mikudagur 1. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 185 - 1. oktober 2003
Nr. 185 - 1. oktober 2003
7
- Í Leirvík verður
nógv tosað um øktu
ferðsluna, sum verður
gjøgnum bygdina, tá
ið Norðoyatunnilin
letur upp. Fólk eru
samd um, at tað er
óheppið, at Norðoya-
tunnilin verður latin
upp fyri ferðslu,
áðrenn ferðsluviður-
skiftini í Leirvík eru
loyst, sigur bygdar-
ráðsformaðurin,
Sjúrður Eliasen
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta hóskvøld skipaði
Leirvíkar bygdaráð fyri
kunnandi fundi í bygdar-
húsinum, har greitt varð
frá, hvat hent er í málinum
um ferðsluviðurskiftini í
Leirvík
síðan
seinasta
fundin av slíkum slagi.
- Vit høvdu ein almennan
kunningarfund í juni í fjør,
og nú vildu vit so kunna
bygdafólkið um gongdina,
ið verið hevur síðan hendan
fundin.
Sjúrður Eliasen, bygdar-
ráðsformaður, ásannar, at
fólk í Leirvík hava rættiliga
stóran áhuga fyri ferðslu-
viðurskiftunum í bygdini,
nú alt bendir á, at Norð-
oyatunnilin verður liðugur,
áðrenn viðurskiftini, sum
kunnu standast av nógv
øktari ferðslu gjøgnum
Leirvíksbygd, verða loyst.
Hann sigur, at eini 200
fólk møttu til fundin hós-
kvøldið, og tað vóru mong,
sum nýttu høvi at bera fram
sína hugsan.
Bert ein samtykt
Bygdaráðsformaðurin vísir
á, at tað fyriliggur bert ein
samtykt um betran av
ferðsluviðurskiftunum
í
Leirvík í samband við
Norðoyatunnilin. Hetta er
løgtingslóg nr. 49, frá 10.
apríl í ár um tunnil undir
Leirvík.
- Í lógini stendur, at for-
kanningar til tunnil skulu
verða gjørdar í seinasta lagi
ár 2005. Síðan skal lands-
stýrismaðurin við vinnu-
málum leggja fram uppskot
um at loysa ferðsluviður-
skiftini í Leirvík við einum
tunli.
Sjúrður vísir á, at ymisk
uppskot hava verið frammi
um tunnilsgerðir og vega-
føringar uttan tunnil, men
Leirvíkar bygdaráð var
samt um at halda fast um
hesa einu tunnilsætlanina
longu áðrenn samtyktina í
løgtinginum.
- Tvey av uppskotunum
snúgva seg um tunlar, sum
verða bundnir í verandi
tunnil, men vit í bygdar-
ráðnum halda, at hesi upp-
skot fevna um ein ov lítlan
part av bygdini. Ferðslan
fer í ov stóran mun at ganga
ígjøgnum bygdina, áðrenn
hon fer inn í tunnilin.
Bygdaráðsformaðurin
sigur, at tunnilin, sum
bygdaráðnum dámar best,
verður einar 1200 metrar
langur.
- Vit halda, at hesin leiðir
ferðsluna sum frægast og
sum skjótast út úr bygdini.
Her sleppur ferðslan frá
Norðoyatunlinum rímiliga
skjótt inn í tunnilin og
kemur útaftur á leiðini við
Statoil-støðina.
Sjúrður sigur, at verður
nýggi tunnilin í Leirvík
íbundin verandi tunnil í
bygdini, noyðast leirvík-
ingar, sum skulu til Fugla-
fjarðar, Gøtu, út á Skála-
fjørðin ella til Havnar, nið-
an í bygdina fyri at koyra
gjøgnum nýggja tunnilin
fyrst og síðan beinleiðis
gjøgnum verandi tunnil.
- Hetta hóvar okkum ikki
nakað serligt, og okkum
dámar best skipanina, sum
hon er, har koyrt verður
beinleiðis í tunnilin her
niðri í bygdini.
Eitt stórmál
Sjúrður ásannar, at fólk í
Leirvík eru ógvuliga mis-
nøgd við, at ferðsluviður-
skiftini í bygdini ikki verða
loyst,
samstundis
sum
Norðoyatunnilin
verður
bygdur.
- Hetta er eitt stórt mál
fyri okkum, sum nógv
verður prátað um í bygdini.
Vit í bygdaráðnum duga
væl at skilja, at fólk ikki
eru nøgd við raðfestingina,
har Norðatunnilin verður
bygdur fyrst – og síðan
verður hond tikin um
ferðsluviðurskiftini
í
Leirvík.
Eingin í Leirvík ivast í, at
tað fer at merkja bygdina
nógv, tá ið hópur av bilum
skulu
koyra
gjøgnum
Leirvíksbygd um dagin.
- Ferðslumynstrið í Før-
oyum er nógv broytt á tann
hátt, at tað er so nógv tung
ferðsla eftir vegunum, eitt
nú fiskaflutningurin, sum
er millum bygdirnar og
oyggjarnar, sigur Sjúrður.
Nú arbeitt verður við
vegagerðini til tunnils-
munnan í Leirvík, er longu
meira av tungari ferðslu í
bygdini.
Tá ið Sosialurin tosaði
við bygdaráðsformannin í
Leirvíkar bygdaráð:
Heldur tað vera rættast at halda fast um tunnil
Sæunn Ó. Hansen, ið
hevur sitið í arbeiðs-
bólkinum, sum hevur
smíðað skipanina,
sigur, at øll tey, sum
eru so rørslutarnað,
at tey ikki kunnu nýta
almenn flutningstól,
kunnu søkja um
flutningsloyvi við
serflutningstænastuni
hjá kommununum í
Eysturoy
SERFLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag, mikudagin 1. ok-
tober, byrjar ein serflutn-
ingsskipan í kommununum
í Eysturoy at virka. Skip-
anin
ber
heitið
"Ser-
flutningsskipan Landsins",
og tað var upprunaliga
Lions Club í Eysturoy, sum
tók stig til at savna komm-
unurnar í oynni saman um
eina slíka skipan.
Ein arbeiðsbólkur hevur
arbeitt víðari við málinum,
har Sigvald Kristiansen,
lækni,
hevur
umboðað
Lions Club og Sæunn Ó.
Hansen,
býráðslimur
í
Runavíkar kommunu, hev-
ur umboðað kommunurnar
í Eysturoy.
Ógvuliga fegin
Sæunn vísir á, at árið 2003
er ár teirra rørslu-og menn-
ingartarnaðu, og tí er tey,
sum standa aftanfyri til-
takið við serflutningsskip-
anini, ógvuliga fegin um, at
skipanin kundi fara at
bakkastokki júst í ár.
- Við vælvild frá øllum
kommununum í Eysturoy
og ikki minst við vælvild
frá landsstýrismanninum í
almannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu, hevur eydnast
okkum at fáa skipanina at
virka frá 1. oktober, sigur
hon.
Henda nýggja flutnings-
skipanin í Eysturoy verður
fíggjað soleiðis, at land og
kommunur rinda hvør síni
45% og brúkarin 10% av
kostnaðinum.
Ókeypis hjálparfólk
Reglur eru smíðaður sum
siga, hvør kann koyra við
bussinum hjá Serflutnings-
skipan Landsins.
Sæunn vísir á, at øll tey,
sum eru so rørslutarnað, at
tey ikki kunnu nýta almenn
flutningstól, kunnu søkja
um flutningsloyvi við ser-
flutningstænastuni.
-
Umsóknarblað
um
flutningsloyvi fæst við at
venda sær til Almanna-
stovuna í Saltangará. Síðan
ger stovnurin í hvørjum
einstøkum føri tilmæli og
tekur endaliga støðu um
loyvi at nýta bussin. Tá ið
umsóknin er viðgjørd og
avgreidd, boðar Almanna-
stovan
umsøkjaranum
skrivliga frá hesum.
Sæunn sigur, at brúkarar
– um neyðugt – kunnu taka
hjálparfólk
við
sær
í
bussin, og tá sleppa hesi
við ókeypis.
Serflutningsbussurin
koyrir í vanligari arbeiðs-
tíð, frá kl. 8.30-16.00,
mánadag til fríggjadag.
Brúkarin keypir kort frá
bussføraranum
móti
kvittan, og prísirnir eru
hesir: 5-ferðakort (kr. 50),
10-ferðakort (kr. 90) og 20-
ferðakort (kr. 160).
Sum hýruvognur
Sæunn Ó. Hansen sigur, at
um kvøldarnar og í viku-
skiftinum kann bussurin
verða nýttur sum hýru-
vognur hjá brekaðum.
- Gjaldið fyri hesar túrar
er sum fyri vanligan hýru-
vogn, og túrar eftir ar-
beiðstíð
skulu
verða
bílagdir fyri kl. 16. Túrar,
sum koyrast skulu í viku-
skiftinum, mugu bíleggjast
fyri kl. 15.30 fríggjadag,
sigur hon at enda.
Tey, ið ynskja fleiri upp-
lýsingar um bussin hjá Ser-
flutningsskipan Landsins,
kunnu venda sær til Heima-
røktina í Eysturoy, sum
húsast á Heilsumiðstøðini í
Runavík, tlf. 449249.
Ringjast kann á skriv-
stovuna hjá Heimarøktini,
mánadag til fríggjadag frá
kl. 08-13.
Tað var Lions Club í Eysturoy, sum tók stig til at savna kommunurnar í Eysturoy saman um
eina serflutningstænastu. Ein arbeiðsbólkur hevur síðan arbeitt víðari við málinum, har Sigvald
Kristiansen, lækni, hevur umboðað LC og Sæunn Ó. Hansen, býráðslimur í Runavíkar
kommunu, hevur umboðað kommunurnar í oynni. - Vit eru ógvuliga fegin um, at skipanin
fekst at virka júst í ár, sum er ár teirra rørslu-og menningartarnaðu, sigur Sæunn Ó. Hansen
Serflutningsskipan
fyri rørslutarnað
í Eysturoy
Leirvík seinnapartin mána-
dagin, hevði bygdaráðið
ikki
viðgjørt
kunnandi
fundin, ið verið hevur.
- So, eg dugi ikki at siga,
hvørja niðurstøðu, vit fara
at gera okkum eftir henda
fundin, sigur Sjúrður, sum
kortini er sannførdur um, at
bygdaráðið ætlar sær at
halda fast um tunnilsætl-
anina, ið er samtykt.
Droyma um grót
Bygdaráðsformaðurin vísir
á, at ein øgilig rúgva av
gróti skal koyrast frá sjálv-
ari tunnilsgerðini, tá ið
boringin og spreingingin til
Norðoyatunnilin byrjar.
- Tað verður ógvuliga
trongligt, um alt hetta grót-
ið skal flytast burtur eftir
bygdavegunum í Leirvík.
Vit hava víst leiðsluni fyri
Norðoyatunnilin
á,
at
grótið kann leggjast úti á
Kráartanga, men enn er
eingin avtala gjørd um
nakað. Skal grótið leggjast
á Kráartanga, verður neyð-
ugt at leggja størri grót til
verju uttanfyri aftur, tí her
kann verða brim, tá ið upp-
gangur er.
Sjúrður vísir á, at verður
grótið, sum koyrt verður úr
Norðoyartunlinum leirvíks-
megin, lagt á Kráartanga,
fær kommunan samstundis
eitt ídnaðarøki burtur úr
hesum.
Spurdur, um grótið, sum
kemur úr Norðoyatunlin-
um,
hevði
verið
eitt
"plástur
á
sárið",
nú
leirvíkingar eftir øllum at
døma fara at noyðast at liva
við nógvari ferðslu eini 2-3
ár eftir, at tunnilin er latin
upp, sigur bygdaráðsfor-
maðurin:
- Tað dugi eg ikki at siga,
og tað havi eg sum so
heldur onga viðmerking til.
Sjúrður sigur, at sambært
ætlanini við Norðoyatunl-
inum fer tað at taka umleið
hálvt annað ár at spreingja
hann ígjøgnum. Síðan skal
hann gerast liðugur og
klárur at koyra ígjøgnum.
- Hinvegin skal lands-
stýrismaðurin ikki fyrr enn
í seinasta lagi í 2005 leggja
uppskot fyri tingið um
tunnilin í Leirvík. Tí vænta
vit ikki, at byrjað verður
uppá tunnilin her í bygdini
fyrr enn í fyrsta lagi í 2006
ella 2007. Væntandi er tí, at
Leirvíksbygd, soleiðis sum
hon er í dag, noyðist at bera
alla hesa ferðslu í nøkur ár,
áðrenn hond verður tikin
um ferðsluviðurskiftini her.
Ymiskir møguleikar
Bygdaráðsformaðurin sig-
ur, at á kunnandi fundinum
í bygdahúsinum komu fram
ymisk uppskot um, hvussu
málið kundi verið loyst,
men hann heldur, at flestu
hóast alt hildu best um
tunnilsloysnina, ið bygda-
ráðið eisini einmælt hevur
samtykt.
Ein av møguleikunum,
sum hevur verið frammi, er
at leggja ein veg framvið
sjósíðuni.
Eisini
hevur
verið tosað um at leggja ein
nýggjan
veg
omanfyri
bygdina.
- Verður vegurin lagdur
fram við sjósíðuni, renna
vit okkum í alt virksemið,
sum er har. Verður vegurin
hinvegin lagdur omanfyri
bygdina, er væntandi, at
hann í framtíðini kemur at
liggja í vegin fyri nýggjum
útstykkingum.
Sjúrður tekur tí saman
um og heldur, at hóast tað
fer at taka longri tíð,
áðrenn leirvíkingar fáa ein
tunnil, sum loysir hesar
trupulleikar, verður hetta
ein loysn, sum fólk í
bygdini verða fegnari um í
longdini.
- Ein tunnili er dýrari, og
tað fer at taka longri tíð,
áðrenn hann verður veru-
leiki, men eg vænti eisini,
at vit øll verða glaðari, tá ið
hann er komin, og vit
soleiðis fara at merkja
minst møguligt til nógvu
ferðsluna, sum fer fram við
okkum, sigur Sjúrður Elia-
sen, bygdaráðsformaður.
Sjúrður Eliasen er bygdaráðsformaður í Leirvíkar kommunu.
Mynd: Edvard Joensen
Sambært ætlanini, sum Leirvíkar kommuna heldur vera ta frægastu, kemur tunnilin útaftur við Statoil-støðina í bygdini.
- Okkum dámar ikki, at nýggi tunnilin verður bygdur í verandi tunnil, tí tá verður neyðugt hjá fólki, sum ætla sær av bygdini, fyrst at fara niðan í bygdina og
inn í nýggja tunnilin, áðrenn sleppast kann inn í verandi tunnil, sigur Sjúrður Eliasen.
Mynd: Rúna Sivertsen
- Verður frákoyringin frá Norðoyatunlinum løgd fram við sjósíðuni, renna vit okkum í alt virksemi, sum er har, sigur Sjúrður Eliasen.
Í Leirvík eru neyst, bátahylur, havnaløg og nógv fiskivinna fram við sjósíðuni.
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
7
6