týsdagur 30. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 30. september 2003
15
Sjálvsagt vóru ein-
stakir leikarar, sum
høvdu sín stóra lut í
gullinum, men fyrst
og fremst var tað liðið
hjá HB, sum í ár
tryggjaði sær meist-
araheitið
FØROYAMEISTARAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn er ein dystur eftir at
spæla hetta kappingarárið,
so enn eru allar súður ikki
syftast. Men ein staðfesting
er í øllum førum greið. HB
eru føroyameistarar. Við
sigrinum á B36 syrgdu teir
fyri, at tað ikki verður nak-
ar, sum tekur teir aftur í ár,
og sostatt eru teir nú kom-
nir ájavnt KÍ, sum annars
hevur havt einkarætt sum
mest vinnandi føroyska fót-
bóltsfelagið í landskapp-
ingarhøpi.
Breiddin stóð sína
roynd
At HB hevur verið besta
liðið í ár, er nokk eingin ivi
um. Liðið er tað, sum hevur
flestu stigini á stigatalvuni,
og so er væl ikki meira at
trætast um í so máta.
Skal ein meting gerast av,
júst hvørjir eginleikar tað
vóru, sum tryggjaðu HB
hetta meistaraheitið, so eru
serliga tríggir lutir. Breidd,
organisatión og botnstøði.
Breiddin í hópinum slapp
veruliga at standa sína
roynd fyrstu mánaðirnar av
árinum. At byrja við mátti
liðið klára seg uttan mest
sum allar teir, sum i´fjør
vóru við til at vinna meist-
araheitið. Jan Dam gjørdi
tó av at taka eitt tørn aftur-
at, og saman við Janus M.
Joensen skuldi hann so vera
tann, sum kundi geva
nýggju monnunum neyð-
uga sjálvsálitið. At Martin
Christensen byrjaði árið við
drúgvum skaða, mundi
neyvan styrkja um vónir-
nar, og tá Jan Dam so eisini
breyt stórutá í Runavík, sá
heilt svart út. Men HB
megnaði hetta. Ikki minst tí
teir í Eli Christiansen áttu
ein leikara, sum alla tíðina
var klárur til at fara inn í
verjuna, men so sanniliga
eisini tí Hans á Lag gjørdi
av at koma aftur úr síni
fótbóltsútlegd. Hann var
kanska ikki heilt á toppin-
um at byrja við, og onkur
avrik vóru nakað rustað,
men mentalt er hann gjørd-
ur úr júst rætta slagnum, tá
tosast skal um vinnara-
mentalitet.
At verjan soleiðis gjørd-
ist alt betri mannað, kom so
sanniliga eisini miðvøllin-
um til góðar. Her fekk HB
annars nakað av trupul-
leikum, tá Nico Dugaru
fekk álvarsligan skaða, men
við fleiri alternativum í
verjuni kundi Hallur Dan-
ielsen nú flytast upp. Hann
varð annars settur í verjuna,
tá Frank Skytte seg meta, at
hann var leikarin, sum mið-
vøllurin best toldi at missa,
men eftir flytingina hevði
hann sítt kanska besta
kappingarár fyri HB. Tá
Martin Chrsistnsen loksins
varð tøkur, var tað eisini á
miðvøllinum, at hann varð
nýttur, og eisini hann gjørdi
eitt framúr arbeiði her.
Og so skal eisini sigast,
at heldur íkki í álopinum
slapp HB undan umskip-
anum. Her hevði felagið
undan
árinum
keypt
Karsten From heim, og
roknað varð við, at hann
saman við Andrew av Fløt-
um skuldi skjóta neyðugu
málini. Byrjanin var eisini
góð, og nýggi maðurin
skeyt nógv mál í steypa-
kappingini, men so fór at
ganga skeiva vegin. Menn-
iskjansliiga
sampakkaði
danin ikki nóg væl við
restina av hóppinum, og
endin varð, at felagið og
leikarin í felag boðaðu frá,
at sáttmálin varð uppsagd-
ur. Tá Andrew samstundis
ikki fekk fylgt upp uppá
góða avrikið í fjør, stóð
greitt, at málini máttu koma
aðra staðni frá, og tað komu
tey eisini. Rógvi Jacobsen
varð fluttur fram sum
centerforward, og tó at
talan kanska ikki var um
mál í rúgvuvís, so gav hann
liðnum nakrar heilt aðrar
dimensiónir frameftir vøll-
inum. Og so skal eisini
nevnast,
at
Tór-Ingar
Akselsen veruliga fekk sítt
gjøgnumbrot
í
seinnu
kappingarhálvu. Fleiri ferð-
ir var hann maðurin handan
týðandi skoringar, og tó at
hann ikki hevði sín besta
dag nú sunnudagin, so
mundi tað fyri mong kenn-
ast hóskandi, at tað var júst
hann, sum skeyt málið, sum
av álvara sendi HB á meist-
arakós.
Skipanin var
grundarlagið
Sum venjari megnaði Frank
Skytte í sera stóran mun at
byggja víðari á grundina,
sum Ion Geolgau í nærum
fimm ár hevði bygt í HB.
Her hevði rumenin alla
tíðina lagt dentin á eina væl
skipaða verjuskipan, har alt
liðið tók lut í defensiva ar-
beiðinum, og tó at broyt-
ingar vórðu framdar, so helt
liðið alla tíðina fast í
grundstøðinum. Við einari
flatari verju, sum dugdi at
spæla flatt – t.v.s. sam-
stundis halda dýpdina –
skuldu mótstøðuliðini ofta
finna tær heilt stóru snild-
irnar fram, um málini
skuldu koma, og ein hart
arbeiðandi
miðvøllur
syrgdi hartil fyri, at verjan í
stóran mun slapp heilt
undan at koma undir trýst.
At liðið hevði eitt so-
mikið trygt grundstøði var
helst eisini viðvirkandi til,
at liðið at kalla ongan tíð
leikti ein vánaligan dyst.
Kanska var tað ikki hvørja
ferð, at talan var um sprutt-
andi álopsfótbólt, men al-
oftast var tað nóg mikið til
at fáa stig heim og helst trý
av slagnum. Sum so mundi
tað vera heppið, at einasti
dysturin, har liðið veruliga
spældi illa, var ímóti einum
VB liði, sum bert var kom-
ið í Gundadal fyri at verja.
Hetta sama grundstøðið
var eisini nakað, sum við-
førdi, at liðið hevði eitt
sindur lættari við at spæla
sum eitt oddalið. Skilt á
tann hátt, at tað sjáldan
kom í ta støðu, at spælið
varð flutt ov langt aftur á
vøllin. Líka mikið, hvussu
støðan var, so kendi hvør
einstakur
leikari
sína
uppgávu, og tí kundi liðið
aloftast bara halda á fram
við positiónsfótbólti, tá ein
leiðsla skuldi verjast. Held-
ur enn at standa afturi í
egnum brotsteigi og sparka
langt – og harvið koma
undir óneyðuga stórt trýst.
Lyklaleikarar
Og at enda, so slepst heldur
ikki at nevna einstakar
leikarar, sum kanska høvdu
eyka stóran týdning fyri
meistaraheitið. Í málinum
hevur HB seinnu árini havt
kanska mest undirmetta
føroyska málverjan í Bárði
Johannesen. Ikki minst
hevur tað tikið honum
langa tíð at verða góðtikin
av áskoðarunum sum mað-
urin, sum skuldi loysa Kaj
Leo Johannesen av, men
hesa accept tykist hann tó
nú hava fingið. Og at tað
ikki bert er í HB, at hendan
er komin, vitnar landsliðs-
úttøkan í vár eisini um. Har
stendur hann kanska enn í
skugganum av Jákupi og
Jens Martini, men fáur man
tó ivast í, at hann nú skjótt
má roknast sum tann, ið er
teimum næstur í føroyska
málverjahierarkinum.
Skal nakar takast burtur
úr í verjupartinum, so má
tað nokk blíva Símun Elia-
sen. Tað eru kanska nøkur
ár síðani, at hann seinast
var partur av HB-liðnum,
men trupulleikarniar at
fella inn á liðið vóru at
kalla eingir, og saman við
Jan Dam stýrdi hann verj-
uni við somikið stórum
myndugleika, at ein lands-
liðsúttøka tykist alt meira
nærliggjandi.
Á miðvøllinum var Rúni
Nolsøe enn einaferð lykla-
leikarin, sum tað mesta av
øllum HB-spælinum gong-
ur ígjøgnum. Hartil er hann
eisin í stóran mun stýri-
maðurin, tá trýst skal leggj-
ast á mótstøðuliðini, so
samanlagt kann týdningur
hansara fyri liðið neyvan
yvirmetast.
I álopinum hevur talan
kanska ikki verið um nakr-
an einstakan leikara gjøg-
num árið, sum hevur sett
sítt stóra frámerki. Hin-
vegin hevur tað verið ein
styrki hjá liðnum, at teir
mest sum hvørja ferð hava
fingið mál onkra staðni frá.
Júst hvør skjúttin hevur
verið, hevur ikki havt tann
stóra týdningin í so máta,
og tað munnu hvørki leik-
arar
ella
viðhaldsfólk
leggja nakað serligt í. Tey
fegnaðust heldur um út-
varpslýsingina
sunnu-
kvøldið. Hon boðaði frá »at
AFTUR í ár verður gull-
dansur í HB-húsinum«.
Hvussu leingi hetta helt á,
hava vit ikki fingið greiðu
á, men einki er at ivast í, at
tað á nógvum arbeiðspláss-
um í høvuðsstaðnum var
ein ávís frávera mánadagin.
Tað var liðið, sum gjørdist meistarar
Hóast til tíðir stóra fráveru, so helt HB allan vegin heim til gullið. Ikki minst takkað verið breiddini í hópinum og væl skipaða spælinum, sum alla tíðina gav liðnum eitt trygt grundstøði
Mynd: Álvur Haraldsen
15
Nr. 184 • týsdagur • 30. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Umframt 17. FM
heitið í fremstu røð
tykist framtíðin at
síggja bjørt út, tí HB
hevur vunnið FM í
ungalingadeildini,
piltadeildini og
smápiltadeildini
SAMANUM
17. UMFAR
Jóannes Hansen
HB er føroyameistari 2003.
Hjartaliga tillukku við tí.
Við seytjanda meistaraheit-
inum hevur HB endiliga
fingið KÍ aftur. Gongdin
seinastu fjórðings øldina
hevur boðað frá, at tað var
bara ein spurningur um tíð,
áðrenn HB fór at fáa klaks-
víkingarnar aftur. Nú hava
teir gjørt tað. Spurningurin
er so, um tað fer at verða
annað av hesum feløgun-
um, sum næsta ár, tá ið
bæði feløgini fara at runda
tey eitt hundrað árini, fer at
leggja seg einsamalt á odda
í samlaðu FM kappingini
síðani 1942. KÍ vann fyrsta
FM heitið í 1942. HB vann
ikki fyrsta FM heitið fyrr-
enn í 1955. Næsta FM heit-
ið vunnu teir í 1960. Tá
hevði KÍ verið meistari átta
ferðir.
Leygardagin fær HB vitj-
an av javnaldranum úr
Klaksvík. Tað er greitt, at
HB leygardain fyri annað
árið á rað fer at fáa FM
steypið og gullkrónurnar,
meðan klaksvíkingar skulu
berjast fyri at verja fimta
plássið. Vánirnar, fyri at tað
skal eydnast, eru einki ser-
ligar. Fleiri av spælarunum
eru leikbannaðir eftir gul
kort ímóti NSÍ, og onkur
spælari verður burturstadd-
ur.
HB hevur verið oddalið
so at siga síðani kappingar-
byrjan í ár. Hesar seinastu
vikurnar hava B36, B68 og
eisini NSÍ kjálkast fram
ímóti oddasessinum, tí HB
misti stig ímóti lægri
staddu feløgunum. Eitt nú
megnaðu teir ikki meiri enn
málleysan javnleik ímóti
illa stadda VB í Gundadali
og esini javnleik á Mølini.
Men tá ið mest ráddi um,
vísti HB, at teir eiga meist-
araskapin uppibornan. Í 11.
umfarinum vunnu teir á
heimavølli 1–0 á NSÍ, í 16.
umfarinum vunnu teir 2–0
ímóti B68 í Gundadali, og
sunnudagin vunnu teir 2–0
á B36.
Fleiri FM
Nógvu tey seinastu árini
hevur HB vunnið nógv
fleiri FM heiti í yngru
deildunum, enn øll hini fel-
øgini hava vunnið tilsaman.
Aftur í ár hevur HB gott tak
á yngru deildunum. Ungl-
ingarnir vunnu í síðstu viku
FM
finaluna
ímóti
EB/Streymi, piltarnir hava
vunnið FM heitið, og smá-
piltarnir eru eisini meistar-
ar.
Á kvinnusíðuni hevur
ikki hilnast so væl hjá HB,
men tað tykist vera vón fyri
stavn. HB hevur í ár vunnið
FM og steypakappingina í
deildini fyri gentur 14–17
ár.
Á minussíðuni hjá HB
stendur ivaleyst, at tað ikki
eydnaðist teimum at vinna
Løgmanssteypið. Teir stíla
høgt á hvørjum ári, og teir
eru ikki heilt nøgdir, uttan
at teir hava vunnið bæði
FM og steypakappingina,
men tað munnu teir ikki
hugsa so nógv um akkurát
nú.
Sunnukvøldið var rómur
í høvuðsstaðnum og í HB
húsinum. Millum spælar-
arnir eru fleiri við rættuliga
nógvum royndum. Áður
hevur onkur teirra sagt, at
teir fara at gevast. Men eftir
sigurin á B36 og aftaná at
tað var greitt, at HB aftur
var meistari. vildi ein týðu-
liga rørdur Jan C. Dam og
aðrir veteranar ikki siga
nakað um, hvussu tað verð-
ur við framtíðini.
Hóast HB eigur og altíð
hevur átt nógvar góðar ung-
ar fótbóltsspælarar, so er
tað merkisvert, at seks av
teimum fyrstu ellivu, sum
vóru á liðnum ímóti B36,
eru uppvaksnir í øðrum
feløgum. Her verður hugs-
að um Símun Eliasen, sum
í yngru árunum spældi í ÍF,
Rógva Jacobsen, sum er
uppvaksin í KÍ, Tór–Ingar
Akselsen, sum hevur spælt
í Sandavági og FS Vágum,
Rúna Nolsøe, sum áðrenn
hann fyri ellivu árum síðani
kom til Havnar, hevði spælt
við VB, og Nicu Dogaru,
sum ikki hevur spælt í Før-
oyum fyrrenn hesi seinastu
árini. Hinir, sum mannaðu
liðið sunnudagin eru og
hava altíð verið HBarar.
Teir eru Bárður Johanne-
sen, Janus M. Joensen,
Hans á Lag, Jan C. Dam
(onkur ár í øðrum feløgum)
og Hall Danielsen. Annar
innskiftarin, Andrew av
Fløtum, hevur altíð verið
HB spælari, meðan hin,
Kári Nielsen, er ættaður av
Sandi. So tað eru ivaleyst
mong manga staðni, sum á
onkran hátt kanna sær part
av HB meistaraheitinum.
Botnurin ógreiður
B68 styrkti við heimasigri
á GÍ um sín silvurmøgu-
leika. B36 og B68 fara
leygardagin á útivølli at
finna út av, hvat teirra skal
hava silvur og hvat lið skal
hava bronsuna. Toftamenn
skulu til Vágs, og B36 skal
til Gøtu. Bæði B68 og B36
skulu næsta ár spæla í
UEFA Cup undankapping-
ini. HB skal spæla í undan-
umfarinum til meistara-
kappingina, og NSÍ skal
spæla í Intertoto Cup. GÍ,
sum øll árini síðani 1994
hevur verið í altjóða kapp-
ingum, sleppur ikki upp í
part næsta ár.
Í botninum hevur Skála
ikki givið skarvin yvir.
Sum seinasta kappingarár
eru teir farnir undir enda-
spurt. Sunnudagin vunnu
teir 4–3 í Miðvági. Skála er
framvegis aftast, men teir
kunnu fáa FS Vágar aftur.
Tvey stig eru á muni.
Fyrsta treytin hjá Skála er,
at teir leygardagin vinna á
heimavølli
ímóti
EB/-
Streymi, sum skal spæla
fyri fyrstu ferð nakrantíð at
vinna fimta plássið. Um
teir skulu sleppa upp á
níggjunda plássið, so er hin
treytin, at FS Vágar einki
fær í Runavík. NSÍ hevur
einki uttan æruna at spæla
fyri. Teir eru og verða
nummar fýra.
ÍF er nýtt lið í bestu
deildini, og næstaftasta lið-
ið í 1. deild skal spæla um
pláss í 1. deild ímóti TB.
Tríggir møguleikar eru fyri
næstaftasta plássinum. Um
botnliðini ikki fáa stig leyg-
ardagin, so verður FS Vág-
ar næstaftast og harvið
mótstøðulið hjá TB. Skála
og VB eru hinir møguleik-
arnir.
Meira um
meistararnar
Í blaðnum í morgin hava vit samrøðu við
gylta HB-venjaran, Frank Skytte.
Kanónár hjá 99 ára gamla HB
Tá ið mest ráddi um, vísti
HB, at teir eiga
meistaraskapin uppibornan.
Í 11. umfarinum vunnu teir
á heimavølli 1–0 á NSÍ, í 16.
umfarinum vunnu teir 2–0
ímóti B68 í Gundadali, og
sunnudagin vunnu teir 2–0 á
B36
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14