týsdagur 30. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 184 - 30. september 2003
Nr. 184 - 30. september 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Á fundi 24. septembur avgjørdi
OPEC, at framleiðslan hjá lima-
londunum skal skerjast við 3,5%
ella 900.000 tunnum dagliga. Or-
søkin er, at oljuprísurin í septem-
bur lækkaði um 16% niður í 25
dollarar fyri tunnuna. Sam-
stundis er OPEC órógvað av, at
framleiðsluevnini hjá Irak alsamt
økjast, og at oljugoymslurnar í
USA eru á tremur. Avgerðin førdi
við sær, at oljuprísurin hækkaði
um 4% í 27 dollarar. Eftir av-
gerðin hjá OPEC, fullu bæði
partabrøv og lánsbrævarentur.
Orsøkin er, at orka stendur fyri
stórum parti av útreiðslunum hjá
virkjum og einstaklingum, og ein
hækkani oljuprísur virkar tískil
sum ein búskaparlig táttan.
Marknaðarrák
metur
tað
ósanlíkt, at boðini frá OPEC til
limalondini fær nakra ávirkan á
framleiðsluna sum frálíður. Olju-
málaráðharrin í Noreg segði eftir
OPEC fundin, at Noreg ikki sær
nakra orsøk til at skerja fram-
leiðsluna, og samstundis vilja
lond, sum ikki eru limir, m.a.
Russland, framleiða sum teimum
lystir. Oljuveitingin til marknað-
in vil tískil neyvan fella sum frá-
líður, og oljuprísurin vil tískil,
ikki tálma búskaparlig gongdini í
USA og Evropa.
Nú 3. ársfjórðingur er liðin, má
staðfestast, at hesin gjørdist
góður fyri partabrævaeigarar.
Kortini hava teir seinastu dagar-
nir verið truplir. Orsøkin er, at
eitt sindur av fjáltri er komið í
íleggjarar eftir at búskaparligar
uppgerðir, serliga úr USA, sein-
astu vikurnar hava verið heldur
lakar. Spurningurin er tí settur,
um partabrøvini sum heild eru
hækkaði ov nógv og ov skjótt
seinastu mánaðirnar. Partur av
hesum spurninginum kann svar-
ast seinni í hesari vikuni.
Hesa vikuna koma fleiri
áhugaverdar búskaparligar upp-
gerðir úr USA, og Marknaðarrák
metur, at vikan kann gerast skift-
andi. Fríggjadagin kemur mán-
aðarliga frágreiðingin um støð-
una
á
arbeiðsmarknaðinum.
Hendan er sera týdningarmikil, tí
hóast betur gongur í amerikanska
búskapinum, eru arbeiðspláss
ikki skapt í seinastuni. Niður-
støðan í frágreiðingin verður av-
gerandi fyri hvussu láns- og
partabrævamarknaðirnir
enda
hesa vikuna. Væntað verður at
arbeiðspláss aftur fóru fyri skeyti
í september, men um hesi verða
færri enn væntað, kann frágreið-
ingin tó hava positiv árin á
marknaðirnar.
Í næstu viku byrja roknskapar-
kunngerðirnar fyri 3. ársfj. av
álvara. Hetta kann tálma kurs-
gongdina hesa vikuna nakað.
Marknaðarrák metur, at mest
talar fyri, at tølini fyri hendan
ársfjórðingin gerast eins góð sum
seinasta ársfjórðing.
Oljan hækkað eftir avgerð frá OPEC
Vika 40, 2003
www.kaupthing.fo
Miseydnað roynd at rógva til Hetlands
Leygardagin fór kapp-
róðrarbáturin Norð-
ingur úr Hvanna-
sundi. Umborð vóru
níggju treystir menn,
má sigast, tí ætlanin
var at rógva úr Føroy-
um til Hetlands. Onki
hevur verið gjørt
burtur úr hesum, tí
menn vistu framman-
undan, at møguleik-
arnir fyri at megna
tað, vóru avmarkaðir
hesa ársins tíð
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Ætlanin um at fara at rógva
niður til Hetlands kom
spakuliga fram í kappróðr-
arneystinum í Klaksvík fyrr
í summar. Menn tosaðu
nógv um tað, men teir
gjørdu ikki nógv burtur úr
tí. Tí at teir vistu ikki,
hvussu tað fór at ganga.
Men so leygadagin vóru
allar fyrireikingarnar lidn-
ar, og Norðingur kundi so
fara úr Hvannasundi. Við
teimum sigldi Jógvan S.
Tað gekk gott um dagin.
Teir høvdu eitt lítið viðrák,
og
báturin
gekk
við
hampuligari
ferð.
Men
seinni út á kvøldið fingu
teir mótvind. Og hetta helt
á alt kvøldið, náttina og
morgunin við.
Tá byrjaðu menn at tosa
um, hvussu longi kreftir
fóru at vera til tað, so teir
ringdu umborð á Jógvan S
og bóðu teir kanna veður-
tíðindini.
Boð komu aftur av Jógv-
an S um, at hann møguliga
fór at minka vindin, men
lotið í móti fór at standa
við. Teir róðu so aftur ein
tein, men so komu aftur
boð frá Jógvani S um, at
hann fór at fara yvir í land-
synning. Og tað merkti
beint í móti, og so gjørdu
teir av at gevast.
– Vit vistu tá, at vit fóru
at orka tað í eina nátt aftur-
at, men um tað fór at blíva
við í fleiri dagar, so var
spurningurin, hvussu longi
kreftirnar fóru at halda til
tað, sigur Fróði Waag, sum
er ein av teimum níggju.
Hann sigur, at teir sats-
aðu upp á at fáa viðrák
meginpartin av teininum.
Og soleiðis hevði tað eisini
sæð út, men so broyttust
veðurlíkindini, og gjørt var
av at gevast.
– Tað var ongantíð vandi
á ferð ella nakað. Og veðrið
var gott, so tað einasta, sum
vit høvdu ímóti okkum var
hesin ólukku mótvindurin,
sum terir so nógv upp á
kreftirnar, sigur hann.
Hann greiðir frá, at við
viðvindi, høvdu teir vænt-
að, at túrurin fór at taka
umleið fýra ella fimm
dagar. Men í mótvindi
kundi tað lættliga blíva til
einar átta ella níggju.
Royna aftur
Menn hava tó ikki mist
mótið av hesum. Fróði sig-
ur, at teir hava ætlanir um at
royna aftur. Men tað verður
so ikki í ár.
– Møguliga komandi
summar. Tað liggur so í øll-
um førum í luftini, sigur
Fróði. Hann heldur ikki, at
tað var ov langt útliðið í ár.
– Vit høvdu ikki gjørt
hetta, um vit hildu tað, sig-
ur hann, men ásannar tó, at
møguleikarnir fyri longri
tíðarskeiði við góðum veðri
er nógv betur á sumri.
Hann sigur, at teir nú eis-
ini eru betur fyrireikaðir til
eina aðru ferð. Hava fingið
eina vitan, sum teir ikki
høvdu frammanundan um so
at siga øll viðurskiftini við-
víkjandi einum tílíkum túri.
Fróði sigur at enda, at
hetta er nakað, sum teir
hava tosað um so at siga á
hvørjum ári, meðan hann
hevur róð. Tað er ikki
nakað beinleiðis endamál
við túrinum, uttan at teir
sjálvir fáa nakað burturúr.
– Men vit hava fingið
stuðul hesuferð upp á yms-
ar mátar, og tað eru vit sera
takksamir fyri. Serliga fyri
at Jógvan Lützen lagaði tað
soleiðis til, at Jógvan S
kundi sigla við okkum, tí
uttan hann hevði henda
royndin uttan iva verið av
ongum, sigur Fróði Waag.
Norðingur á veg út úr
Hvannasundi leygardagin.
Teir róðu góðar 40 fjórðingar
men gjørdu síðani av at
gevast, tí veðurlíkindini vóru
ikki við teimum
Mynd: Kristian E. Zachariassen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Óli í Hjøllum 55
Í gjár, 26. september, fylti
Óli í Hjøllum í Porkeri 55
ár. Hann varð føddur á
Toftum, sonur Elsu Poulsen
av Skipanesi og Jens Jacob
í Hjøllum av Toftum.
Óli tók læraraprógv í
Havn í 1971 og var síðani
lærari á Toftum til 1987.
Áðrenn hann fór úr starvi
har, hevði hann verið vara-
skúlastjóri í eitt ár og
skúlastjóri í eitt ár.
Hann flutti til Porkeris og
var lærari har í eitt ár. Í
1988 tók hann við sum
skúlastjóri í Vági. Hann er
giftur við Jónhild Bech úr
Porkeri.
Róland Nónfjall
55
Mánadagin 29. september
fyllir Róland Nónfjall í
Sumba 55 ár. Hann varð
føddur í Hvalba, sonur
Magnu Jacobinu Ellender-
sen og Poul Jóhannes
Nónfjall.
Hann tók læraraprógv á
Ranum Seminarium í 1973
og hevur verið lærari í
Sumba síðani. Hann hevur
verið á fleiri stuttum skeið-
um í føroyskum, donskum
og matematikk.
Dagurin
30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi
kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm
var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti
hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann
latínska bíblian Vulgata, ið enn verður nýtt í katólsku
kirkjuni. Vulgata merkir tann, ið vanliga verður nýtt.
Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í
Betlehem. Saman við Ambrosiusi, Augustinusi og
Gregori ein av katólsku kirkjufedrunum.
Prógv sum stálskipasmiðir
Fríggjadagin 26. september
fingu tríggir stálskipasmiðir
prógv á Tekniska Skúla í
Havn.
Teir vóru: Claus Hadberg,
Skála, Petur Oluf Jacobsen,
Klaksvík, og Árant Kjeld,
Funningsfjørður. Allir hava
teir lært á Skála
Skipasmiðju.
Mynd: Jens Kristian Vang
Halgir Winther
Poulsen 65 ár
Mánadagin, 29. september,
á
mikkjalsmessu,
fylti
Halgir W. Poulsen advo-
katur í Havn 65 ár. Halgir
er
skopuningur,
sonur
Kristionnu, f. Mikkelsen,
av Tvøroyri
og
Niels
Winther Poulsen, úr Skop-
un.
Hann tók sína advokat-
útbúgving í Keypmanna-
havn og arbeiddi í nøkur ár
sum
advokatfulltrúi
á
advokatskrivstovu
hjá
Mogens Glistrup, áðrenn
hann flutti heim aftur til
Føroya.
Síðan seinnu helvt av 60-
unum hevur Halgir arbeitt
sum advokatur í Havn.
Hann er ein kendur og av-
hildin advokatur, sum dugir
sera væl at argumentera
fyri sínun sjónarmiðum og
tosar um løgfrøði, soleiðis
at vanlig fólk skilja tað.
Hann fylgir væl við í tí sum
fyriferst, bæði úti og heimi.
Hann hevur luttikið í
nógvum nevndararbeiðum,
sum hava havt stóran
samfelagsligan
týdning,
sum t.d. um yvirtøku av
undirgrundini, marknaðar-
samráðingum millum Før-
oyar og Bretland, og var
hann við í oljuráðlegging-
arnevndini.
Hann var við í nevndini
sum skrivaði hvítubók.
Eisini var hann formaður í
nevndini, sum fyrireikaði
yvirtøkuna av skipasýnin-
um.
Eitt tíðarskeið í seinnu
helvt av 90-unum las hann
altjóðarætt í London.
Hann hevur verið virkin
innan Amnesty Internatio-
nal-Føroya Deild, har hann
hevur verið nevndalimur og
formaður. Hann var í nógv
ár formaður í nevndini í
Føroya Sparikassa.
Saman við ørðrum eigur
og rekur Halgir advokat-
skrivstovuna í Fr. Peter-
sensgøtu í Havn.
Hann er giftur við Ásu
Ellefsen, ættað úr Miðvági,
dóttir Sofíu, f. Højgaard, og
Joen
Elias
Ellefsen
í
Miðvági. Ása og Halgir
eiga børnini: Elin, Niels,
Jógvan Elias og Kristionnu.
C
M
Y
K
9
8
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in