Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 NSÍ smokkaði eitt sindur, tá teir taptu í Vági. Tríggir lyk- laspælarar noyddust út síð- sta korterið í Vági, og tað tók dygt. Ian Højgaard, Gert Langgaard og Djóni N. Jo- ensen eru allir komnir fyri seg aftur. Todi Jónsson gongur við brotnum høgra longu- tong. Føroyski álopsmað- urin í FCK vandi fyrstu ferð í hesi vikuni saman við liðfeløgunum miku- dagin. Mánadagin og týs- dagin vandi hann uttan bólt, meðan liðfelagarnir í góðveðrinum spældu við bóltinum. Hóast longutong er brotin, so verður Todi Jónsson við, tá FCK sunnudagin fer út í Brøndby, har tað langt síðani er útselt til nýklass- ikarin: – Eg havi fingið ein skinnara at hava á fing- rinum. Teir, sum hava skil fyri tí, siga, at tað ber væl til at spæla við fingrinum í skinnara, og eg vil ógvu- liga fegin spæla við í hes- um dystinum, sigur Todi Jónsson, sum sunnudagin skoraði fyrsta málið í landskappingini í ár 2000. – Eg haldi avgjørt, at vit hava ein møguleika at vinna í Brøndby, men tað verður torført. Brøndby roynist betri á heimavølli, enn teir gera á útivølli, og teir eru greiðir yvir, at skulu teir framvegis hava møguleika at vinna DM, so skulu teir hava trý stig móti okkum. Todi spældi í ein hálvan tíma í Viborg við brotnum fingri: – Eg varð feldur av ein- um, og í fallinum royndi eg at lofta mær. Fingurin tók fyrst, og hann brotn- aði. Eg hevði nógva pínu, men tað kendist frágera gott at skora, sjálvt um fingurin var brotin. Men at vit ikki fingu øll trý stigini líktist púrasta ong- um. Vit høvdu upplagdar møguleikar at skora í hvussu so er tvey ella trý mál. Nógv pressa Í Herfølge gongur lívið so nógv sína vanligu gongd, Pól aftur í Føroyum Ein av lyklaspælarunum hjá NSÍ er leikbannaður og ivi er um onkran annan JÁKUP MØRK Tá besta mansliðið hjá B36 fríggjamorgunin fer til Sands, mugu teir eftir øllum at døma vera minst tveir av teimum leikarum, sum far- na vikuskiftið vóru við í stórsigrinum á Sumba. Annar er sjálvandi John Petersen, sum mikudagin setti undirskrift sína á sátt- málan við Leiftur. Í dyst- inum móti Sumba røkti John ikki vanliga álopssess, men var ístaðin fluttur oman á miðvøllin. Fyri hann royn- di B36 seg við Bjarna Prior í álopinum, við fýra málum sum úrslit, men tað tykist eisini ógvuliga ivasamt, um Bjarni verður við móti sand- oyingum. Hann hevur sein- astu vikurnar drigist við ein skaða í rivjabeinunum, og nú er líkt til, at hetta eisini hevur havt aðrar skaðar við sær. Umframt hesar báðar, so noyðist B36 enn einaferð at vera landsliðsleikaran, Jens Kristian Hansen, fyri uttan. Hann hevur ein skaða í búk- inum, sum stavar frá tíðini hjá Ayr United í Skotlandi. Harumframt hava bæði Egil Zahariasen og Mikkjal Tho- massen vant lítið í vikuni, men mikukvøldið varð rok- nað fyri vist, at teir báðir verða við á liðnum. Pelle Andersson, venjari hjá B36, sigur seg tó ikki kunna brúka hetta til so nógv. - Eg má bara hugsa um teir leikarar, sum eg havi tøkar, og so fáa tað besta úr teimum. Tað nyttar okkum einki, um vit nýta fráveru og miss av leikarum sum umbering fyri at spæla illa, tí tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa fulla úrtøku úr dystinum, sigur venjarin, og leggur samstundis áher- slu á, at tað er í slíkum støð- um, at týdningurin av einum breiðum hópi kemur til sjóndar. B71 eisini skert Heimaliðið er tó eisini na- kað skert, nú teir fáa vitjan av oddaliðnum, og miku- kvøldið var ivamál um fleiri av stuðulsleikarunum á lið- num. Rúni í Soylu noyddist av vøllinum, tá B71 sunnudgin spældu á Toftum, og hann verður í hvussu so er ikki tøkur, siga tey av Sandi. Harumframt tykjast bæði Julian Florescu og Alex Nielsen at vera ivasamir. Báðir hava teir skaðar í fót- inum, sum teir fingu móti GÍ fyri nærum tveimum vikum síðani, men kortini vóru teir báðir á vølli móti B36. Spurningurin er so, um teir enn einaferð kunnu pjøssast saman. Vónirnar hjá Sandoying- um eru annars góðar undan dystinum. Á Svangaskarði gekk heilt væl, fram til skaðar og eftirfylgjandi út- skiftingar høvdu við sær, at sonevnda rútman á liðnum varð brotin. Kunnu teir finna sama spælið fram móti B36, verð- Skerd árstalsfeløg hittast B36 skal royna seg uttan John Petersen, og harumframt eru fleiri stuðulsleik- arar á báðum liðum rættuliga ivasamir ur talan uttan iva um ein truplan dyst fyri heimaliðið. Hagtølini tala eisini fyri, at so verður. Dystirnir millum B36 og B71 hava vanliga verið sera tættir, við 1997 sum undantaki tá B36 vann at kalla stórsigur. Todi hevur brotið fingurin Men føroyski álopsmaðurin verður í álopinum, tá FCK sunnudagin fer at royna at syfta Brøndby sum tað ber til, tá gull- deymurin er so sterkur, sum støðutalvan boðar frá, at hann er, nú tað resta trý umfør av donsku kappingini. Jákup Mikkelsen hevur vant hvønn dag í hesi vik- uni: – Nógv pressufólk hava vitjað undir venjing hesa seinastu tíðina, bæði dan- skarar og útlendingar. Tey eru serliga áhugað at tosa við John Faxe Jensen, og hann sigur teimum tað sama, sum vit allir hava fremst í huganum. Hvat er tað? – At tað, sum nú ræður um, er at vinna móti OB sunnudagin. Um vit fáa trý stig hava vit góðan møguleika at røkka DM. Um vit tapa, er tað góður møguleiki fyri, at vit sunnukvøldið eru næst- fremst og ikki fremst. So einfalt er tað, og tí mugu vit fáa trý stig, staðfestir ein jarðbundin Jákup Mikkelsen. JH vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 4 4 - 0 - 0 23 4 19 12 2 B68 4 3 - 0 - 1 10 5 5 9 3 VB 4 2 - 1 - 1 7 5 2 7 4 HB 3 2 - 1 - 0 3 1 2 7 5 GÍ 4 1 - 2 - 1 5 5 0 5 6 NSÍ 4 1 - 2 - 1 6 7 -1 5 7 B71 4 1 - 1 - 2 4 6 -2 4 8 KÍ 4 0 - 2 - 2 2 4 -2 2 9 FS Vágar3 0 - 1 - 2 4 11 -7 1 10 Sumba 4 0 - 0 - 4 3 19 -16 0 Støðan, 1. deild menn Tað er greitt, at góði bólt- spælarin í vinstru, Sjúrður Jacobsen, ikki verður við. Hann er leikbannaður eftir reyða kortið í Vági. Arnfinn Langgaard fekk ein løst undir venjingini miku- kvøldið, og í gjár var eitt sindur ivasamt, um hann verður við, tá GÍ vitjar dýra biðjudag. Hjá gøtumonnum stendur betri til við fólki, enn tað hevur gjørt leingi. Pól Enni- garð kom úr Danmark at hjálpa til móti KÍ, og ætl- anin er, at hann í vikuskift- inum skal vera við í báðum dystunum móti NSÍ – í landskappingardystinum á útivølli dýra biðjudag, og í fjórðingsfinaluni í steypa- kappingini á heimavølli sunnudagin. Ivamálið hjá GÍ er Súni Olsen. Hann fekk ein snudd í knæið, tá GÍ 7. mai spældi á Sandi, og síðani tá hevur hann einki spælt. Í hesi vik- uni hevur Súni runnið eitt sindur, men hann hevur ikki vant saman við hinum, og hósdagin var tað lítið sann- líkt, at hann verður við í Runavík. Avrikið móti KÍ kundi bent á, at Johan Nielsen fór at umhugsa at gera onkrar broytingar. Ein møguleiki er, at Henning Jarnskor verður fluttur longri fram á vøllin, og at Áslakur R. Pe- tersen, sum móti KÍ var á beinkinum, sleppur upp í part beinanvegin. GÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst í Runa- vík síðani í 1995. Tá var úrslitið 0–1. Í 1996 var NSÍ í 2. deild, í 1997 var 2–2, í 1998 vann NSÍ 3–1, og í fjør endaði tað 1–1. JH Jan Guttesen, noyðist helst at finna sær nýggjan miðvallarfelaga, tá B36 fríggjadagin skal til Sands Frá dystinum, NSÍ-GÍ, í fjør. Helgi L. Petersen skal nú royna seg í øvugta leiklutinum móti gomlu liðfeløgunum Dystirnir um vikuskiftið 1. deild menn, 5. umfar 19.05 Sumba-FS Vágar Jens Petur Brattalíð 19.05 KÍ-B68 Oddmar Andreasen 19.05 B71-B36 Suni Johansen 19.05 NSÍ-GÍ Lassin Isaksen 19.05 HB-VB Birgir Sondum 2. deild menn, 4. umfar 20.05 TB-HB Eiler Rasmussen 20.05 GÍ-NSÍ Kim Ejdesgaard 20.05 B36-ÍF Arni Gunnarsson 20.05 Royn-KÍ Regin Egholm 20.05 LÍF-EB/Streymur Tummar Pauli Olsen 3. deild menn, 5. umfar 19.05 TB-FS Vágar Zoran Mancic 19.05 KÍ-B68 Petur Hansen 19.05 B71-B36 Lars Müller 19.05 Skála-ÍF Aron Olsen 19.05 AB-VB Tommy O. Joensen 21.05 FS Vágar-AB Útsettur frá 4. umfari Kvinnudeildin 19.05 Sumba-HB Frits Poulsen 19.05 AB-VB Pætur Clementsen 19.05 GÍ-Skála Jonhard Hansen 19.05 EB/Streymur-KÍ Edvard Højgaard 19.05 B36-NSÍ Ransin N. Djurhuus Kappingin um Løgmanssteypið 21.05 B36-HB Jens P. Brattalíð 21.05 B68-VB Petur Reinert 21.05 GÍ-NSÍ Oddmar Andreasen 21.05 KÍ-FS Vágar Birgir Sondum Nú skal tað vera, um nakrar hugsningur skal vera um at vera við, har tað er hugaligt at kappast. Hetta eru fót- bóltshugaðu klaksvíkingar- nir samdir um undan B68 vitjanini. Mikukvøldið vandu nýggju jugoslavarnir fyri fyrstu ferð, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at 32 ára gamli Zoltan Kujundzic skal verja málið móti B68, og at 22 ára gamli Srecko Milicevic verður í álop- inum. Um jugoslavarnir verða við, so verður liðið broytt, sammett við tað, sum spæl- di málleysan javnleik í Gø- tu. Tað er eisini greitt, at aðrir spælarar, sum ikki vór- u við í Gøtu, verða við móti B68. Harley Bertholdsen var sjúkur, og Marek Wierczbicki var í Póllandi. Teir eru báðir komnir aftu- ríaftur og eru sjálvskrivaðir á liðnum. Spurningurin er so, hvør- jar spælarar Sivic velur at seta á beinkin. Tað er ein sannroynd, at blaðungu menninir – t.d. Kristian á Lakjuni – hava roynst væl, meðan onkrir av teimum, sum vóru við til at vinna FM og steyp í fjør, og sum Klaksvíkingar eru øgiliga svangir Hjá B68 er tað ivasamt, um Fróði Benjaminsen verður førur fyri at spæla í Klaksvík tað hevur verið roknað nógv við í ár, ikki enn hava verið sannførandi. John Ryan hevur verið skaddur í fleiri vikur. Hann hevur vant í hesi vikuni. Liðformaðurin ivasamur Hjá B68 bendir nógv á, at Jan Petersen, sum í fleiri vikur hevur verið burtur frá við brákaðum rivjabeini, verður við aftur móti KÍ. Fyrrapartin av vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men á Toftum mettu teir tað vera hampuliga góður møguleiki fyri, at Jan verður førur fyri at spæla, og tað verður Eyð- stein Skipanes, sum hevur verið skaddur, eisini. Klaksvíkstúrurin hjá B68 er hin fyrsti, síðani fyrrver- andi KÍ venjarin, Jóannes Jakobsen, gjørdist venjari á Toftum. Jóannesi dámdi væl í Klaksvík, og klaksvíkingar hildu nógv av honum. Vin- skapurin verður ikki settur upp á spæl, men dýra bið- judag verða teir mótstøðu- menn. Hjá Jóannesi Jakobsen og B68 kemur tað stak illa við, um landsliðsmaðurin og lið- formaðurin Fróði Benja- minsen ikki verður førur fyri at spæla. Hann hevur í vikuni verið so mikið plág- aður av einum knæskaða, at hann hevur ikki fingið vant, og í hósdagin ivaðust teir á Toftum stórliga í, um hann verður tøkur í morgin. Í fjør tapti B68 tvær ferðir 5–0 í Klaksvík – bæði í steypakappingini og lands- kappingini.B68 fekk síðsta stigið í Klaksvík í 1997, tá úrslitið var 2–2. B68 hevur ofta megnað javnleik í Klaksvík, men teir hava ikki vunnið síðani 1988, tá úr- slitið var 0–2. JH JÁKUP MØRK Í løtuni stendur einki til hjá sumbingum, sum triðja árið á rað royna seg í bestu deildini. Støðan á stigatalv- uni, har teir eru niðastir við ongum stigið, er alt annað enn hugalig, og harumframt eru fleiri av berandi kreft- unum í løtuni uttanfyri hóp- in, orsakað av skaðum. Seinasta vikuskiftið vórð- u teir rætt og slætt avbuk- aðir, og tí er týdningarmesta uppgávan hjá Milan Cim- burivic helst at geva monn- um sínum nakað av sjálvs- áliti aftur. Venjarin ásannar tó, at tal- an verður um eina sera trup- la uppgávu fríggjadagin. Tá vit færttu, vóru fleiri leik- arar mettir sum verandi rættuliga ivasamir, og tað varð ikki fyrr enn í gjár- kvøldið, at avgerð skuldi Við rygginum móti múrinum Sumbingar eru sera illa sperdir undan dystinum dýra biðjudag, har tap vørir við sær, at teir verða púra einsamallir í botninum takast, hvørt hesir skuldu spæla við ella ikki. Umframt Baja og Páll Magnar, sum eru langtíð- arskaddir, eru fýra aðrir leikarar, sum ikki hava vant í vikuni. Bergur Vinther noyddist út við skaða móti B36 seinast, meðan Eirikur Joensen als ikki var við ta ferðina. Harumframt er ju- goslaviski Bibi hálvskaddir, meðan René Thomsen hev- ur ligið sjúkur í vikuni. Milan sigur tó, at teir ell- ivu leikararnir, sum fara á vøllin fríggjadagin fara at berjast sum úlvar á skóg fyri at fáa fatur á stigunum. - Komandi dystirnir verða ógvuliga týdningarmiklir hjá okkum. Tapa vit kom- andi heimadystirnar móti FS Vágum og B71, verða vit fullkomuliga einsamallir í botninum, og tá verður tað ógvuliga trupult hjá okkum at koma aftur íaftur, eru boðini frá venjaranum. Ómóðir vágamenn Vágamenn ásanna eisini, at talan kann gerast um eina rættuliga trupla uppgávu á Krossinum, fríggjadagin. - Teir hava so at siga ryggin móti múrinum, og slík lið eru aloftast torfør at hava við at gera, tí skipað fót- bóltsspæl verður ofta sett aftur um stríðsvilja tá so er, sigur Páll Olsen, sum er hjálparvenjari hjá vága- liðnum. Páll vónar tó, at dygdrnar hjá teimum, fara at viga meira enn stríðsviljin hjá sumbingum, og harumframt leggur hann áherslu á, at FS Vágar eisini noyðist at vinn- a sær nøkur stig, áðrenn gloppið uppeftir gerst alt ov stórt. Vágamenn høvdu, orsa- kað av vanlukkuni har vest- uri, frí undanfarna viku- skiftið, og líkt er til, at allir mans eru tøkir til týdning- armiklu uppgávuna. Dysturin millum FS Vág- ar og HB, sum skuldi verið leiktur sunnudagin, er nú ásettur at verða 7. juni. Um so er, at bæði HB og FS Vágar mugu lúta í fjórð- ingsfinaluni í steypakapp- ingini, verður dysturin tó helst fluttur til 1. juni. VB ætlar sær at vinna HB hevur virðing fyri vágbingum, sum ikki halda seg hava manning til verjukent spæl Vágbingar hava ikki tapt í teimum báðum lands- kappingardystunum á úti- vølli – teir vunnu í Sumba og spældu javnt í Klaks- vík – og tá teir far í Gun- dadal at spæla móti HB, er tað við tí í huganum, at teir skulu fáa øll stigini: – Í útgangsstøðuni skal liðið, sum eg havi ábyrgd- ina av, altíð leypa á, og eg haldi, at VB liðið í ár, hevur so framrættaðar dygdir, at tað er týdning- armikið hjá okkum at fáa spælið at ganga fyri seg í okkara álopsparti. Tað sigur VB venjarin, Krzysxtof Popczynski, sum hevur allar spælarar- nar tøkar til havnarferð- ina. VB hevur ofta staðið seg væl í Gundadali móti HB, men teir hava ikki fingið stig síðani 1997, tá teir vunnu 2–1. At VB fleiri ferðir hev- ur havt takið á HB í Gun- dadali, kann liðformað- urin hjá HB, Rúni Nolsøe, skriva undir uppá. Áð- renn hann í 1993 fór at spæla við HB, var hann fleiri ferðir við til at vinna í Gundadali. – Eg minnist serliga væl, tá vit í 1989 vunnu 4–0, og í 1991 haldi eg, at vit vunnu 2–1. Rúni Nolsøe hevur ikki sæð besta liðið hjá barn- dómsfelagnum spæla í ár, men út frá manningini iv- ast hann ikki í, at teir hava eitt gott lið: – Vit hava virðing fyri teimum, men sjálvandi er tað týdningarmikið hjá okkum at fáa trý stig á heimavølli. Vit eru við at spæla eitt nýtt lið saman, og higartil hevur tað gin- gið hampuliga væl. HB hevði frí síðsta vikuskifti. Bárður Mor- tansson og rumenski mið- vallarin Gigi eru komnir fyri seg aftur, meðan Jón Rói Jacobsen framvegis er skaddur. JH Í Klaksvík vóna tey, at Srecko Milicevic fer at gera um seg beinanvegin Mynd: JH VB venjarin leggur seg eftir at spæla álopsfótbólt