Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 30. september 2003 17 in á pínubeinkinum. Sein- astu løtuna undan steðg- inum tóktist B36 aftur fáa ferð á, og hendan varð eis- ini hildin langt inn í seinna hálvleik. HB miðvøllurin varð í fleiri førum kroystur heilt langt aftur, og talan gjørdist tí ofta um neyðspørk burtur úr verjuni. Neyðspørk, sum Teir tríggir á B36-mið- vøllinum mest sum hvørja ferð fingu fatur á, soleiðis at nýggj álop kundu setast ígongd. Serliga klaksvík- ingar báðir, Heðin á Lakj- uni og Allan Mørkøre, fingu nógv at arbeiða við upp eftir síðunum, men alt ov ofta var kvaliteturin av innleggunum av slíkum slag, at Bárður Johannesen í HB-málinum ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum. Ta einu ferðina valdi Heðin tó at smekka til flatt móti nærmasta stólpa, men eisini hesaferð var málverjin har, sum hann skuldi vera. Og so var tað sum um, at tað skuldi ikki eydnast B36 at bróta kompaktu verju- skipanina hjá HB. Nærmast mundi John Petersen vera, tá hann hálvgum taklaði seg ígjøgnum HB verjuna, men bólturin smoygdi sær tó framvið málinum, so- leiðis at heldur ikki tann møguleikin viðførdi nakra broyting á máltalvuni. Har stóð nevnliga fram- vegis 0-0. Ein støða, sum HB sjálvandi var best for- eint við, og fram móti dyst- arenda tóktist tað eisini so, at skuldi nakað mál koma afturat, so fór tað at blíva HB, sum fekk hetta. Snøgt sagt, so hevði B36 brúkt tað mesta av megini til langa trýstið oman móti HB-mál- inum, og nú byrjaðu teir reyð/svørtu at svara aftur. Andrew av Fløtum, sum við skadda fótinum í huga, byrjaði dystin á beinkinum, varð settur inn sum jokari, og tað skuldi eisini vísa seg, at hetta var ein skila- góð avgerð. Og Andrew var eisini høvuðsmaðurin, tá avger- andi løtan kom. Við tíggju minuttum eftir at spæla fekk hann bóltin nakað til vinstru. Hann dró inneftir í vøllin, og stakk brádliga bóltin móti Tór-Ingar Akselsen, sum annars hevði verið mest sum burt- urstaddur allan seinna hálv- leik. Fyrsta røringin var akkurát soleiðis, sum hon skuldi vera. Kviki vága- maðurin smoygdi sær inn um verjuna, og einsamallur við Trónda Vatnhamar fekk hann potað bóltin inn við nærmastu stong. Og so kom lív í Gunda- dal. Fram til hetta høvdu áskoðararnir hjá báðum feløgum verið merkiliga tigandi, havandi stóru fjøld- ina í huga, men nú vórðu nervarnir avloystir av gleðisrópum. Leikarar og leiðarar flokkaðust í einum trunka á miðvøllinum, og dómarin fekk ikki gjørt stórt annað enn at vísa tol, áðrenn hann loksins fekk sett dystin ígongd aftur. Alt gloymt Og tá stóð mest sum greitt, at her var sloppið hjá HB. B36 royndi í eini seinastu desperatari roynd at tveita fólkið fram. Allan Mørkøre spældi sostatt sum álops- maður seinastu løtuna, og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Kontra-spælið hjá HB fekk frítt at fara. Fyrsta ávar- ingin kom, tá Rúni Elttør mátti taka til heldur harð- ligar metodur, áðrenn hann fekk steðgað Andrew av Fløtum. Og í 92. minutti fekk HB so staðfest sigurin. Ein leysur bóltur á miðjuni varð stútaður frameftir til Rúna Nolsøe, og so gekk skjótt fyri seg. HB-liðskiparin dró oman móti brotsteiginum, og tá einasti verjuleikarin í nær námind kom ímóti, varð bólturin lagdur inn til ein púra leysan Andrew av Fløtum. Andrew hevur kanska ikki havt sítt besta kappingarár í ár, har bæði skaðar og form-niðurgongd hava gjørt sítt fyri at forða honum í málskjótingini. Men við einari kontroller- aðari innaru-síðu legði hann alt hetta aftur um seg. Tróndur Vatnhamar kundi bara hyggja at, og so eksploderaði Gundadalur. Rakettirnar vórðu sendar upp í loft, sangurin rung- aði, og tá dómarin so bríkslaði fyri seinastu ferð, tusti alt inn á vøllin. Enn er ein dystur eftir at spæla, men sama hvørjum hesin endar við, so stendur enda- liga avrikið at lesa á FM- steypinum. Og tað fer eisini komandi árið at standa í HB-húsinum. Dysturin í tølum B36-HB 0-2 (0-0) 0-1: Tór-Ingar Akselsen, 81 0-2: Andrew av Fløtum, 90 Dómari: Suni Johansen. Tóktist alt fyri eitt at leggja nógv fyri í dømingini av »lítlu« fríspørkunum á miðvøllinum, og hetta við- virkaði til, at nærdystirnir sjáldan gjørdist alt ov ófantiligir, tó at eingin part- urin spardi seg. B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Rúni Elttør, Sverrir Kjærbo – Niels Joensen (Kenneth Jacob- sen, 86.), Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen – John Petersen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni GK: Rúni Elttør, 85 HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Hallur Daniel- sen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nico Dogaru (Andrew av Fløtum, 57.) – Tór-Ingar Akselsen (Kári Nielsen, 86.), Rógvi Jacob- sen GK: Rúni Nolsøe, 56, Rógvi Jacobsen, 62 Og so er tað staðfest. Andrew av Fløtum hevur sent bóltin í netið til 2-0, og eingin á beinkinum ivast í, at nú er gullið heima Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 184 - 30. september 2003 HB er føroyameistari annað árið á rað. Hetta varð staðfest í ársins dysti í Gunda- dali, har metstóra áskoðarafjøldin var vitni til eina tí mest intensu føroysku fótbóltsuppgerðina nakrantíð. Og so mátti poleraða fót- bóltsspælið koma í aðru røð FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ivaleyst er tað so, at veður- gudarnir hava sínar yndis- hendingar, har teir í mest møguligan mun vilja vera við til at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Ofta hevur verið tikið til, hvussu løgið tað er, at veðrið í nógv størri mun hevur verið Svangaskarði til vildar, heldur enn Tórs- vølli, og í so máta er einki at ivast í, at Birgir Eng- hamar hjá HB og Kristian á Neystabø hjá B36 eru settir í sama bás, sum Niclas Davidsen hjá B68 er tað. Í øllum førum skal leitast heilt langt aftur, um ein ill- veðursdystur millum havn- arfeløgini bæði skal finn- ast, og tó at veðurgudarnir boðaðu frá lágtrýsti, regni og vindi undan vikuskift- inum, so var fagrasta veður í Gundadali sunnudagin. Og so var klárt at seta áskoðaramet. Sunnukvøld- ið var enn ikki gjørligt at fáa neyva áskoðaratalið staðfest, men tað man lítið vera at ivast í, at talan var um nýtt áskoðaramet fyri ein føroyskan landskapp- ingardyst. Gamla metið mundi helst vera frá 1999, tá KÍ vitjaði hjá B36. Ta ferðina vóru um 2.650 gjaldandi áskoðarar, men sunnudagurin mundi tó telja meira enn so. Longu hálvan tíma undan dystin- um var trupult at finna sær pláss í teimum báðum felagshúsunum, og skjótt var eisini gamla skýlið fult. Ja, sjálvt eldraráðið hjá HB mundi hava trupult við at finna síni pláss á bakkanum undir máltalvuni. HB betur skipað Stóra fjøldin undirstrikaði eisini týdningin, sum dyst- urin hevði, og fyri tað nógva tóktist tað eisini so, at hesin týdningurin ávirk- aði tað, sum fyrigekst innan hvítu strikurnar. Frá fyrsta bríksli stóð greitt, at her fór fyrst og fremst at vera eitt stríð um miðvøllin. Vóru verjuleik- arar undir allar minsta trýsti, so varð aloftast roynt við longum sendingum fram eftir vøllinum, og í øllum førum vórðu eingi óráð tikin fyri, soleiðis at eitt býttisligt og kostnaðar- mikið kundi koma upp á tal. Ikki minst hevði HB hepni við hesum slagnum av fótbólti, og fleiri ferðir var B36 verjan um ein háls, tá Tór-Ingar Akselsen í fleiri førum fekk sera gott rásarúm í høgra borði. Í verjupartinum tóktist HB vera liðið, sum hevði betri skipanina, men tað var eisini neyðugt, tí tað var B36, sum royndi at trýsta. Fyrstu longu løtuna royndu teir at halda leikferðini uppi í topp, og halda bóltinum í økinum oman móti HB- brotsteiginum, har vónin so var, at Jákup, John og Heð- in kundi fremja neyðugu einmansavrikini. Men tað gekk tó striltið við hesum. Verjuskipanin hjá HB helt ímóti trýstin- um, og á miðvøllinum vórðu nógv av teimum smærru men neyðugu frí- spørkunum framd, soleðis at hvítu grannarnir ikki megnaðu at halda neyðugu ferðina á spælinum. Og spakuliga kom HB eisini alt betur við. Í roynd- unum at spjaða spælið fingu teir í løtum spælt B36 liðið tunt, og meira enn tað einu ferðina kundi talan eisini blivu um heilt vanda- miklar støður, tá bóltar vórðu sendir innfyri. Og tað var eisini um reppið, at mál spurdist burturúr ta einu ferðina. Hallur Daniel- sen fangaði ein returbólt úr B36 verjuni. Hann snýtti ein og skeyt so, og tá retur- urin so støkk út til Rúna Nølsøe var bert ein liggj- andi B36’ari, sum forðaði honum í at senda HB av- stað móti FM-himmalinum. Nyttuleyst trýst Og so kom ein long løta, har flest øll av HB-við- haldsfólkunum vórðu hild- B36-HB 0-2 (0-0): Steypið fer ongan veg Tór-Ingar Akselsen hevur skorað. HB er ávegis næsta meistaraheitinum á rað og tí 17. íalt Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16