Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 96 – 20. mai 2000 Æltaði at gera seg inn á kongaparið MORÐROYND. Ein 50 ára gam- al maður, sum verður sagur at vera víðgongdur átrúnaðarliga, var í vikuni handtikin í Buxelles, tí hann helt tvørtur um eina forðing, sum skuldi halda fólki burturi frá belgiska konginum Albert og drotning Paolo. Maðurin er áður dømdur fyri morðroynd móti pavanum, og hann var bert 50 metrar frá belg- isku kongahjúnum, tá hann varð handtikin av løgregluni. Enn er ikki komið fram, um maðurin hevði vápn uppi á sær. Juan Fernandes Krohn, sum er úr Spania, varð útvístur úr Portu- gal í 1985, eftir at hann hevði sitið helmingin av einum dómi upp á seks ár í fongsli fyri at hava roynt at myrða Johannes Páll páva við eini bajonett. Hendan morðroynd- in fór fram í katólska halgistað- num Fatima í 1982. Og nú er Juan Fernandez komin undan kavi í Belgia, har hann er undir illgruna fyri morðroynd móti belgiska kongaparinum. Bjørk-samanbrot verður alment FILMUR. Ein filmur um filmin „Dancer in the Dark“ hjá danska filmsfelagnum Zentrop avdúkar alt um eitt samanbrot hjá íslendsku songkvinnuni Bjørk undir upptøkunum av filmunum. Vanligt er, at filmar verða gjørdar um upp- tøkurnar av einum filmi, og hetta hevur Zentropa eisini gjørt við sín nýggjasta film, har Bjørk hevur høvuðsleiklutin. Men filmurin um filmin kann geva Lars Von Trier, sum er leikstjóri, trupulleikar, tí hann kann fáa eitt sakarmál upp á nakkan orsaka av teimu avdúkandi upptøkunum. Sambært danska blaðnum Jyllands-Postinum vísir filmurin um filmin millum annað alt frá einum samanbroti hjá Bjørk, tá hon skal skjóta ein mann í filminum. Harafturat vísir filmurin eisini troyggjuna, sum tann íslendska songkvinnan skræddi sundur, tí hon var so óð inn á upptøkurnar. Bjørk rýmdi eitt skifti frá upptøkunum, og film- urin um filmin vísir, hvussu leikstjórin og hini fólkini í óvissu bíða eftir Bjørk og ikki vita síni livandi ráð. Filmurin um filmin skal eftir ætlan vísast á DR í heyst, tá „Dancer in the Dark“ verður frumsýndur í Danmark. Íslendska Bjørk spælir Selma í filminum Dancer in the Dark Fólk gerast sjúk av havagrill GRILL. Í góðveðrinum hesa árs- ins tíð eru tað nógvir føroyingar, sum nýta høvi til at grilla mat uttandura, men hendan matgerð kann hava við sær búkilsku og annað. Í Danmark verður nú avara um, at nógv fleiri fólk gerast sjúk av mati um summarið enn um vetur- in. Orsøkin er havagrill, har fólk ikki eru nóg ansin, tá tey gera mat. Tað er serliga bakterian Cam- pylobacter, sum ger um seg, og hon finnist í ráum kjøti, serliga fugli, men eisini í grísa-, oksa- og lambskjøti. Sammett við salmo- nella skulu nógv færri Campylo- bacter bakteriur til at gera fólk sjúk, og danska matvørueftirlitið ger vart við, at fólk skulu serliga ansa eftir ráari kjøtsaft. Matvøreftirlitið mælir til, at fólk halda ráa kjøtið fyri seg, og taller- kar, gaflar og knívar fyri seg. Har- afturat ræður um at hava reinføri í lagi, og vaska sær væl um hend- urnar eftir handfaring av kjøti. Vælgagnist. Tóroddur fær arbeiðsfrið Tóroddur Poulsen hevur fingið arbeiðsstuðul uppá 720.000 krónur frá Statens Kunstfond Toroddur Poulsen, høvundur, hevur fingið arbeiðsstuðul frá Statens Kunstfond. Hann fær sostatt arbeiðsfrið og 240.000 krónur árliga í 3 ár Dagfinn Olsen Yrkjarin Tóroddur Poulsen fekk hósdagin í farnu viku arbeiðslegat frá Statens kunstfond. Hesin letur einaferð árliga stuðul til listafólk, ið hava tilknýti til Danmarkar og geva út niðri. Grønlendingar og føroyingar koma sostatt uppí part. Tóroddur hevur seinnu árini verið búðsitandi í Keypmanna- havn og eitt av yrkingasøvnum hansara er komið út í Danmark. Við hesum fær Tóroddur ar- beiðsfrið í 3 ár. Í alt fær hann 720.000 krónur. Tað vil siga 240.000 árliga. Statens Kunstfond sigur í grundgeving síni, at Tóroddur samantvinnar so ólík viðurskifti, sum punk og persónligan og ger- andisligan átrúnað. T.d. sigur hann „Harri! Hví hava kirkjur tínar so harðar beinkir?“ Nýtt yrkingasavn er á veg frá Tóroddi. Hetta verður á føroysk- um og á donskum. Føroyski tekst- urin stendur øðrumegin í bókini og danski teksturin hinumegin. Tað kallast „ Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí“. Savnið verður prentað í 1000 eintøkum, og er hetta eisini í Dan- mark nógv, tá talan er um yrking- ar. Tóroddur hevur ætlanir um at leita sær íblástur úti í heimi kom- andi árini. Føroyingar hava áður fingið stuðul frá Statens Kunstfond og í 1995 fekk Jóanes Nielsen slíkan stuðul. 3. mai fingu Irdi Ragnarsson og Levi Joensen, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 4. mai fingu Brynhild Høgnadóttir og Eyðbjørn Brimnes, Keypmannahavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr. 5. mai fingu Fríðhild Holm- sund og Steen Jakob Fuglø, Tvøroyri, ein son. Hann var 51 cm.langur og vigaði 3900 gr. 8. mai fingu Hildigunn Olsen, Runavík og Bárður Bærentsen, Kaldbak, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3320 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Hóskvøldið 18. mai Norðoya Vistarheim: kl. 19.30 Niels Pauli Danielsen Dýrabiðidag 19. mai Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir: kl. 11, Høgni Poulsen Kollafjørður: kl. 11, altarg., Martin R. Jacobsen Kvívík: kl. 12, konfirmatión, Marjun Bæk Miðvágur: kl. 11, David Johannesen Christianskirkjan: kl. 11, og kl. 18 forbønargudst., Hans Eiler Hammer Kunoy: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Hestur: kl. 12, Kjartan Mørkøre Selatrað: kl. 11, Oyndarfjørður: kl. 18, Jógvan Fríðriksson Leirvík: kl. 11, altarg., Uni Næs Glyvrar: kl. 11, altarg., Jónsvein Bech Eiði: kl. 11, Emil Olsen Leiti: kl. 11, Sumba: kl. 12.15, Kjartan Mørkøre Skopun: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Viðareiði: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri Guds orðs boðan. Í Gøtu kirkju gongur talvan fyri Guds orðs boðan. Gudstænastur 4. sunnudag eftir páskir Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Skála: kl. 11, Jógvan Fríðriksson Hósvík: kl. 11, Martin R. Jacobsen Kvívík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen. Klaksvíkarkórið Bach-konsert í Christianskirkjuni kl. 20.30 Árnafjørður: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10 og á Norðoya Røktarheimi: kl. 14.30, Karl Gudm. Henriksen Elduvík: kl. 12, altarg. Norðskála: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa Pól Johannesen og Emil Olsen Vágur: kl. 11, Kjartan Mørkøre Gásadalur: kl. 12, Mykines: kl. 20, David Johannesen Dalur: kl. 12, Jákup R. Hansen Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti.. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evan- geliskt møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta v/John Beynon, kl. 18 møti v/bíbliuskúlanæmingum, kl. 22 útimøti um viðrar. Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofía Jacobsen talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Finngerð Djurhuus Olsen talar. Meinigheitin í Hoyvík Eingin sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla. Kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við Martin Olsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ein av komandi sunnudøgunum, um viðrar, skipar sunnu- dagsskúlin fyri uttandura tiltøkum, har øll familjan er væl- komin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Høgna Poulsen, presti. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Einki møti verður sunnukvøldið kl. 18, vegna ársmøti hjá HM. Meinigheitshúsið í Havn Dýrabiðudag verður møti kl. 18 v/John Johannesen. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Einki møti í Mein- igheitshúsinum. Vit hittast á ársmøtinum í Nesvík kl. 18, har Alfred Petersen talar. Bussur fer frá Meinigheitshúsin- um kl. 17. Hósvík Møti verður sunnudagin kl. 18 í Filadelfia. Poli Jacobsen undirvísir um guddómliga grøðing til likam og sál. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Sandavági Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við John Myllhamar, trúboðara. Ársmøti hjá Heimamissiónini Fríggjadagin kl. 11 gudstænasta við altargongd í Norð- skála kirkju har Sverri Steinhólm talar. Innsavnan til Ytrimissión. kl. 14 upplegg og orðaskifti, kl. 16 upplegg og orðaskifti, kl. 19.30 møti v/Rúna Hentze, kl. 22 ung- dómstiltak. Leygardagin kl. 10 upplegg og orðaskifti, kl. 14 frá- greiðingar, kl. 19.30 sjónvarpsmøti við Hilmar Danielsen, Klaksvík, kl. 22 ungdómstiltak. Sunnudagin kl. 11 gudstænasta við altargongd í Norð- skála kirkju, kl. 15 familjumøti, kl. 18 møti við Alfred Petersen, Tórshavn Keldan, Skálafirði Dýra biðidag: kl. 11 morgunmøti og breyðbróting við Paula Høj. Lovsangur við Eyðun Jacobsen. Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við teim ungu. Sunnudagin kl. 17 familjumøti. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Kl. 18 møti við Katrin og øðrum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Dýrabiðidag kl. 18 evangel. fundur, Levi Joensen o.a. tala. Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudags- skúli, kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur um viðrar. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Samkoman Sion, Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. ANDLÁT 11. mai Jenny Signhild Hansen, Tórshavn, vanliga nevnd Jenny í barnagarðinum, 71 ár. 12. mai Tórur Sjóføddi av Vollanum, Saltangará, 58 ár. Ingvald Joensen, ættaður úr Sørvági, 82 ár. 14. mai Regin Hendriksen, Sørvágur, 20 ár. Árni Christiansen, ættaður úr Norðdepli, 58 ár. Michaela Restorff, Tórshavn, 83 ár. 15. mai Jógvan Davidsen, Tórshavn, 56 ár. Katrin Erhardsen, Vágur, 59 ár. Páskaboð – 4. leygardag eftir páskir »Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum«. (2. Tim. 2,8). Soleiðis ljóðar ein áminning frá apostlinum Paulusi til unga vin sín Timoteus. Á hesum sinni fara vit at nýta áminningina rættiliga frítt og leysa frá sínum søguliga samanhangi. Minst til Jesus Kristus – risin upp frá deyðum. Tað er ein hjartalig áminning eisini til okkum, nú páskahátíðin er farin afturum. So týdningarmikið hjá teim krstinu at minnast til, at hann hevur vunnið sigur, okkara Harri og frelsari, Jesus Krisus. Viðhvørt hava vit lyndi til at stúra og klaga. Tað tykist í holdi borið, hetta dapra lyndi at kúra og klaga. Viðhvørt eru vit um at falla í fátt, tí dapurt lyndi er viðhvørt køvandi fyri sálarligan trivnað og sanna guðsbarnagleði. Minst til góða menniskja: Minst til at páskaboðskapurin aftur Eitt ljós á gøtu míni hevur ljóðað. Krossurin er tómur. Deyðans amboð týndi ikki lívið um tíð og ævir. Krossurin gjørdist búmerki teirra kristnu, og ímyndin av Guðs sónandi og fullgjørda verki. Krossurin umboðar nú lív í Jesu navni. Minst til góða menniskja! Grøvin er tóm, og hin stóri steinurin fyri gravarmunnan er rullaður burtur. Har var eingin Jesus at finna í grøvini hjá Jósefi úr Arimatea. Teir jarðaður Jesus í lænatri grøv. Men triðja dagin, hin fyrsta dagin í vikuni, rísur Jesus upp av deyða. Hin tóma gørvin heldur sín vitnisburð um, at deyðin ikki megnar at halda lívinum aftur í gravarhelli. Tað æviga lívið vaknar til lívs og Jesus er sum hin fyrsti risin upp til dýrdar. Minst til góða menniskja! At hann hevur opinberað seg fyri kvinnunum, lærusveinunum og hundraðtals vitnum. Sjónliga gekk hann um á foldum, og einaferð át hann enntá fisk til morgunmatar. So hugaligt evangelium. Latum okkum ikki falla í fátt. Hann er risin upp Jesus Kristus og gongur okkumv ið lið. Vit eru í fylgi við sigursins Harra og í navni hansara koma vit eisini á mál. Hann er risin upp Jesus, eisini í so mongum mannahjarta. Risin upp sum hin livandi, so trúgvin syngur glað sín morgunsang. Lyft høvur hátt, tí hann vil opinb erað seg fyri okkum í trúgv til trúar. Minst til, at hann er risin upp av deyða og grøv sum ein livandi frelsari, Jesus Kristus. At hann gongur tær við lið. Amen. 11. mai fingu Gitte Wernicke og Dávid Fjallsbak, Tórs- havn, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 3850 gr. 11. mai fingu Heidi og Er- land Tvørfoss, Søldarfjørð- ur, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2950 gr. 12. mai fingu Mette Ander- sen, Ebeltoft og Gunnar Haakon Petersen, Trongis- vágur, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3000 gr. 12. mai fingu Anita Køtlum Petersen og Poul Martin Petersen, Viðareiði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Dýra biðidag: Sverri Lamhauge, tlf. 448016 Leygardagin 20. mai: Sverri Lamhauge, tlf. 448016 Sunnudagin 21. mai: Sverri Lamhauge, tlf. 448016 Norðoyggjar: Dýra biðidag, leygardagin og sunnudagin: Jaspur Petersen, tlf. 456400 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir 21. mai skulu konfirmerast í Horne kirke Rutt Joensen dóttir Randi og Páll Joensen, ættaði úr Lopra. Adr.: Stendyssevej 54, Horne, 9850 Hirtshals. Barbara Joensen dóttir Lindu Joensen, ættað úr Lopra og Johannes Magnussen, Tvøroyri. Adr. Skrivervænget 5 Horne, 9850 Hirtshals 21. mai verður Ása Ingrid Poulsen, dóttir Borgar- hjørt og Jákup Poulsen, konfirmerað í Vamdrup kirke. Adr.: Tyrings Ager 45B, 6580 Vamdrup, Dan- mark. Konfirmatiónir Mánadagin 22. mai verður Olivia Joensen, Úti á Bø, Leirvík 85 ár. Dagurin verður hildin heima saman við børnunum. 85 ár