzislaw Jan-
ik, Símun Samuelsen –
Krzystof
Popczynski
(Magnus Skoralíð, 32.)
Gult kort: Hans Pauli
Petersen 61.
2. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Á varmakeldu kókaði
tað, tá ið LÍF vitjaði í
Fuglafirði. Leirvíkingar
kendu seg snýttar fyri
mál í síðstu løtu og har-
við javnleik, og ÍF misti
ein mann. Leygardagin
vóru longu uppfluttu
fuglfirðingarnir í Leir-
vík, har tað vóru níggju
grønir og tíggju reyðir á
vøllinum, tá ið dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð.
Vísarin var ikki komin
runt fyrstu ferð, tá ið
Kaj Eli Olsen hevði lagt
heimaliðið framum. Pet-
ur Sjúrðarberg royndi
seg,
Fróði
Poulsen
bjargaði, og veteranurin
var fyrstur á returinum.
ÍF hevði sínar møgu-
leikar at javna. Hanus
Eliasen mundi hava tann
besta, tá ið hann eftir at
hava sneitt framvið fleiri
setti við síðuna av mál-
inum.
Fuglfirðingar
vóru undirmannaðir frá
miðskeiðis í fyrra um-
farinum, tá ið vongverj-
in í høgru, Sverri Ell-
ingsgaard, sá reytt, eftir
at hann hevði nýtt neyð-
bremsuna. Men hóast ÍF
var undirmannað, so
vóru teir rættuliga væl
við.
LÍF misti tveir menn
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Kaj Eli Olsen fekk bein-
leiðis reytt. Eftir nær-
dyst við Jan Skoradal
takkaði hann tvær ferðir
fyri. Fyri fyrru tøkkina
fekk hann reytt, og nú er
tað upp til FSF at taka
støðu til, hvat sektin skal
vera fyri seinnu hevnd-
ina.
Tríggjar
minuttir
seinni sá Petur Sjúrðar-
berg seinna gula kortið,
og so stóð nógv á hjá
LÍF. Høgni Zachariasen
hjá ÍF hevði góða frí-
sparksroynd, sum Allan
Joensen bjargaði, og
hann hevði eisini góða
bjarging, tá ið fuglfirð-
ingar
stútaðu
eftir
hornaspark.
Uppgerðin reið um
snarið, men hóast teir
vóru undirmannaðir, so
vóru tað teir á heima-
liðnum, sum skoraðu og
harvið staðfestu rættu-
liga týdningarmikla sig-
urin.
Miðvallarin
í
vinstru, Símun Waag
Høgnesen, skrúvaði úr
høgru skrúvaði fríspark í
handara síðunetið. Tá
var eitt korter eftir, og
teir níggju á LÍF liðnum
megnaðu at halda tætt.
Fyri LÍF var talan um
sera
týdningarmiklan
sigur, men teir eru fram-
vegis ikki væl fyri. Um
teir skulu sleppa undan
at spæla um plássið í
næstbestu deildini, so
skulu teir vinna í síðsta
umfarinum, tá ið teir
skulu spæla í Vági. Um
teir fáa øll stigini, so
fara teir at trýsta VB
niður um strikuna.
ÍF skal í vikuni savna
kreftir og huga um
heimadystin
ímóti
Sumba. Í fjør tóku fugl-
firðingar eitt sindur av
uppflytingar glansinum
av FS Vágum, tá ið teir á
heimavøllinum í Fugla-
firði vunnu í síðsta um-
farinum, áðrenn FSV
fekk gullkrónurnar. Tað
vilja teir í ÍF neyvan skal
ganga út yvir teir sjálvar
hesa ferð.
B68–GÍ 3–2 (2–1):
B68 greiddi sín setning
LÍF-ÍF 2-0 (1-0):
Aftur mann-
fall í granna-
stríðnum
Tað eydnaðist B68 at vinna fyrsta heimadystin á GÍ í 14 ár, og við sigrinum lyftu toftamenninir
seg upp á silvurplássið í landskappingini
savnsmynd
C
M
Y
K
22