Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Nr. 96 - 19. mai 2000 26 Nr. 96 - 19. mai 2000 Orð og myndir: Edvard Joensen Tað kitlar heilt út í tærnar - og helst eitt sindur aftrat - tá tú situr og hyggur beint upp í tað steyrrætta bergið og sær veðr- arnar ganga har uppi í skorini. Mestsum í leysari luft. Og tú veitst, at fyri trimum tímum síðan var tað tú sjálvur, sum gekk har uppi mestsum í leysum lofti millum himmal og hav. Fyrsti tankin er: »Áh tín dummi hundur.« Vit hava verið við sandavágs- monnum og slept veðrum í vest- aru skorina vestanvert Slættanes. Alt sær so nógv øðrvísi út hiðani úr neðra. Tá tú sjálvur gekst har uppi, var tað ikki so heilt galið. Tá virkaði undirlagið bara heilt álítandi. Men eingin ivi var tó um, at tú skuldi ansa tær og hyggja væl eftir, hvar fóturin varð settur. Tí heilt greitt var, at eitt lítið mistak kundi fáa rættiliga álvarsligar fylgjur. Men fólk vóru skilagóð og dugdu at bera seg at í slíkum umstøðum, og alt gekk upp á stás. Eftir at veðrarnir vóru sleptir, og fólk komu aftur til bátarnar á Slættanesi, varð farið ein túr fram við landi norðanfyri, og siglt varð í dýrdarveðri vestur fyri Nýggjaberg vestan fyri Ritunøvina. Ein frálíkur túrur, sum avgjørt kann ráðast ferða- fólki til at gera. Fuglur í hvørj- um eyga. Kópur millum flesj- arnar, og seyður í skorum og urðum. Eisini miðvingar hava slept seyði í fitilendini fyri norð- an. Gamalt ynski »Teir fara at sleppa veðrum í skorina leygardagin. Fert tú ikki við? Onkur góð mynd fæst iva- leyst.« Jú, hví ikki tað? Hetta tilboðið er jú beinleiðis eitt svar upp á eitt gamal ynski, eg leingi havi gingið við. At sleppa við ein av hesum túrunum, ein so ofta hevur hoyrt um, men enn ongan- tíð havt møguleika fyri at upp- livað. Ikki tí. Hugurin og møgu- leikarnir til seyð og tað, sum við seyði fylgir, hava verið har. Men altíð á sløttum haga - við onkr- um einstøkum undantaki - og sera høgligum at røkja. So nú tilboðið kom at sleppa við sandavágsmonnum í skorar- nar, var bara at halda seg fram at beinanvegin. Jú, tað var ikki at siga. Svarið var játtandi, áðrenn hálvtalað var orð. Ája, so kemur dagurin. Og tað var av sonnum ein dagur, sum ikki fæst betri yvirhøvur. Stilt og lýtt. Sólin skínur oman og niðan, og fuglurin hevur eisini boðað frá, at hann er komin. So tað er bara at gera skjótt av og fara at hitta manningina, sum skal við. Teir eru longu væl áleiðis at fáa seyðirnar í vognar at flyta norður á Oyrargjógv í, haðani teir skulu førast við báti norður á Slættanes. Komnir norður á Oyrargjógv skulu bátarnir flotast. Tríggir eru teir í tali. Trý fýramannafør við páhangsmotori. Onkur heldur, at tað kanska eru smáir bátar at flyta 17 seyðir umframt alt fólk- ið í allan teinin av Oyrargjógv norður á Slættanes. Vestmanna- sund kann eisini vera eitt sindur óreint at fáast við. Men í dag man ikki fara at bila, og eingi óráð munnu fara at verða tikin fyri soleiðis. Veðrið er eisini av tí allarfagrasta, ein yvirhøvur kann ynskja sær. Tann fyrsti báturin verður flotaður, og teir taka hann frá dráttinum suður um brúnna, har trappa og plattur er at leggja til, so ikki verður so høgt at skipa seyðin inn. Vognurin við seyðinum verður koyrdur oman móti kantinum. Onkur forvitin sál er komin at síggja, hvussu leikur fer. Ein fínur morguntúrur í hesum dýrd- arveðrinum. Eitt band verður handað úr einum bili. Gott at hava at taka til, um okkurt skuldi verið. Og satt at siga kom tað eisini í brúk seinni um dag- in. »Sært tú handan frammor- reyða har. Hasum skalt tú hava ábyrgdina av í dag, so hann kemur upp á pláss.« Jú, vit gerast líkasum kendir beinanvegin báðir, tann frammmorreyði. Minnir meg aftur á søgnina um Gullbrand bónda í Fuglafirði. Tann fram- morreyði veðrurin í tí søgnini var tó maðurin sjálvur, sum var í morreyðum koti. Veðrar á floti Hetta at flyta seyð við báti er nakað, eg ikki havi verið við til áður. Havi altíð verið so mikið væl fyri, at landfast hevur verið, og bilur kundi brúkast til flutn- ing. So eitt sindur spennandi var at vita, hvussu teir mundu fara at gera. Mundu teir fara at fella seyðir- nar, ella bara hefta teir eitt sind- ur, so teir ikki gjørdust ov ófriðaligir í bátinum. Nei, teir vórðu settir púra leysir niður í bátin. So mikið nógvir í rúminum, at tað var ov trongligt at fara nakran veg. Og so stóðu teir annars bara púra stillir allan túrin norður á Slætta- nes. So hvørt bátarnir eru løddir, fara teir spakuliga norður við landinum. Hildið verður frægast at fylgjast, tí teir eru kanska í so tungir. Í øllum førum sær tann, sum undan okkara fer, rættiliga tungur út, og viðhvørt sær út, sum hann flýtur um stokkarnar. Men tá vit so nærkast sæst, at heilt so galið var tað tó ikki. Hóast nakrir túrar eru gjørdir norður gjøgnum Vestmannasund og út Flógvan, hava teir altíð verið Streymoyarmegin, so áhugavert er at síggja Vága- landið, nú vit stima norður við. Dúgliga verður spurt um staðar- nøvn og tilburðir, og fróðarmenn eru bátsfelagarnir, sum duga at siga frá hendingum, teimum sjálvum og øðrum hava verið fyri á leiðini. Um sílaveiðu fyri gjáunum, ella um hundin, sum rann seg útav, tí haran hann rann eftir, snýtti hann so skammiliga, tá hon sneiddi av á tromini, og hundurin reyk út fyri og datt oman. Komnir nakað norður, veit ein av monnunum at siga, at her, beint innan fyri okkum, var fyrsta búsetingin her norðanfyri. Áðrenn fólk settist niður á Slættanesi. Men hiðani máttu tey rýma aftur, tí her spøkti so illa, at ikki var verðandi hjá ordiligum fólki. Vit fara so, tríggir bátar í fylgi, spakuliga norður við Vágalandinum. Ein reki flýtur fyri landi. Ein viðabulur, og honum mugu vit heldur vera leysir av. Hvaðani kann hesin vera komin? Kanska úr onkrum norskum ella svenskum skógi? Ella hví ikki úr Sibiria? Hann hevur helst staðið við onkra gamla fangalegu og hevur sæð bæði líkt og ólíkt, hann kundi sagt frá. Jú, hví ikki lata hugan leika eitt sindur? Aftur í forna So lenda vit á Slættanesi og taka veðrarnar úr bátunum. Eitt tippi verður fyrst sett upp við lend- ingina. Stengur eru borðaðar í helluna, og timburgarðar standa brimfríir og skulu bara berast oman og setast upp. Slættanes er avtoftað bygd, hóast tað ikki sær soleiðis út í dag. Væl av fólki er í teimum húsunum, sum enn standa uppi. Fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til staðið, brúka tað sum frítíðar- pláss. Og tað má sigast at vera væl valt stað, hugsar ein um at fáa frið frá dagliga hurlivasa- num. Hendan dagin er veðrið eisini so vælsignað, at tað má vera sum í »Edens Hava« at sita har uttan fyri við fugli og seyði sum einastu grannum og bara njóta tað stórsligna skaparverkið, sum opinberast fyri tær her norðuri. Og so ljóðar ein motorur. Heldur fjarur, men ikki til at kenna skeivt. Tað eru ferða- fólkabátarnir úr Vestmanna, sum fara undir bjørgini at vísa ókunnufólki, hvussu har sær út. Jú, eisini á Slættanesi, sum júst var útvalt til »Edens Hava«, verður tú mintur á sivilisatión- ina. Vit taka ein bát upp og leggja hinar báðar fyri íla. Tað er púra steindeytt við klettin, so her skuldi einki verið at óttast í dag. Áðrenn vit gera á seyðirnar, fáa vit okkum ein bita niðri á lend- ingini, og so til gongu. Við okkum hava vit eisini nakað av timbri og eina bori- maskinu, sum skulu brúkast til at hjálpa upp á rættina í skorini. Hon er farin nakað av skalvalopi í vetur, vita teir. Hendan farmin taka tríggir raskir, ungir menn á seg at bera. Allan samlan vegin líka í skor- ina. Og tað er ikki nøkur løtt byrða at fara undir. Men hesir baksararnir eru rættiliga knáir, so tað stendur ikki á. Tann frammorreyði er knapp- liga ikki serliga samstarvshugað- ur longur. Hann vil nógv heldur Veðrar í tríhundrað metra hædd SKORASEYÐUR. Tað sær ørandi út at sita í einum fýramannafari og hyggja tríhundrað metrar beint upp í bergið eftir nøkrum seyðum, tú tríggjar tímar framman undan hevur slept úr hondum Farið verður í báti norður við Vágalandinum ganga leysur og fara hagar, hann sjálvur hevur hug til. Men hann verður kúgaður, stakkalin, og noyðist at fylgja restini av fylgi- num, sum fer niðan gjøgnum bygdina og út í gamla bøin, sum er fallin aftur í forna. Frálíkur bøur annars. Men ivaleyst ov lítið hjá fólki at liva av. Tí eru tey flutt hiðani. Vit leiða teir niðan um hegnið og sleppa so, tá allir eru saml- aðir. Teir vilja líkasum betri ganga, nú teir verða riknir allir saman, hóast longu endarnir hanga aftur úr teimum. Niðan gjøgnum Grøvina fara vit og steðga á við gamla grót- garðin, har fylgið verður savnað, og allir hvíla eina løtu. Menn eru sveittir, og troyggj- ur og jakkar verða hongd á garð- in, soleiðis at tað skal kunna takast við aftur á heimvegnum. So aftur at reka, og nú verður ikki steðgað á aftur fyrr enn í Skoradali, beint áðrenn farið verður um upsina og inn í eyst- aru skorina. Her verða seyðirnir heftir, meðan vit fáa okkum enn ein bita. Her verður øll útgerð, uttan bond og rottugift, løgd eftir, til vit koma uppaftur. Meðan vit sita, koma teir, baksararnir, við borimaskinuni og viðinum. Á ókendum leiðum Áðrenn farið verður niður, verða hendurnar lagdar saman, og hvør situr í sínum lagi og hevur eina stilla løtu við tí, hann heldur seg hava tørv á. Ivaleyst biða tey flestu Faðirvár, og kanska onkur leggur okkurt smávegis aftrat innantanna. Hesin siðurin verður hildin, og hann er góður. Tí ikki er ferðin vandalys, hóast talan í roynd og veru er um eina stutt- leikaferð. Eini fýra eru vit, sum ikki hava verið við fyrr. Tvey ung- fólk, genta og drongur. Og fedr- arnir, sum báðir eru kendir á leiðini, hava band á teimum ungu, nú farið verður um upsina. Einki við at taka nøkur óráð fyri, tí onkustaðni er eitt sindur smegið, beint sum gingið verður inn. Men ikki bilar, og ivaleyst eru teir eldru heldur varnari, enn tey ungu halda vera neyðugt. Tí tey hildu ikki, at tað var nakað at óttast, hóast tey væl vistu og virdu, hvussu vandamikið tað í ringasta føri kann vera. Veðrarnir verða aftur sleptir, tá vit eru komnir um teir fyrstu mjáarnar og inn í eystari skorina. Menninir, sum kendir eru, ganga undan og stýra gonguni, so hon fer, har teir vilja hava hana at fara. Ikki er gott, um onkur fer burtur í millum inn í onkran fløtt ella bøkk, sum ætlanin ikki er. Hjá tí, sum ikki hevur verið her fyrr, er upplivingin stór- sligin. At standa her, einar trí- hundrað metrar yvir tí silvurlitta havinum, har sólin bakar á, so tað sendir strálurnar aftur í høvdið á okkum og síggja yvir á Streymoynna fyri norðan. Vest- manna- og Saksunarbjørgini. Vestureftir Ritunøvin og so beint upp í Skarðið oman fyri okkum. Nakrar ær, onkur við lambi, eru farnar klórandi inn í røkurnar í erva. Tað er tó ótrúligt, sum seyður kann finna uppá fyri at fáa nøkur grasstrá. Men tað er í grundini ikki øðrvísi enn tað, vit sjálv eru í holt við. Farin klórandi inn higar fyri at fáa nakrar bitar aftur í heyst. Kanska. Um alt kemur aftur. Jú, veðrarnir koma inn í vest- aru skorina, og teir tríggir ung- lingarnir við útgerðini til rættina eru skjótir. Seyðirnir verða bundnir til nakrar kongar, meðan summir fara at umvæla rættina, og onnur at hyggja eftir, um annar seyður er í skorini. Tað kann vera, tí hegnið, sum skuldi hildið honum burtur, er farið saman við rættini í vetur. Jú, tað er skjótt, at nýggjur seyðalortur er at síggja, so iva- leyst er seyður handan vestasta ryggin. Og so var. Og sjálvandi lógu tær heilt vesturi í vestasta kjálkanum. Men onkur var, sum gjørdi skjótt av, og tað gekk bara rími- liga væl at fáa tær út aftur í eystari skorina, har tær kunnu sleppa at ganga í summar, um tær vilja tað. Men meðan vit ganga, finnur ein eina deyða rottu. Og tað er verri, tí hon er nýdeyð. So her er uttan iva rotta í skorini. So er bara at vóna, at giftin, vit hava við, verður etin. Alt gekk væl, og vit komu aftur í Skoradal í øllum góðum. Aftur verður ein biti etin, áðrenn farið verður til gongu aftur til báts. Tosað og skemtað verður allan vegin. Nú stendur bara væl til. Á veg oman á lendingina verður leiðin løgd fram við kirkju- gørðunum á Slættanesi. Teir eru ikki færri enn tveir. Ein av monnunum heldur skemtiliga fyri, at tað mátti verið óluksáliga einsligt at ligið deyður á Slætta- nesi. Jú, óivað so, hóast tey, sum undir flagnum liggja, ivaleyst ikki hugsa so nógv um tað. Komin aftur í bátin, verður farið ein túr vestur við landinum norðanfyri. Ein frálíkur og stór- sligin túrur. Tað sýgur í maganum og kitlar í tærnum, tá tú situr og hyggur upp í bergið og sær, hvussu lítil skorin, tú júst hevur verið í, sýnist har uppi. Men stórt er upplivilsið kort- ini. Og teir, sum hava verið fyrr, siga, at heysttúrurin, tá veðrarnir verða tiknir aftur, er nógv tann betri. Teir bera tilfar til rættina Í eystaru skor Veðrarnir einar tríhundrað metrar omanfyri sjóvarmálan