Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 184 - 30. september 2003 Nr. 184 - 30. september 2003 7 Formenninir í teim- um politisku flokkun- um fara nú at við- gerða, hvussu tjóð- skaparligu støðan hjá føroyingum skal stað- festast í nýggju grundlógini GRUNDLÓGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu vit hava at vita, hvat ið ein føroyingur er. Hetta er nevniliga ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Ein nevnd undir Løg- tinginum hevur nú í fleiri ár arbeitt við spurninginum um at orða eina nýggja, før- oyska grundlóg. Í eini nýggjari grundlóg skal tað eisini staðfestast, hvat ein føroyingur er. Og júst hesin spurningur- in kann vísa seg at verða ein trupul knútur at loysa. Hann kann enntá vísa seg at gerast so trupul, at hann rætt og slætt fer at beina fyri grundlógarnevndindini. Javnaðarflokkurin hevur kravt at fáa spurningin um tjóðskaparliga støðu føroy- inga í nýggju grundlógini avgreiddan sum skjótast. Fæst ikki semja um tað, sær flokkurin onga meining í at halda fram í arbeiðnum í grundlógarnevndini. Somuleiðis umhugsar sambandsflokkurin sína støðu í nevndini Hvussu tað so endar við grundlógarnevndini, fáa vit at vita um ikki so langa tíð. Nú er avgjørt, at formenn- inir fyri teir politisku flokk- arnar skulu seta seg saman at viðgera tjóðskaparliga spurningin. Tað arbeiðið fara teir undir beinanvegin. Onki vert Summir politikarar haldam at tað hevur avgerðandi týdning at finna semju um tjóðskaparliga spurningin. Tá ið spurningurin varð umrøddur á Løgtingið her- fyri, segði løgmaður, at tað hevur stóran týdning at finna eina stóra semju um hetta. Í tí sambandi helt Anfinn Kallsberg at fáat tey mest víðgongdu sjónarmiðini at mýgkjast, hevði tað hevði verið eitt langt stig á vegn- um. - Ein stór semja krevur, at flokkarnir hava virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvørj- um øðrum. Hinvegin helt løgmaður, at fáa vit ikki eina stóra semju um tjóðskaparliga spurningin, er tað eisini iv- ingarsamt um vit fáa eitt úrslit yvirhøvur. - Eg haldi, at í einum so týdningarmiklum arbeiði sum hesum, er tað týdning- armikið at finna eina stóra semju, annars er tað onki vert, segði Løgmaður. Gleðir seg at staðfesta Høgni Hoydal sigur, at vit eiga at gera alt, fyri at finna eina stóra semju. Hann sigur eisini sam- gongan hevur gjørt tað, hon kann fyri at fáa eina stóra semju, tí eru allir flokkar við í arbeiðnum. - Var ætlanin at gera ein grundlóg, uttan at at geva henni tað viðgerð, hon hev- ur fingið, hevði ongin or- søk verið til at fingið allar flokkar við í arbeiðið. Men hann sigur, at mis- eydnast tað at finna eina stóra semju, er arbeiðið í grundlógarnevndini á ongan hátt. - Tað arbeiðið, sum er gjørt, hevur ómetaligan stóran týdning, tí vit hava viðgjørt ein hóp av málum, sum hava við viðurskiftini hjá føroyingum at gera, bæði mannarættindini, rættindini til at troyta til- feingið, vit hava, hvussu Løgtingið og landsstýrið skulu skipast, hvussu land- ið skal stýrast fíggjarliga, umframt nógvar aðrar spurningar. Hvussu tjóðskaparligi parturin í grundlógarar- beiðnum skal orðast, vil Høgni Hoydal ikki gera viðmerkingar til fyri ikki at forða fyri eini loysn. Hann heldur, at grund- lógarráðstevnan ruddaði nakrar misskiljingar av vegnum. Men hann ivast í, um talan yvirhøvur er talan um nakra ósemju. Hann heldur eisini, at grundlóg- arráðstevnan vísti, at tað ber til at fáa eina semju. - Eru vit ósamd um, hvussu rættindini hjá føroy- ingum skal vera? Eru vit so ósamd um tað, at vit ikki fáa tað fest niður í eina grundleggjandi lóg? Høgni Hoydal sigur, at hann gleðir seg til at fáa tann spurningin staðfestan. - Tað, vit skulu tosa um, er, hvørji rættindi, vit skulu hava sum eitt fólk ella ein tjóð og, hvør støða okkara sum eitt land er. Tað, vit skulu tosa um, er okkara rættindi og okkara rættar- støðu og tað hevur hann góðar vónir um at flokkar- nir kunnu semjast um, hó- ast teir annars standa rætti- liga langt frá hvørjum øðrum í tjóðskaparliga spurninginum. Og hann heldur avgjørt, at skuldi tað kortini mis- eydnast, hevur viðgerðin undir ongum umstøðum ver- ið burturspilt, tí tað er undir øllum umstøðum gagnligt at fáa eitt kjak um evnið - og so fáa vit undir øllum umstøð- um staðfest, akkurát, hvar ósemjurnar eru. - Tjóðskaparligi spurningurin er bara ein evarska lítil part- ur av arbeiðnum at gera eina nýggja grundlóg, men kort- ini kann hann beina fyri øllum arbeiðn- um, sigur Jóannes Eidesgaard GRUNDLÓGAR- NEVNDIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Fáa vit ikki eina semju um tjóðskaparliga spurn- ingin, er ongin meining at tosa um restina. Jóannes Eidesgaard sigur at javnaðarflokkurin hevur eina greiða støðu til fram- haldandi arbeiðið í grund- lógarnevndini. Hann sigur, at tað er neyðugt at fáa greiði á, um semja fæst um tað tjóð- skaparligu orðingina í grundlógini. Tí vil hann hava tann spurningin avgreiddan beinanvegin, tí fæst ikki semja um tann spurningin, dugir hann ikki at síggja endamálið í at halda fram yvirhøvur. Og sum tað sæst í hinari greinini, kemur júst tann spurningurin at standa sína roynd nú. Sjálvur vónar hann, at tað fer at bera til at finna semju um tjóðskaparliga spurn- ingin. - Í veruleikanum er hetta bara ein ógvuliga lítil part- ur av grundlógararbeiðn- um. Alt hitt, vit hava við- gjørt í nevndini um viður- skiftini hjá føroyingum, rættindi og skyldur hjá før- oyingum, løgtingið og landsstýrið og nógv onnur mál, hevur verið stak, stak áhugavert, og tað er nógv tann størsti parturin av ar- beiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard Og hann ivast ikki í, at alt tað fer tað at bera til at finna semju um. Men eftir stendur so tann tjóðskaparligi spurning- urin, sum verður avgerð- andi. - Tað er umráðandi at fáa tann spurningin til við- gerðar sum skjótast og at fáa greiði á, um tað ber til at finna semju ella ikki, tí miseydnast tað, er tað meningsleyst at halda fram yvirhøvur. Men av tí, at hetta er tann avgerðandi spurningurin, er tað umráðandi, at hann ikki verður skumpaður undan alla tíðina. - Finna vit ikki semju, er arbeiðið dottið á gólvið. Vit mugu fyri alt í verðini ikki koma í eina støðu, har tað er samgongan, sum atkvøð- ir eina grundlóg ígjøgnum tingið og andstøðan at- kvøðir ímóti. Grundlógin er fyri øll. Hon er grundar- lagið undir samfelagnum og tí má hon eisini hava stóra undirtøku. Tveir møguleikar Jóannes Eidesgaard sigur, at formaðurin í grundlógar- nevndini hevur skotið upp, at har ósemja er í grundlóg- arnevndini, skal tað at- kvøðast. - Eg ætli mær ikki at verða niðurstemmaður um tjóðskaparliga spurningin, beint áðrenn vit skulu vera liðug. Tí vil eg hava málið avgreitt so skjótt sum gjør- ligt, sigur formaður Javn- aðarfloksins. - Sjálvur heldur hann, at tað eru tveir møguleikar at finna semju um tjóðskap- arliga spurningin. - Tað mest nærliggjandi er at vit staðfesta støðuna, sum hon er. Men so ber eis- ini til at staðfesta, hvussu farast skal fram, skal støða okkara í ríkinum broytast. Til dømis sigur formaður javnaðarfloksins, at tað skal standa í grundlógini, at tað eru føroyingar, sum hava fullan avgerðarrætt um, antin vit vilja broyta støðu okkara í ríkinum, ella fara úr ríkinum. - Hin møguleikin er, at vit gera eina politiska semju um tjóðskaparliga spurningin og um, hvørja leið, vit skulu halda. Men tað trýr formaður javnaðarfloksins lítið uppá. Hann trýr ikki uppá, at tað ber til at fáa sambands- flokkin og tjóðveldisflokk- in at boyggja seg so mikið at tað ber til at orða eina slíka semju. Hann heldur somuleiðis, at tað ber ikki til at brúka grundlógina til at orða eina politiska ætlan um at " Føroyar er eitt land við full- veldi" ella onkrum slíkum. Tað ber ikki til, uttan at semja fæst um tað og tað væntar hann avgjørt ikki. Nú skulu vit hava at vita hvat ið ein føroyingur er Lítið mál kann koppa góðari ætlan - Høgni Hoydal sigur, at tað, vit skulu viðgerða er, hvørji rættindi, vit skulu hava sum eitt fólk ella ein tjóð og, hvør støða okkara sum eitt land er og tað væntar ikki at ósemja verður um Grundlógararbeiðið má ikki gerast ein grundlóg fyri samgonguna, tí so er arbeiðið fullkomiliga miseydnað, sigur Jóannes Eidesgaard Fíggjarlógin framløgd í dag Seinnapartin í dag verður løg- tingsfíggjarlógin fyri 2004 alment løgd fram. Talan er um sjálvan karmin fyri før- oyska samfelagið fyri næsta árið, og stórur spenning- ur er hesaferð um, hvussu úrslit- ið fer at síggja út FÍGGJARLÓG Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Av Fíggjarmálaráðn- um verður upplýst, at Karsten Hansen hel- dur tíðindafund í dag klokkan 13.30, har høvuðstølini í Løg- tingsins fíggjarlóg fyri komandi ár verða løgd fram. Samstundis verður uppskotið til fíggjarlóg handað tingmonnum. Einaferð í næstu viku fer løgtingið undir at viðgera fíggj- arlógina, og tað plagar at taka einar tríggjar dagar. Síðan fer hon í fíggjarnevndina, sum sendir boð til allar hinar nevndirnar um at koma við viðmerking- um. Innan tveir mán- aðir skal fíggjarnevnd- in leggja álit fyri løg- tingið, og fíggjarlógin skal so vera endaliga samtykt við triðju við- gerð innan árslok. Enn eru eingin endalig tøl avdúkað. Heldur ikki, um fíggj- arlógin gevur hall ella yvirskot. Greitt er kor- tini, at Karsten Hansen hevur álagt øllum ráð- unum at spara eitt prosent komandi ár. Tíðirnar eru ikki so góðar longur, og tí verður táttað í á fleiri økjum. Samgongan er samd um at halda aftur á íløgusíðuni, men kortini er peningur settur av til viðlika- hald av vegakervi, ferjulegur, skúlabygg- ing og ellis- og røktar- heim. Stóri stríðsspurning- urin hevur sum skilst verið almennu rakstr- arútreiðslurnar, sum eru so nógv vaksnar síðstu árini. Nú vit kunnu vænta sjey rak- ari ár, skal almenni bygnaðurin eisini klænka, men tað er lættari sagt enn gjørt, m.a. tí lønarhækkingar eru í væntu. Formaðurin í Grundlógarnevndini harmast, at andstøðuflokkarnir brádliga eru farnir at umhugsa sína støðu í nevndini, ið skal orða eina føroyska grund- lóg, evstulóg ella fremstulóg. Verður álvara gjørt av hóttanini, verður talan um eitt serfrøðingauppskot, har sjónarmiðini hjá einum stórum parti av fólkinum ikki eru umboðað, sigur hann GRUNDLÓGARNEVND Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað hevði verið ein stórur missur fyri eina føroyska grundlóg, um Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin gera álvara av hóttanini at taka seg úr Grundlógarnevndini. Tað sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Grund- lógarnevndini, nú bæði Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin siga seg um umhugsa sína støðu í Grundlógarnevndini. Tað var í Sosialinum í síðstu viku, at Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eides- gaard staðfestu, at teirra flokkar í hesum døgum skulu taka støðu til, um teir vilja halda fram við ar- beiðnum í Grundlógar- nevndini. Høvið til nýggju støðuna er, at løgmaður á tingsins røðarapalli segði tingmenn bara hava skyldu til at fylgja sínari sannfør- ing. Tað fekk Lisbeth L. Petersen, forkvinnu Sam- bandsfloksins, at siga, at so mátti flokkurin gera støð- una upp, tí flokkurin ongantíð fer at taka undir við einari føroyskari grund- lóg. Danska grundlógin skal eisini vera okkara, staðfesti hon. Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins, treytaði hinvegin eina víð- ari luttøku í nevndini við, at ein semja fæst um tann tjóðskaparliga spurningin. Annars tekur flokkurin seg úr arbeiðnum. Uttan ávirkan Jóan Pauli Joensen harmast um nýggju tónarnar frá andstøðuleiðarunum, tí ar- beiðið hevur gingið væl í nevndini higartil, heldur hann. – Eg vóni, at teir hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir taka seg úr nevndini. Eg trúði, at tað var semja um, at vit skulu gera hetta arbeiðið liðugt. Er tað ikki galdandi, so er okkurt broytt, sigur hann. Sambært arbeiðssetn- inginum, skal Grundlógar- nevndin gera eitt álit, sum skal vera liðugt á Flagg- degnum komandi ár. Sam- bært nýggju lógini fyri nevndina, er tað ikki longur ein treyt, at lógin skal vera til eitt føroyskt fullveldi. Heitið á arbeiðnum hjá nevndini, Grundlógar- nevnd, er bara ein arbeiðs- tittul, og tí skilir formaður- in ikki, at andstøðan knapp- liga kúvendir. – Tað er einki endaligt. Allir møguleikar standa opnir. Politikkur snýr seg um at hava ávirkan, men seta flokkarnir seg uttan- fyri, so fáa teir onga ávirk- an á endaliga úrslitið. Sjálvt Sambandsflokkurin hevur sagt, at stýrisskipan- in krevur ábøtur, og tað ar- beiðið kann eisini gerast í Grundlógarnevndini. Um lógin kemur at eita grund- lóg, fremstalóg ella evsta- lóg er ikki so umráðandi, men tað hevur stóran týdn- ing, at fólkið tekur støðu til hetta, sigur Jóan Pauli Joensen. Stuttskygt og tápuligt Javnaðarflokkurin hevur ført fram, at Grundlógar- nevndin er eitt upplagt høvi at orða eina tjóðskaparliga semju, sum bróðurparturin av fólkinum kann taka undir við. Lógin kann orð- ast soleiðis, at til ber at fara til fullveldi ella samveldi alt eftir, hvussu tað gongur frameftir. Røkist onki fyri, at tann semjan fæst, so hevur Javn- aðarflokkurin ikki hug at vera við longur, sigur Jóan- nes Eidesgaard. Til tað sig- ur Jóan Pauli Joensen: – Eingin semja fæst við at loypa frá í úrtíð. Alt tekur sína tíð, og tingini skulu mýkjast, sum Atli Dam plagdi at taka til. Á seinasta fundi samdust vit um, at ein nevnd skal setast, sum skal arbeiða við, hvussu støða Føroya skal vera til onnur lond. Tað skuldi borið til at funnið eina semju, og tað hevði verið tápuligt, um stuttskygdur politikkur skal beina fyri arbeiðnum at byggja eitt felags støði undir allari føroyskari lóg- gávu, sigur Jóan Pauli Joensen. Eitt skitsuuppskot Formaðurin í Grundlógar- nevndini sigur annars, at bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt eitt gott arbeiði í nevndini. Og tað hevur eis- ini stóran týdning at fáa teirra sjónarmið við, nú eitt álit skal orðast. – Tað álitið, sum verður lagt fram á komandi Flagg- degi, verður ikki ein liðugt orðað grundlóg. Tað náa vit ikki. Tað er heldur eitt skitsuuppskot, sum tað skal bera til hjá fólkinum at ávirka. Tí hevur tað so stór- an týdning at sjónarmiðini hjá andstøðuflokkunum eru umboðað, og at tað er pláss fyri fleiri meiningum. Ann- ars missa vit nógv, sigur Jóan Pauli Joensen. Verður tað, sum tað ljóð- ar í løtuni, at stóru and- støðuflokkarnir stinga í sekkin, so verður arbeitt víðari kortini, sigur for- maðurin í nevndini. – Vit hava fingið álagt eitt arbeiði, og tað ætla vit sjálvandi at fullføra. Men uttan andstøðuflokkarnar verður helst bara talan um eitt serfrøðingaarbeiði, sig- ur Jóan Pauli Joensen. Grundlógin á gravarbakkanum Tað hevði verið tápuligt, um stuttskygdur politikkur skal beina fyri arbeiðnum at byggja eitt felags støði undir allari føroyskari lóggávu, sigur Jóan Pauli Joensen Mynd: Jens K. Vang Í grundlógarnevndini sita: 1. Trý umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri. Eitt umboð fyri teir flokkar, sum hava tríggjar tingmenn ella færri 2. Løgmaður. 3. Landsstýrismaðurin í lógamálum. 4. Átta persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum. Fakta C M Y K 7 6