týsdagur 30. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 30. september 2003
21
Takk fyri dystin. Liðleiðarin hjá HB, Sigurð Hansen, gav hvørjum einstøkum
leikara eitt ordans klemm. Her er tað Rógvi Jacobsen, sum verður kroystur, og
sjálvur tykist hann heldur ikki spara upp á kreftirnar
Tveir rættir HB’arar. Tað munnu vera fáir dystir í Gundadali, har Oskar og Øssur ikki hava
staðið millum mest trúføstu áskoðararnar
Poul Michelsen er kanska ikki aktivur á besta
mansliðnum hjá HB longur, men spenningurin var
stórur fyri tað. Her fegnast hann saman við
formanninum í HB, Birgir Enghamar
21
20
Nr. 184 - 30. september 2003
Gullveitsla
Og so var tíðin komin, tá
meistaraheitið skuldi feir-
ast. Bæði viðhaldsfólk,
leikarar og leiðarar tustu
inn á vøllin, tá Suni Johan-
sen hevði blást í floytuna
fyri seinastu ferð.
Kenslurnar fingu frítt at
fara í og kring HB-húsið,
og ivaleyst vóru nakrir
arbeiðsgevarar, sum sakn-
aðu okkurt starvsfólkið
mánamorgunin. Men um
arbeiðsgevarin hoyrdi til
reyð/svarta partin av høv-
uðsstaðnum, soleiðis sum
tey á myndunum gera, so
mundi tað tó ikki viðføra
tann heilt stóra valsin kort-
ini.
Jan Müller og Álvur
Haraldsen vóru mitt í rok-
anum, tá gullið varð stað-
fest, og so lata vit mynd-
irnar siga restina av søguni.
- jm
»We are the Champion« Hóast tað neyvan mundi hoyrast millum teir mongu áskoðararnar, so skrálaðu leikararnir av lívsins kreftum, tá gleðin um enn eitt
gullmerki skuldi blásast út
Sum formaður í HB-stuðlum hevur
Sólbjørn Thomsen enn bara roynt at
fáa gullmerki, so alt bendir á, at
hann eisini verður afturvaldur á
komandi aðalfundinum
C
M
Y
K
20