leygardagur 20. mai 2000síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
32
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
P/F ALMA
á Hjalla 15
P.O. Box 1338
FO-110 Tórshavn
Tel. 315 890
Fax 313 500
E-mail: alma@alma.fo
www.alma.fo
Servicefólk / mekanikarar
Søkt ver›ur eftir fólki til verksta›in
at byrja beinanvegin.
Vit hava brúk fyri fólki at umvæla og
servisera bæ›i maskinur og motorar.
Arbei›ir tú sjálvstø›ugt og hevur hug
til eitt fjølbroytt starv, so ring til:
Snorri Johansen
á telefon 315 890 ella 222 003
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
LMB
FØROYA HANDILSSKÚLI
LEIÐSLUMENNINGARBÓLKURIN
Evnisskeið
Í okkara øld er tann rætti leiðsluhátturin avgerandi fyri, um ein
fyritøka fer at hava eydnuna við sær ella ikki.
Kendi fyrilestrahaldarin og professorur við Handilsháskúlan í Árhus,
Steen Hildebrandt, kemur til Føroyar at hava evnisskeið við hesum
evni. Steen Hildebrandt tekur tráðin upp, har Lars Kolind slepti.
Orsakað teim stóru broytingunum í samfelag okkara verða krøvini
á arbeiðsmarknaðinum tilsvarandi stór, eins og leiðsluhættirnir
verða tað.
Hugtøk sum "Den lærende organisation", "Forandringsledelse",
"Værdibaseret ledelse", "Knowledge Manegement" eru hugtøk, sum
nýggju, alheims leiðsluástøði hava lagt dent á, og sum Steen
Hildebrandt fer at viðgera á hesum evnisskeiði.
Læruprocessir og vitan hava alstóran týdning fyri, um fyritøkur
skulu hava framburð og vera kappingarførar á altjóða støði. Júst
hesi viðurskifti eru neyðug, um fyritøkurnar skulu vinna
kappingina við teim smáu marginalunum.
Steen Hildebrandt fer at greiða frá, hvussu leiðsluhættirnir verða,
hvørjar avbjóðingar og forðingar verða, og hvørjar fyritreytir skulu
verða til staðar fyri, at man sum leiðari á fyritøkuni fær eydnu við
sínum leiðslustarvi.
Dagur:
Mikudagur 31. mei 2000, kl. 14.00 - 20.00
Stað:
Hotel Føroyar
Kaffi við heimabakaðum køkum
Døgurði við tveimum rættum og onkrum leskandi afturvið
Kaffi við smákøkum
Tilmelding: Føroya Handilsskúli, Marknagilsvegur 177, Fo-100 Tórshavn
tel 31 71 77
Kontaktpersónur: Katrin Gudmundsdóttir Isfeld,
T-postur:kgi@hsh.fo
Freist:
24. mei 2000
Kostnaður: kr. 1550.-
Málbólkur: Topleiðsla, millumleiðsla, komandi leiðarar og annars øll,
sum hava áhuga í nútímans leiðslu.
Leiðsla í nýggju øldini
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Undirvísingar- og mentamálastýrið
Starvið
Í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er eitt
áhugavert og fjølbroytt starv sum lærugreinaráð-
gevi í føroyskum fyri vinnu-, miðnáms- og hægri
útbúgvingar leyst at søkja til setanar 1. august
2000.
Høvuðsuppgávurnar hjá lærugreinaráðgevanum
verða m.a., at:
•
Menna innihald og góðsku í lærugreinini før-
oyskt
•
Hava námsfrøðiligt eftirlit við undirvísingini
í føroyskum
•
Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan fak-
økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir,
reglur o.a.
•
Stíla fyri eftirútbúgving av lærarum
•
Luttaka í verkætlanum serliga á tí námsfrøðil-
iga økinum og innan KT-økið
•
Samskipa virksemið við tilknýti til økið við
aðrar deildir, stovnar og áhugafelagsskapir
Lærugreinaráðgevin skal tryggja, at nevndu upp-
gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi,
og at mannagongdirnar eru í samsvari við nútím-
ans krøv.
Viðkomandi má umframt omanfyri nevndu upp-
gávur vera til reiðar at átaka sær aðrar almennar
uppgávur í fyrisitingini.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarnir hava
•
Kandidatprógv frá universiteti við prógvi í
føroyskum, sum í minsta lagi skal vera á
exam.art-stigi
•
Verkliga og ástøðiliga námsfrøðiliga útbúgv-
ing
•
Undirvísingarroyndir á miðnámsstigi ella
hægri stigi
•
Áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri
nýtslu av KT í undirvísingarhøpi
•
Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólk-
um
•
Førleika at menna samstarvið við einstøku
stovnarnar, lærararnar og áhugafelagsskapir
Lærugreinaráðgevi í føroyskum
fyri vinnu-, miðnáms- og hægri útbúgvingar
•
Áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti inn- og úteftir.
Arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar
møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari
menning.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Lærugreinaráðgevin verður settur í fyrstu atløgu
í 3 ár. Síðani kann setanartíðin eftir umsókn verða
longd tvær ferðir við tveimum árum hvørja ferð.
Um serstøk viðurskifti gera seg galdandi, kann
setanarskeiðið verða longt meira enn 7 ár.
Arbeiðstíðin í ráðgevarastarvinum er 2/3 av fullari
arbeiðstíð. Eftir nærri avtalu millum Undirvís-
ingar- og Mentamálastýrið og viðkomandi út-
búgvingarstovn skal tann, ið settur verður sum
ráðgevi, harumframt undirvísa í mesta lagi 1/3
starv í einum vinnu- ella miðnámsskúla ella hægri
útbúgvingarstovni.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðal-
stýrið og deildir og stovnar tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
22. mai 2000.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Rúnu Hilduberg, deildarstjóra í Undirvísingar-
og Mentamálastýrinum, á tlf. 355050
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.
Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlarnir, Teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlin,
Sjómansskúlarnir, Maskinmeistaraskúlin og lærlingaútbúgvingar.
Málsøki hjá Mentamáladeildini eru m.o. Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, Sjúkrasystraskúli Føroya, Útvarp
Føroya, Sjónvarp Føroya, siðsøguligu søvnini, bókasavnsverkið, gransking, ítrótt, kirkjumál, ungdómsmál og mentanarligt
virksemi sum t.d. bókmentir, myndlist,tónlist og leiklist.
Tógverksskeið
v/ Ole Magnus
Vit leggja snøri við hond á gamla máta
– úr tjøraðum hampi, børki og hestafaksi
– nýta nýggj og gomul snørisgøgn
– tógverk til teinæringin
á Skeiðsdeplinum á Langasandi
mikudagin 31. mai til sunnudagin 4. juni
Fyri allar 5 dagarnar við
gisting og fullum kosti:
…… 1.200 kr.
fyri 5 dagar uttan gisting
men við fullum kosti: ……… 1.000 kr.
luttøka ein dag:….......…...... 200 kr.
og fyri kvøldið: ……............... 100 kr.
Tekning sum skjótast á Skeiðsdeplinum
tlf. 422073, ella hjá nevndini í »Teinæring-
inum«: Óla Mikkelsen, tlf. 314080, Janus
Petersen, tlf. 424456 ella Regin Debess,
tlf. 448587.
Svimjivenjari
søkist
Fuglafjarðar Svimjifelag søkir eftir venjara
til svimjiárið 2000-2001.
Vit kundu hugsa okkum:
• at tú hevur verið á venjaraskeið ella
• hevur royndir innan svimjing.
Um hetta hevur tín áhuga:
Fæst meir at vita, við at venda sær til felagið
á tlf. 444187.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 15. juni 2000.
Fuglafjarðar Svimjifelag
Norðuri í Bø 3
530 Fuglafjørður
• Psykisk, fysisk og kemisk viðgerð
• Innlæringstrupulleikar
• Hormonbalansuviðgerð v.m.
Kinesolog Oda Fuglø
er at hitta á tel. 456532 frá 17/5 til 26/5
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16