Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nr. 185 - 1. oktober 2003 5 Jógvan S skal hava fiskiloyvið aftur, sigur reiðarin. Men talan verður eisini um endurgjaldskrav upp á tíggjutals milliónir, umframt onnur krøv, sigur Jógvan Lutzen, reiðari ENDURGJALDSKRAV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jógvan S skal hava fiski- loyvið aftur. Tað stendur í eini stevn- ing, sum reiðarin nú um dagarnar hevur sett fram ímóti Fiskimaálráðnum. Sostatt hevur reiðarin nú gjørt álvara av at stevna Fiskimálaráðnum, eftir at Fiskiloyvið til Jógvan S varð tikið aftur í august í ár. Reiðarin er sannførdur um tað var ólógligt at taka fiskiloyvið hjá Jógvan S aftur. –Vit fingu tilsøgn um eitt fiskiloyvi 29. apríl í 2002 og 25. august í ár varð tilsøgnin tikin frá okkum aftur. Men tað hevði Fiski- málaráðið onga heimild til at gera og tí krevja vit, at Jógvan S. fær fiskiloyvið aftur. Tíggjutals milliónir Men Jógvan Lútzen, reið- ari, sigur, at hetta er bara tað fyrsta sakarmálið, sum verður reist í kjalarvørrin- um á avgerðini um at taka fiskiloyvið aftur. Fleiri sakarmál eru á veg, men tað er ikki endaliga av- gjørt enn, hvussu verður við teimum og tí eru tey ikki løgd enn. Hann sigur, at teir, sum eiga Jógvan S, fara í øllum førum at krevja endur- gjaldskrav fyri at hava mist fiskiloyvið. Hvussu stórt tað kravið verður, veit hann ikki. – Tað veldst um, hvussu leingi báturin kemur at liggja. Tað gongur í besta føri eitt heilt ár, áðrenn sakarmálið um fiskiloyvið er avgreitt. Verður dómurin í tí málinum so harafturat skotin inn fyri landsrættin, ganga nakrir mánaðir aftur- at. Jógvan Lútzen sigur, at sostatt er enn ikki greitt, hvussu stórt endurgjalds- kravið verður, men tað veksur sjálvsagt fyri hvønn dag, Jógvan S liggur. – Men talan verður í øll- um førum um fleiri tíggju- tals milliónir, sigur hann. Hann leggur afturat, at talan kann enntá verða um eitt endurgjaldskrav fyri alt skipið sum tað er. – Eitt skip sum liggur, forferst rættiliga skjótt og tað er lítið gott eftir av einum skipi, sum hevur ligið í tvey ár. Og reiðskap- urin fer so eisini fyri skeyti. Skulu ikki slaktast einsamallir Jógvan S sigur, at enn er heldur ikki endaliga av- gjørt, hvørjum endurgjalds- krav verður lagt ímóti. – Tað var felagið Línu- skip, sum reisti málið og talan kann verða um eitt endurgjaldskrav ímóti fel- agnum. Talan kann eisini verða um eitt krav ímóti sjálvum formanninum í fel- agnum Línuskipum. Hetta eru alt løgfrøðiligur spurn- ingar, sum verða viðgjørdir í løtuni. Men tað er í øllum førum greitt, at eitt endurgjalds- krav verður so ímóti Fiski- málaráðnum. Jógvan Lútzen minnir eisini á, at tað eru yvir 30 skip, sum hava fingið fiski- loyvið eftir somu manna- gongd, sum Jógvan S fekk sítt loyvi. Og hann finnur seg ikki í, at hann skal fáa sersømdir tann skeiva vegin. – Vit skulu ikki slaktast einsamallir. Skal fiskiloyv- ið takast frá okkum, skal tað eisini takast frá øllum hinum, tað fara vit at taka stig til, sigur Jógvan Lút- zen. Hann ivast ikki í, at so fara eisini tey skipini at leggja endurgjaldskrav ímóti landskassanum. Fær reiðarin viðhald í øllum sínum krøvum, kann málið um Jógvan S sostatt fáa avleiðingar fyri Lands- kassan, sum verða so álvarsligar, at í løtuni tað ber illa til at ímynda sær tað. Jón Magnus Joensen hevur listaframsýning í smiðjuni í Lítluvík fyri aðru ferð. LISTAFRAMSÝNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag letur aftur ein lista- framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð er tað Jón Magnus Joensen, sum sýnir fram. Hann er ein av teimum yngru listamálarunum, men hann hevur verið við á fleiri framsýningum. Seinast var hann eisini við á Ólavsøku- framsýningini. Hetta verður aðru ferð at hann sýnir fram í smiðjuni. Framsýningin letur upp í dag klokkan 15 og hon er opin til klokkan 20. Annars er hon opin hvønn dag frá klokkan 15-20, hetta til 8. oktober. Jón Magnus er 40 ára gamal argjamaður, lærari av yrki og er nú lærari í Tjørnuvík. Og hann er maður við nógvum jørnum í eldinum. Umframt pensilin, roynir hann seg eisini við pennin- um og hann hevur yrkt fleiri barnasangir og hann skrivar somuleiðis løg. Hann hevur eisini skrivað barnabókina Gagnleikur og hesi seinastu árini hevur hann eisini verið urguspæl- ari í Vesturkirkjuni. Fyrra hálvár í ár var hann á listaháskúla í Holbæk í Danmark og har málaði hann nógv. Við á framsýningini hev- ur hann 34 málningar. Talan er bæði um oljumálningar og akrýl, men hann hevur eisini nøkur verk við vatn- litum. Myndevninini hjá lista- manninum eru fyri tað mesta føroyska náttúran og flestu málningarnir eru málaðir hesa tíðina, hann dvaldist á flatlondum. Jógvan S: Fyrsta kravið á veg ímóti Fiskimálaráðnum Hvussu stórt endurgjaldskravið verður, veldst um, hvussu leingi Jógvan S kemur at liggja, áðrenn hann aftur sleppur til fiskiskap. Men talan verður í øllum førum um nógvar tíggjutals milliónir, sigur reiðarin Íblásturin kemur úr føroysku náttúruni Jón Magnus Joensen við tveimum málningum, hann hevur við á framsýningini. Vinstrumegin hevur hann ein málning, hann nevnir Morgun og málningin høgrumegin nevnir hann Bygdarlag Yvirskotið av rakstrinum av føroyska samfelagn- um minkar komandi ár. Enn leypa góðar 100 milliónir krónur av, um avdráttir av skuld landskassans ikki verða roknaðir uppí. Pláss verður framvegis fyri skattalætta, lovar landsstýrismaðurin, men afturfyri skal sparast – serliga í almennu landsumsitingini FÍGGJARLÓG 2004 Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Hann dregur á luftina í føroyska búskapinum, og tað sæst aftur á uppskotin- um til løgtingsins fíggjar- lóg fyri 2004, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði fram seinnapartin týsdagin. Samlaða úrslitið er hóast alt eitt lítið yvirskot. Fíggjar- lógaruppskotið vísir eitt avlop á 100,6 milliónir krónur aftan á rakstrar-, løgu og útlánsútreiðslur. Men tá árligu avdráttirnir av skuld landskassans eru goldnir, síggjast reyð tøl á botnlinjuni. Nógv tann størsti partur- in av landskassaskuldini er lánið til danska ríkiskassan, sum verður goldið aftur við 323 milliónum krónum árliga yvir 20 ár. Vanliga verða avdráttir ikki tiknir við, tá rakstrarúrslitið av at reka føroyska samfelagið verður útroknað, men hin- vegin er tað júst hetta, sum serliga andstøðan plagar at brúka fyri mála sína mynd av endaliga úrslitinum av politikkinum hjá samgong- uni. Hvussu er og ikki. Avlop- ið á fíggjarlógini fyri 2004 er 100,6 milliónir krónur, og tað er nakað lakari enn avlopið av fíggjarlógini fyri 2003, sum var 139,6 milli- ónir krónur hægri. Varligar sparingar Í fíggjarlógaruppskotinum til 2004 verður lagt upp til, at fíggjarlógin ikki skal virka tálmandi, nú niður- gongdin í altjóða búskapin- um eisini hevur rakt før- oyska búskapin. Tað verður gjørt við einari varisligari lækking av útreiðslunum og við at halda fram at veita skattalættar í 2004, lovar Karsten Hansen, landsstýr- ismaður. Aðalmálið er enn sum áður fullveldi við sjálvber- andi føroyskum búskapi. Arbeitt verður tí framhald- andi við at tillaga útreiðslur landskassans til minkandi blokkstuðul úr danska ríkiskassanum. Sparingar mugu tí fremjast í 2004, sum raka gerandisdagin hjá føroysku borgarunum minst møguligt, sigur Karsten Hansen í viðmerk- ing til fíggjarlógina. Sparingarnar skulu eisini síggjast í ljósinum av, at óvanliga stóri vøksturin í føroyska búskapinum sein- astu árini, nú er steðgaður, og vøksturin í ár fer at liggja undir 3,6 prosent í ársins prísum. Høvuðstrup- ulleikarnir til niðurgongd- ina í búskaparvøkstrinum sigur landsstýrismaðurin stava frá trupulleikunum í alivinnuni, og at prísirnir á fiski á heimamarknaðinum eru falnir nógv og eru lágir í løtuni. Sparingar verða framdar við at gera »dag- føringar og broytingar í lógarbundnu útreiðslunum, soleiðis at tær støðugt verða tillagaðar føroyskum viðurskiftum,« verður sagt. Ætlanin er eisini at um- leggja skuldina hjá lands- kassanum til danska ríkis- kassan, so rentu- útreiðslurnar vera minni. Alt sparingar, sum í lítlan mun ávirka gerandisdagin hjá føroyska borgarunum, sigur Karsten Hansen. Bleytar raðfestingar Í fíggjarlógini síggjast eis- ini aftur tær raðfestingar, sum samgongan ger. Sam- bært fíggjarlógini hava heilsumál, almannamál og útbúgving fingið hægstu raðfesting. Landsstýrið hevur tí gjørt eitt fíggjar- lógaruppskot, har høvuðs- raðfestingarnar fara til sjúkrahúsverkið, eldraøkið og útbúgving. Á íløgusíðuni fer landið at gera løgur fyri 313 milli- ónir krónur. Samstundis verða bygningar hjá landin- um seldir fyri 66 milliónir krónur, og tí verða íløgurn- ar hjá landskassanum 247 milliónir krónur netto. Nýggja suðuroyarskipið er størsta einstaka íløgan hjá landinum nakrantíð. Skipið kostar góðar 300 milliónir krónur at byggja og verður goldið yvir trý ár. Í 2004 verður síðsta gjaldið á 109 milliónir krónur goldið. Harafturat skulu 38 milliónir krónur brúkast til nýggja samferðsluhavn í Trongisvágsfirði. Íløgur verða eisini gjør- dar fyri 32 milliónir krónur til sinnisveik, eldrabústaðir, býli til heimleys, venjingar- miðstøð, bústovnar til børn við serligum tørvi og innan serforsorg. Útbúgving og gransking fáa tilsamans 35 milliónir krónur á løgu- ætlanini. Blaðið fór til prentingar, áðrenn tíðindafundin seinnapartin í gjár, og tí verður meira at frætta í morgin. Yvirskotið tódnar Inntrivini í føroyska búskapin fara ikki at ávirka gerandisdagin hjá føroyingum stórvegis, lovaði Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum legði fíggjarlógina fyri 2004 fram seinnapartin týsdagin Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4