mikudagur 9. oktober 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 9. OKTOBER 1996
13
Jógvan Isaksen:
miðvikan
Á VERÐIN. VERÐIN !
Skaldsøgan »Barba og Harra Pål« eftir Jørgen-Frantz Jacobsen
William Heinesen fortelur
einastaðni, at sótu hann og
Jørgen-Frantz Jacobsen og
fingu sær eina øl onkustaðni
í Keypmannahavn, so fegn
aðist Jorgen- Frantz stórliga,
um ein fluga settist á øl
glasið. Hann plagdi tá at
bera fram orðatakið >Sjáld
an kemur fluga í feiga
manna fat<. Men Jørgen-
Frantz Jacobsen var feigur,
tá ið hann skrivaði >Bar
baru« ella »Barbu og Harra
Pála, sum hon eitur í týð
ingini hjá Christiani Matras
Longu í 1922 gjørdu
tuberklarnir vart við seg, og
í triatiårunum gjørdu teir so
mikið um seg, at alt arbeiði
var ein kapprenning við
deyðan. Tá ið høvundurin
andaðist á vári 1938, var
>Barba og Harra Pál< næst
an liðug, og nøkur smærri
glopp vórðu tettaði av Willi
am: Heinesen. Men tann
bókmentaligi ráðgevin á
forlagnum Gyldendal vísu
handritinum frá sær við tí
grundgeving, at skaldsøgan
var ikki nyskapandi. Síðani
bleiv William Heinesen
biðin um at skoyta ein enda
uppí, men hyggin noktar
hann. William Heinesen
fortelur: »Tå ið Jørgen-
Frantz Jacobsen var deyður,
bleiv eg biðin um at gera
ein enda - tað haldi eg, at
eg ton at opinbera í dag -,
men eg tordi ikki. Og í dag
eri eg fegin um, at eg ikki
gjørdi tað. Skaldsøgan hev-
ur klårad seg vid ti endan-
um, sum Jergen-Frantz
sjålvur skrivadi« (Bjarne
Nielsen Brovst: Det muntre
Nord)
Hesum å baki fortelur
William Heinesen: »Annars
hendi tad vitleysa, at Valde-
mar Koppel å Politiken
hevði fingið hugskotid, at
rithevundurin Palle Rosen-
krantz skuldi skriva bókina
um. Hetta bleiv - lova Harr-
anum! - lukkutíð ikki til
Tað var altso nóg mikið
sum royndi at seta fót fyri
bæði skriving og útgávu.
Men so skuldi ein hildið, at
tann stórfingna móttska hon
fekk av lesarum og ummæl-
arum hevði tryggjað henni
sess í bæði donskum og før-
oyskum bókmentum? Hjá
lesarunum: ja. Hon er prent-
að og uppafturprentað í
mongum hundraðtúsund
eintøkum um allan heim.
Hjá bókmentafólki: nei. Í
bókmentasegum verður hon
bara neynd, verður vird ein-
ar tvær reglur og so ikki
meira. Danska bókmenta-
søgan í níggju bindum, sum
Gyldendal gav út í 1984-85,
ber av við hesi burtur-
kveistran: »Hansara einasta
skaldsøga Barba og Harra
Pål (1939), ein søgulig kær
leikssøga, var ein bestselj-
ari«
Eingilskmaðurin W. Glyn
Jones, sum eitt skifti var
lærari í bókmentum á Fróð-
skaparsetrinum, ger í einari
grein í tíðarriunum Scandi-
navica vart við hetta fyri-
brigdi: >Hóast hon er
heimsgitin (hon er tydd til
næstan tjúgu mál), so er tað
kortini eins og Barba og
Harra Pál nú elvir ul
trupulleikar millum bók
mentafólk, sum um teir ikki
rættiliga vita, hvat teir skulu
siga um hana«,
Glyn Jones vil vera við,
at ein av orsakunum er, at
yrkislesararnir hava krøkt
seg fastar í tittulin og ikki
geva tí gætur, at hann av
fyrstan tíð var »Far, verøld,
far væl«. Tískil smokkar
helvtin av tematikkinum
burturimillum. Um hetta
skrivar William Heinesen í
»Danske digtere í det
20.árh.<: »Eitt skifti hevdi
hann eisini í hyggju at geva
skaldsøguni hjá sær tittulin
»Far, verøld, far væla eftir
tí kenda og stórsligna sálm-
inum hjá Thomas Kingo,
sum bókin endurgevur brot
úr, men hann helt tó, at hes-
in tittulin var ov åtrokandi,
ov langtandi«
Skaldsøga og søgn
Karmur um skaldsøguna er
søgnin »Beinta og Peder
Arrheboe« år »Færøske
Folkesagn og Æventyr« hjå
Jakob Jakobsen, og høv-
undurin hevur felt sina søgu
rættiliga neyvt inn í fyri-
myndina. Jørgen-Frantz Ja-
cobsen brúkar ikki bara
hevuðstræðrirnar í søgnini,
men eisini einstakar hend-
ingar, eitt nú Barba og land-
tunnan. Ein fittur partur av
søgnini snýr seg kortini um
tíðina, eftir at harra Pál er
dømdur frå embætinum, eitt
tíðarskeið, sum skaldsøgan
ikki ber við. Av fyrstan tíð
var hetta nú ætlanin:
„..nú restar bara vanlukkan
hjá Barbu (studenturin
stingur av - tað er longu
komið í helvt), kvølini hjá
harra Páli og avsetanin,
sameiningin hjá teimum
báðum í armóð og í stak
óforelskaðum skapi. Men
tygum hava rætt, tað verður
torfért at geva tí snið - ja
alt er treytað av tí. At enda
eru tað tey tydningarmiklu
gloppini, sum skulu fyllast.
(Bræv til P. Stavnstrup 22.
okt. 1937).
Eitt lítið ósamsvarið kemur
kortini fyri í tíðarásetanini.
Søgnin fer fram fyrst í
1700-talinum, meðan skald-
søgan er flutt til umleið
1760. Meiri um hetta seinni
Skaldsøgan »Barba og
Harra Pål« er um ta tvifaldu
prestaeinkjuna Barbu, sum
fær fatur á einum triðja
presti, Poul Aggersøe, ið er
sendur ul Føroya at veita
prestastættini åbøtur. Men
eftir eina tid sleppir Barba
prestinum upp å fjall og fer
f stadin at halda saman vid
ti unga buskaparfrøding-
inum Andrias Heyde, sum i
sínum lagi svíkur Barbu
Bæði Barba og harra Pál
taka svikini tungt, og sum
tað verður sagt í tí endur-
givna brotinum, var tað ætl-
anin at skaldsøgan skuldi
fylgja søgnini longri á leið.
Andrias Heyde kemur ikki
fyri í søgnini, men hansara
leiklutur í skaldsøguni er
kortini ikki í stríð við hesa
Beinta í søgnini æt Bente
Kristine Broberg (1668-
1752). Móðirin tænti við
hovið hjá Fríðriki Triðja og
fekk dóttirina uttan fyri
hjúnalag, og noyddist tískil
at rýma. Hon fór so til
Havnar, har hon giftist
sorinskrivaranum Peter
Broberg. Hann, ið fortelur
hetta, er Hans M. Debes,
Skraddar Debes kallaður,
og hann er vísur í, at Beinta
var dóttir Fríðrik Triðja.
(Hans M. Debes: »Søgur úr
gomlum døgum«).
Hans M. Debes veit eisini
at siga, at Beinta átti fimm
børn, meðan Barba í skald-
søguni ikki fær børn. Hetta
kundi verið tikid sum eitt
týdningarmikið frávik, men
søgnin nevnir ikki børn, og
sostatt hevur Jørgen-Frantz
Jacobsen hildið seg innan
fyri sett mark. Barba er
kortin: yngd í skaldsøguni
I samrøduni millum Johan
Hendrik Heyde og Andrias
Heyde i endakapitlinum
verður nevnt, at Barba er 29
og Andrias 23. I veruleik-
anum var Beinta 37, tå ið
hon giftist við tí tretivu ára
gamla Peder Arrheboe. Á
teimum døgum var tað ikki
óvanligt, at ein nýkomin
prestur giftist einkjuni hjá
undanmanninum, og mang-
an var aldursmunurin væl
stórri enn ímillum Beintu og
Peder Arrheboe.
Uppbyggin
lee »Barbara«
kann hava við sær, at tå ikki
varnast, at tað í veruleik-
anum er harra Pál sum er
hevuðspersónur, og at tað
er gjøgnum hann, at lesarin
í stóran mun sær hendingar
og persónar. Tað er ikki fyrr
enn í endakapitlinum, at
Barba eitt bil gerst sjónar-
horn, men uttan at lesarin
kunnast við hana. Afturfyri
er hon kjarnin í skaldsøg-
uni, tann depul, sum alt
snarar um: »Og kortini var
hon tann knórin, sum allar
hansara lótir mólu um«. Í
hesum føri er tað nú ikki
harra Pál, men tann ný-
komni Andrias Heyde, ið
letur seg tøla.
Í bygnaði leggur skald-
søgan seg upp at sjónleik-
inum, og hvørt einstakt ka-
pittul er sum ein tåttur, og
tað er bara í hendinga føri,
at tað verður litið aftur i
tíðina. Tey flestu kapitlini
kundu uttan stórri håva ver-
ið leikt á palli, og í hesum
er skrivingarlagið ikki ólíkt
tí hjá danska høvundinum
Herman Bang. >Barba og
Harra Pál< er hartil klassisk
á tann hátt, at hon snyr seg
um einstaklingin og hansara
vidurskiftir við umheimin
Frígeringin hjá einstakling
mum frá dogmum og
tvingsli er eitt aðaltema
Skaldsøgan fevnir um
hálvt annað ár - ein tíðar
festing kemur fyri á triðju
síðu: »Hvør sær grind í no
vember mána, ha?«
harra Pál kemur fyri at
reformera førøysku presta
stættina, til hann sum ein
vátligur og sligin maður
hevur hóttanina um at verða
avsettur hangandi yvir sær
Í fleiri kapitlum er harra Pál
ikki middepil, er bara til
stadar, men kortini er um-
leið helvtin av skaldsøguni
sædd vid eygunum å harra
Påli
í
ira
Ironi
Av vinmonnunum Williami
Heinesen og Christiani Ma-
tras verdur Jørgen-Frantz
Jacobsen lystur sum ein
maður, ið væl dámdi at nýta
ironi sum våpn, og júst hetta
amboð verður nógv brúkt í
skaldsøguni - einahelst í
myndamålinum. Í inn-
gangskapitlinum standa
nakrir havnarmenn fyri
einki í krambúðini hjá
kongliga handlinum og ætla
um >Fortúnus, sum er
væntandi úr Keypmanna-
havn: >Tíðindini vóru vend
og vend eins og ein tugga«.
Og myndin av samrøduni
gerst ikki minni speisom, tå
ið Katrina í Kjallaranum
kemur inn í krambúðina:
>...teimum dámdi lítið, at
konufólk legði seg út í teirra
skilatos um sjógv og skip«.
Orðaval og umstødur eru
eisini minni enn so í sam-
svari, har teir báðir Mar-
flugan og Sámal á Vippuni
kenna sín heiður kliktan:
„ein hólmgonga við eygna-
køstum«, »lidarålopid«,
»hann var hermaður og
dugdi at skjóta<, »eyka-
skot<, >skotríð<. Málburð-
urin er næstan sum ein fyri-
boðan um ta fronska flota-
vitjanina.
Eftir at kirkjufólkið hevur
hoyrt eina óvanliga tyktandi
prædiku, fer tað hastandi
hver til sín við eini kenslu
av at vera reinsað. Høvund-
urin hevur hesa viðmerking:
>Við lætta í huga og eins
og loyst úr bondum skund-
aðu tey sær til hús. Tey vistu
ikki, at døgurdin, sum var í
vån, gav teimum veingir<
Longsul eftir nøktan á fold
verður av tí einstaka útlagt
sum sálarlig fullgering. Til-
elvingin ul ta óvanligu
prædikuna er tó púra av hesi
verð, tí meðan harra Vensil
prædikar, sær hann alla tíð-
ina konu sína undirhalda
einum fríggjara í kamarin-
um við hús
Kristnitrúgvin fær ikki
ullutað nógvan tydning, tá
ið tað snýr seg um atburðin
hjá mannabørnunum. At
jarðarríkið hevur nógv at
siga fyri prestin, sum præd-
ikar sjålvsavnokting, verður
vist f kapitlinum »Verøld«
har harra Vensil ger seg til
reiðar at flýggja undan 6-
friðarskipum: »Harra Vensil
kom knógvandi gjøgnum
Gongina vid tungari byrði
å baki. Hann var um at
hokna undir silvurlutum,
kistuklædum og dynum«
Bróðir prest, sorinskrivarin,
sum tíðum er málgagn hjá
høvundinum, fær ikki hildið
sær: >O eyður á fold, - tú
avgudur manna í skínandi
mold!«
Speiið er svíðandi hvast
Symbolikkur
Í Føroyum setir havið treyt-
irnar, og meginparturin av
bæði symbolikki og mynda-
máli í >Barbu og Harra Pál<
stavar hiðani
Tá ið harra Pál skal leypa
inn í báuin úti í Mykinesi,
ivast hann og missir løgini:
„Eina ferð vóru so fræg
løgi, at hann kanska kundi
havt lopið inn, heyði hann
verið nóg kunnugur við bát
og brim. Tað var hann ikki«.
Tá ið tað ræður um at vága,
torir harra Pál ikki.
Mótsett tí tvørrandi mót-
inum og snarræðinum hjá
harra Páli, tá ið á stendur -
harra Pál dugir ikki at venda
sær á báti - so vága løgmad-
ur og synirnir sær út í ódn-
ina og klára ta torføru ferð-
ina yvir um fjørdin. Aftur í
móti harra Páli, so hevur
løgmaður altíð tamarhald á
støduni.
Harra Pål vil fegin låtast
at sita vid styrisvøl, »hann
var vanur at fara vid fullum
seglum«, men eftir giftuna
vid Barbu, er myndin ein
onnur: »Hann kendi seg
sum ein pappirsbåt tey seta
út í ánna at sigla. Men fyri
fyrst var streymurin spakur.
Hann lá og snaraðist higar
og hagar í kærleikans íð-
um«.
Eftir at harra Vensil hevur
heklad kirkjuf6lkid igjøg-
num, er tað eisini eitt annað
skip, sum snarar higar og
hagar: >Men inni í kirkjuni
hekk Eystindiafarin