týsdagur 30. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 184 - 30. september 2003
Nr. 184 - 30. september 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Arnold á odda
Ein nýggj meiningakanning, sum sjónvarpið CNN hev-
ur gjørt, vísir, at meirilutin av veljarunum í amerik-
anska statinum Kalifornia vilja hava filmsleikaran
Arnold Schwarzenegger til guvernør.
Tann 7. oktober skulu veljararnir í Kalifornia gera av,
um verandi guvernørurin, demokraturin Gray Davis,
skal halda fram, ella um onkur annar skal loysa hann
av. Eftir kanningini hjá CNN siga 63 prosent, at tey
vilja hava Gray Davis frá, og 40 prosent halda, at Arn-
old Schwarzenegger eigur at taka við eftir hann. Tað
valevnið, sum fær næststørstu undirtøkuna, er verandi
varaguvernørurin, Cruz Bustamente, sum fær stuðul
frá 25 prosentum av teimum spurdu.
Mótstøðufólkini hjá filmaleikaranum fýlast á, at
hann sýtir fyri at taka lut í politiskum kjaksendingum,
og at eingin tí veit, hvønn politikk hann ætlar at reka,
verður hann valdur. Eitt nú sýtti Schwarzenegger fyri at
taka lut í einum kjakdysti við Gray Davis. Tann kendi
sjónvarpsverturin Larry King hevði eisini boðið
Schwarzenegger til eina spurnarsending, men heldur
ikki her tók filmsleikarin av. Tey tíðindafólk, sum hava
fingið orð á hann, siga, at hann altíð vil hava spurn-
ingarnar, áðrenn hann játtar.
Haider missir undirtøku
Frælsisflokkurin hjá víðgongda eysturríkska høgrapol-
itikaranum Jørg Haider fekk ein frammaná, tá val var í
tveimum landspørtum um vikuskiftið.
Val var í landspørtunum Oberøsterreich og Tyrol, og
í báðum landspørtunum misti Frælsisflokkurin hjá
Haider umleið helmingin av undirtøkuni, soleiðis at
hann fekk níggju prosent av atkvøðunum í Oberøster-
reich og átta prosent í Tyrol.
Tann stóri sigursharrin í báðum landspørtunum var
tann konservativi Fólksins Flokkur. Í Oberøsterreich
fekk flokkurin 44 prosent av atkvøðunum, og í Tyrol
fekk hann næstan 50 prosent. Sosialdemokratarnir
høvdu eisini framgongd og er næststørsti flokkurin í
báðum landspørtunum.
Verja Svalbard
Norska stjórnin samtykti seinasta fríggjadag at friða
fimm øki á Svalbard afturat.
Umhvørvisráðharrin, Børge Brende, sigur, at við
teirri nýggju samtyktini hevur stjórnin fylgt áheitanini
frá Stórtinginum um at friða ein uppaftur størri part av
Svalbard, so komandi ættarlið kunnu fáa gleði av teirri
sjáldsomu náttúruni. Sambært ráðharranum hevur
stjórnin lagt seg eftir at friða tey økini, sum hava ser-
ligan áhuga hjá fremmandum ferðafólki.
Talan er um øki, sum tilsamasns eru næstan 4.500 fer-
kilometrar til víddar. Tað svarar til átta prosent av
oyggjabólkinum, og hetta er tann størsta einstaka frið-
ingin, síðani norsku myndugleikarnir fyrstu ferð friðaðu
øki á Svalbard í 1973. Við teirri nýggju friðingini eru
umleið 65 prosent av Svalbard lýst sum friðað øki,
skrivar VG.
Hitler skuldi bannlýsast
Loynilig skjøl hjá Vatikaninum í Rom avdúka nú, at tá-
verandi italski einaræðisharrin, Benito Mussolini, bað
pávan lýsa týska leiðaran, Adold Hitler, í bann í 1938.
Tað er italski søgufrøðingurin Emma Fattorini, sum
hevur fingið atgongd til skjølini hjá Vatikaninum, men
hon dugir ikki at siga, um pávin umhugsaði at gera eftir
áheitanini frá Mussolini. Emma Fattorini sigur við
BBC, at Mussolini varð í øðini, tá Hitler hersetti Eyst-
urríki í 1938, men hon heldur, at áheitanin kann eisini
hava verið ein roynd hjá Mussolini at vita, um kirkjan
vildi gera eftir boðum hansara.
Emma Fattorini heldur tað vera serliga áhugavert, at
Mussolini sendi pávanum áheitanina, beint áðrenn
Hitler kom til Rom at skriva undir samstarvssáttmálan
millum Italia og Týskland. Hon heldur, at Mussolini
kann hava gjørt eina roynd at styrkja sína egnu støðu og
at gera Hitler veikari.
Ovastin í fregnartæn-
astuni CIA er í øðini,
tí onkur í Hvítu Hús-
unum avdúkaði navn-
ið á einum av teimum
loyniligu agentunum
hjá fregnartænastuni.
Agenturin er heldur
ikki ikki hvør sum
helst.
NJÓSNING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Málið hevur sín uppruna í
juli. Tá segði ein fyrrver-
andi amerikanskur sendi-
harri, Joseph Wilson, at
stjórnin hjá George W.
Bush, forseta hevði sagt
ósatt við vilja, tá hon legði
Irak undir at hava keypt rík-
að uran úr afrikanska land-
inum Niger. Joseph Wilson
hevði júst verið í Niger og
kannað málið.
Nakrar dagar seinni av-
dúkaði blaðið Washington
Post, at kona Joseph Wilson
arbeiðir sum loyniligur ag-
entur hjá fregnartænastuni
CIA. Blaðmaðurin, sum
skrivaði greinina, greiddi
frá, at ta hevði hann fingið
at vita frá einum høgum
embætismanni í Hvítu Hús-
unum. Seinni hevur leiðsl-
an í Washington Post greitt
frá, at ikki færri enn seks
tíðindamenn fingu somu
upplýsingina úr Hvítu Hús-
unum. Blaðið ivast ikki í, at
upplýsingin var ætlað sum
hevnd aftur fyri tað, sum
Joseph Wilson hevði sagt.
Hvítu Húsini hava blankt
víst gitingunum aftur, men
leiðslan í CIA vil hava eina
frágreiðing haðani. Tað
hevur stjórin, George Tenet,
nú kravt.
Leki í Hvítu Húsunum
Maður Onnu Lindh,
Bo Holmberg, fýlist á,
at svenska trygdar-
løgreglan ikki lat
hana hava lívverju
teir seinastu dagarnar
upp undir fólkaat-
kvøðuna um evruna.
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað var í einari samrøðu
við sjónvarpið TV4, at Bo
Holmberg fanst at trygdar-
løgregluni.
- Soleiðis sum samfelag-
ið er háttað í dag, er tað
greitt, at hon skuldi havt
lívverju. Hevði hon havt
tað, var einki hent henni,
sigur Bo Holmberg.
Leiðarin í lívverjudeild-
ini hjá svensku trygdarløg-
regluni, Margareta Linde-
roth, vil ikki gera nakrar
viðmerkingar til ábreiðslur-
nar frá Bo Holmberg. Hann
kann venda sær til mín,
sigur hon.
Ein fyrrverandi lívverji
hjá trygdarløgregluni, John
Erik Hahne, undrast eisini
á, at Anna Lindh ikki hevði
lívverju. Hann vísir á, at
orðadrátturin upp undir
fólkaatkvøðuna um evruna
var harður, og at Anna
Lindh hevði sínar avgjørdu
áskoðanir.
- Eg helt, at hon hevði
lívverju. Tað ivaðist eg ikki
í, og eg eri vísur í, at hevði
hon havt lívverjum var hon
á lívi í dag, sigur John Erik
Hahne við svensk bløð.
Tað er eisini komið fram,
at uttanríkisráðið í Stock-
holm spurdi trygdartænast-
una Sæo, um hon ætlaði at
lata Onnu Lindh fáa lív-
verju teir seinastu dagarnar
upp undir fólkaatkvøðuna.
Men svarið frá trygdartæn-
astuni var, at uttanríkiráð-
harrin var ikki í vanda.
Hon skuldi havt lívverju
- Hevði Anna havt lívverju,
var einki hent henni, sigur
maður Onnu Lindh, Bo
Holmberg
Byggja vardan verkstað í Sørvági
Sørvágs Kommuna
byggir hús til vardan
verkstað og umlætt-
ing til fólk við breki.
Bygningurin skal eftir
ætlan verða klárur at
taka í brúk á nýggj-
árinum
AKTIVERING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sørvági:
Nýggjur
verkstaður
til
rørslutarnað fólk verður
bygdur í Sørvági. Í sama
bygningi verður eisini inn-
rættað umlættingarheim til
eitt nú meningartarnað, sig-
ur borgarstjórin í Sørvági,
Eivin Jacobsen.
Tað
var
fyrrverandi
bygdaráðsformaðurin
í
Sørvági, Petur Kruse, sum í
síni tíð tók stig til, at
rørslutarnað í oynni fingu
innivist í skúlanum í Sør-
vági til ymiskt handaligt
virksemi. Hetta var í eini
tíð, tá pláss var tókt í skúl-
anum, greiðir Eivin Jacob-
sen frá. Men í dag eru
hølisviðurskiftini ikki til, at
hetta vrksemi kann halda
fram har.
Sørvágs
Kommuna
gjørdi so av at byggja nýggj
høli til hesi fólkini at ar-
beiða í. So á nýggjárinum
fara tey at flyta í hesi
nýggju hølini aðrastaðni í
Sørvági.
Eivin Jacobsen greiðir fá,
at
Sørvágs
Kommuna
byggir um eini eldri hús í
Sørvági, sum kommunan
framman undan átti. Tey
verða í grundini gjørd heilt
av nýggjum, tí talan er bert
um onkran vegg, sum
stendur eftir, og síðan er
bygt rættiliga nógv upp í av
nýggjum. Takt verður av
nýggjum, og alt innan-
veggja verður gjørt nýtt.
Eftir avtalu skal bygning-
urin vera klárur at taka í
brúk á nýggjárinum, sigur
borgarstjórin í sørvági.
Hann fer tað at kosta
kommununi góðan tvær
milliónir krónur. Avtala er
gjørd við Serforsorgina,
sum varðar av teimum, ið
skulu brúka húsið, um
leigu, greiðir hann frá.
Talan er um eini 10 - 15
fólk úr Vágum, sum dag-
liga koma til tilboðið í
Sørvágs Skúla. Tey fara so
øll at flyta í nýggja verk-
staðin, har eisini pláss er
fyri fólki aðrastaðni enn úr
Vágum, sigur borgarstjórin
Sørvági. Tað arbeiða í løt-
uni tvey starvsfólk, um-
framt brúkararnar, á varda
verkstaðnum, sum nú er í
Sørvágs skúla.
Húsini eru rímiliga stór,
sigur Eivin Jaobsen. Einar
hávtfjórðahundrað
fer-
metrar. Verkstaðurin verður
í neðra, og í erva verður
møguleiki fyri umlætting
fyri eitt nú menningartarn-
að, sum kunnu koma har
eitt vikuskifti ella so, greið-
ir hann frá. Eitt slíkt tilboð
er í løtuni í oynni, men
verður nú flutt í hesi nýggju
hølini at vera.
Sørvágs Kommuna hevur
latið eini eldri hús taka niður
mestsum øll sum tey eru og
letur nú nýtt byggja aftur, ið
brúkast skal til vardan verk-
stað og umlættingarheim fyri
brekað
Mynd: Edvard Joensen
Nógv at brúka pengar til
Sørvágs Kommuna
fer næsta ár undir
bygging av nýggjum
dagstovni fyri einar
átta - níggju milliónir
krónur
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sørvági:
Næsta
ár
fer
Sørvágs
Kommuna undir at byggja
nýggjan dagstovn fyri einar
átta- níggju milliónir krónur.
Eivin Jacobsen, borgar-
stjóri, sigur, at bygdarráðið
hevur samtykt at fara undir
ein nýggjan dagstovn, sum
skal húsa umleið 80-90
børnum. Talan verður bæði
um vøggustovu- og barna-
garðsbørn.
Tað er arkitektavirkið
West Tech í Sørvági, sum
ger skitsuprojektið, ið er í
gongd. Tað er sama virki,
sum stóð fyri dagstovnun-
um í Hvalvík og í Sanda-
vági. Hesin, sum nú verður
bygdur í Sørvági, verður
eitt sindur størri enn teir
báðir, sigur Eivin Jacobsen.
Í løtuni verður arbeitt við
ábótum ymsastaðni í bygd-
ini, greiðir borgarstjórin
frá. Sørvágur hevur nógvan
kommunalan veg. Helst
meira enn 10 kilometrar, so
har er nógv at halda. Asfalt-
erað hevur verið har sein-
astu dagarnar. Onkur gamal
bygningur er tikin niður, og
økið fríðkað.
Eisini á havnarlagnum
eru stórarbeiði gjørd, sigur
borgastjórin. Í samband
við, at fiskamóttøkan og
uppboðssølan hava ætlanir
um at flyta í onnur høli, er
ymiskt gjørt við bryggjuna,
umframt annað, ið hevði
verið gjørt kortini, sigur
hann.
Sørvágs bygd er drúgv at fara um við fleiri kilometrum av kommunalum vegi, sum skulu
asfalterast. Men stóra íløgan næsta ár verður dagstovnurin,sum byggjas skal
Mynd: Edvard Joensen
Atlantsflog er farið
undir nýggja tænastu,
ta sonevndu Netbook-
ing, har viðskiftafólk-
ið kann sita heima við
hús og avgreiða alt,
sum hevur við ferðina
at gera um egna teldu
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Atlantsflog hevur nú í eina
tíð boðið ferðafólki ta so-
nevndu Netbooking, tæn-
astuna.
Talan er um tænastu, har
ferðafólkið um internetið
sjálvt avgreiðir øll síni
viðurskifti í samband við
ferðina. Til ber at sita í egn-
ari stovu nær tað skal vera á
samdøgrinum og avgreiða
ferðina út í heim.
Kent Christensen, sølu-
stjóri hjá Atlantsflogi sigur,
at henda tænasta ger, at At-
lantsflog í grundini hevur
avgreiðsluna opna 24 tímar
um samdøgurðið, 365 dagar
um árið. Tí umframt at
keypa feðraseðilin ber til hjá
fólki at fáa allar teir upp-
lýsingar um flogferðsluna
hjá felagnum, sum annars er
gjørligt at fáa um telefonina.
Tú kanst umvegis teld-
una fáa upplýsingar um,
nær og hvar flogførini
flúgva. Hvar flogfarið er
statt júst nú, nær tað lendir,
um tað er seinkað og alt
hatta har. Eisink ber til at
skráseta seg til EuroBonus
og slíkar skipanir.
Tú kanst keypa ferða-
seðilin og gjalda við korti
beinanveg, og so velur tú,
um tú vilt hava ferðseðilin
sendan til hús, ella um tú
vilt heinta hann á flogvøll-
inum, áðrenn farið verður.
Tá keypst verður frá ein-
um umboðsmanni, er av-
greiðslugjaldið
sett
til
220,- krónur. Men um
keypt verður umvegis net-
booking, kostar avgreiðslan
100,- krónur, sigur Kent
Christensen.
Tú kanst velja at skráseta
teg í skipanini. Tá minnist
skipanin aftur tað, sum hent
er frammanundan við hes-
um ávísa kundanum.
Netbookin verður nógv
nýtt
aðrastaðni.
Kent
Christensen sigur, at At-
lantsflog kanska er komið
nakað seint í gongd við
hesi skipanini. Men hinveg-
in hevur felagið so fingið
eina góða skipan, sum er
løtt at arbeiða við. Eisini
hjá teimum, sum ikki reglu-
liga nýta slíkar skipanir.
Avgreið sjálvur
ferðseðilin heima
Atlantsflog bjóðar nú kundunum nýggja tænastu, har opið er
allar 24 timarnar í samdøgrinum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
13
12