Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 184 - 30. september 2003 Nr. 184 - 30. september 2003 11 Tað frættist í farnu viku, at sambands og javnaðarflokk- urin umhugsa sína støðu í grundlógarnevndini. Samstund- is er eitt eljustríð um, hvussu fjølmiðlarnir skulu bera seg at í politisku debattini, eitt stríð um atferð, eitt stríð um hatur og briksl. Vit mugu tí siga sum maðurin á sinni: nú er well! Kjak er gott, og at stríðast fyri politiskum sjónarmiðum er gott, men tað skal valdast. Ríkisfelagsvongurin í løgtinginum eigur at taka fullan lut í grundlógarnevndini. Tann nevndin kann gerast ein platformur fyri politiskum semingsroyndum í Føroyum. Allir floksformenn sita nú í nevndini og arbeiða víðari við nøkrum tankum, sum hava búnast í nøkur ár. Tann hug- farsligi fólkalívsfrøðingurin sum formaður og tey fólk, hann hevur havt afturat sær, hava klárað at gróðursett nakrar teoretiskar tankar, sum nú eru um at vera búnir politiskt. Hans Pauli Strøm legði á ráðstevnuni hjá nevndini í vár fram sítt boð uppá eina semju, og fólk í øllum politiskum heraðshornum tóku undir vit hansara ella líknandi tankum. Nú er so kjansurin at fáa loyst tann politiska knútin, sum hevur bundið okkum fast í botn tjóðskaparliga í so nógv ár. Lagt er upp til, at vit semjast um nøkur viður- skifti. Man skal siga, hvør vit eru, og hvar vit eru, og hvar vit kunnu fara. Allir flokkar mugu fáa sítt. Serliga týðandi fyri sam- bandsflokkin er ikki at brúka orðið grundlóg. Fyri allan ríkisfelagsvongin betýðir tað nógv at staðfesta, at tá man broytir støðuna er tað ikki líka so lætt sum at broyta vanligar lógir. Til hetta skal onkur serstøk mannagongd skipast., helst við eini bindandi fólkaatkvøðu. Fyri sjálvstýrisflokkarnar er tað viktugt at samtykkja, at vit eru eitt fólk, vit hava rætt at gera av okkara egnu lagnu, at vit í Føroyum eru samd um tað. Orð sum tjóð og sjálvs- avgerðarrættur eiga at verða nevnd. Her mugu øll vera við. Tað ber heilt einfalt ikki til, at vit ikki kunnu semjast um hesi viðurskftini og um eina nýggja stýrisskipan fyri Føroyar. Hetta landið er ikki nóg væl stýrt, og er tað nakað, sum tey fólkavaldu skulu taka sær av, so er tað sjálvari skipanini – herundir eini tjóð- skaparligari semju. Sambands- og javnaðarflokkurin eiga tí at fara uppí royndirnar at fáa tjóðina at semjast. Í Suðurafrika skipaði Nelson Madela fyri eini nevnd at skapa "Sannleika og Semju". Grundlógarnevndin kann síggjast sum okkara Sannleika og Semjunevnd. Semjan má tó eisini røkka nógv longur. Semjan má røkka til, at fólk, sum hava skeldast og barst síðani valið í 1998, ella kanska longri síðan, binda frið og semjast. Ongin má taka patent uppá at hugsa um vælferð, ongin má taka einkarrætt uppá at vera føroyskur, ongin má siga seg vera meiri verdan enn onnur sum menniskja, politikari ella føroyingur. Serliga skal frá Sosialinum ein hond til semju og brøðralag verða rætt út til øll fullveldissinnað í Føroyum. Farnu árini hava verið ein kampur, og nógv av okkum hava reagerað við kenslum. Fullveldi, ríkisfelagsskapur og vælferð – hesi hugtøkini sita í merginum og í sálini. Tí reagera fólk ofta ov harðliga, tí kemur briksl, og tí kemur hatur ella kenslan av hatri fram. Sosialurin skal tí sum tann fyrsti royna at ganga í seg sjálvan í leitan eftir sannleika og semju og sløkkja og útihýsa hatri. Lat okkum semjast. Lat okkum koma víðari. Lat okkum gera eitt nationalt kompromis. DAGSINS MEINING Sosialurin Nú er well ! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Føroyska Sjómanskirkjan – rætting av kunningarskrivi Jógvan Fríðriksson Gjaranes 25. sept. 2003 Í kunningarskrivi dagfest á Gjaranesi hin 10. sept. 2003 stendur at lesa í fyrsta reglubroti: »Hin 14. sep- tember 2003 varpar hin Føroyska Sjómanskirkjan (FSK) ljós á søguna og ar- beiðið hjá sjómanskirkjuni. FSK varð stovnað í Runa- vík hin 8. juli 1981. Tess vega hava vit valt Glyvra kirkju sum karm um há- tíðargudstænastuna. Um- boð fyri kirkjuráðini, prest- ar og onnur innboðin verða til gudstænastu saman við kirkjuliðnum á staðnum. Hin køni lesarin veit, at FSK varð stovnað á presta- fundi í KFUK í Tórshavn hin 2. juni 1981, og fyrsta nevndin varð vald sama dag. Hetta stendur at lesa sum inngangur til sjálva reglugerðina, ið seinast varð dagførd 29. juli 2001 á ólavsøkukonvent í Bispa- garðinum. Hin 8. juli 1981 varð so hin fyrsti nevndarfundurin hildin á Sjómansheiminum í Runavík. Talan er sostatt um nevndarfund og ikki stovningardag. Biðið verður um umber- ing fyri hetta mistakið, sum hervið verður rættað. Undirritað hevur ábyrgd av mistakinum. Marjus Dam løgtingsmaður Sambart Sjúrða Skaale superserfrøðingi, er tað er øðiligt, sum Jan er frekur. Sum blaðstjóri og jour- nalistur átti Jan Muller at kent ábyrgd. Hendan á- byrgd átti at víst seg við, at hann ikki setti fram spurn- ingar um politikk sam- gongunnar. Tá tey útvaldu í Tjóð- veldisflokkinum ikki seta spurningar fram, so er greitt, at Jan og onnur í seta fram spurningar eru frek, óseriøs og hatursfuglar. Eisini skulu hesi standa skúlarætt fyri super ser- frøðinginum S Skaale. Og tá skulu tey ikki seta spurn- ingar, men tey skulu tvørt- urímóti svara spurningum, ið Sjúrður Skaale setir vegna tey útvaldu. Og um Jan ikki svarar — so vísir hann veruliga hvussu stórt hansara ábyrgdarloysi er. Um lógarmál vóru ivirtikin og løgreglan føroyskt — so kundi nakað veruligt gjørt við hendan trupulleika. Í fullveldinum skal alfa- beti endurskoðast. Og har verður ikki pláss fyri nøkr- um spurnaðartekni. Tig og arbeið Arbeit macht frei — Null fólkaatkvøða — null demokrati — og null spurningar — null Jan M. Mæ,mæ,mæ - so einfalt. Ella er tað nú so einfalt Sjúrður Skaale? Jan Muller —skamma teg! Finnleif Guttesen Hvør og hvat skuldi forða fyri tí? Danjal Bjarkhamar (DB), býráðslimur í Vági, leggur upp til áhugavert tjak um samanlegging av komm- ununum í Suðuroy (dimma 27.sept.03). Eg má viðganga, at eg bleiv vónbrotin tá DB í sín- ari grein bert vendur sær til helvtina av suðuroying- unum, ístaðin fyri til øll sum búleikast á hesari vøkru oyggj. Um Suðuroyggin var ein samla eind,-og hvat skuldi forða fyri tí,- høvdu vit staði sterkari í allar mátar. Eg eri samdur við DB tá ið hann sigur, at vit skulu síggja eina samanlegging sum eina avbjóðing, ein møguleika at menna um- støðurnar, men ikki bert hjá einum ávísum parti av teimum sum búgva í Suð- uroy, men í allari Suðuroy. Eg havi tí ein spurning til DB um, hví hann bert vil vera við til at menna um- støðurnar hjá helvtini av teimum, sum búleikast í Suðuroy? Suðuroyggin – ein kommuna, sjálvsagt! Mikudagin 1. oktober frá kl. 15 til 17 hevur Tórshavnar Sløkkilið almenna móttøku við Oyggjarvegin í sam- bandi við, at tað í ár eru 70 ár síðani, at Tórshavnar býráð gjørdi av at skipa eitt fast sløkkilið í býnum TÍÐINDASKRIV Tað var í 1933, at Sløkki- liðið varð stovnað. Men nógv er broytt síðani Johan Shell, Rubekk hjá Mouritsi, Bil-Óli, Zacharis Reyna- garð, Anton og André Andresen og aðrir góðir havnarmenn vóru sløkki- liðsmenn í býnum og høvdu sproyturoyndir úti á Reyni. Tá Tórshavnar Sløkkilið í 1948 fylti 15 ár, flutti støð- in í Varðagøtu, har p/f Wenzel Petersen hevði havt bil- og verkstað í nøkur ár. Verkstaðið varð innrættað til brandstøð, og vóru um- støðurnar eftir tátíðarinnar krøvum góðar. Í Varðagøtu húsaðist Sløkkiliðið tey næstu nógvu árini, til flutt var nið- an á Oyggjarvegin í de- sember 1994. Men Brandstøðin er ikki bara eldur og eldsløkking. Har er eisini eitt stórt savn við ellisakførum, tí seinastu árini er nógv gjørt burturúr at seta gomlu sløkkiliðsbil- arnar í so góðan stand, at teir kunnu koyra. Somu- leiðis er øll tann gamla útgerðin og amboð, sum ikki verða nýtt í dag, savn- að á støðini. Fyri rættiliga at markera dagin, fær støðin ein nýggja brandbil við allari hugsandi útgerð, og kemur hesin bilurin at standa í túninum saman við øllum hinum 15 bilunum. Í sambandi við 70 ára dagin verður sum sagt opið hús á Brandstøðini miku- dagin 1. oktober. Nógv er at síggja á støðini, og gleðir starvsfólkið seg at síggja fyrrverandi starvsfólk, vin- ir og kenningar henda dag in. Tórshavnar Sløkkilið 70 ár Tórshavnar Sløkkilið í 1950. Uppi í lastini: Martin Mortensen, Thorstein Mortensen, Christian (Kiss) Samuelsen, Jacob Midjord og Jacob Simonsen. Framman fyri bilin: Kaj Christiansen, Gregorius Gregoriussen, Johan S. Michelsen, Erik Landau, fúti, André Andrésen, brandmeistari, Zacharias Reynagarð og Ole Arge. Mynd: Tórshavnar Sløkkilið 50 ár Gamla sproytan frá 1776 varð seinastu ferð brúkt til eldsløkking á Velbastað í 1939. Her standa Johan Shell, Rubek Rubeksen og Jón Hansen við gomlu sproytuni Mynd: Tórshavnar Sløkkilið 50 ár Við Norrønu mánadagin kom hesin Mercedes Benz brandbilurin. Bilurin er uppbygdur í Danmark hjá Ringe Karrosseri á Fyn. Hann er ein 4x4 við automatiskum girum. Tangin er 2000 litrar Mynd: Tórshavnar Sløkkilið C M Y K 11 10