Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 30. september 2003 19 Jokarin Andrew av Fløtum hevur kanska ikki havt sítt besta kapp- ingarár, men endin var góður, tá hann í yvirtíðini sementer- aði 17. meistaraheitið hjá HB MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at hann í fjør var topp- skjútti og ársins leikari í føroysku landskappingini, og eftirfylgjandi vann sær pláss millum teir fyrstu ellivu á føroyska landsliðn- um, hevur árið í ár ikki gingist eins væl hjá Andrew av Fløtum. Skaðar og formniður- gongd hava gjørt sítt til, at máltalið nú ikki hevur verið tað sama, og heldur ikki hevur hann verið eins sjón- ligur í dystunum hjá HB, sum hann áður hevur verið. Men sunnudagin var við- vent. Vegna ein bláan fót mátti Andrew taka til takk- ar við leiklutinum sum jok- ari, men tá hann so loksins slapp inn, var tað við man- ér. Fyrst átti hann upplegg- ið til málið hjá Tór-Ingar Akselsen, og síðandi syrgdi hann sjálvur fyri, at har var eingin vegur aftur, tá hann í 92. minutti slerdi sigurin fastan. - Ja, hatta spældi væl av. Kreftirnir vóru kanska um at ganga undan hjá hinum leikarunum, so eg fekk kanska eitt sindur víðari ræsur, og tað spældi jú bara væl av. Einar tvær ferðir fekk Andrew tó nakrar ordiligar túrar eftir vøllinum, og sjálvur ásannaði hann eis- ini, at hann var eitt sindur bangin um fótin. - Eg hugsaði sjálvandi mítt, men hinvegin var eg kanska somikið doyvdur, at eg ikki merkti pínuna. Men hvussu var og ikki, so kann eg nú loyva mær at taka tað eitt sindur róligt hesa kom- andi vikuna, segði hann flennandi. Og sum so loysti tað eis- ini at stríðast víðari. Stað- festandi málið kom, og sjálvur segði Andrew, at tá var bara ein tanki í høvdin- um. - Eg hugsaði bara, at nú var tað heima. Hatta var tað! Einar tvær ferðir fekk Andrew heldur harðliga viðferð, men fekk tó spælt víðari, og í yvirtíðini fekk hann eisini løn fyri hetta Mynd: Álvur Haraldsen Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunurstig 1 HB 17 11 - 5 - 1 38 15 23 38 2 B68 17 10 - 5 - 2 26 14 12 35 3 B36 17 11 - 1 - 5 34 19 15 34 4 NSÍ 17 8 - 5 - 4 31 18 13 29 5 KÍ 17 7 - 3 - 7 27 27 0 24 6 EB/Str. 17 6 - 6 - 5 31 33 -2 24 7 GÍ 17 5 - 5 - 7 25 29 -4 20 8 VB 17 3 - 4 - 10 15 30 -15 13 9 FS V 17 3 - 2 - 12 25 43 -18 11 10 Skála 17 3 - 0 - 14 13 37 -24 9 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunurstig 1 ÍF 17 12 - 3 - 2 36 15 21 39 2 TB 17 11 - 2 - 4 50 23 27 35 3 Sumba 17 9 - 5 - 3 34 15 19 32 4 AB 17 7 - 5 - 5 34 21 13 26 5 B36 17 6 - 4 - 7 29 23 6 22 6 KÍ 17 7 - 1 - 9 32 51 -19 22 7 B71 17 6 - 2 - 9 28 22 6 20 8 VB 17 6 - 2 - 9 28 27 1 20 9 LÍF 17 6 - 1 - 10 23 44 -21 19 10 B68 17 2 - 1 - 14 9 62 -53 7 HB-liðskiparin helt eftir dystin sunnu- dagin, at talan fyrst og fremst hevur verið um framúr liðavrik hjá HB í ár MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð síðani GÍ miðskeiðis í nítiárunum megnaði HB sunnudagin at endurvinna meistaraheitið. Eftir dystin spurdu vit liðskiparan hjá HB, Rúna Nolsøe, hvør uppskriftin til hetta hevði verið. - Tað hevur verið moral- urin og breiddin í hópinum. Onkran dyst hava vit havt einar seks mans á skaðalist- anum, og at vit kortini hava fingið neyðugu úrslitini vísir ein ótrúliga góðan moral á liðnum. Tað hevur nokk verið mest týðandi or- søkin. - Og so hava vit alla tíð- ina megna at skotið neyð- ugu málini. Eisini hóast álopsleikararnir ikki alla tíðina hava syrgt fyri hes- um. Vit hava havt skiftandi málskjúttar, og eitt nú hev- ur Tór-Ingar veruliga gjørt um seg seinastu mánaðir- nar, og í dag er hann aftur á staðnum. Tað vísir eisini eina breidd, sum er komin okkum til góðar í so máta. Og tá meistaraheitið fyrst er endurvunnið einaferð, so er einki at ivast í, at smakk- urin fyri gullinum av álvara er fingin. Og Rúni ivaðist heldur ikki, tá vit spurdu hann, um teir fóru at leggja líka nógv fyri komandi ár. - Tað er so einki at ivast í. Nú verður felagið eisini hundrað ár, og vit hava møguleikan at vinna FM- steypið til ognar, so vit ætla okkum at geva alt tað, sum vit kunnu, til tess at endur- vinna heitið. Martin Christensen var ovurfegin um gullið, og sjálvur ivaðist hann ikki í, at hetta í fótbóltshøpi var hansara størsti dagur nakrantíð MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá hann í vár var presenter- aðu sum nýggjur HB-leik- ari, legði Martin Christen- sen dent á, at ein av høv- uðsorsøkunum til hetta var, at hann fegin vildi fáa onkr- ar upplivingar. Og upplivingar hevur hann fingið. Ikki minst sunnudagin, tá hann mundi vera seinasti HB-leikarin inn í skiftirúmi. Heldur gekk hann bara runt á vøll- inum og lurtaði eftir sjong- inum frá garvillu áskoðar- unum, sum áhaldandi skift- ust at syngja, We are the Champions, vit eru føroya- meistarar og so ikki minst, HååBee, Håå, Bee. - Hvat fótbólti viðvíkur, so er hetta størsti dagurin í lívinum hjá mær. Har er einki sum helst at ivast í. Ikki minst eftir at eg teir báðar fyrstu mánaðirnar av árinum mátti venja fyri meg sjálvan í styrkisrúmin- um, tí eg var skaddur. Hetta er bara heilt fantastiskt. Og tá tú so slapst at spæla, so bleiv tað sum miðvallari. Tú vart annars keyptur sum verjuleikari, men tað hevur tú kanska einki ímóti? - Í Danmark havi eg altíð spælt á miðvøllinum. Frank hevði tó ætlað at brúka meg í verjuni, men tað bleiv tað so ikki til. Men tað er líka- mikið. Hetta er ein ótrúliga deilig kensla, og sjálvur haldi eg í øllum førum eis- ini, at vit eiga hetta uppibor- ið, so nú er bara at gleða seg til komandi vikurnar. Eisini havi eg í dag fingið vitjan av familjuni í Danmark, so tað er bara alt so gott, sum tað nú einaferð kann vera, segði ein ovurfegin Martin Christensen at enda. Eingin hevur svikið Moralurin hevur verið týdningarmesta orsøkin til gullmerkini hjá HB, helt Rúni Nolsøe, tá vit eftir dystin fingu orð á hann Stórur dagur - Hvat fótbólti viðvíkur, so er hetta størsti dagurin í lívin- um hjá mær, segði Martin Christensen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 184 - 30. september 2003 Tór-Ingar Akselsen var maðurin við gylta fótinum, tá hann tíggju minuttir fyri leiklok lyfti helvtina av Gundadali uppfrá MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Avgerandi løtan í dystinum sunnudagin mundi vera, tá Tór-Ingar Akselsen slapp inn um miðverjuna hjá B36. Í longum løtum hevði HB annars verið trýst í botn, men við einari temjing, einum rykki og einum skoti koppaði ungi vágamaðurin øllum á høvdið. Hetta var uttan iva krún- an á verkinum hjá Tór- Ingari, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Eitt gjøgnumbrot, sum hevur gjørt til ein av stuðulsleikarunum hjá HB í seinnu hálvu, og sum eisini hevur ført landsliðsboð við sær. Eftir dystin fingu vit orðið á Tór-Ingar, og hann duldi ikki fyri, at hetta setti eitt fyribils punktum fyri einum sera væl eydnaðum kappingarári. - Hatta hevur heilt sikk- urt verið eitt fantastiska gott ár. Og at eg so skuldi skora í einum slíkum dysti, sum í grundini var ein finala. Tað gjørdi tað bara enn betri, helt hann. Í løtuni, tá tú fekst bóltin við tær inn um B36- verjuna. Hugsaði tú tá, at nú kundi tú gera av, hvar gullið skuldi? - Ja. Tað ivaðist eg ikki í. Eg visti, at hasin bólturin skuldi bara inn, so eg smekkaði bara til. Og tí- betur gekk tað, og so var bara at jubla. Og tað at tú so noyddist av vøllinum nakrar fáar minuttir seinni. Tað hevði kanska minni at siga? - Tá ráddi jú bara um at halda fast, so Frank sendi ein miðvallarspælara inn fyri meg. Tað er eisini í fín- asta lagi, so leingi tað er tað, sum er best fyri liðið. Enn er ein dystur eftir at spæla, og tó at meistara- heitið nú er heima, so ivast Tór-Ingar ikki í, at HB eisini tá fer eftir sigrinum. - Vit fara sjálvandi á vøllin fyri at vinna. Tað gera vit hvørja ferð. Men tað verður nokk eitt sindur meira róligt hesaferð. Tað ivist eg ikki í, segði ein fegin málskjútti at enda. Smekkaði bara til - Hasin bólturin skuldi bara inn, so eg smekkaði bara til, og tíbetur gekk tað John Petersen helt eftir dystin, at talan hevði verið um eina sera javna uppgerð, sum tó koppaði tann – fyri B36 – skeiva vegin FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tapið í avgerandi dystinum sunnudagin, so royndi B36-liðskiparin at halda høvdið høgt, tá hann eftir dystin varð tráðspurd- ur av ymsu miðlunum um, hvat hann helt um júst lidna dystin. Og ikki minst hvat hann helt, nú tað gjørdist greitt, at B36 aftur hetta árið gjørdust ov stuttir. - Hatta var bara ikki nóg gott. Vit spældu so ikk upp til okkara besta, og tað gjørdu teir kanska heldur ikki. Tað var ein sera javnur dystur, og hann koppaði so til teirra fyrimun at enda. Seinasta korterið var líkt til, at B36-leikararnir ikki høvdu so nógv gass eftir í ballónini, men liðskiparin var tó ikki samdur í meting- ini um, at liðið tá hevði nýtt ov nógvar kreftir. - Eg vil ikki siga, at vit vóru útlúgvaðir. Tá spælið ikki koyrir nóg væl, so verður talan sjálvsagt um nógv rennarí, men eg haldi tó ikki, at kreftirnar vóru uppi. Vit royndu í øllum førum okkara, men tað var ikki nóg mikið. Og tá vit at enda spurdu John, hvørt tað var tað betra liðið, sum gjørdist meistari, segði hann, at mundi tað nokk vera. - Teir hava flestu stigini, og teir eru meistarar, so teir munnu nokk vera besta liðið í ár. Tað er so sera ein- falt. Men um sjálva kapp- ingina haldi eg annars, at hon hevur verið ein hin mest spennandi í nógv ár, og tað er í øllum førum stuttligt, segði altso John Petersen at enda. Koppaði skeiva vegin - Tá spælið ikki koyrir nóg væl, so verður talan sjálvsagt um nógv rennarí, men eg haldi tó ikki, at kreftirnar vóru uppi, segði John Petersen millum annað Jan Dam skuldi av røttum als ikki verið við í ár, men hóast hetta, so gjørdi hann eina roynd, sum av sonnum má sigast at vera væleydnað MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At nógvar royndir og nógv- ir stórir sigrar ikki kunna skumpa kenslurnar til viks, mundi Jan Dam vera eitt tað besta dømi um sunnu- dagin. Fáur hevði roknað við honum undan kapping- arárinum, men hvussu var og ikki, so royndist hann aftur HB drúgvur, og tá alt var liðugt, gjørdist løtan snøgt sagt ov stór hjá veter- aninum. Meira enn hálvgum lipp- andi og umgyrdur av klemmandi liðfeløgum kundi hann ikki halda kenslunum aftur, og tá vit loksins fingu orðið á hann, stóð eisini greitt, at talan var um eina stóru løtu. Eina løtu, sum hann helst sjálvur ikki roknaði við fór at koma aftur. Fyri einum ári síðani, tá HB varð meistari 2002, vóru boðini í øllum førum, at hetta nokk var seinasta gullmerki, sum hann var við til at vinna, men hesa- ferð vildi hann tó ikki vera heilt so avgjørdur. - Nú havi eg sagt í eini tvey trý ár, at eg skuldi gevast, so í dag sigi eg einki. Onkur hevur tikið til, at tað er sum við vín- um, sum verður betri fyri hvørt ár, so um so er, so eru kanska fleiri ár eftir. - Men árið í ár hevur bara verið heilt ótrúligt. Eg skuldi jú slettis ikki spæla, men frágongdin hevði verið stór, og so tók eg kortini eitt tørn. Tá eg so breyt tánna inni í Runavík ivaðist eg ikki í, at nú var liðugt, men eg veit ikki. Eg slapp aftur upp í part, og tða hevur bara gingið væl. Ikki minst tí eg í Símun Eliasen havi havt Føroya besta miðverja við síðuna av mær. Hepni skal til Tá vit at enda spyrja Jan, hvørjar orsøkir hann held- ur vóru viðvirkandi til, at tað júst gjørdist HB, sum aftur í ár vann gullið, er hann skjótur at svara, at hepnið í øllum førum hevur átt sín part. - Vit hava í einum trim- um førum havt dystir, sum hava verið á vippuni, men har hepnið er koppað til okkara fyrimun, og tað hevur nøkk gjørt munin. Ikki tí, hepnið skal man eisini hava. Og so hava vit eisini fleiri stig enn hini, legði hann líkasum aftur- at, áðrenn hann fekk eyga á pápan, sum kom rennandi yvir at siga tillukku. Rørdur veteranur Við einum næstan barnsligum smíli kundi Jan Dam ikki annað enn fegnast um gullið, og hesaferð segði hann einki um, at hetta var tað seinasta hjá sær C M Y K 18